leygardagur 17. november 1951síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 66
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
17. november 1951
NO ——————— Bø ——iiø—iiitiW—
FISKIMENN
Fiskimenn klaga yvir, at teir fáa
ógvuliga lítlan prís fyri útróðrarfisk.
Hvat er harvið at gera?
Svarið er fyri tað fyrsta, at trupul-
leikar verða nógvir og stórir hjá teim-
um, sum skulu royna at bøta um hesi
viðurskifti.
Í fleiri bygdum eru tað keypmenn,
sum eiga bátarnar ella í hvussu er
fleiri bátar, meðan summir kanska eru
privatogn. Her kemur tað at liggja
illa fyri vegna tess, at teir menn, sum
rógva við keypmannsbátunum, hava
ikki fríar hendur at avreiða hvar teir
vilja.
So er tað agnið. Í flestum bygdum
verður sild nýtt til agns, og hon kann
jú ikki goymast uttan í íshúsum, og
hvør eigir tey? Ja, fiskimenninir eiga
einki ishås, og tessvegna verða teir
noyddir at halda seg góðar vinir við
teir, sum íshúsini eiga. Aftur har verð-
ur tað nakað, sum forðar monnum at
handla sum teir vilja sjálvir.
So eru tað turkihúsini. Um so er, al
útróðrarmenn vilja turka teirra fisk og
selja hann sjålvir sum klippfisk. so
eiga útróðrarmenn eingi turkihús so
aftur har er tað nakað. sum forðar.
Ein annar trupulleiki er peningurin.
Familjurnar skulu liva og vørur megu
tessvegna verða keyptar hvønn einasta
dag.
Tá ið menn rógva út og selja fiskin
beinan vegin, so kunnu familjurnar
keypa fyri peningin við tað sama; men
skulu menninir salta fiskin og sjálvir
selja hann, so koma pengarnir ikki
fyrr enn ein mánaður ella kanska báð-
ir tveir eru farnir. Spurningurin verð-
ur so, um familjumenn hava ráð at
steðga eftir peninginum soleingi.
Skal fiskurin verða virkaður til
klippfisk, so kemur tíðin at verða nógv-
ar ferðir longri enn teir tveir mánaðir
— kanska hálvt ár ella longri.
Nei, sanniliga er alt hetta ikki so
lætt at sleppa yvirum.
Men hugsanin um at fáa útróðrar-
monnum betri kor at arbeiða undir.
má haldast áframm. og hetta málið má
verða kannað til botns, so alt verður
gjørt sum gjørligt er.
Eg seti hetta alment framm fyri at
menn kunnu úttala seg. Kanska kemur
onkur við einum góðum pláni. til frí-
gering av ti kúgaðu fjøld. sum hevur
hjallin í sjónum.
Hvussu mundi tað verið at fingið
stovnað eitt útróðrarfelag fyri allar
Føroyar soleiðis. at hesir menn styðj-
aðu hvønn annan? Kanska kundi so
eitt samarbeið fingist í lag við fiski-
mannafeløgini soleiðis at øll hesi feløg
komu at styðja hvørt annað. kanska
tá. at onkur møguleiki kundi funnist.
Málið um Føroya Fiskasølu kemur
nú til viðgerðar á Løglingi.
Tað er ovtíðliga enn at siga hvussu
har verður skipað fyri; men eisini út-
róðrarmenn eiga at lata teirra rødd
hoyra. Teir eiga nú at framseta teirra
hugsan í almennum bløðum, soleiðis
at teirra interessur eisini verða varð-
veiltar.
Míni ráð eru tey, at útróðrarmenn í
øllum bygdum nú beinan vegin gera
útróðrarfelag í teirra heimbygd og so
gongur hvør oyggj saman í eina heild
og síðan eitt meginfelag fyri alt landið.
Hetta meginfelagið framsetir so ynskir
og krøv á teim støðum, sum tílík mál
verða viðgjørd og eisini fáa samarbeid
við onnur feløg fyrsst og fremst fiski-
mannafeløgini og síðan Føroya arbeið-
arafelag soleiðis at allir arbeiðarar á
landi og sjógvi kunna fylkjast í eina
heild. sum verður so sterk, at hon av
sonnum kann gagna teirri arbeiðandi
fjøldini bæði á landi og sjógvi.
Arbeiðarar á landi og sjógvi fylkist.
J. H. Danbjørg.
Íslendingar við
foroysk. skipum
Íslendingar sum hava verið við
føroyskum skipum láta so illa at
viðurskiftunum, at tað er ein
skomm fyri Føroyar, serliga tá ið
tílíkt kemur framm í íslendskum
bløðum, sum fleiri tjóðir lesa.
Hvussu viðurskiftini umborð í
føroyskum skipum eru í samburði
við umbord í teimum islendsku
skipunum, kann eg einans siga lít-
ið um, tí eg ikki eri eg sjómaður.
Sjálvandi vita vit, at tað er munur
ímillum at vera umborð í eini
slupp og á einum nýmótans stórum
trolara, har teir hava lærdan kokk
og kokkadreingir, stóra matstovu
at eta i, klæðiskáp til hvønn mann,
badiråm, w. c. og mangan annan
hentleika.
Vit eru greiðir yvir, at:alt hetta
verður torført at innrætta í slupp-
um okkara; men óivað kundi tað
verið mikið betur enn tað er nú.
Okkara fiskimenn klaga yvir, at
einki hampuligt matskáp er um-
bord, og tessvegna liggur maturin
og sløðist aftur og fram í mongum
óreinum, so menn illa troysta sær
at eta hann.
Einki rúm er at goyma nøkur
klæði i.
Javnadarmenn hava ådur haft
mål á tingi um at bøta um hesi
viðurskifti. Okkara uppskot fall.
Aftur í ár hava vit reist hetta mál-
ið. Enn er ovtidliga at siga, hvørja
lagnu tað fær. Latum okkum vóna
tað besta.
Íslendingar klaga eisini yvir, at
teir ikki fingu nokk av peningi
beinan vegin í hondina. Hartil er
at siga, at tann føroyska lógin um
forskotsrindan umfatar ikki ís-
lendingar ella aðrar útlendingar,
og við tað, at allur fiskurin ikki
er seldur enn, bar illa til at teir
kundu fáa allar pengar:
men eg veil, at teir fingu um kr.
1000,00 pr. mann fyribils. Hetta
er lítið, men vónandi fåa teir tað,
ið eftir er so skjótt sum fiskurin er
seldur. Tílíkt eru teir nokk ikki
vanir við í Íslandi, og harfyri er
spurningurin, um vit her í Føroy-
teirra
um eru so illa mannaðir til okk-
ara skip, at vit treingja til at fáa
íslendskar ella aðrar útlendskar
fiskimenn umborð í okkara skip.
Er tað verunleikin, so er næsti
spurningurin tann, um tað ber til
at lata okkara lógir um lønjavning
og forskotsrindan eisini umfata ís-
lendingar og aðrar útlendingar,
sum fara við føroyskum skipum.
Hvat siga okkara reiðarar, skip-
arar og fiskimenn um hetta?
J. H. Danbjørg.
|
Til reiðarar og fiskimenn
Tessvegna at fiskimenn klaga yvir, at reiðarar ikki vilja
rinda løn fyri at landa fisk í Grønlandi, skal hervið verða kunn-
gjørt, at sambært galdandi sáttmálar hava fiskimenn rætt til løn
fyri at landa fisk — eisini í Grønlandi — somu løn, sum er gald-
andi á tí plássi, har skipið hoyrir heima, t. v. 8. vanliga tímans-
løn fyri 8 tímar og síðan fyri yvirtíð, náttarbeið og sunnu- og
heiligdagar eins og heima.
Henda løn gongur av óbýttum.
ÓÐ ur ir Nr
Vegna Suðuroyar Fiskimannafelag
8 y 5
J. H. Danbjørg.
FÆRØSK MARGARINE
VITA Ne
VITAMINISERET
1
FÆRØSKT, PRODUKT FINT PRODUKT
P.F. FØROYA BANKI
|
(Stovnaður 1906)
Suðurovar deild:
TRONGISVAGI
Tlf. 32
Høvudsskrivstova:
TVURSHAVN
Tlf. 6, 50, 365
Renta av innskoti vid uppsøgn uppá 3 mánaðar 49, p. a.
Renta av bankabók 31/» % p. a.
Bankin er opin 11—15 me Leygardag 11—14
Skipafelagið Føroyar
Telefonir 209 171 274
Tórshavn
re
Tað eru roykpylsurnar ið
duga tær frá HOULBERG
Matligt er,
hurðin verður gloppað inn í royk-
og væl rýkur, tá ið
rúmið hjá Houlberg, har hundrað-
tals nossligar roykpylsur hanga lið
„. HOUL-
BERGS roykpylsur eru gjørdar av
um lið til at búnast“.
fyrsta flokks tilfari, vælkryddraðar,
vælsaltaðar og vælbunar ..
$. HOULBERG ”;
KØDBYEN
e Umboð:
B. Mortensen
Tórshavn . tlf. 8
KØBENHAVN
3
telf. 372
Førova Vanlukkutrygging telf. 221
FRYGGINGARSAMBANDIÐ
FOROYAR
telf. 372
telf. 372
Foroya Kríggstrygging.. Føroya Sjóválrygging...
Førova Brunatrygging ..
Vu trygg 74 :
Råtar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o.a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —