leygardagur 17. november 1951síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 66
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
17. november 1951
Frælsi
Tå id tosad verdur um frælsi, er
tad aloftast um frælsi frå trysti
uttanífrá. Fá hugsa vid orðinum
»frælsi« um okkara persónliga og
politiska hvønndagsbardaga móti
økonomiskum trýsti og trældómi
og enn færri um tann frælsisbar-
daga, ið førdur verður í hvørjum
einstøkum menniskja: bardagan
móti tí ófrælsinum, ið stendst av,
at vit bjálva okkum inni í vana-
hugsan, har vit í staðin fyri fría
og frælsa hugsan, slaviskt boyggja
okkum undir niðurarvaðar moral-
skar lærusetningar, propagandist-
iskt gykl, ella tað almennu hugs-
anina«, við øðrum orðum okkara
bardagi fyri ikki einans at kunna
liva sum ein fræls men frígjørd
menniskja, sum í hugsan og gerð-
um einans bundin av síni
ábyrgd fyri næstanum. Tað virð-
ismikla í menniskjanum, hin fría
hugsanin, hin fría menniskjan er
eitt mál, sum enn liggur langt burt
uri; mál sum framvegis vilja
krevja harðan bardaga, mál sum
í mong ár vilja kalla á hin
er
enn í
sanna og góða viljan, mál sum ein-
ans kunnu vinnast gjøgnum innar-
ligan felagsskap, gjøgnum sam-
vinnu og bróðurskap. Hin fría
menniskjan er eitt mál so stórt, at
alt annað bliknar.
Príslistar
Millum allar hesar útlendsku prís-
listarnar kom ein føroyskur. tað stend-
ur, at tað er nýtt frá Kjølbro, man tað
ikki vera ein prentvilla, sjálvandi
skuldi har staðið frá P.f J. F. Kjølbro.
og er tað ikki so lítil munur, eitt part-
afelag kann fara til grundar (fallit).
meðan stjórin kann standa eftir sum
ein ríkur maður, men stendur mað-
urin sjálvur aftanfyri, søkkur hann
við skútuni.
Á einari síðu í hesum lista verður
fólk bidid um at keypa hadani, so vinn-
ingurin skal verða í landinum. Hetta
er púra beint at skriva soleiðis, um
hetta sama felag roynir at fáa alt tað
gjørt her í landinum ið gerast kann.
Eg haldi ikki hetta felag hevur gjørt
tað, tí hendan dagin datt eg fram á
eina rokning haðani frá, og var hon
prenta í DANMORK hjá Paragon, og
tað sama havi eg sæð hjá einum hand-
ilsmanni ið biður keypa frá Føroying-
um.
Hví keypa hesir menn úr Danmørk
tað ið kann verða gjørt í Føroyum?
halda teir tað verabiligari, ella unna
teir ikki øðrum monnum livibreyð
teirra?? sig okkum tað áðrenn tit
rópa upp um at styðja føroysk virki!
Ein ið noyðist at keypa
har bíligast er.
Burtur við
konfirmasjónini
Á einum tingfundi, har tosað
var um, hvusu vit kundu spara
mest møguligt, segði Poul Peter-
sen, at hópur av peningi varð oydd
ur við tgimum stóru konfirma-
tiónsveitslunum. Um hildið var
uppat við tílíkum kundi nógv ver-
ið spart.
Her kannn sjálvandi nakað spa-
rast, og tað er bert gleðiligt at
fólkaflokksmenn eru farnir at
hugsa handa vegin, tí tær stóru
konfirmatiónsveitslurnar = verða
einans hildnar millum ríkmenn og
kapitalistar. Onnur hava ikki ráð
til slíkt.
Hví mælti hann ikki eisini til,
at menn, t. d. Th. Petersen, slopp-
ið sær frá hesum ovurdýru, olju-
kolandi persónbilunum, ið meiri
enn konfirmatiónsveitslurnar, eta
okkara fremmandu valuta og føra
landi á húsagang?
Miljónir
Tørvur sigst at vera at lána 17 milli-
ónir kr. til fisk á goymslu og 10—12
milliónir til útgerðarlán.
Men Føroyar hava bert eitt sløð av
peningi.
Av ringastu áringum
Ein Svínoyingur skrivar til okk-
ara:
Seyðaárið var ringt, bæði skurðurin
og klippingin. so ringt at menn valla
minnast ringari ár. Lombini vóru bæði
fá og smá.
16. nov. fylti Anna Gretha Jensen
50 ár.
”
Islendingar eru ofta
r” .
å flogi
>Alþýðublaðið< sigur frå, at flog-
felagið »Loftleidir« hevur í ár til ok-
tober mánaða flutt 251.695 kg av yms-
um førningi í innanlands ferðum. Tað
er meir enn 405 % meiri enn um sama
mundið í fjør. M. a. helvtina fleiri
ferðafólk enn í fjør, ella 1270 fólk
í alt. Hartil 95 ferðafólk til Grønlands.
Í september mánaði fluttu teir 13.896
kg av ferðagóðsi. 12.677 kg av frakt-
góðsi og 1.131 kg av posti. Felagið
»Loftleidir« røkir loftrutina til 15 pláss
í Íslandi. Nakrar Grønlandsferðir
vórðu gjørdar seinra partin í septem-
ber.
Arbeiðsloysið
Arbeiðsloysið er stórt og rakar
mangan hart í hesum døgum. Ein
ringast má vera í Havnini, her
mangur maður hevur ilt við at
vinna eina einastu dagløn. Tá
einki vinnst, er sjálvandi einki at
keypa fyri. Tunnligt er til matna
nógvastaðni.
Menn royna at flota bát tá lík-
indi eru ella fara á seiðaberg, men
ofta er lítið at vinna.
Ein maður, ið hevði
seiðabergi, hevdi bert fingið 3 seið
ir. Onnur mattugga var ikki í hús-
inum, og soleiðis má vera manga
staðir, tí hjá nógvum er einki at
njóta av uttan tað sum fæst í hand-
verið á
,
linum, og tann vegin er læst, tå
eingin peningur er.
Støðan er álvarsom, men hóast
henda beiska veruleika, tykast
teir ráðandi einki at gera fyri at
hjálpa monnum til vinnu.
Vaskaríið Í KRÓKI
heintar og sendur klæðini!
Sætt og hoyrt
afturvið turrum seiði
Málblómur loftaðar í tinginum
— mann skjønnar — við hensyn til
— beskeftigilsi skillilinjur gen-
gevilsi berokna interesseraðir
sortra undir — hvorvítt — pligt
skitseprojekt — sikkirt — bestemt —
bekosta — stadigvæk begrænsa
betydning forkert ráðharri fyri
trafikkinum — sáliggjørdur — o. s. fr.
x
Ringir sessir
Tingmenn hava ilt við at vera inni í
tingsalinum. og eru teir inni standa
teir og verma seg aftanfyri ovnin.
Sessasetrini kundu væl verið av knapp-
nálsoddum. Nú ein dagin sást einans
ein tingmaður sita niðri — Hanus við
Høgadalsá — og hann sigst hava ring-
asta Men Hanus var móður.
hann hevði velt allan dagin.
So segði Johan Poulsen: Ein nyde-
lig komedia.
sessin.
x
Lýsing
Vit sóknast eftir einum traðar-
manni. ið hevur brúk fyri einum løg-
tingsmanni at velta hjá sær. Avbygda-
menn fåast fyri 39 kr. og Havnamenn
fyri 31 kr. um dagin.
x
Mamman stendur i køkinum og ger
kaffi. Per spælir á gólvinum. Snøgg-
liga reisist hann og spyr mammuna:
Mamma, ein eingil, hvat er tað
fyri nakað?
— Ein eingil er eitt lítið barn. sum
kann flågva, sigur mamman.
- Men hví sigur pápi »eingil min«
til arbeiðskonuna tá?
— Ger hann tað søti mín. So skal eg
nokk fáa hana — at flúgva, trúgv ti.
MILLUM UNGFÓLK
Anna er 17 år, søt og blíð. Hon skal
fyri fyrstu ferð fara heimanífrá. Ko-
modan stendur pakkað. Hon skal til
Havnar. Stutt hon skal fara
kemur mamman inn og stillisliga legg-
ur hon ein stovklåt niður í ta ovastu
kommoduskuffuna. >Lat meg nú
síggjax. sigur hon mjúkliga, >lat meg
nú síggja at tú brúkar støvklåtin dúg-
liga. heldur støvið burtur frá kommo-
tu
ådrenn
duni og tini livsleid og at
ansar eftir støvinum á tínum summar-
fuglaveingjum.< So kyssir hon henn-
Eg EJ )
Føroya |
S0SIAL-DEMOKRATUR |
Bladstjori
VILHELM SØRENSEN
Prent:
A. ØSTER
YMISK TÍÐINDI
Í dag kunnu hjúnini Thomasia og
J. Michael Thorsvig halda gullbrúd-
leyp.
Í dag giftast í Kollafirði Gunnvør
Samuelsen Kollafirði og Símun P. Ja-
cobsen Klakksvík.
Í morgin giftast í Húsavík Petrina
Petersen Kaldbak og Groth Nolsøe úr
Dali.
Árligu = umdømisfundir NIOGT's
verða hildinir í Havn í dag og í morg-
in.
Skeið verður i radiotelefoni á sjó-
mannsskúla Føroya um stutta tíð.
Í annaðkvøld verður sjónleikurin
»Jeppi á Fjallinum< framførdur i
Funningi.
Við Drottningini frá Keypmh. sein-
ast, var blindur ferðamaður við
Palle Jensen frá Keypmh., ið varð
sendur niður aftur við Botniu.
Ítróttasamband Føroya hevur árs-
aðalfund í býráðshøllini leygarkvøldið
24. nov.
Landsstýrið er heimilað landskass-
ans vegna at veðhalda fyri kr. 1000000
— í láni til nýggja motorravmagns-
verkið í Havn.
Móti vári kemur út Føroya adressu-
bók.
Samfelagsfundir í Ebenezer verða
frá 21— 25. nov. Til hetta endamál
verður bygt uppí samkomuhúsið.
26. nov. fer »Varvasteinur« úr Lor-
vík, undir hamarin.
1. des. somuleiðis »Leitid« úr Klakks
vík undir hamarin.
Síðani mars eru goldnar 173.000
kr. sum studningur til at halda marga-
rinuprísin niðri.
Vit hava frætt. at Jens í Dali hevur
sagt starvið á matrikkulskrivstovuni
frá sær. tí hann ongar sømdir fær frá
sitandi stýri, kann ikki seta nýggj
fólk í arbeiðið, tí eingin løn verður
fastsett til teirra o. s. fr.
ara óskydigu eygum og tåravålir ger-
ast kinnarnir á báðum. Anna fer
til Havnar. Stutt eftir kemur hon aft-
ur. Hon hevði aldri hoyrt annað um
slíkt. enn tað, mamma hennara segði
um støvklåtin — ikki nógv í hvussu er,
og nú kendi hon seg eitt sindur for-
ráddað og hjálparleysa einsama í neyð-
støðu síni.
Sannleikin hevði
hin innballaða søgan um støvklútin.
verið heiur. enn
Ólógligir bilar
Tað er nóg ringt, at bilar verða
ættir myrkir á skýmligum støðum í
gotuni, verri er tå plankar og brettir
standa langt út av hvørji megin. Sein-
asta mikukvøld kom ein unglingi, ið
var á veg at vilja gentuna, framvið
einum tílíkum bili. Hann ansaði bil-
inum. men ikki plankunum og visti av
ongum fyrr enn ennið tók. Hann mátti
beinan vegin undir læknahond, har
hann fekk tær neyðturvuligu ábøtur-
nar. Keðiligt — serliga á slíkari ferð.
Vísdómsorð
Tað er ikki so ringt at missa ringin.
bert fingurin er eftir.
Kvinna. kundu vit bert fallið í arm-
arnar á tær uttan at falli í hendurnar
á tær. —