leygardagur 13. apríl 2002síða 24
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 70 - 13. apríl 2002
Nr. 70 - 13. apríl 2002
47
Gudstænastur
2. sunnudag eftir páskir
Havnar kirkja: kl. 11 altarg.,
skriftamál kl. 10.40, Bjarni
Bæk. (Talvan gongur fyri Blá
Kross í Føroyum).
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri
Joensen
Argir: kl. 11,
Kirkjubøur: kl. 12.30, altarg.,
Bergur D. Joensen
Elduvík: kl. 17, Heri Joensen.
(Kristiliga Sangkórið við
Hanus Joensen syngur).
Fríðrikskirkjan: kl. 11, altarg.,
Martin R. Jacobsen
Eiði: kl. 11.40, skriftamál, kl.
12 messa, Emil Olsen
Kvívík: kl. 12, Inga Poulsen
Dam
Haldórsvík: kl. 12, Marjun
Bæk
Glyvrar: kl. 11, konfirmatión,
Meinhard Bjartalíð
Christianskirkjan: kl. 11,
Kunoy: kl. 12.30, Hans Eiler
Hammer
Hvalba: kl. 17, Jóna
Justinussen
Fámjin: kl. 11,
Øravík: kl. 12.15, Jónsvein
Bech
Sumba: kl. 12, altarg.,
Marianne Telling.
Komandi sunnudag (14. apríl)
verður farið í kirkju kl. 11 í
Sandavági, Miðvági, Sørvági
og Bø.
Í Fuglafjarðar prestagjaldi
gongur talvan fyri Kristiligt
Felag fyri skúlaungdóm, KFS.
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnudagin kl. 18 Møti –
Gunnar Reynslág.
Sjómanskvinnuringurin
í Havn
kemur saman á Sjómans-
heiminum mánakvøldið 15.
apríl kl. 20. Minst til pakk-
arnar.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 messa í
Kerit.
Sunnudagin kl. 11 hámessa v/
Wladislaw Zdunek í
Mariukirkjuni. Kl. 14
Sunnudagsskúli.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudagin kl. 11 Møti, Toril
Waag Olsen talar. Kl. 14
Sunnudagsskúli, kl. 17.30
Bøn. Kl. 18 Møti, Niels
Edvard Olsen talar.
Mánadagin kl. 17 og 19
Skótamøti.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar skúla
kl. 14 Sunnudagsskúli, kl.
17.30 Bøn og kl. 18 Møti.
Mánakvøldið kl. 20
Bønarmøti, Uppá Brekku 3.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Breyð-
bróting (skipað barnaansing).
Kl. 12 Sunnudagsskúli, kl. 18
Samkoman í Nebo á Toftum
vitjar við sangi og talu. Sí
annars heimasíðu okkara
www.hebron.fo
Rhema á Hálsi
Týs- og mikukvøldið kl.
20.30 Bønartímin.
Fríggjakvøldið kl. 18–19.30:
Atap Kids.
Sunnudagin kl. 11.00: Mor-
gunmøti og sunnudagsskúli.
Bíbliuseminar við Fríðtór
Debes verður 16.–21. apríl.
Tema: »Tú ert signaður fyri at
verða til signing!« Kl. 19-
19.45: Undirvísing. Kaffi-
stegður. Kl. 20.15-21.00:
Undirvísing.
KFUM og KFUK í Havn
Sunnudagin kl. 15 í KFUK:
Fundur við Louisu Niclasen
(bert fyri limir)
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Almu
Bjartalíð sigur frá um ferðina
í Mali í Afrika.
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Vitjan av Símun
Ósá við familju, kl. 21 Úti-
møti.
Onki møti í summar-
hálvárinum mánakvøld.
Mikukvøldið kl. 22 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Heimasíðan:
www.ebenezer.fo
Meinigheitshúsið
Sunnudagin kl. 14.00:
Sunnudagsskúli. Sunnu-
kvølidð kl. 18.00: Møti v/
Johnny Johannesen.
Mánakvøldið kl. 20.00:
Manskórið venur.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn. Í
morgin kl. 11 Morgunmøti
við Paula og Jastrid Høj, kl.
11.30 Barnagudstænasta, kl.
18 Kvøldmøti við Regin við
Skipá.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia sæst
á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 morgun-
møti, kl. 18: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17 Møti.
Møtiskrá hjá Hera Elttør
trúboðara, á føroyavitjan
hansara í døgunum 13.-26.4.
Sunnukvøldið 14. kl. 19 Møti
í Meinigheitshúsinum á
Skála.
Mánakvøldið 15. kl. 20 Møti í
kirkju- og missiónshúsinum á
Argjum.
Mikukvøldið 17. kl. 20 Møti í
Fota missiónshúsi.
Hóskvøldið 18. kl. 20 Møti í
Leirvíkar missiónshúsi.
Fríggjakvøldið 19. kl. 20
Møti í Stranda missiónshúsi.
Leygarkvøldið 20. kl. 19 Møti
á Sandi.
Sunnudagin 21. kl. 12
Prædikar við Gudstænastuna í
Skopun. Kl. 18 Møti í
missiónshúsinum í Skopun.
Flaggdagin 25. luttekur á
LUS í Vestmanna.
Vitjar annars á skúlum o.a. í
døgunum 15.-24. apríl.
Missiónshúsið í Hvalvík
Sunnudagin kl. 14.30
Sunnudagsskúli og kl. 18
Møti v/ Agnar Nielsen,
Vestmanna. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli og kl. 19 Møti við
Hera Eltør trb. og Bergur
Debes Joensen. Streingjakórið
og lovsongsbólkurin syngja.
Hans K. Johannesen útsendur
í tænastu hjá HM. Ársgávan
til HM verður innsavnað.
Aftná verður drekka og
hugnalig samvera.
Keldan í Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús við Paula Høj.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Tinu og Max. Vælkomin í
Kelduna.
www.keldan.fo
Aglow – Skálafjørðurin
Møti verður leygardagin kl.
15 í Stranda Centrum. Sanna
Hammer luttekur. Allar
kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Nerija á Skála
Á møtinum sunnukvøldið kl.
18 tala Høgni Johannesen og
Hallur Mortensen. Øll eru
vælkomin.
Ungdómsmøti
í kirkjukjallaranum í Gøtu er
avlýst, vegna felags ung-
dómsmøti á Glyvrum kl. 20.
Eiði
Evangel. møti verður í EB-
húsinum á Eiði leygarkvøldið
kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18
við luttøku av Skálafjørðinum
og úr Rhema í Havn. Eisini
syngja Herman og Gigga úr
Skopun.
Thabor, Fuglafjørður
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti og kl.
21 Ungdómsmøti.
Sundalagið
Sjómanskvinnuringarnir í
Tjørnuvík, Vík, Hvalvík,
Hósvík, Kollafirði, Oyri,
Norðskála og á Eiði samlast í
missiónshúsinum í Hvalvík
týsdagin 16. apríl kl. 19.30.
Sjómanstrúboðarin verður
við. Allar kvinnur eru
vælkomnar.
Lívsins Orð
Sunnudagin kl. 10.30 verður
møti við breyðbróting.
Liljurnar møta mánadagin kl.
17 og ungdómsbólkurin kl.
20.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli.
Lovsangsmøti kl. 17.30 og
møti kl. 18 eru avlýst vegna
møti á Sandi.
TILTØK
FØÐINGAR
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setur lív sítt til fyri seyðin.
(Jóh. 10,11)
Tað er munur á hirðgerninginum og hirðatænastuni. Hirðatæn-
astan hevur sum fyritreyt, at hirðagerningurin frammanundan er full-
gjørdur. Hirðatænastan kann einans vera til sum tænasta, ið byggir á
og verður borin av hirðagerningi Jesu Krists. Var eingin hirðagern-
ingur fullgjørdur, tá var einki at prædika um, tá var heldur einki at
læra menniskju upp í, og tá var eingin hirðatænasta til. Prædikan skal
fyri øllum menniskjum boða tann gerning, sum Jesus hevur útint fyri
allan mannheimin. Og upplæringin skal hjálpa menniskjum at verða
verandi í trúnni á Jesus Krist sum teirra og heimsins frelsara. Hirða-
tænastan skal til allar tíðir gera hirðagerning Jesu Krists kunnan fyri
øllum menniskjum, so hitt fullgjørda verkið verður øllum teimum til
bjargingar, sum taka ímóti honum.
Tá ið Jesus sigur, at hann er hin góði hirðin, og at tað bara er ein
góður hirði, so sipar hann til serliga gerning sín. Hann tekur ikki
hirðanavnið frá øllum øðrum, men hann ger mun á hirðum og leigu-
sveinum. Leigusveinurin er í roynd og veru tann hirðin, ið svíkur
gerning sín við at bjarga sær sjálvum í staðin fyri seyðinum. Men hin
góði hirðin er tann, sum gevur lív sítt fyri seyðin og soleiðis bjargar
seyðinum. Og tá ið bert ein kann veita hesa bjarging, so er bara ein
hirði í merkingini hin góði hirðin. Tað, ið eyðkennir hin góða hirðan,
er nettupp serligi gerningur hansara. »Hin góði hirðin setur lív sítt til
fyri seyðirnar«. Við hesum orðum staðfestir Jesus, at gerning hansara
sum hin góði hirðin kann eingin gera í hansara stað ella eftir hann. At
geva sítt lív í deyðan, so øll onnur verða frígjørd úr deyðans valdi, tað
kann einki menniskja gera, tað kann bara Guds sonur og Menniskja-
sonurin gera. Og so duga vit at skilja, at í hesi merking er bara tann
eini góði hirðin, og tað er hann, sum fullgjørdi gerningin á Golgata
hin fyrsta langafríggjadag.
Vit hava beint nú hildið páskir, har vit minnast líðing, deyða og
uppreisn Jesu Krists. Krossdeyði hansara var júst tað, at hin góði
hirðin legði lív sítt til fyri okkum menniskju. Hann gav seg ikki í
deyðan fyri at bjarga sær sjálvum; tað var óneyðugt, so satt sum hann
ikki visti av synd, og svik ikki var í munni hansara; men hann gav
segí deyðan fyri at bjarga okkum úr deyðans valdi, okkum syndarum,
í hvørs munni svik ikki tróta. Og uppreisn hansara páskamorgun er
prógvið fyri, at frelsugerningurin er fullgjørdur, og tí hann kann sum
hin góði hirðin vera hjá okkum bæði í lívi og í deyða. Leigusveinarnir
eru mangir, og teir eru ikki fækkaðir, sum øldirnar eru farnar. Men
ein dag verður tað opinberað, hvør, ið var førur fyri at halda síni lyfti,
og hvør ikki. Og tá verður tað eyðsæð fyri øllum, at tað var bara hin
góða hirðan Jesus Kristus, ið var førur fyri at uppfylla lyfti síni.
Bara hann, sum sjálvur gav seg í deyðan og vendi aftur til lívið, hann
aleina kann føra okkum gjøgnum deyðan og inn til lívið í Guds æviga
ríki.
Gud gevi okkum framhaldandi at kenna røddina á hinum góða
hirðanum, so vit kunnu liva í trúnni á hann, sum er vegurin, sann-
leikin og lívið.
Amen.
Hans Jacob Joensen
ANDLÁT
15. mars fingu Hanna og Jógvan Højbro Jacobsen, Klaksvík,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr.
24. mars fingu Anna Borg Dahl og John Eystberg,
Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði
3750 gr.
31. mars fingu Fanny M. Petersen og Kári Mikkelsen,
Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði
4300 gr.
1. apríl fingu Elsubeth Johannesen og Rógvi A Fossádal,
Keypmannahavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði
3215 gr.
2. apríl fingu Djona Suðuroy og
Hjalmar Magnussen, Vágur, ein
son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 4150 gr.
Her situr Brandur undir
lítlabeiggja sínum
2. apríl fingu Halla Joensen, Sørvágur og Gutti Gullfoss,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3490
gr.
2. apríl fingu Sylvia Sivertsen og Jógvan Kári Hansen,
Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4500
gr.
4. apríl fingu MariAnn Ellendersen og Roar Heini Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3000
gr.
5. apríl fingu Annika Jacobsen og Hjalti Gleðisheygg,
Fuglafjørður, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði
4500 gr.
5. apríl fingu Beinta Johannesen og Jóannes Mørkøre,
Ålborg, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600
gr.
5. apríl fingu Jonna Hansen og Monrad Mouritsen,
Miðvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði
3800 gr.
6. apríl fingu Alma Andreassen og Sólbjørn Kjærbæk,
Sandavágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði
3625 gr.
6. apríl fekk Anja Wardum, Tórshavn, ein son. Hann var
51 cm. langur og vigaði 3400 gr.
8. apríl fingu Jóna Thomassen og Zacharias Nielsen,
Sandavágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði
4600 gr.
12. apríl fingu Jónfríð og Einar Venned, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3400 gr.
03. apríl
Jacob Arnold Egholm, ættaður úr Leynum, búsitandi í
Spanien, 67 ár.
04. apríl
Hans Ove Venned, Klaksvík, 67 ár.
05. apríl
Birta Olsen, Runavík, 75 ár.
06. apríl
Asbjørg Thomsen, Skopun, 72 ár.
Astrid Breckmann, Tórshavn, 73 ár.
Leif Nielsen, Lopra, 85 ár.
07. apríl
Julianna Vilhelm, úr Vági, 90 ár.
09. apríl
Elsa Kaiser, Tórshavn, ættað úr Skúvoy, 90 ár.
10. apríl
Daniel Jacob Smith Jensen, Tvøroyri, 81 ár.
Soli Deo Gloria
Mikukvøldið kl. 20.00:
Kvinnurnar savnast.
Hóskvøldið kl. 20.00: Ung-
dómsmøti.
Leygardagin kl. 10.00: Bøn.
Leygarkvøldið kl. 20.30: Opið
hús v/ Jens Lisberg og Jenis
av Rana.
Sunnudagin kl. 14.00: Sunnu-
dagsskúli.
Sunnudagin kl. 17.00: Møti v/
Jens og Jenis.
Mánakvøldið kl. 20.00:
Bønarmøti.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. Lovsangsmøti og
møti sum skuldu vera, eru
avlýst, vegna møti á Sandi.
Salem, Tvøroyri
Felagskvinnumøti verður í
Skúlahøllini í Trongisvági
leygardagin 20. apríl kl.
16.00. Allar kvinnur eru
vælkomnar.
Aglow, Suðuroy
Møti verður leygarkvøldið kl.
20 í Café One Way. Allar
kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. Einki møti verður
sunnukvøldið vegna missións-
viku í Sumba.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Breyð-
bróting, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. fundur.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Dagtilhaldið í Vági
Dagtilhaldið er opið týsdag og
hósdag frá kl. 15.00-18.00.
Øll eru vælkomin.
Dagtilhaldið Fløvin
heldur til í húsinum hjá
Kongshavnar Kvinnufelag.
Opið er mánadag-fríggjadag
frá kl. 15.00-18.00. Allir
pensionistar eru vælkomnir.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 212380.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10,
100 Tórshavn
tlf. 319630/61655400.
Frá felagnum
Pinkubarnadeyði
Vit hittast 2. leygardag í
hvørjum mánað í Jákupsstovu
í J. Patursonargøtu 24 í Havn.
Nærri fæst at vita frá Annvør
Nielsen tlf. 317261 ella
Sólgerð Foldbo, tlf. 422184.
Heilaskaðaráðgeving
Spyr um alt innan heilaskaða.
Fyri bæði heilaskadd,
avvarðandi og tey, ið arbeiða
við afturvenjing.
Sendi okkum eitt meyl til
neozone@neozone.dk
NeuroPlan, Vingetoften 18,
DK 2730 Herlev
Tú kanst eisini ringja til: tlf.
4484 2665 (Jón) mobil: 2443
0903 (Jón)
www.neozone.dk
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag kl. 10-18.
Týsdag-fríggjadag kl. 10-17.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 15. apríl:
kl. 9.45-10.15 Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 10.15-18 Seyma fýrkantar
saman til teppir
kl. 10.15-18 Vit mála
kl. 14-18 Kort- og bobbspæl,
telving, dart og onnur spøl.
Tilmelding til døgurðan
mikudagin tlf. 316491
Týsdagin 16. apríl:
kl. 10-12 Vit baka
kl. 10-11.30 Sangur,
Flemming Samuelsen. Øll
eru hjartaliga vælkomin
kl. 15 Málprát, Jóhann H. W.
Poulsen
Mikudagin 17. apríl:
kl. 10-13 Matgerð
kl. 12 Døgurði
kl. 15 Túrur, Skansan-
Frúutrøð-Undir Glaðsheygg
Hósdagin 18. apríl:
kl. 10.30-11 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17 Telduprát, Brandur
Petersen
kl. 14-17 Domino binding
kl. 15-17 Liting av ull, Ása
Hátún og Súsanna í
Jákupsstovu
Fríggjadagin 19. apríl:
kl. 10-17 Opið hús
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna
seg vælkomin.
Pensionistafelagið í Havn
Vit møtast nú aftur hvørt
mikukvøld í Losjuni,
Tinghúsvegur 18.
Felagið Tórshavn –
gongutúrur
Sunnudagin 14. apríl verður
gongutúrur til Kirkjubøar eftir
Trælagøtuni við Jesmar
Hansen. Byrjað verður við
rulluportrið uppi á Hamrinum
á Argjum kl. 14.00. Túrurin er
miðalsverur. Havið heilt og
góð gonguklæði og ein
matpakka við. Tilmelding.
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Roykfríur fundur í morgun kl.
9-10. Fundur verður í kvøld
kl. 17-18 og sunnudagin kl.
11-12.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 í Reinsaríinum,
Tórsgøta 5, Tórshavn.
Opin roykfríur fundur fyri øll
áhugaði er hvønn sunnudag
kl. 16.00-17.00, í
Mariukirkjuni, Varðagøta 16.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 21.00 og
sunnudag kl. 15.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt
týskvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Føroya Heimavirkisfelag
Postboks 1209 - 110 Tórs-
havn.
Teldupostur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband við
felagið fæst við at ringja til
formannin: Nigro Hermansen
tlf. 314304 / fartlf. 288304.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið týsdag og hósdag
millum kl. 11 og 16.
LFÚ-ráðgevingin hevur opið
týsdag og hósdag frá kl. 16-
18.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í Geils-
gøtu 1 er opin allar gerandis-
dagar frá kl. 9.00-12.00.
Telefon: 310197.
Teldupostadressa: lisa@lisa.fo
– heimasíða www.lisa.fo
MÁF
(Meginfelag Áhugaleikara
Føroya)
heldur til í húsum Hans
Andrias Djurhuusar
undir Pisuvarða 2, Tórshavn
Tlf. 315624, Faks 315924,
e-mail: maf@maf.fo
Heimasíða: www.maf.fo
Opið er: má. og tý. kl. 10-15,
mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl.
10-15.
Endamál felagsins er at stuðla
áhugaleiklist og menna hesa
mentunargrein í Føroyum. 16
sjónleikarafeløg eru limir í
MÁF.
Formaður: Hilmar Joensen,
Nólsoy. Dagl. leiðari: Malan
Matras Joensen.
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Amnesty International,
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Tlf. 315816
Heimasíðan: www.amnesty.fo
Teldupost:
Amnesty-Amnesty.fo
Skrivstovan er opin:
Mánadag frá kl. 13–17 og
mikudag frá kl. 9.30-17.30.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894. Fø.
Sparikassi 442027-8.
MBF
Íslandsvegur 10C
100 Tórshavn
Skrivstovan er opin allar
gerandisdagar millum kl. 9.00
og 16.00.
Tlf. 317373 · Fax 310813
T-post: mbf@post.olivant.fo
Giktafelag Føroya
Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Tlf. 310237 · Fax 310813
T-postur: gikt@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin týs- og
hósdag frá kl. 11-14.
Fibromyalgibólkurin hevur
opið mánadag frá kl. 11-13.
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16
100 Tórshavn
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
fæst við felagið á tlf. 313102
og t-post:
sigmo@post.olivant.fo
Demenslinjan – er telefonráð-
geving í øllum viðvíkjandi
demens. Tlf. 313102 – svarar
týsdag kl. 18.00-20.00.
Sinnisbati
Íslandsvegur 10 C,
100 Tórshavn
tlf. 322544 · Fax 310813
T-postur:
sinnbati@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin mikudag
frá kl. 16.00-18.00. Fyrsta
mikudag í mánaðinum er opið
til kl. 19.30.
Tú ert vælkomin at ringja og
spyrja um alt, sum hevur við
sinnistrupulleikar at gera á tlf.
322544.
Javni
Hoydalsvegur 40
3. hædd (ovast).
Skrivstovan er opin týs-,
miku- og hósdag kl. 9-12.
Fríggjadag kl. 13-16.
Tlf. 314827 · fax 310557
email: javni@post.olivant.fo
Felagið Føroyar-Kuba
P. O. Box 2055, 165 Argir.
Tlf./fax 312098
Teldupostur:
far_cuba@hotmail.com
Viðtala eftir avtalu.
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan er opin mánadag
til hósdag frá kl. 10.00 til kl.
15.00. Tlf. 31.7597, fartlf.
22.2381, skrivitlf. 31.6929
fax 31.3609 og teldupostadr.
deaf@post.olivant.fo
heimasíðan: www.deaf.fo
Cøliakifelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið,
Íslandsvegur 10C.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
við felagið fæst við at ringja
til onkran av nevndarlimun-
um: Annegreta tlf. 448664
Beinta tlf. 310574
Henning tlf. 314783.
Nýrafelagið
Postsmoga 1063
110 Tórshavn.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
fæst við felagið á
e-mail:
thomsen1@post.olivant.fo
Tlf. 315928, Odny
Tlf. 315786, Karin Elisa
Tlf. 315673, Katrin
Heilafelagið, MBF-húsið
Íslandsvegur 10C
tlf./fax 321520
Telefontíð hvønn týsdag
kl. 18.00-20.00.
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Ráðgevingarstovan er opin
mánadag til fríggjadag, við
telefontíð frá kl. 13-15. Tlf.
31 79 59, telefax 31 57 27.
E-mail: ffk@post.olivant.fo
Epileptikarafelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovutíð,
men samband við felagið fæst
á tlf. 313978, Randfríð
Sørensen, ella tlf. 319793,
Mari Johannesen.
TILTØK
BRÚDLEYP
Í dag, leygardagin, kl. 10.30 giftast í Sjóvar kirkju
Meinhild Jacobsen, Kolbeinagjógv og Bogi Kallsberg,
Klaksvík. Kl. 13.00 verður borðhald í Bygdarhúsinum í
Leirvík.
Leygardagin 20. apríl kl. 16.00 giftast í býráðssalinum í
Havn, Rakul Thurid Vilhelmsen og Hallur Dahl, bæði úr
Havn. Vælkomst verður í heiminum, Millum Gilja 16,
frá kl. 19.00.
Leygardagin 11. mai kl. 16 giftast í Sands kirkju
Bergitta Thomsen, Skopun og Allan Simonsen, Sandur.
Veitslan verður í Samljóð í Skopun kl. 19. Tey, ið vilja
gleða brúðarparið við at koma, kunnu ringja á tlf.
361876, 361191 ella 361111 áðrenn 1. mai.
Leygardagin 11. mai kl. 16.00 giftast í Hvalvíkar kirkju
Maibritt Dam, Streymnes og Jónálvur Johannesen,
Kollafirði. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í
Hósvík kl. 19.00. Tey, ið vilja halda dagin saman við
teimum, verða biðin um at siga frá áðrenn 24. apríl á tlf.
218042, 422135 ella 421042.
SILVURBRÚDLEYP
Týsdagin 23. apríl hava Mildrid og Sunnleif Leo,
Leirvík silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík 27. apríl kl. 18. Tey, ið vilja
gleða okkum við at koma eru vælkomin at ringja á tlf.
443203 áðrenn 20. apríl.
Týsdagin 30. apríl kunnu hjúnini Sennøva og Karl Arne
Thomsen, Tvøroyri, halda silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin 4. mai í Høllini í Trongisvági kl. 19. Tey,
ið vilja vera við til at hátíðarhalda henda dagin saman
við teimum, verða biðin um at siga frá innan 19. apríl á
tlf. 371618.
Týsdagin 7. mai hava hjúnini Eydna og Napoleum í
Lon, Miðvágur, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin
í Bygdarhúsinum í Miðvági 4. mai kl. 19.00. Tey, ið
vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma, kunnu ringja
á tlf. 333110 ella 251222 áðrenn 29. apríl.
LÆKNAVAKTIR
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 13. apríl: Andreas Petersen, tlf. 441086
Sunnudagin 14. apríl: Kári Rasmussen, tlf. 447010
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar
kl. 13-14. Tlf. 314544.
PRÓGV
Laila Hentze, Tórshavn, hevur við Handilsháskúlan í
Keypmannahavn tikið prógv sum cand.ling.merc.-tolkur
og translatør í búskaparligum, løgfrøðiligum og
tøkniligum enskum máli.
Sigmund Frederiksen, Porkeri, hevur við Handilsháskúl-
an í Keypmannahavn, lokið prógv sum cand.merc.aud.
C
M
Y
K
47
46