leygardagur 1. desember 1951síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1. desember 1951
Harra
JOHS. GAARD
Tygum hava í Dagblaðnum nr.
98 eitt aftursvar til ein greina-
stubba í Sosialinum, har onkur
hevur skrivað nøkur orð um ein
prislista frá Kjølbro og samstundis
funnist at, at p/f Kjølbro letur ein
part av prentingararbeiði sínum
gera í útlandinum um somu tíð
sum føroyskir prentarar ganga ar-
beiðsleysir.
Tygum verja hesa støðu parta-
felagsins við at spyrja, hví javnað-
armenn lótu valbókling sín frá
seinasta vali prenta í Danmark.
Orsøkin til hetta var, at táver-
andi blaðstjóri á Sosialinum, P.
Karbech-Mouritsen, ið skrivað
hevur bóklingin, gjørdist sjúkur og
mátti til Danmarkar at søkja sær
heilsubót. Hann var ikki liðugur
við bóklingina, tá ið hann fór.
skrivaði tí ein part av honum aft-
aná, at hann var komin til Dan-
markar. Hetta orsakaði, at antin
mátti Karbech-Mouritsen lata vera
við at geva bóklingin út, ella eis-
ini fáa hann prentaðan í Danmark,
um tað skuldi eydnast at fáa hann
út um landið undan valinum.
Tá høvdu allar prentsmiðjur í
landinum ov mikið at gera.
Tað er undir øllum umstøðum
skeivt av einum felag, at heita i
landsins íbúgvar um at keypa frá
sær so peningurin verður í land-
inum, samstundis sum sama felag
letur prentingararbeiði og harvið
pening út av landinum.
Hetta er tó ikki nakað, id p/f
Kjølbro er einsamalt um. Sjålvt
landsins egnu stovnar sum t. d. te-
lefonverkið, landsstýrið, gjald-
stovan o.s.fr. lata ein stóran part
av prentingararbeiði sínum gera í
útlandinum.
Tygum siga víðari í greinini, at
síðan arbeiðssteðgin í summar er
skilnaðurin komin millum Havn-
ina og Klakksvík, og at hetta kem-
ur serliga fram aftaná, at Jóannes
Patursson er komin til Klakksvík.
på
1
Få
1
ar.
Í Sosialinum finna tygum einki
øvunda orð um hesa yvirtøku og
heithjartaðir vóru allir tingmenn
javnaðarflokksins við at veita p/f
Kjølbro tann neyðuga peningin til
yvirtøkuna.
Meiri enn nakað annað blað
hevur Sosialurin skrivað um semju
og samvinnu millum allar arbeið-
arar í Føroyum, men sjálvsagt
mátti tað spjaðingareitrið, ið Dim-
malætting, Dagblaðið — og fyrst
og fremst Norðlýsið spræntu út um
landið í streikutíðini, skapa øv-
und og illgitan, men vónandi verð-
ur lógvataks- og áræðisandin at
vinna á hesum øvundar- og illgit-
ingarmonnum.
Tygum lovprisa virkjunum hjá
Kjålbro og mana monnum at
styðja tey virkir, ið framvegis eiga
gróðrarlíkindi her á landi. Javn
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 68
aðarmenn hava í øllum førum Tygum kanska minnast grein-
gjørt tað, teirra partur lá ikki eftir | ina: >Far verøld, farvæl.« TANNKLINIK
tá tað ráddi um at bjarga Jóannes
Patursson.
menn undir øvund og illgitan.
Tað var ein tíð, tá ið fleiri menn
rýmdu frá Kjølbro, og minnast vit
Tygum kanska minnast eisini,
Kortini . 1 at hesa somu ferðina vóru tygum
ortini leggja tygum javnaðar- blaðstjóri á Norðlýsinum.
Við hávirðing
Dr. Jakobsensgota 11, Tórshavn.
Viðtalutíð kl. 10—13 og 14—16
Leygardag 10—13
Máltráður. 717.
Magnus Jensen, tannlækni.
Vilhelm Sørensen.
rætt vóru tygum ein hin fyrsti at | ——. —
rýma. Hetta tykist okkum at ríma
illa við tygara núverandi lógva-
taks- og áræðishugsan yvir fyri
hesum sama felag.
Enn nøkur fá orð um øvund og
illgitan.
Fyri nøkrum árum síðani
brendi prentsmiðjan hjá Dimma-
lætting .Målgagnid hjá einum stór-
um politiskum flokki varð hart
rakt. Amboð fyri túsindavís av
krónum vórðu oyðiløgd, fleiri
menn gjørdist arbeiðsleysir o.s.fr.
Neyvan nakrantíð áður hevur eitt
FÆRØSKT PRODUKT
P.F. FØROYA BANKI
Høvudsskrivstova:
FÆROSK MARGARINE
VITA N2 1
VITAMINISERET
FINT PRODUKT
(Stovnadur 1906)
Suduroyar deild
blad verid so ovurfegid av einari Arg: fi" Al
umfatandi og daprari vanlukku,
enn Norðlýsið var tá. Háð og spott
øvund og illgitan lýsti úr hvørjum
orði í Norðlýsisins seinastu heilsu
til Dimmalætting.
Bankin er opin 11—15 —
tenta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4% p. a.
Renta av bankabók 3!/2%/0 p. a.
Leygardag 11—14
JAKOB JÓNSSON
frá Hrauni:
ALDUR
Sjónleikur í trimum tåttum
Tytt úr íslendskum hevur Hans Dalsgaard
LEIKARAR:
ÁSMUNDUR, formaður og båtaeigari.
HILDA, kona hansara.
GRÍMUR, sonur teirra, sjómaður.
HELGA, fostirdóttir teirra og systirdóttir Hildu.
VALUR ARASON, kandidatur í løgfrøði,
sjómaður.
ERLA, sýslumannsdóttir. sjúkrasystur.
Fyrsti táttur berst á í útróðrarstøð Ásmundar, uttanvert
við íslendska útróðrarbygd, seint á sumri ella tíðliga á
heysti.
Annar táttur berst á nakrar dagar seinni í heimi Ás-
mundar, seint á kvøldi.
Triði táttur heldur fram í sama stað sum fyrsti táttur,
fáar tímar aftaná annan tátt, í lýsingini.
FYRSTI TÁTTUR
Klædnabúnar og annað er sum vanligt nú í tíðini.
Egningarhús Ásmundar. Tað er bygt úti á bryggju,
so at fyri miðju sæst út á sjógv gjøgnum opnar dyr.
Vinstrumegin er lítið vindeyga og høgrumegin eru dyr
inn í annað rúm.
Á veggjunum hanga línur, summar uppgjørdar. aðrar
ikki. Trog og stampar, agnpannur og annar reiðskapur
sæst ymsastaðis inni. Vinstrumegin frammarlaga á
pallinum, er flekingarborð og hjá ti stampur. bonkur
ella annað, ið nýtast kann til sæti.
Ásmundur (egnir línu).
Hilda (Kemur í dyr. Ber kaffikannu við hosu
uttan um, og hvítt knýti við sær): Nú er kaffi-
sopin her, góði. Royn nú at gera tær dælt av
honum meðan hann er flógvur.
Ásmundur: Takk skalt tú hava, góða. Men ikki
er nógv tíð at geva burtur til at eta og drekka.
Hilda: Tú sigir mær ikki tað, at tå kastar aftur
heitar pannukøkur?
Ásmundur: Tú hugsar so, at hann stendur móti
freistingini. Men hvat heldur tú, at tå fer at
siga, tá eg komið aftur í morgin áðri við tómum
báti, bara tí, at eg settist at eta pannukøkur
ístaðin fyri at egna línuna lidna?
Hildi: Er tað nú so tepurt við útgerðini, at ikki
skal meira til at renna hana á heysin?
Ásmundur: Tepurt? Få meg ikki at hugsa um tað.
Tað er grøtuligt. Tví! Ja, tað er ramasta álvara.
Hilda: Nakað skuldi tó sæst eftir hesum lidinum,
tú hevur. Øll av raskastu og duguligastu ung-
lingum.
Ásmundur: Man tað ikki vera mest í dansistov-
uni, ætli eg?
Hilda: So tað heldur tú? Men var ikki einaferð
tann tíð, at tær dámdi at lætta tær á sjálvur?
Hvør var hann, sum fyrstur kom við pinkulítl-
ari harmoniku higar til bygdina fyri einum
fjøruti árum síðani?
Ásmundur: Var tað ikki ólíka tá í tíðini? Tá ruku
menn á føtur fyri sólarris tó at leingi varð
hildið á í dansinum. Men nú sær eingin sólina
rísa.
Hilda: Sólin fer eisini tíðliga á føtur hesa tíð á
ári.
Ásmundur: Tað leggi eg einki í. Tá ið sólin er
komin upp, er dagurin úti.
Hilda: Tú mást ikki vera alt ov strangur við tey,
olmussudýrini. Unglingurin treingir til at
skemta sær.
Ásmundur: »Ja, tú sigur at soleiðis hevur gud
skapað teg, Jón min«. Men hygg tú bara at
aldunum har úti á firðinum. Har er mín biblia.
Og hon lærir meg at eingin kann steðga eftir
einum øðrum. — Har er ongantíð helmað í.
Har verður alt skorað framá. — Tað skal —
tað skal — antin tað vil ella íkki. Ein aldan
trýstir aðra undan sær, og tað sum geldir á
sjónum, tað átti at goldið á landi við.
Hildi: Á, jaja, tað er kanska so við, at lívið gevur
teimum lítlan grið, ið hóvliga vilja ríða. Men
ansast må tó eftir at unglingurin legst ikki fyri.
Ásmundur: Unglingar! Fjandin standið fyri mær!
Tað eru eingir unglingar longur, uttan kanska
um náttina. Um dagin hongur høvdið sum á
vatnær og tað gevur seg sum avgamalt fólk, um
tað noyðist at taka eitt sindur á. Ptý! Tað er
ikki stiril skaptur í hesum fólki longur.
Hilda: Nú má tú ikki halda at allir skulu vera
sum tú var tá tú var ungur. — — Tað vóru ikki
nógvir tínir líkar tá heldur.
Ásmundur: Tað man tú hava hildið, há?