mánadagur 31. desember 1951síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72
FERÐAÆTLAN |
fyri ss. TJALDUR
| Úr Keypmannahavn
4. januar
25. januar
15. februar
| januar—februar 1952
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Úr Feroyum
15. januar
5. februar
26. februar
Pf. SKIPAFELAGIÐ FOROYAR
INGEN MÁLTAGNING
mellem
JUL og 6. JANUAR
|
| Grundet indkøbsrejse i udlandet vil måltagning ikke kunne
|
|
finde sted før efter sjette januar. |
! Telefon 606.
| Gunnar Stokholm
Hoydalsveg 8
FÆRØSK MARGARINE
VITA N2 I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
Tidindi av tingi.
(Misjavnt hoyrdist i åtvarpinum, so
vit standa ikki inni fyri at rætt er
endurgivid).
hava fundarnir verid fåir,
so hava teir verid so mikid tydningar-
miklari. Nógv stórmál eru avgreidd.
sum t. d. hjálp til sjóvinnuna, har
millum annað varð viðtikið at selja
Smiril fyri at útvega pening til stóra
tollaverksmiðju í Tinganesi. Menta-
málaráðharrin setti undir viðgerðini
uppskot, sum varð væl undirtikid, at
Tollaksmessudagur her eftir skal eita
Tollhækksmessudagur.
Ódnarveðrið ið verið
seinastu tíðina hevur volt stórar skað-
ar víða hvar. Millum annnað er Løg
mannsurðin nógv niðursmokkað. Sein-
ast vit frættu, var tó so mikið eftir av
hevur hesa
henni at tveir ålbogabreidir menn so
henni eina
dónt kundu vart seo 4
FINT PRODUKT
stutta tíð og kanska haft ein klænan
mann í millum sín eisini.
Eg hoyrdi nú ein dagin ein lækna
siga, at 90 % av mannaættini antin
var sinnissjúk ella býttislig — hini 10
% høvdu teir beint fyri á ein ella ann-
an hátt.
Í hvussu so er segði hann, at tá ein
sjúklingur nú ein dagin kom at biðja
hann taka eina tonn, og hann spurdi
Um hann skuldi bedøva hann, svaraði
hann: >Nei takk, nú hevur hon pínt
meg so nógv, so tað er eingin grund
til. at hon skal sleppa burtur uttan at
fáa ilt.«
Sum vanligt var um jólini, fór Jógv-
an inn á gólvið hjá Janusi, ið átti eina
fimm ára gamla dóttur. Smágentan
fór beinan vegin yvir til Jógvan og
heldur við hann:
»Drekk eitt sindur fyri mær
drekk eitt sindur av hasum glasinum
har.« Hon peikar á eitt glas ... við
vatni.
Jógvan sær eitt sindur løgin út:
»Hvat meinar tú. barnið mítt. Hvi skal
eg drekka ?-
„Jú. eg vil so gjarna síggja, hvussu
ein svampur drekkur.
„Hvat er tað tú sigur?«
„Jú. pápi sigur, at tygum drekka
sim ein svampur,«
Tað var inni á apotekinum.
Kundin: Eg skal biðja um fyri 10
oyru i radium.<
Apotekarin: >Eru tygum óður mad-
ur, vita tygum ikki, at eitt einasta gr
av radium kostar hundrað túsind kr.«
Kundin: >Tað kemur mær ikki við,
eg skal bert hava fyri 10 oyru.<
Teir sótu og prátaðu, professarin og
presturin. Tá spyr presturin: >Hvussu
gera tygum av, um ein sjúklingur er
sinnissjúkur ella ikki?<
>Tað er sera einfalt. Ég seti sjúkl-
inginum tveir lættar spurningar, sum
eitt hvørt meninskja kann svara uppá.<
>Til dømis hvat?<
»Ja, til dømis: Cook gjørdi triggjar
ferðir kring heimin. Á einari av hes-
um ferðunum doyði hann. Á hvørjari
halda so tygum tað var?<
>Á, ja, ja, men kunnu tygum ikki
nevna eitt annað dømi, eg eri tíverri
ikki so kønur í søguni.<
Hetta hendi í fimleikarhøllini.
Lærarin skipar: Frameftir gakk, til
reiðar renn, til vinstru snúgv. allir
umkring, í trý být sundur.........
Tá letur í einum av næmingunum.
ið ongantíð hevdi verið til fimleik fyrr
>Tað er óluksáligt hasin maðurin skift-
ir títt meining.
Teir báðir Óli og Per hittust umborð
á Smirli.
>Á góðan dag Óli. Eg hoyri tú og
Elsa eru lukkuliga gift.«
»Ja, ja, tað kann man gott siga.
Elsa er lukkulig, og eg eri giftur.
Mamman stóð í køkinum og gjørdi
kaffi. Lítli Jógvan spældi á gólvinum
við leikutoyi sínum. Knappliga hygg-
ur hann upp:
»Mamma, ein eingil, hvat er tað
fyri nakað.“
»Ein eingil góði, tað er eitt lítið
barn sum kann flúgva.<
>Men hví sigur so pápi >Eingil mín
við arbeiðskonuna ?<
>Ger hann tað góði. So skal mamma
nokk fáa hana at flúgva.<
Hanus var komin aftur úr skúlanum
og mamman spyr hann hvussu tað
gongur við matematikkini.
>Í dag tókust vit við at finna teir
tveir ókendu.<
>S0—0—0. Hava teir virkuliga ikki
funnið teir enn. Teimum leitaðu vit
eisini eftir, tá ið eg gekk i skúla.<
Gamli Óli var so óheppin at verða
yvirkoyrdur av einum hestavogni, og
var eitt sindur meinslaður. Syslumad-
urin spurdi hann tá, hvussu stórt skað-
akrav, hann hevði hug at seta.
»Ja, er tað so, at eg sjálvur sleppi
at velja, vil eg helst hava eitt kvartrull
av skrå.«
Ólavur undraði seg yvir, at Janus
ongantíð hevði verið og vitja hann í
longri tíð. Endiliga jólaaftan kom hann
og Ólavur spurdi beinan vegin, hví
tað var vorðið so langt millum ferð-
irnar.
Jú sært tú.< greiddi Janus frá, veg
var so óheppin at detta uttari í hoyggj-
húsinum. og misti annað eyga. Nú
havi eg fingið glaseyga í staðin fyri.
Kannst tú síggja hvat eyga tað er?<
>Jú, tað er vinstra eyga.«
>Hvussu sært tú tað.< spurdi Janus
undrandi.
>Jú. tað sær so erligt út.
Teir hittust niðri á vippuni.
>Hygg hesin stóri krabbin eg havi
fingið.<
»Tveit hann frá tær.“
»Hvi tå.«
»Ti so stórir krabbar eru ikki til.«
31. desember 1951
Ein negari hevdi fingið eitt lumma-
ur, men so ein dagin steðgaði tað.
Hann undraði seg yvir hvat feilurin
mundi vera, royndi sjálvur at finna
hann og opnaði urið. Tá rakti hann
við at ein deyð fluga lá inni í tí. Ma
við helt hann tá: >Ég hugsaði tað altíð
førarin er deydur.«
Og so at enda var tað filosofurin,
ið helt, at við at kyssa konufólk, var
sum við sild í einari dós. Tað var ringt
at koma at tí fyrsti, men so var tað
lættari og lættari.
Jólaynskini
Táttur yrktur av Tummas Djur-
huus og kv6din av Ludvig Petersen i
jólaútvarpi næmingafelag læraraskúl-
ans,
Lag: Jag sjunga vil en liten vise.
Eg gekk og spurdi landsins frægu,
hvat jólaynski teirra var,
og sum eg altíð havi væntað,
so fekk eg sera ymisk svar.
Tað vísti seg, at allir
frá Kristjani til Knút,
teir høvdu okkurt ynski,
sum ei kann ganga út.
Fyrst fór eg mær til Kristjan løgmanns
hann heilsaði og beyð sigár,
Eg segði takk og spurdi síðan.
um jólaynski hans í ár.
>Tú spyrt, so skal eg svara.
Eg ynski einans, at
Várharra vildi skaffa
mær ein so aftrat.«
Frá Kristjan løgmanni eg vendi
tá burtur mær og spurdi so
Hr. Rikard Long, ið sigist vera
skyldmaðurin hjá Li-tai-po.
Hann reisti seg á føtur
og segði: >Jú, so men,
eg vildi verið vísari
enn Rasmus Rasmussen.
So sum eg siti har og royki,
eg hoyri sum av stormi ljóð.
Ein løta gekk, so sjálvur Hákun
blásandi á gólvi stóð.
Eg spyrji hann tað sama.
Hann sigur: »Sum tú spyrt:
Eg vildi eins og Magnus
Skæling dug' at yrkt.«
»Tit ynskja négv,« eg segði við teir,
»men hopið er ei úti enn,«
og skundaði mær síðan niðan
til cand jur. Thorstein Petersen.
»Mitt ynski er tað sama,<
hann segði sum í fjør,
»i Bank of England vildi
eg verið direktør«.
Hjá Thorstein Petersen eg hitti
tá sjálvan Dagblaðsstjóran.
Eg spurdi varliga um einki
gott jólaynski hevði hann.
yJú,< sigur hann, »til jóla
eg ynsk' av hug og sál,
at tó eg kundi lært at
skriva føroyskt mål.«
Men »spøg« og álvara, so segði
hann altíð. H. M. Niclasen.
Vit vóna ti, at okkum halda
til góðar hesir høgu menn.
Eitt jólaynski felags
teir høvdu allir tó:
at jólini tey verða
gleðilig og góð.
Upmasking
Sokkar
til uppmasking.
Evely Kjærbeck
Tvøroyri
verða tiknir