mánadagur 14. januar 1952síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2
Føroya |
SOSIAL-DEMOKRATUR |
Blaðstjóri
VILHELM SØRENSEN
Prent:
A. ØSTER
»Madonna« er komin vid 600 tons-
um av salti år Ibiza.
5 febr. verður farið undir at panta
eftirstøður fyri kommunuskatt, kamin-
reinsan og vatngjald í Havn.
»Barjama« er á veg til Lieth og síð-
ani Føroyar aftaná at hava fermt
byggitilfar til SEV í Frederiksværk.
Lenjavningar. . . -
Framh. av 1. s.
førum koma ógiftir menn einans
at fara til skips at gjalda uppi-
haldið hjá teimum, ið fáa minstu-
løn.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Sætt og hoyrt
€
mm
afturvid tålgadryli
Uppskot til nyggja skipan vidvikjandi
lån tingmanna:
1) Tingmenn vid baktonkum:
løntir sum vanligir tingmenn.
2) Tingmenn við eftirtonkum:
vanliga dagløn pluss eftirløn fyri
eftirtankar.
3) Tankaleysir tingmenn:
tímaløn samsvarandi stykkjaprisin
á stórum toski.
Vaðskítagrunnurin betalir tað, ið
írestar minstulønini.
GÁTA.
Á Føroya løgtingi eru 25 tingmenn
umframt løgmannin og ríkisumboðs-
mannin, ið ikki eru íroknaðir her:
Hvør kann gita nøvnini til hesar
Fiskimenn! tey minstu rættind- | spurningarnar: ;
ini tykkara — eina tryggjaða 1) 8 tingmenn eru lærarar?
: Le 2: 2) 3 — keypmenn ?
minstu úrtøku av sleipi og sliti — | 3) 4 — skipa og trolar-
hava teir — fólkaflokksmenn og stjórar ?
sambandsmenn tilkið frá tykkum. | 4) — sakførarar ?
Latið tykkum ikki kúga! Lat | 5) 3 — nú- og fyrr:
hvønn dag verða ein harðrendan postmenn í
fat tní : jet 6) 2 — hava tvinni av om-
bardaga ímóti teimum, ið soleiðis annevnda størvum?
eyðræna tykkara mest náttúrligu | 7) 3 — eru ikki nevndir
lívsrættindi. omanfyri?
r 4 .
Byrådsnevndir
Sum kunnugt fór val av býráðs-
formanni fram fyri jól. Her var
Palli Henriksen valdur til for-
mann í staðin fyri Kjartan Mohr,
ið hevur verið valdur við lutakasti
tvey tey seinastu árini.
Til hetta valið hevði býráðið
býtt seg í tveir flokkar 1) Palli
Henriksen, Wenzel Petersen, Niels
Nielsen, Hanus við Høgadalsá og
Trygve Samuelsen. 2) Kjartan
Mohr, Leif Waagstein, N. J. Arge,
H. C. W. Tórgarð.
Nevndarvalið gav hetta úrslit:
Kassanevndin: Palli Henrik-
sen, Hanus við Høgadalsá, Tr. Sa-
muelsen, Kj. Mohr og Leif Waag-
stein.
Sosiala nevndin: Palli Henrik-
sen, Hanus við Høgadalsá og Kj.
Mohr.
Tekniska nevndin: Wenzel Pe-
tersen, Niels Nielsen, Hanus við
Høgadalsá, N. J. Arge og H. C.
W. Tórgarð.
Skúlanevndin: Palli Henriksen,
H. við Høgadalsá og H. C. W. Tór-
garð.
Havnanevndin: Niels Nielsen,
Wenzel Petersen, Tr. Samuelsen,
Kj. Mohr og N. J. Arge.
Valstýrið: Palli Henriksen, Tr.
Samuelsen og Leif Waagstein.
Elektrisitetsnevndin: Wenzel
Petersen, Tr. Samuelsen og N. J.
Arge.
Nevndin fyri barnaheimið: N.
Nielsen og L. Waagstein.
Nevndin fyri sygeplejeforenin-
gen: Palli Henriksen.
Hetta umskiftið í býráðnum er
orsaskað av, at Hanus við Høga-
dalsá er farin í flokk við teimum,
ið samdir vóru um at velja Palla
Henriksen til býráðsformann.
Sambandsstuðlarnir í tinginum
við Dagblaðnum á odda tykjast
at vera ógvuliga harmir um, at H.
við Høgadalsá skal vera gingin
saman við Tr. Samuelsen og har-
við tikið sambandssamgongurætt-
indini frá teimum.
FÆRØSK MARGARINE
VITA N2 1
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
FINT PRODUKT
8) 4 — bera yvirskegg?
9) 4 — bera foroysk klæði
(á tingi)?
10) 7 — brúka ikki brillur?
11) 15 tosa sunnanmál og siga »nei«?
12) 10 tosa norðanmál og siga >noy<?
Fyri tey, ið gita flest spurningar
rættar verða lætnar hesar virðislønir:
1. 15 kr.
2. 10 kr.
3. 1. eint. av Feðgarf á ferð.
4. 1 eintak av Feðgar á ferð
Loysningurin má verða innkomin
seinast hósdagin 24. januar. Adr.:
Box 76, Tórshavn.
mMILLUM UNGFÓLK
Meðan Anna var í Havn
Tá ið tey hittust seinast Anna og
navigatørurin og hann fór heim at
halda jól, lovaði Anna at senda honum
nýársheilsu:
Kjeri Pól Petur.
Allarfist fari eg at senda tær tey
glejilijastu níttársinskini kjeri Poul
Petir. Eg hopi ta verur itje so negv
brim at tú itje sleppir attir til Havn so
sjøtt sum ferian er livug. Eg havi ta
gott, eg var í dansi anna jólakvøld,
men har var onki at verða til, ongin
kjeri Pól Petir. Teir moreju vøttunar
sum tú spurdi ettir lóvu undir hødda-
lanum tjá mær, og havi brodera tær
navn uppí toyr.
So sendi eg tær 3000 mussar, kjeri
elskiligi Pól Petir.
Tær allar kjeraitu heilsur
tín
Anna.
NB. Les og brenn, skriv snart igjen.
HAVSINS SYNIR
Jólaaftanskvøld kl. 24 norska
tíð, segði ein røðari frá >Vardøx
hesi orð í norska útvarpinum: >Vi
nordmænd er stolte af vores søn-
ner pá havet. Vi er stoltt af at eje
eder som sønner; sønner som med
dødstrods tar kampen op for fæd-
relandet. Men vi mindes eder med
taknemmelighed for eders indsats
for vort land, like fra Lindesnæs
til Nordkap.«
Hesi orð vóru ein tøkk til tað
sjófarandi fólkið, ið ikki náddi at
halda jól í sínum landi.
Munnu ikki hesi orð minna okk-
um um, hvussu takksamir í brøður
okkara eystan hav eru móti sínum
synum á havinum stóra, og man
ikki aðalmál teirra vera at stimbra
teir í síni heild, at teir ikki føla
seg tilsíðissettar líka frá lágu lon
til stórtingi mikla...
14. januar 1952
Nú er tað okkum herheima ofta
soleiðis í kjøtið borið at kasta ill
orð eftir hvørjum øðrum innanfyri
teir ymisku stættir her á landi.
Men munnu okkara sjófarandi
menn ikki ofta hava grund til at
verði forbitraðir yvir at síggja seg
vera so tilsíðissettar. Men so er
eitt annað, ið kann vera sagt um
okkum fiskimenn, og tað er tíverri
alt ov satt. Vit fiskimenn hava
sjálvir skuldina av tí, ið nú fer
fram her á landi. Tí høvdu vit
fiskimenn ikki valt okkara arg-
astu mótstøðumenn inn á Føroya
løgting, so hevði tað vist sætt øðr-
vísi út í dag. Og sjálvandi er eing-
in bót fyri okkum, fyrrenn at vit
eru førir fyri at síggja skeivleik-
an í at vera boðberar fyri stór-
mannaafturhaldið í Føroyum.
Tann skeivleiki er tíanverri alt ov
fast grógvin innanfyri fiskimanna-
stættin, Høvdu vit á síðsta vali
gingið ta leið, ið Norðmenn gingu,
so høvdu vit átt eitt fleirtal í løg-
tingi, ið dugdi at seta seg inn í
okkara fátæka støðu. Men vónandi
verður tað betur á næsta valið, tí
eg kann ikki fáa meg at trúgva, at
teir fiskimenn, ið valdu fólka-
flokkin seinast; velja teir aftur,
tí minnast mugu tit, mínir lags-
brøður, at tað er ein sorgarleikur,
ið spældur er ímóti tykkum av tí
flokki, ið reypandi stóð á røðara-
pallinum og setti tykkum javn-
bjóðis teir sjálvar. Teir dugdu
ikki at bera tykkum eitt einasta
sannheits orð um, hvat teir høvdu
í kvittanum. Síggið nú, hvat teir
hava gjørt móti okkum. Tær dráps
gerðir, ið teir gjørdu, saman við
sambandinum at taka forskots-
rindanina av, er eitt dømi um,
hvussu argir mótstøðumenn teir
eru móti okkum havsins synum,
tollhækkanin á neyðsynjarvørum
er onnur myndin. Lønjavningar-
grunnurin verður skerdur, um vit
ikki hevja okkum og krevja, at
hann skal vera. |
Fiskimenn! tit, ið valdu hesar
menn, hava tit ikki ofta angra, at
tit spiltu tykkara atkvøðu burtur
til hesar menn, ið hava roynt at
múlabundið tað sjófarandi fólkið.
Vónandi eru teir veljarar vaknað-
ir, og næstu ferð velja teir menn,
ið vilja arbeiða fyri slitmanna-
á “landi. Fylkist
fjøldini her
brøður!
SGR REKLAMA
Haldið
$Socialin