Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 1952síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 Sætt og hoyrt afturvid snerktum trælabita Uppskot til gøtunavn Ein hópur av gøtum hevur fingið navn eftir kendum persónum og stað- arnøvnum. Lat okkum kalla ta næstu gøtuna upp eftir teimum sum gjalda hana. Navnið verður so: Skattaborgaragøtan. Hin løgni skapningurin — kvinnan. Ein professari segði einaferð við næmingar sínar: — Gloymið ikki. mínir harrar, at konan lættliga kann brúka allan hús- haldspeningin at keypa tann vakrasta undirkjólan fyri. men hon er frá sær sjålvum, um hann skuldi komið eina millimetur undan skjúrtinum. Ótrúligt, men satt. Politiið: Tygum skulu hava numm- ar á motorsykluni. — Maðurin: Nei, tað nýtist ikki. eg kenni hana álíkar æi. GRØTULIGT SKEMT Stenenes kredsløb. Seinasti Sosialur hevur m. a. stubba viðvíkjandi bankakreppuni og spyr: >Nær kemur Guldsteen ?< Eg haldi tað vera skylda min at siga tað. eg haldi meg vita um hetta. Tíðia fer so at vísa, um hetta er eftirfar- andi. Sølvsteen er komin. Bankamadurin, bløðini boða frá. skal koma aftrat er Juldsteen. So gongur tíðin — stutt ella long — og so kemur Ædelsteen. Hannn bytur starv sítt millum sjálvan seg og hjálparmenn sínar.: Diamant, Smaragd. Juvel, Safir og Rubin. So ganga 300 år, og nå er frammi i Før- oyum, sum eitur Torusteen. Hann hev- ur handil og keypir skip, fær sær knappatroyggju vid merkinum i bring- uni, morrreyðar langbuksur og kepp. og kemur beinan vegin inn å Fund (nytt navn fyri Logting). Hann fær stórt vald, nógvir knappar vóru í troyggjuni, dis- ponerar til høgru og vinstru, vinir og frændir, upp og niður. Alt ridar at enda — bæði á landi og sjó — men fólkið heldur væl til standa: Hann sjálvur skal nokk! — — — Men so kemur rumbul í, tí eitt barn finnur eina roman yviri við strond. Hon er á donskum og skrivað sum barnabók. tí, sum fororðið sigur: >Fol- ket er sá barnagtigt«. Bókin greiðir frá hina ferðina Sølvsteen kom til Føroya. Eina náttina loypur stór urð úr fjalli í sjógv. Bumsið er so stórt, al øll skipini hjá Torusteen fara á land og handilin á sjógvin. Eitt trøll kom fram á ein kneysa og helt røðu. Hon var endurgivin i Trøllatíðindi. og sam- andráttur kringkastaður í útvarpinum við orðunum: >Eitt forsteinað fólk er atvoldin til tað, ið hent er. Undarligt at tit í eini slikari Steentíð hava gloymt at byggja á klett.« mest tí so »BARJAMA« UMBORÐ Í »ROK« Í »Dimmalætting« mikudagin 30. jan. nr. 9 stendur: Tidlig Lørdag Morgen blev SS. >Bar jama«, der Dagen for grundstødte vest FØROYASOSIAL-DEMOKRATUR for Kirkebønæs under Snetykning, forladt af sin Besætning og taget om- bord í MK. >Rókur< ... Sig so at vit ikki eiga risafør???? x MILLUM UNGFÓLK Meðan Anna var í Havn Tað kvøldið bæði aftur vóru komin til síns sjálvs hittust tey inni í kamar- inum hjá Annu sum vanligt. Tó var prátið so deyðligt tað tyktist at falla so tungt at fáa tann rætta. góða og hitandi dámin yvir tilveruna. Men har sótu tey so og pråtadu: Anna. Ja—Pól Petir. (Tøgn). Anna, lova mær at hyggja inn í eyguni å tær. Anna“ Á — Pál Petir. (Tøgn í 5. min.) Tú ert so pen. Anna, tú ert nógv penari enn eg. Nei, Pål Petir, nei, tå ert penari av okkum bådum. Nei, Anna. Jú, Pål Petir. (Tey kyssast í 10 min. — long tøgn) Anna. — — Ja, Pál Petir, kjeri. — Ég veit ikki, Anna. - Hvat veitst tú ikki. — Ég veit ikki. — — Sig tað bara, kjeri, lítli Pål P. — Ja, lítla Anna, eg veit ikki — eg veit ikki, hvat eg skal finna uppá at siga við teg. — — Áá — Pål Petir. — (Tigandi kroystir hon hond hans- ara). — Anna, hvørs heit ert tú? — — Hvussu kannst tú finna uppá at siga so vederkvegandi orð, Pól P. — nógv søtasta, søta, søt- eg eri tín, tín og bert tín. — — Góða —. So hoyrist bert andadráttur í 3 tim- ar. Pól Petir er sovnaður. Lýsin ysing Foreldur ella verjar. ið ætla at lata børn í kommunuskúlan komandi skúla- ár. ið byrjar mikudagin aftan á påskir, mugu siga skúlanum frá í kommunu- skúlanum fríggjadagin hin 15. februar millum kl. 3 og 5. Eisini børn úr øðrum skúlum. sum komandi skúlaár ætla at ganga í kom- munuskúlan eiga at siga frá nevnda dag. á sama stað og um somu tíð. Børnini eiga at hava koppaseðil við. Hin skr. ársroyndin byrjar 24. mars. Hetta verður nevnt, tí at born, ið ætle at koma í hægri klassa enn 3.. mega verða roynd saman við kommunuskúl- abørnunum Tórshavn. hin 7. februar 1952. Z. Sørensen. Á stovu 10 Vanlagna teirra sjúku. Fyri stuttum hittu vit ein sjúk- ling, ið beint tá var heimsloppin av sjúkrahúsinum í Klakksvík, har hann hevði havt legu á stovu 10. Tey heilsusterku halda sum rím- uligt er, at alt tað besta verður gjørt fyri tey, ið eru fyri tí van- lagnu at noyðast at søkja sjúkra- húsini fyri heilsubót, og tað er væl eingin ivi um at bæði læknar, sjúkrasystrar og onnur tænastu- fólk á sjúkrahúsunum gera alt teirra besta fyri at fjálga um sjúk- lingarnar, men uttan fyri teirra virkisøki koma sjálv sjúkrahúsini. Vit vita fullvæl, at ikki eru sjúkr- ahåsavidurskiftini tey bestu, men tå vit hugsa um tær mongu miljón- irnar, ið tosað verður um, skulu nýtast til hesa bygging, kundi ein hugsa, at tey húsini, vit høvdu, vóru í so góðum skili sum gjørligt, men soleiðis er ikki. Nevndi sjúklingur greiddi okk- um frå, at tå ið hann fyri 3 árum síðani lá á stovu 10 í Klakksvík. hevdi hann til stuttleika at hyggja at hvussu gardinurnar flaksadu í vindinum, sjålvt um vindeyguni jóstrinum ambi út í si vóru væl afturlatin. Í £ å stóðu tær sum segl rúmið. Nú var hann aftur á stovu 10, men hesi ferð kom hann at liggja beint framman fyri vind- eyganum, og hann kom at ásanna, at har var ikki hugnaligt at hava legu. Gardinurnar spældu sama leikin, men í hvirlunum stóð hin kaldi gjósturin og kavarokið beint á seingina, so ein var frystur í bein, tá ið náttin var av. Hetta, ið beinleiðis er óforsvar- ligt og heilsudrepandi, má tí átal- ast, kravt má vera, at røttu við- komandi til fulnar gera sína skyl- du ímóti okkara sjúklingum. Fyrst fullgott arbeiði, síðani in. uw silvurkros Klakksvikar- hátarnir Vikan 27. jan.—2. febr. og mána- dagin og týsdagin í vikuni. Bjørg 16000 5009 Brandur 21000 11000 Brimnes 20000 Eystnes 21000 6000 Gjógvarenni 9000 5000 Háenni 6000 6000 løfringur 8000 8000 Líðarenni 14000 3000 Mækjuvik 16000 1000 Nakkur 27000 Nekkur 6000 2000 Norðan 9000 2000 Núpur 5600 Pálldrangur 14000 — 13000 Royndin 11000 8000 Støðin 11000 5000 Torvanes 3000 Vaðaklettur 13000 4000 Varpið 19000 6000 Ørvur 17000 9, februar 1952 Løgtingid og nettosåttmålin Eftir áheitan frå fiskimannafeløgu- num hevur landsstýrið lovað at lagt málið um forskots- og lønjavningar- lógirnar, ið afturhaldið tók av fyri jól, aftur fyri tingið. Avtokan av hesum lógunum hevur í stóran mun tarnað pørtunum at komu til semju í sáttmála- trætuni. Menn høvdu roknað við at tingið fór at koma saman aftur mána- dagin, so tað beinan vegin kundi taka støðu til hesar spurningarnar og fáa málið greitt innan teir framlongdu sátt- málarnir ganga út í hálvum mánaði- num. Hetta verður tó av ongum, ti tingingarnevndin er ikki afturkomin enn, og tá ið blaðið fór til prentingar visti eingin at siga frá, nær teir kunnu væntast aftur. LÍTIÐ ÁLIT Hava bløðini kollvelt Sjóvinnub.? Seinasta týsdag sigur Dagblaðið at:tað eru turkabløðini Dimma og Fjårtandi og Tingakrossur og So- sjalurin, ið hava verið orsøkin til kollveltingina av Sjóvinnubanka- num, við tað, at hesi bløðini við teirra skriving hava fingið fólk at tikið 3 milj. kr. úr bankanum. Dagblaðið roynir við hesum at tveita skuldina á aðrar fyri at fri- gera teir seku teir, ið brotið hava lógir bankans og >disponeret ansvarslåst« við m. a. at hava lænt ov mikið til sin sjálvs. Allir flokkar hava alla tíðina verið samdir um at endurreist bankan. Tað prógva tær einmæltu tingsamtyktirnar í bankamálinum. Dagblaðið kemur víðan um lan- dið, og løgið skuldi tað verið um tað millum teirra, ið hesar 3 milj. hava tikið úr bankanum, ikki eru nakrir av teirra egnu, ið Dagblað- ið hevur havt høvið at ávara, so teir hildu seg frá tílíkum, ið økja kundi um trupulleikar bankans. Men man nú sannleikin ikki vera tann, at eins og føroyingar allir mistu alt álit á bankleiðsluni eisini hava mist alt álit á Dag- blaðnum, hesi skrøddu bluffbløðr- uni. r Útróðrafelagið Grenland hevði aðalfund seinasta mánakvøld í Tórshøll. Tað fyrsta, ið fyrilá var at broyta lógina, ið gjørd var longu í 1939. Ov fáir limir vóru møttir til at lógarbroyting kundi fara fram. Eyka- aðalfundur varð ti lýstur til mána- kvøldið kl. 7 í Tórshøll. Hin gamla nevndin var einmælt aft urvald: Andreas Rasmussen, Strendur. Johan Hansen, Funningsfjørð. Johan Hansen, á Reyni. Havn. Johs. Hansen. Norðskáli. Johan Samuelsen, Havn. Aksel Thorsteinsson, Vági. Fritjof úr Skúvoy, Havn, Við tað at so nógv skip eru seld og kanska fleiri verða seld av landinum, er væntandi at nógvir fara at rógva út í Grønlandi í ár. Árið í fjør var óført hjá Aksel Thor- steinsson. Hann og ein 141 ára gamal sonur hansara veiddu 130 skp. har yviri seinasta summar.