leygardagur 23. februar 1952síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroya Soslal-Demokrafur
FRÆLSI JAVNAÐUR BRÓÐURSKAPUR
| Lýsingarprísur fyri mm: 20 oyru á | : | Blaðið verður bílagt á posthúsin r | er
Nr. 8 | | | Leygardagin 23. februar 1952 | i Ap GE | 25. årg.
1, síðu, IS ovru á 3.
og 4. síðu
kostar kr. 2,2
9“
0 + porto um fjórðingsárið
JAVNAÐARFLOKKSMÁL Á TINGBORÐ
I. Avtøka av tolli á neyðsynjarvørum.
Alt eftir sum tollurin hækkar, fara vørurnar upp í prísi,
men samstundis eru inntøkurnar stórliga minkandi. Fyri
at bøta um hessi ólíkindini hevur flokkurin sett fram
hetta og onnur uppskot, sum vit koma til seinni.
Búnaðarskúlin
Hetta aldargamla málið er aftur á
tingborði. Í 1950 varð samtykt, at
landsstýrið skuldi seta nevnd at kanna
útreiðslurnar til stovning og rakstur
av búnaðarskúla í Skálavík. Í nevnd-
ini, ið nú hevur givið frágreiðing eru:
H. J.
Karsten Hoydal, fyristøðumaður, Leiv-
Jacobsen, búnaðarráðegevari,
ur Vang, Jens í Dali, útskiftingarfr.,
Jógvan Huusgaard, royndarstjóri og
Sjúrður Patursson, seyðaráðgevi. Møg-
uleikar eru fyri, at ein meiriluti fæst
á tingi fyri at stovna skúlan á Skála-
vík.
Trolarasølurnar
Hósdagin var framløga i tinginum
um loyvi at selja trolararnar »Rådna
og »Kallsevni«,
Kallsevni« kann seljast til Polland
fyri 70.000 stp. Í umsóknini verður
millum annað sagt, at teir við søluni
m. a. kunnu gjalda Sjóvinnuh. 240.000
kr., ið teir skylda har. Felagið ætlar
at keypa nýtt ella nýggj før í staðin.
Báturin brennir eina helvt meiri enn
aðrir trolarar av somu stødd og olju-
prísurin er frá tí teir keyptu bátin til
nú farin upp frá 85 sh. til 179 sh. pr.
tons.
2. Nationaliseran av útgerð og luksusvørum.
Pann ovurstóri vinningurin av luksusvørum verður nýtt-
ur til at seta prísin á neyðsynjarvørum og útgerð niður.
3. Kostskúlin.
Hesin stovnur verður settur á stovn beinan vegin, tá ið
avbygdanæmingar í dag ikki kunnu søkja sær kunnleika
við hægru skúlarnar í Havn vegna dýrtíðina o ginntøku-
I. Nationaliseran av bankalagnum.
vid ti fyri eyga at seta ein landsbanka á stovn.
5. Stuðlan av ídnaðarvirkjum til minkan av arbeiðsloysi
og fyri at mest møguligt av peninginum verður í land
inum.
| Danska útvarpið greiddi hóskvøldið
| frá ríkisdagsviðgerðini av hjálpini til
Sjóvinnubankan, ið verður umleið 12
milj. kr. Samstundis varð sagt, at fleiri
Samrøða við P.M. Dam
Vit spyrja okkara flokksformann
Dam um, hvussu liggur við samráð-
ingarúrslitinum, serliga um hvussu ið
liggur við endurreisingini av Sjóvinn-
ubankanum. Bløðini hava fjarritað um
ójavna millum Dam øðrumegin og hin-
ar og ríkisstýrið hinumegin. Vit biðja
um nøkur orð eisini um tað.
Dam svarar við at vísa til tingsam-
tyktina og javnaðarmanna og sjálv-
stýrismanna uppskotið viðvíkjandi fi-
nansiering og sanering av okkara fisk-
ivinnu, serliga fiskimannafyritøkun-
um.
»Her var,< sigur hann, »tann munur
millum støðurnar, at meðan afturhalds-
flokkarnir einans løgdu doyðin á at
fáa pening til útgerð og lán uppá fisk
á goymslu, løgdu javnaðarmenn og
Hákun avnoktar
Í seinasta Dagblað roynir Hákun at
frigera seg fyri tað, ið hann hevur sagt
um Thorstein í samrøðu við Ekstra-
bladet, men tað sum hann verunliga
avnoktar er minstiparturin av tí. hann
hevur sagt.
Tað er ikki ólíkt. at teir eru farnir
upp at berjast um formannssessin í
fólkaflokkinum.
vrakleivdunum av
sjálvstýrismenn haraftrat herðing á at
fáa marshallpening ella annan pening
til saneringar av okkara skipaflota
eins og til fiskivinnuídnað á landinum.
Sum menn minnast høvdu lands-
| stýrisflokkarnir einki treysti til mar-
shallpeningin ella til at fáa pening á
annan hátt til saneringar og stuðlan av
stovnan av fiskaidnadarvirkjunum.
Men hetta var ein aðalspurningur
fyri okkum.
Eg legði tí allan doyðin á at fáa all-
an marshallpeningin skjótast møguliga
tøkan til hetta endamál og kundi ikki
ganga við til uppskotið hjá hinum lim-
unum í delegatiónini og ríkisstýrinum
um at taka 4 milliónir av marshall-
peninginum til Sjóvinnubankan til út-
gerdarlån, ið inn aftur komin so skuldi
nýtast til konvestering av lánum, sum
Sjóvinnubankin hevur givið. Og har-
aftrat kom, at ætlanin var, at allur
marshallpeningurin bæði tær 4 mill.
og tær haraftrat seinri væntaðu 5—06
mill. skuldi eftir teirra uppskoti játtast
og umsitast av Sjóvinnubankans og
Føroya Bankans stjórum og einum
manni frá Nationalbankanum. Eg helt
uppá at peningurin var løgtingsins og
átti ti at umsitast av tveimum av løg-
Nationalbank-
tinginum og einum av
en ella rikisstyrinum valdum manni og
Sjóvinnubankin tólv miljónir
Danir undrast
av ríkisdagsmonnunum undraðust yvir
at Th. Petersen fekk loyvi at røkja
nakað alment starv.
Men í Føroyum ber alt til.
fyrst og fremst koma fiskimannafyri-
tøkum til góðar.
Leikur endaði í seinastu løtu við, at
uppskotið frá mær javnaðarmanna og
sjálvstýrismanna vegna vann fyri sær
og er nú samtykt á ríkisdegi.
Viðvíkjandi støðu míni skal aftrat
talu míni á ríkisdegi vísast til høvuðs-
talu mína undir samráðingunum. Hesa
talu vil blaðið fáa.
Annars er at siga, at Danir hava
sýnt framúr góða vælvild og fatan
undir samráðingunum, sjálvt um mein-
ingardrátturin millum meg og hinar í
delegatiónini var eitt sindur tungur
fyri ikki at siga harður.
Ta bróðurhond, sum Danir hava
rætt okkum hesa ferð sum so mangar
aðrar ferðir, eiga vit at duga at virða
og vera takksamir fyri.«
Vit skilja, at partur okkara flokks-
formanns hevur ikki ligið eftiri undir
hesum drúgvu og álvarsligu samráð-
ingum, sum eru farnar fram niðri í
Danmark. At hann hevur haft
fasta og skilagóða støðu megu vit vera
honum takksamir fyri.
eina
Hvussu Sjóvinnubankin verður
hjálptur aftur á føtur er greitt frá aðr-
astaðni. eins og frá finansieringini i
síni heild.
Fiskimannaathugi í finansieringar
málinum kemur Dam serliga sterkt
inn uppá í talu síni.
Nýggjur tingmaður
Øregaard, id er staddur i Keypmh.,
sendi tinginum skriv, og bað um at
næstmaður hansara harra Gordon Mid-
jord úr Fuglafirði kom í hansara stað.
Gordon Midjord møtti fyrstu ferð í
tinginum hósdagin.
Horð meldur-
hvirla skakar
Gjáar bygd
Mikudagin — í hampuligum veðri
tók ein meldurhvirla seg snøggliga
upp norðuri við Gjógv og skákaði
meginpartinum av bygdini. So ógvus-
liga herjaði hon at nógv hús vóru
skødd. rútir sorlaðust í hópatali, ein
hjallur fór av grundini og í sor.
Burtur av húsunum hjá Andriasi Jo-
ensen, fyrrv, lærari í Lorvík, tók hon
ein útbygning, ið ikki sást aftur, og
sjálvum húsunum fór hon so illa við,
at tey mugu takast niður.
Úr ánni, ið rennur oman gjøgnum
bygdina tók hon hópin av smágróti,
skervi og vatni, ið elvdi hópin av rúta-
brotum.
Bæði frammanundan og aftaná var
hampuligt veður.
Lønjavningar-
grunnurin
Málið um henda grunnin er komið
á tingborð, men í skrivinum frá lands-
stýrinum er einki uppskot um at end-
urreisa grunnin eftir gomlu reglunum.
Í skrivinum stendur m. a.: Frá sam-
ráðingunum í Danmark nú framgong-
ur heldur eingin møguleiki fyri lán til
endamálið.
Frammanundan verður sagt, at frá
føroyskari síðu er ógjørligt at læna
pening til sama endamál.
Fólkaflokks-
fundurin
Seinasta sunnudag var fundur í Suð-
uðstreymoyar fólkaflokksfelag. Ýmisk-
ar eru frásagnirnar frá hesum fundi,
men nú sigur Dagblaðið, at tað ið
Dimma og Fjúrtandi hava skrivað er
ikki heilt álítandi. Tó viðgongur blaðið
at støða Thorstein Petersens aftaná
bankakrakkid hevur verið til umrøðu.
Tó hevur felagið onga støðu tikið til,
at siga hann úr tinginum.