Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Orðatakið sigur, at deyðin hyggur ikki at tonnunum. Hetta máttu vit eisini sanna tann 20 mars í ár, tá Jógvan Z. Joensen bóndi í Fuglafirði, í bestu árum og í sínum dagliga yrki, mátti lúta fyri lagnuni. Tað nívir okkum øll, sum kendu Jógvan, og tað er við djúpastu samkenslu við foreldrum, systkjum og teirra, at vit skriva hesi fátæku minningarorð. Jógvan hjá Fritleif, sum vit vanliga róptu hann, tók við festinum aftaná pápan í 1982, bert 26 ára gamal. Hann var av raskastu monnum og hevur rikið garðin fyrimyndarliga. Hann var eisini ein virkin maður – virkin sum bóndi, og virkin í felagsarbeiði saman við sínum lagsbrøðrum. Jógvan troðkaði seg ikki framat, men á sín stillføra og hóvliga hátt, setti hann sín persónliga dám á, alla- staðni har hann var. Hann var skemtingarsamur í veitslulag og visti manga góða søguna. Á ungum árum var Jógvan nevndar- limur í Føroya Búnaðar- felag, og í 1991 bleiv hann valdur í nevndina í M e g i n f e l a g Búnaðarmanna (MBM), har hann sat út í eitt, til nú hann doyði. Hann var formaður tvey skifti, frá 1993 til 1994 og frá 1998 til 2000. Seinastu tvey árini var hann næstfor- maður. Ikki liggur altíð líka ræði at fáa nevndararbeiði at glíða uttan trupulleikar. Jógvan hevði sínar mein- ingar, og hann segði eisini tað, hann meinti, men so hevði hann tey vælsignaðu evni, at kunna slaka og rætta hondina fram, tá semjur skuldu søkjast. Tær meiningar hann hevði, og tær avgerðir, hann var við til at taka, høvdu altíð tað mál, at hetta skuldi gagna felagnum og tess limum. Jógvan hevur dugnað før- oyskum bøndrum og jarð- arbrúki væl í sínum alt ov stutta lívi. Tað er okkara vón, at tit, sum stóðu Jógvani nær, mugu fáa ta eyka styrki, sum skal til fyri at bera hesa tungu byrðu, sum er løgd á tykkara herðar í hesum døgum. Vit, sum dagliga hava okkara gongd í føroysku náttúruni, vita, at sjálvt aftaná ringasta kavarok og gellifrost, kemur sólin framaftur, fjálgar fólk og fæ, tiðnar frostið og gevur lív til ta minstu blómu. Veri hetta eisini tykkara troyst. Friður veri við minni- num um valamannin Jóg- van hjá Fritleif. Vegna starvsfelagar og limirnar í Meginfelag Búnaðarmanna (MBM) Rólvur Djurhuus, nevndarformaður Minningarorð um Jógvan Z. Joensen, bónda í Fuglafirði Hendan lagna gjørdist okkum tung Tú sum mátti fara so ung Harrin teg tók So at tað kendist sum á uttastu rók Ferðin ei gjørdist long Áðrenn tú hvíldi í tíni song Men tað tú kláraði at náða Var ikki at forsmáða Tú hevði eitt livandi heim Sum vit minnast við gleði og gleim Hjá tær var altíð ein hjálpandi hond Um tað so var millum lond Tú lærdi okkum at verja Og okkar liðfelagar upphevja Hvar vit enn leiktu Tú okkum uppkveikti Ein so sterkan vilja Ið fáur mundi skilja Hvør leikur skuldi vinnast Tað lá við hjarta títt innast Minnini við tær Tey eru mær so nær Vit kunnu frøast um tað vit høvdu saman Og allar tær løtur við gaman Tú setti tær mál Og rakk tey við lív og sál Av tær vit mugu læra Og minnast tað kæra Tú fórt gjøgnum lívið við høgari ferð Og mátti brátt úr hesi verð Hóast tú lá á deyðastráð Tú vøkur vart at líta á Til tína líðing Er torført at finna nakra týðing Tú ert fyri okkum ein hondbóltsmynd Ið rakk upp á mangan tind Stórur saknur er í tær Serliga hjá teim, ið stóðu tær so nær Men vit mugu halda á Tað mugu vit at sjá Gunnleyg Minningarorð um Ingu Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum mongu, sum mintust meg á 80 ára degnum við bæði gávum, blómum, uppringingum og vitjan. Bestur heilsanir Pauli Joensen, Sandvík Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og bróðir okkara Johan Joensen andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. apríl, 63 ára gamal. Jarðarferðin verður hósdagin 18. apríl kl. 13.00 úr Havnar kirkju. Fyri tey avvarðandi Nancy, Sólrun, Jan og Jón Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Haldor Sigurðsson andaðist og varð jarðaður. Hjartaliga takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Takk fyri blómur og kransar, og tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Eyð, Ann og Siw 2 Nr. 71 - 16. apríl 2002 Nr. 71 - 16. apríl 2002 3 C M Y K 3 2