Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Leygarkvøldið var eldur í timburverk- staðnum hjá byggi- virkinum Suður- oyrarhús í Froðba. Verkstaðurin fekk nakað av roykskaða ELDSBRUNI Stefan í Skorini Leygarkvøldið klokkan hálvgum níggju varnaðust grannarnir, at tað loðaði úr verkstaðnum hjá Tormann Vang, sum liggur í Støklun- um í Froðba. Sløkkiðliðið á Tvøroyri kom á staðið beinanvegin og basti eldinum, so hann ikki breiddi seg til restina av virkinum. Illgruni er um, at eldurin stavar frá eini oljufýring, tí tað er í eystara endanum av virkinum, at eldurin er byrjaður. Bygningurin hev- ur mest fingið roykskaða, men eisini nakað av vatn- skaða. Tormann Vang eigur byggivirkið, og hann sigur, at virkið fer at liggja lamið í nakrar dagar. Tað letur ikki uppaftur í hesi vikuni, men um tað gongur væl, verður latið uppaftur í næstu viku. Virkið er 200 fermetrar, og virksemið fevnir um hús og vanligt snikkaraarbeiði. Í sambandi við at ILA er staðfest í alibrúk- inum á Kunoyarnesi, er økið nú stongt fyri allari óviðkomandi ferðslu ILA Stefan í Skorini Vinnumálastýrið kunn- gjørdi hósdagin 11. apríl, at økið kring Kunoyarnes er stongt vegna ILA í alibrúk- inum, sum Faroe Salmon í Klaksvík eigur. Forboð er sett ímóti fiski- skapi og allari óviðkom- andi sigling nærhendis ali- brúkinum í sambandi við, at ILA er staðfest á staðn- um. Vinnumálastýrið hevur tí sett hesi tiltøk í verk. Í fyrsta lagi er forboð sett ímóti fiskiskapi nærri enn 500 metrar frá alibrúkinum, og í øðrum lagi er forboð at sigla nærri enn 500 metrar við alibrúkið um siglt verður um Kalsoyarfjørð. Um siglt verður um Haraldssund, skulu bátar halda seg so tætt Borðoyarlandinum sum gjørligt. Forboðið er sett við heimild í lógini um djóra- sjúkur viðvíkjandi fyri- byrging og niðurberjing av sjúkum. HERVERK Stefan í Skorini Løgreglan varnaðist um vikuskiftið, at umfatandi herverk er framt í einum summarhúsum í Skopun. Húsini liggja soleiðis fyri, at tey ikki síggjast væl frá alfaravegi, og tí hevur i i t h kið Løgreglan dugir ikki at siga, nær tað er framt, tí eingin hevur verið í húsun- um allan vetur. Sýslumað- urin kann ikki siga meira, enn at herverkið er framt einaferð í vetur. Húsini er sera illa farin. Nógvir lutir í húsinum eru oyðilagdir, og ótangarnir h ál ð i bú ið annað fyri at oyðileggja. Herverkið varð fráboðað løgregluni leygardagin. Fríggjakvøldið hendi ein syndarlig vanlukka umborð á ísfiskatrolaranum Jaspis, sum tá lá við bryggju í Runavík. 53 ára gamli Jógvan Sonni Drangberg úr Skopun lat lív, tá hann fekk ein veir í høvdið. Brek í einum spæli er møguliga orsøkin VANLUKKA Stefan í Skorini Manningin var júst í ferð við at loysa frá bryggju, tá vanlukkan hendi. Maðurin stóð har aftur á hekkuni, og hann skuldi saman við tveimum ørðum loysa ein nylon-veir, sum hekk av skipinum og niður á bryggjuna. Ein maður á bryggjuni skal loysa henda endan, sum er tengdur at einum spæli á dekkinum. Maður- in, sum stendur við spælið, skal slaka, so maðurin á bryggjuni fær loyst endan. Men ístaðin fyri at slaka, strammar spælið í. Veirurin ger ein brest, og maðurin, sum stendur á dekkinum fær hann í høvdið. Lækni kom á staðið bein- anvegin, og hann staðfesti, at maðurin doyði á staðn- um. Løgreglan fekk frá- boðanina klokkan 22.20 fríggjakvøldið. Løgreglan kannar í løtuni spælið, sum veirurin var tengdur at. Orsøkin er, at hóast maðurin við spælin- um slakaði, sum teir van- liga gera, so gjørdi spælið tað mótsetta. Spælið hevði júst verið til umvælingar, og illgruni er um, at okkurt brek hevur verið í spælin- um, sum gjørdi, at tað strammaði ístaðinfyri at slaka. Brek í spæli møguliga orsøkin Kunoyarnes er stongt Umfatandi herverk í summarhúsum Eldur í timburverkstaði Føroyingur farin fyri borð í Grønlandi Føroyingur farin fyri borð í Grønlandi VANLUKKA Stefan í Skorini Sunnudagin um midd- agsleitið føroyska tíð fór ein føroyingur, sum var við einum lítlum grønl- endskum rækjubáti, fyri borð. Maðurin er 56 ára gamal og býr í Miðvági. Hann var skipari á Gaia 3. Báturin var staddur langt úr landi í Vestur- grønlandi, tá óhappið hendi. Fýra bátar, sum vóru á leiðini, leitaðu eftir manninum allan sunnudagin, og sjóverj- an hevur eisini verið við í leitingini, upplýsir politimeistarin í Nuuk. Gaia 3 kemur vænt- andi til Sisimiut í mor- gin, og tá verður sjófor- hoyr um vanlukkuna. Politimeistarin upp- lýsir annars, at veðrið var gott um hesa leiðina, tá óhappið hendi. Eingin vindur og gott sýni. Enn er eingin orsøk til van- lukkuna staðfest. 4 Nr. 71 - 16. apríl 2002 Nr. 71 - 16. apríl 2002 5 Edvard Joensen blaðmaður á Sosialinum Í Stoltenbergmálinum er tað bara Tórbjørn Jacobsen, sum hevur gjørt í buksur- nar, og tað so dyggiliga, at skræpan spríkir úr skónum. Hann møsnar í lesara- brævi í Dimmalætting leygardagin um dirty tricks og álitisbrot og sigur seg hava kvett alt samband við Sosialin. Tað er tápuligt av einum politikara at gera tað. Tí eingin ivi er um, at hann fær meira brúk fyri blað- num, enn øvugt. Tað kann hann spyrja ávísar parta- menn sínar um. Slíkar upp- sagnir eru fyrr komnar, men rímiliga skjótt verður ásannað, at blaðið fer at liva longri, enn teir halda politiskt. Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, er vón- svikin av, at hann ikki fekk loyvi at gera viðmerkingar til grein í Sosialinum fríggjadagin. Tað tulkar hann sum álitisbrot, sum hann sjálvandi metir, er gjørt av undirritaða. Og hann hevur eina søgu um, hvussu samrøða okkara fór fram. Tað er møsn, hann kemur við. Alt, sum fór fram í tí málinum, var júst sum av- talað okkara millum. Eg ringdi til Tórbjørn mikudagin og bað hann svara uppá, hví føroyingar ikki fingu at vita, at Thor- vald Stoltenberg hevði tikið seg aftur úr teirri nevnd, sum Norðuratlandsbólkurin á Fólkatingi annars hevði boðað frá, at hann skuldi sita í. Tað er rætt, at tosað varð um alt millum himmal og jørð, uttan kanska livandi grind. Grundin er einføld til, at so var. Tórbjørn Jacobsen veik hvørja ferð, hann fekk tann konkreta spurningin, frá evninum og fór at tosa um annað fyri á tann hátt at royna at leiða samrøðuna burtur frá tí, hann ikki vildi svarað uppá. Hetta er ikki óvanligt fyribrigdi í hasum selskapi- num, og verður hetta van- liga kallað uttanumtos. Tórbjørn Jacobsen letst misnøgdur við tað, sum refererað er frá teirri sam- taluni. Tað, sum skrivað er, er tað, sum hevði týdning fyri málið, og man Tór- bjørn Jacobsen vera tann av okkum báðum, sum eigur at vera best nøgdur við, at ikki øll samrøðan verður endurgivin. Fleiri feðrir undir sam- røðuni royndi eg at koma inn aftur á sjálvan spurn- ingin, sum var, um tað var tí, at tað nærkaðist vali í Føroyum, at Norðuratlans- bólkurin gloymdi at siga føroyingum frá, at Stolten- berg hevði tikið játtan sína aftur. Tá einki annað gjørdist hjá manninum, fór hann at møsna um, at danska stjórnin hevði lagt trýst á Stoltenberg og hevði brúkt sendistovuna í Oslo til hjálpar. Kanska eisini føroyska Javnaðarflokkin, legði hann afturat. Ásannandi, at har kom ikki greiðari svar uttan tað, at alt var eitt mistak, segði eg honum frá, at eg fór at kanna hjá donsku sendi- stovuni í Oslo og hjá Thor- valdi Stoltenberg, um hetta var so. Løtu seinni ringdi maðurin aftur og vildi síggja greinina, sum skriv- að varð. Eg segði honum, at tað varð eingin grein skrivað tann dagin – mikudagin – tí eg væntaði ikki, at fáa svar úr Danmark og Noreg til deadline, sum er á middegi. Tað gekk so umleið eitt samdøgur – út á fyrrapartin hósdagin – til svar kom. Síðan varð greinin skrivað og send til e-mail adressuni hjá Tórbirni, sum hann sjálvur hevði sagt mær. Sagt varð samstundis frá, at hann fekk høvi at gera viðmerkingar til faktuellar feilir, t.v.s. skeiv sitat, men ikki loyvi at rætta í orðing- um í greinini. Hetta tí at bæði eg og starvsfelagar á blaðnum hava upplivað, at ávísir politikarar hava vil- jað broytt tekstir og enntá viljað steðgað greinum, áðrenn tær eru komnar í blaðið. Greinskrivarin var heilt vísur í, at einki skeivt sitat var í greinini, og tí eri eg framvegis vísur í. Tá einki var frætt aftur, tá deadline var, varð roknað við, at eingin viðmerking kom, og greinin fór til um- bróting. Seinni ringdi so føroyski skrivarin hjá Norðuratlants- bólkinum og segði, at Tor- bjørn sat í einum taxabili á veg til flogfarið til Føroya, haðani hann lat siga, at hann ikki kundi góðtaka sumt, sum í greinini stóð. Eg royndi at ringja til hansara beinanveg, men fekk ikki samband við hann, fyrr enn hann var lendur í Vágum seinnapart- in. Tá var hann longu for- nermaður. Hevur Tórbjørn Jacobsen hug at vera fornermaður við meg og blaðið, eg ar- beiði fyri, so hann um tað. Eg ætli mær framvegis at heilsa upp á Tórbjørn, tá eg møti honum, og er tað rele- vant fyri tíðindaflutningin, fari eg eisini at tosa við hann í blaðhøpi. Men framvegis verður bíðað eftir tí einfalda svari- num til tann einfalda spurn- ingin um, hví Norður- atlantsbólkurin á Fólkatingi ikki boðaði føroysku fjøl- miðlunum frá, at Thorvald Stoltenberg hevði tikið játt- an sína aftur. Um álitisbrot og at gera í buksurnar VIÐMERKINGAR Fleiri kvinnur á Ting www.javnratt.fo Lesið hvat halda Helena D. á Neystabø Heri Kragesten Jógvan Mørkøre C M Y K 5 4 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 4 fólk í bili w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Bilpakkar Danmark Noreg úr 815,- úr 815,- úr 505,- úr 505,- Hetland Ísland Skotland úr 400,- úr 400,- úr 768,- úr 768,- úr 1.370,- úr 1.370,- Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Ferðist bíliga ... fyri hvønn Tórshavn - Bergen ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Lerwick ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Seyðisfjørður ella hinvegin fyri hvønn Fráf. Tórsh.: 24/5, 31/5, 7/6, 30/8, 6/9 Fráf. Hansth.: 18/5, 25/5, 1/6, 8/6, 15/6, 17/8, 24/8, 31/8 Fráf. Tórsh.: 22/5, 29/5, 5/6, 12/6, 19/6, 7/8, 14/8, 21/8, 28/8 Fráf. Seyðisfj.: 30/5, 6/6, 13/6, 20/6, 22/8, 29/8, 5/9 Tórshavn - Hetland - Skotland ella hinvegin fyri hvønn Bilpakkar