Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 71 - 16. apríl 2002 Nr. 71 - 16. apríl 2002 7 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen At kapping er um fiskin, sæst á øllum uttanlands- sølunum seinastu tíðina. Skip sigla á útlendska marknaðin, og fiskur verður landaður í Føroyum og sendur av landinum. Summi skip leggja ein part av veiðini upp í Føroyum og fara at landinum við tí partinum, tey vænta loysir seg best. Línuskipið, Jógvan Norði, landaði fríggjadagin eini 50.000 pund av eitt nú toski og brosmu í Saltang- ará, men fór niður til Skotlands við umleið somu nøgd av hýsu. Fiskavirking í Saltangará landaði skipið. Saltfiska- virkið á Toftum keypti toskin til saltingar. Kúrberg og Vesturtúgvan Snelluskipið, Kúrberg, landaði í Saltangará fríggjadagin. Teir høvdu eini 400 kassar av stórum og góðum toski, sum teir fingu á Føroya Banka. Eisini tann fiskin keypti Fiskavirking á Toftum. Vesturtúgvan, sum par- trolar saman við Grønanesi, landaði eisini í Saltangará fríggjadagin, meðan Grønanes landaði í Vest- manna. Bæði skipini vóru full; tey høvdu eini 180.000 pund av upsa í part. - Fyrrapartin av túrinum royndu skipini vestanfyri, seinni á Føroya Banka. Upsin, teir fingu vestanfyri, var rættiliga smáur, meðan upsin, teir fingu á Føroya Banka, var væl betur, sigur Jason Johannesen, virkis- leiðari. Mánamorgunin hevði virkið í Saltangará eini 180.000-200.000 pund av upsa inni á gólvinum. Ætlandi landa fyrrver- andi Topas og Sardis í Saltangará í dag. Teir eru nú heimahoyrandi í Vág- unum. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin, tá ið vit frættu, var eingin landing á Sandi, og óvist var, nær skipini koma innaftur at landa. - Vit hava tó nóg mikið av fiski inni á báðum virkj- unum til dagin í dag og meginpartin av degnum í morgin, sigur Jóan Petur Vest. Sandoy Seafood keypir fisk bæði beinleiðis frá skipum og bátum og á upp- boðssølu. Nógvur fiskur hevur verið á marknaðinum í longri tíð, so væntandi er ikki, at virkini í Sandoynni liggja leingi uttan fisk. Útróður Nógvur útróður var úr Sandoynni fyrr í vár. Umframt bátarnar í oynni, vóru bæði suðuroyingar, havnarmenn og hestmenn á Sandi og róðu út. Nú er so nógv útliðið, útróðurin er minkaður, og bátarnir eru farnir heimaftur. Jóan Petur Vest sigur, at bátarnir, sum eru heima- hoyrandi á Sandi, hava seinastu tíðina ligið millum 500 og 600 pund um dagin, tá ið roynandi hevur verið. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Línuskipið, Venus, var á Miðvági mánadagin við umleið 90.000 pundum av toski og hýsu. Fiskavirking í Miðvági keypti hýsuna, sum verður skorin til flak og partvís fer til portiónir. Onnur virkir keyptu toskin. Albert Ellefsen, virkis- leiðari, sigur, at hýsan yvirhøvur er smá. Sagt hevur verið, at hýsan, sum trolararnir fáa, er væl betri enn hýsan hjá línubátunum, men Albert heldur, at tað veldst um, hvar skipini fiska. - Hýsan hjá trolarunum er eisini misjøvn, sigur hann. Spurdur, hvussu hann væntar, at næstu dagarnir verða á virkinum, sigur Albert, at tað er ilt at meta um so tíðliga í vikuni, men hann væntar, at nóg mikið verður at gera alla vikuna. - Veðrið er hampiliga gott, og streymurin er góður, so línuskipini kunnu fáa ein túr aftrat. Tey flestu eru komin innaftur, og nøkur eru farin útaftur, sigur virkisleiðarin. Landa toskin í Føroyum, hýsuna í Skotlandi Eingin landing á Sandi Venus á Miðvági við 90.000 pundum Jógvan Norði landaði til Fiskavirking í Saltangará Nógvir avbygdabátar hava róð út av Sandi fyrr í vár, men nú eru allir farnir heimaftur Seinnapartin sunnu- dagin klokkan fimm bleiv nýggja tíggju- mannafarið hjá Klaksvíkar Róðrar- felag flotað fyri fyrstu ferð KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Hóast tað ikki varð lýst, so vóru heilt nógv fólk savnað niðri við kappróðrarneystið sunnu- dagin, tá nýggja flaggskip- ið hjá Klaksvíkar Róðrar- felag, Klaksvíkingur, bleiv flotaður ella signaður, sum tað eisini verður tikið til. Fyrst bjóðaði Kristian Eli Zachariassen, formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, øllum vælkomnum og segði nøkur orð, har hann millum annað takkaði stuðlunum. Klaksvíkingur er stuðlaður av p/f Christ- ian í Grótinum og JFK Trol. Og so varð tíggjumannafar- ið sett á sjógv. Manna- gongdin er hon, at tað verð- ur róð tríggjar ferðir runt við sólini, tá báturin fyri fyrstu ferð verður flotaður. Klaksvíkingur er mannaður við næstan øllum teimum, sum róðu við Nevinum Reyða í fjør. Tríggir nýggir mans eru eisini við. Umfatandi íløgur Klaksvíkar Róðrarfelag hevur í dag fimm nýggjar kappróðrarbátar standandi inni í neystinum. Tríggir eru frá 2001 og tveir frá 2002. – Vit høvdu ikki kunnað gjørt nakað av hesum uttan stuðulin, sum vit hava fing- ið frá fyritøkum, sigur Kristian Eli Zachariassen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag. – Lions Club lat Fípuna Føgru í fjør. Hann sigur eisini, at í fjør gjørdu limir felagsins eitt stórt arbeiði við at skipa fyri tiltøkum, so at pening- ur kundi savnast inn. – Umframt at vit settu hol á arvagullið hjá okkum, tað vil siga, at uppsparingin hjá felagnum eisini varð nýtt. Í ár er tað so sum sagt p/f Christian í Grótinum og JFK Trol, sum hava latið Klaksvíking og fyrr í ár lat Norðoya Sparikassi tað nýggja fimm mannafarið, sum enn ikki er heilt klárt at flota. Aðrar íløgur hjá Klaks- víkar Róðrarfelag eru átta rógvimaskinur av slagnum Concept 2 og eitt klima an- legg, sum skal verða ein av- fuktari til bátarnar. Anlegg- ið ger at fuktigheitin inni í bátaneystinum verður meiri jøvn. – Vónin er, at við klima- anlegginum sleppur ongin væta inn í bátarnar, meðan teir standa inni í neystinum, sigur Kristian Eli. Hann sigur, at tað er kostnaðarmikið at reka eitt róðrarfelag, og eitt tiltak, sum Róðrarfelagið fer at gera aftur í ár er stuðuls- rógvingin. Men enn er ikki avgjørt, nær tað skal verða. - Vit hava gjørt av at hava stuðulsrógvingina aftur í ár, tí hon eydnaðist so væl í fjør, sigur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag. Torført at endurvinna FM heitini Spurdur um, hvussu tað man fara at gangast Klaks- víkar Róðrarfelag í ár, svarar Kristian Eli: – Tað verður torført at liva upp til úrslitini í fjør, men eg vænti, at okkurt gott úrslit verður. – Felagið hevur í dag fimti aktivar limir, so eg ivist ikki í, at onkur mann- ing fer at klára seg væl, sig- ur Kristian Eli Zachariass- en. – Undirsjóvartunn- ilin um Leirvíksfjørð er eitt stórt framstig, men tað er ongin ivi um, at tað fer at seta munandi hægri krøv til Norðoya økið, sig- ur Torleif Sigurðsson, varaborgarstjóri NORÐOYA TUNNILIN Solby A. Eliasen Klaksvík: – Tað er eitt stórt framstig, at tað er samtykt at fara í gongd við Norðoya tunnilin, heldur Torleif, men hann spyr hvat hendir, tá tunnilin er komin ígjøgn- um. – Tað er onki at ivast í, at ferðslan í Klaksvík kemur at verða økt munandi, og so er spurningurin, um vega- kervið hjá okkum heldur til tað, sigur Torleif, sum eis- ini vísir á, at tað búgva um- leið 6.000 fólk í Norð- oyggjum. Har av búgva 1.200 uttan fyri Klaksvík. Vegakervið ikki nøktandi Torleif sigur, at vegakervið við tunlarnar norðyvir á Borðoynni er ikki nøktandi, sum er, tað megnar ikki ta tungu ferðsluna og so kann ein bert spyrja hvussu verð- ur, tá undirsjóvartunnilin við allari sínari øktari ferðslu er komin. – Man kann ímynda sær, at rættiligt ferðslu kaos verður í tunlunum norðan- fyri. Hann sigur, at spurning- in, um verandi tunlar skulu umvælast ella nýggir skulu gerast, má sakkunnleikin viðgera. Havnin undir Grótrætt Torleif vísir á, at fyrireik- ingar til komandi undir- sjóvartunnilin eru í gongd. Norðuri á Grótrætt er ein ídnaðar- góðs og fríhavn, sum hevur ein keikant, ið er sera djúpur, í gerð. Torleif sigur, at summi vænta, tá tunnilin er komin, at tað fer at verða einvegis ferðsla út úr Klaksvík, men tað væntar hann ikki. – Ætlanin við havnini á Grótrætt er, at fáa virksem- ið á meginøkinum norður henda vegin til okkum í Norðoya økinum. – Havnin norðuri á Grót- rætt verður væntandi liðug á heysti 2004, sigur Torleif Sigurðsson. Tunga ferðslan Torleif sigur, at landsverk- frøðingurin hevur teknað ein veg, sum skal verða oman fyri Geilina í Klaks- vík og norður í frákoyring- ina til Ánavegin. – Hesin vegur hevði ver- ið avbera góður til ta nógvu, tungu ferðsluna, sum arbeiðið í Grótrætt før- ir við sær. Og alt annað norðanfyri eisini. – Tað er umráðandi at royna at leiða ta tungu ferðsluna út um tað bygda økið, sigur Torleif Sigurðs- son, sum heldur at, tann ætlaði Ringvegurin oman fyri býin er ein landsupp- gáva. At enda sigur Torleif, at man kann tosa um komm- unusamanlegging ella ei, men ikki kemst rundan um, at norðoyingar, tað vil siga, fólk í Klaksvík og norðanfyri, arbeiða hvør hjá øðrum, og tí er tað sera umráðandi, Norðoya økið er væl skipað. Klaksvíkingur flotaður Her nemur nýggi Klaksvík- ingur fyri fyrstu ferð við sjógv Torleif Sigurðsson, varaborgarstjóri í Klaksvík: Norðoyatunnilin setur krøv Torleif Sigurðsson, varaborgastjóri í Klaksvík, spyr hvussu verður við vegakervinum, tá Norðoya tunnilin er komin C M Y K 7 6 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 151.000 km. 94.000 Nissan Primera 1,6 LX gráur, 4 hurðar, árg. 1995, 126.000 km. 69.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 47.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel gráur, 2 hurðar, árg. 1996. 78.000 Peugeot 306 Diesel Aircon bláur, 4 hurðar, árg. 1999, 47.000 km. 125.000 Peugeot 306 XS 2,0 St. Car Ljósa bláur, 5 hurðar, árg. 1999. 130.000 Peugeot 206 XR 1,9 D bronze, 5 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 110.000 Opel Astra 1,8 Club Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 104.000 km. 70.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 110.000 km. 55.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon brúnur, 5 hurðar, árg. 1997, 40.000 km. 85.000 Saab 900 S reyður, 5 hurðar, árg. 1995, 119.000 km. 98.000 Mazda 323 1,5 gráur, 4 hurðar, árg. 1998, 66.000 km. 95.000 Mazda 323 F 1,6i GLX vínreyður, 5 hurðar, árg. 1996, 116.000 km. 77.000 Seat Cordoba Vario 1,4 bláur, 5 hurðar, árg. 1999, 25.000 km. 89.000 Ford Fiesta bláur, 5 hurðar, 130.000 km. 22.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,6 reyður, 5 hurðar, árg. 1999, 52.000 km. 119.000 Opel Astra 1,7Dtl grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 99.000 Opel Astra 1,7d Wagon bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 142.000 km. 55.000 Opel Astra 1,7d Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 99.000 km. 65.000