Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1952síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 Feroya | | SOSIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri VILHELM SØRENSEN Prent: A. ØSTER Kajgerdin i Vågi jgerð Vág Kajgerðin í Vági, ið byggifelagið Saaby & Lerke gera, gongur sera væl, og væntuliga verður so skjótt liðugt, at vígslan kann fara fram á Jóansøku, sum í ár verður hildin í Vági. Útróðurin sunnanfyri Sunnanfyri er útróðurin alsamt góð- ur. Seinnu tíðina eru bátar altíð av og á komnir uppí 50 centnarar. Í Vági rógva tó bert 5 motorbátar út í løtuni. 11 pst. í Klakksvík Skattaálíkningin í Klakksvík vísir, at inntøkan í fjør hevur verið 5.900.000 kr. Skattaprosentið: 11. Við næstseinastu líkning var inntøkan 6.500.000 kr. og skattaprosentið: 10. Studentarnir til Klakksvíkar Hin væleydnada skemtanin hjá næmingunum úr studenta- og prelimi- nerskúlanum, ið hevur verið framførd tríggjar ferðir í Havn, verður sunnu- dagin framførd norðuri í Klakksvík. Sostatt hava Klakksvíkarfólk eitt stuttligt og hugnaligt kvøld í væntu. Rikard Long landsstýrismaður fór til Keypmannah. við Tjaldrinum týsdagin. Foðingardagar Í morgin: Jóhannes Niclasen Klakks- vík, 65, Tummas Fr. Olsen, Árnafirði. 65. Mánad.: Jóhan Hansen, Mikladali 50, Hugo Gardar Klakksvík 50. Týsd.: Elias Mikkelsen, Viðareiði 70, Karin Mikkelsen Tvøroyri 75. . . . Skipini Tjaldur fór til Keypmannah. týs- dagin. Fer úr aftur Keypmh. 7. mars. Drottningin fór út í gjár. og 4. mars fermir Grenen, í Keypmh. Búnaðartíðindi Á Hordaland búnaðarskúla hava teir rætt nú royndarúrslit við skúmaðari mjólk og 44 — 1 spón av lýsi um dag- in til alan av kálvum. Úrslitið vísir minst líka góðan og skjótan vøkstur sum av nýmjólk og livevni hitt besta. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Iss I rr f—…—————2"— 100 skrælingar fyri hvønn dana Nevnd sett at býta út útgerðarlán Týskvøldið valdi tingið tveir menn í 5-mannanevnd, sum ríkis- stýrið ynskir setta til at býta út tær 4 mill., sum Sjóvinnubankin eftir uppskoti ríkisstýrisins fær sum útgerðarlán. Í nevndina koma: Ein frå hvørj- um bankanum her og ein frá dan- ska Nationalbankanum sum upp- maður. Løgtingið valdi Johan Dar:iel- sen, postmeistara (Fólka- og sam- bandsflokkarnir) og Tór Ásalsson Dalsgarð (jevnaber. og sjálvstýr- isbólkarnir). Forskotsrindan og lønjavning Mikudagin vóru hesar lógir til við- gerðar á tingi. Stjørnarflokkarnir hildu fast um, at neyðugur peningur ikki kundi reisast, so fiskimenn aftur fingu lønarviðbót og forskotsrindan, meðan mótmælisflokkarnir allir vóru samdir um, at allar leiðir máttu royn- ast. So leingi hesir spurningar ikki eru loystir. er Tønartrætan heldur ikki loyst og fiskimannafeløgini nokta limum sínum at mynstra, fyrr enn avgerð er tikin MILLUM UNGFÓLK á tingi. Anna var í Havn. Meðan Nógv hevur verið um at verið seinnu tíðina. Fastalávintin gjørdi sítt. Pól Petir gekk tá við góðari kenning í fleiri de agar og so kom prógtøkan hjá honum. Tíverri næstan »dumpadi« hann, men fekk kortini >kystskipara- prógv< av fyrstu grad. Anna var kedd av hesum, men Pól Petir uggaði hana við tí maskinbát átti hann og hann hevði hann loyvi at føra, og vissuliga skuldi tey ferðast oyggjarnar millum í summar. Tá Anna hetta hoyrdi kom betri lag á hana. og í ti hon kroysti hann at harmi sínum. segði hon sum vanligt: >Ah, kjeri Pål Petir.« Hvi kemur blaðið ikki fram? Í hópatali koma klagurnar um, at blaðið ikki kemur fram. Summir hald- arar fáa blaðið ongantíð og aðrir bert av og á. Sum vit áður hava sagt frá. er hetta ikki orsakað av ringari av- greiðslu. Eina hendinga ferð kann eitt mistak hava verið gjørt, men tó ikki nærhendis til sammetingar við klagur- nar, Ívaleyst av bløðum verður eisini sent. altíð fleiri enn haldararnir eru í hvørjari einstakari bygd. tá teir eru yvir 10. Einaferð enn biðja vit teir haldarar, ið ikki fáa blaðið. siga okkum frá skrivliga. og vil skulu so gera okkara ílarsta fyri at fáa postverkið at fáa regluliga gongd í, har tað í løtuni ikki tykist at vera í rættlagi. Mangt kann einum detta i huga. Fyri nøkrum árum síðani kundi ein frá einari politiskari rørslu hoyra, at tað ikki vóru meiri enn 100 grønlendingar fyri hvønn dana í Grønlandi. Hetta var óivað Próvtøkur HITT ALMENNA MASKINIST- PRÓGVIÐ Hans J. Biskopstø, Klakksvík 96 Tórur Borðoy, Klakksvík 75 Sofus Dalsenni, Klakksvík TV Håkun Danielsen, Velbastað 70 Bjarni O. Hansen, Fuglafirði 80 Carl Matthias Hansen, Klakksvík 66 Bjarni Jacobsen, Svínoy 76 Ingvard Jacobsen, Sørvág 67 Samson Jacobsen, Streymnes 59 Robert Lindenskov, Tórshavn 78 Sjårdur M. Olsen, Vestmanna 102 Johannes Petersen, Tórshavn 83 Marius Poulsen, Klakksvik 72 Alfred Steensen, Klakksvik 82 Hægst til hetta prógv er 112 og lægst er 48. PROVTØKA f HAVN Motor- og maskinprógvini á Sjó- mannaskúla Føroya endaðu leygardag- in við hesum úrslitum: Símun Danielsen, Sandavág 20 32 John Eystberg, Skopun 23 38 Sverri Hansen, Slættanes 17 — Hjørleif Hentze, Sandur 26 44 Leivur Holm, Tvøroyri 27 — Charles Joensen, Tórshavn 19 — Arni Jacobsen, Sandvík 22 — Ják. Johannesen, Norðskáli 19 — Kjartan Justinussen, Tórshavn 16 — Hilmar Poulsen, Innan Glyvur 20 39 Leivur Nattestad, Miðvágur 15 — Andreas Samuelsen, Torshavn 24 30 Arnhold Simonsen, Sandavågur 25 41 Joen P. Thomassen, Oyndarfj. — 32 Trygvi Jensen, Sandur — 28 Jón Hentze, Skopun — 36 MOTOR- OG MASKINPASSARA- PRÓGV Í KLAKKSVÍK Hjarnar Djurhuus, Klakksvík 27 — Óli á Grømma, Klakksvík 27 — Meinhard Jacobsen, Glyvrar 18 — Kristoffur Mørkøre, Klakksvík 21 33 Jóan Hendr. Petersen, Klakksv. 24 35 John Erik Ziska, Klakksvik 25 36 Hægst til motorpassaraprågv er 28 til maskinpassaraprågv 56. Lægst til motorpassaraprógý er 12, til maskin- LANGFARAPRÓGV Siggert Debess, Hayn............... 38 Napoleon Johannesen, Havn ...... 28 Alberg Johansen, Sandavágur ...... 33 Thomas Thomassen, Sandav. ...... 36 Rasmus Nielsen, Sandavágur ......:38 Jákup á Rógvi Andreasen, Vestm. 40 Jesper Ellingsggaard, Eiði ...... 39 Kristian M. Johansen, Sandav. ... 31 Leo Johansen, Mykinesi ......... 34 Joen Matras Absalonsen, Viðareiði 24 Mads Winther Hentse, Sandi ...... 25 Mainer Tausen, HHove ............ 27 Søren Olsen, Rituvik .„....e ne... 39 Meinhardt Djurhuus, Gjógv ...... 32 Alvin Mikkelsen, Vágar ............ 32 Lægst er 18 — hægst er 42. 1. mars 1952 meint sum eitt prógv fyri skeivum stýrislag. Tá ið ein nú sær, at tað ikki eru meiri enn 40 føroyingar fyri hvørt fólk í føstum starvi, tað vil siga við fastari løn, so er ikki løgið, um mongum fellur hetta fyri bróstið. Hvønn dag kann ein lesa um ringar pengatíðir, men at hugsa sær til, at vit skulu føða 750 fólk við fastari løn. Herí ikki rok- naðir prestar og klerkar og onnur, ið ikki kunnu umverast. Hesi fólk hava lágt sett 10.000 kr. um árið í løn, hvørt einstakt. Tað er 750 . 10.000 = 7.500.000 kr. Javnað yvir 30.000 fólk verð- ur hetta 250 kr. fyri hvørt fólk at gjalda árliga til hesi 750. Soleiðis er stýrislagið í dag, og hetta er okkum sjálvum at takka. Tað hevur ofta verið sagt, at sjó- maðurin verður gloymdur av sín- um umboðsmonnum, og nógvir sjómenn hava hildið at so hevur verið, og tá helst, tá ið mest stóð á; men fáur mundi trúgva, at tað skuldi koma so týðuliga fram sum hesa ferð, tá ið henda sendinevnd- in kom aftur av flatlondum. Nú skuldi pengar vera vissaðir til alt; men tá ið sjómaðurin vil vissa sær 500 kr. um mánaðin, tá veit løgmaðurin at siga frá, at til hetta eru eingir pengar. Tað kundi ver- ið forvitnisliga at sæð, hvussu nógv av teimum fastløntu fólkun- um fingu sína løn útgoldna fyri seinasta ár, hvussu nógv, ið er eftir at gjalda teimum og hvussu nógv, ið kann roknast við, tey ong- antíð fáa útgoldið. Tað hevur ofta verið havt á munni millum manna, at betur hevði roynst um løgtingsval vóru oftari, tí eitt hálvt ár undan vali og til valið, verður sjómaðurin ofta havdur á munni. Kanska teir gævu harrar tá høvdu forrent seg at ver- ið fyri. onkrum, sum teir í dag eru ímóti, fiskimanninum til bata. Eg vil siga til allar arbeiðarar bæði á sjógv og landi: Leingi hava vit verið trælkaðir, men latum okk- um ikki gerast illar og ovursintar, men latum okkum standa saman og við einari reinari samvitsku taka landið við fyrsta kjans. Andreas Højgaard Vestmanna. 4 LI Arbeiði r” er útbjóðast Arbeiðið at leggja niður tele- fonkaðlar í Tórshavn bjóðast út við licitation. Treytirnar arbeiðinum viðvíkj- fáast frá hósdegi 28. februar til og við mánadegi 3. mars 1952 á akrfystorn telefonverkstjórans. Telefonverkið. Vaskaríið Í KRÓKI heintar og sendir klæðini! A