leygardagur 1. mars 1952síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3)
1. mars 1952
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Forskotsrindan og lenjavnan
Hetta kravið verður ikki vikið
frá siga umboðsmenn fiskimanna.
So hættisligar eru umstøðurnar !
Og landsstýrið og afturhalds-
flokkarnir og eingin annar hava
alla ábyrgdina her.
Tað var so heilt óneyðugt at av-
taka forskotsrindanina. Hatta, sum
afturhaldsflokkarnir hava meylad
um, at eingir pengar eru til for-
skotsrindanina, er vitleyst og ósatt.
Um so landskassin er i peninga-
troti — so skilaleyst er farid fram
síðani hetta harðræðisveldi móti
fiski- og arbeiðsmanninum kom til
— eru aðrar keldur at troyta, kel-
dur, sum eru skaptar av fiski-
manninum sjálvum, keldur, sum
forskotsrindanarlógin beinan veg-
in álegði landsstýrinum at søkja,
um tað var neyðugt fyri at fáa
pening til rindan av fiskimannsins
forskoti ella rættari akontogjaldi.
Vit hava serliga Tryggingarsam-
bandið og Føroya Fiskasølu í
huga. Tað eigur sínar 7 milliónur.
Hitt seinra slaka 1,4 millión aft-
aná at hava lagt 750.000 í Sjó-
vinnubankan.
Forskotsrindanarspurningurin
kann makaleyst greiðast, um menn
á tingi vilja.
Tá ið fiskurin er landaður, kann
Fiskasølan læna uppá hann 25 %
av virðini til fiskimenn.
Inntil fyrsti fiskurin kemur,
kann so Fiskasølan av sínum pen-
ingi leggja út. Røkkur hann ikki
kann Tryggingarsambandið skoyta
uppí av sínum mongu milliónum.
Bæði hesi feløgini fáa pening sín
aftur, tá ið fiskurin verður seldur
ella lænt verður uppá hann sam-
bært skipanina um lán uppá fisk
á goymslu.
Hesa leið hava javnaðarmenn
og sjálvstýrismenn víst á. Og hon
er sum sagt farandi.
So einfaldur er spurningurin.
Alt stendur sum sagt á lands-
stýrisins og meiralutaflokkanna
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
vilja at boyggja seg heldur enn
at lata alt fara í skeljasor.
Fiskimannainteressur = skuldu
ikki staðið aftanfyri tær størstu,
sjálvt ikki endurreisingina av Sjó-
vinnubankanum, tá ið menn funnu
hesa leið.
Fiskimenn
Allir fiskimenn eru á einum
máli um, at tað er ógjørligt at fara
til skips við ongum forskoti, og at
summir fiskimenn heldur íkki
skulu fáa lønviðbót.
Henda støða fiskimanna er lætt
at skilja — ja, so lætt, at tað er
óneyðugt at skriva nakra langa
blaðgrein um tílíkt mál sum hetta.
Tá ið eg í dag skrivi, so er tað
fyri at lata fiskimenn vita, at mál-
ið hevur verið til 1. viðgerð á
tingi mitt í hesi vikuni og varð
beint í fiskivinnunevndina, og
vónandi verður nevndin liðug við
málið um ein ella tveir dagar.
Í neyndini eru fyri Javnaðar-
flokkin: P. M. Dam og undirrit-
aði, fyri Fólkaflokkin: Bláhamar
og Sørensen og fyri Sambands-
flokkin er J. Chr. Olsen, sum er
nevndarformadur.
Meira kann ikki verda sagt um
målid, fyrr enn tad er lidugt frå
nevndini; men vónandi fáa vit eitt
úrslit, sum bæði fiskimannafeløg-
ini og motorpassarafelagið kunnu
góðtaka, soleiðis at fiskiflotin
kann koma út í toluliga rættari
tíð til gagns fyri okkara land og
fólk.
Limir av báðum fiskimannafel-
øgunum og motorpassarafelagnum
megu ikki mynstra við nøkrum
fari til nakra fiskiveiðu, fyrr enn
tit frætta aftur frá stjórn felag
fiskimanna og motorpassara. Tit
verða at frætta um nakrar fáar
dagar.
J. H. Danbjørg.
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging.. telf. 372
Foroya Brunatrygging .. telf. 372
Føroya Sjovåtrygging ... telf. 372
Føroya Vanlukkutrygging telf. 221
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar o.a.
Føroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging —
-
FÆRØSK MARGARINE
VITA Ne I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
FINT PRODUKT
——
Kvøldskemtan
studentana
At åhugin fyri kvøldskemtan
studentanna hevur verid
prógvar hin stóra lurtarafjøldin ið
tríggjar ferðir hevur fylt Sjónleik-
arhúsið.
Her var vissuliga eisini nakað
at fara til, og ilt er at siga, hvat
ið best var, tí her var einki tunt
soð uppi í
Væl var lagt til rættis, og væl
varð framført.
Tað, ið mest hugtók fólk, var
ivaleyst kórsongurin, ið nú eina-
ferð hevur so stóra ávirkan á fólk
og hevur so lætt við at birta undir
teir djúpastu hjartastreingirnar í
mannasålini, Og hetta evnadi okk-
ara unga songhetja, Ólavur Joen-
sen, við sínum fríska og unga kóri,
og tað við tilikum kynstri, at alt
saman, bæði kórsongur, tvírødd-
aður songur og einrøddaður song-
ur, væl kann sammetast við alt, ið
áður er hoyrt frá hesum sama leik-
stórur
palli.
Týðuliga var, at her var gjørt
eitt stórt fyrireikingararbeiði, og
tey prógvaðu til fullnar við hegn-
isligu og hugtakandi framførslu
síni, hvat burtur úr er fingið, og
hvat vit í framtíðini hava at vænta
av teimum.
Skemtið — av ymiskum slagi
rar væl og kynstriga framført.
Fremst av øllum vóru brotini úr
>Feðgum á ferð<. Hevur Hedin
Brú dugað væl at sagt frá, dugdu
hesi ungu leikfólkini ikki minni
væl at bera tey fram á leikpalli-
Nr. 9
num. Øll vóru tey frálík.
Teir ymisku tættirnir, ið fram-
bornir vóru, vóru stuttligir — og
væl varð kvøðið.
Stutt sagt var hetta ein hugnalig
og væleydnað skemtan, id næming-
arnir úr studenta- og preliminer-
skúlanum — og annars teir, ið
hjálpta til — kunnu vera fegnir
av.
Triðji foroyski
— happadráttur
Dråttarlisti fyri 1. drátt
23. febr. 1952
Hesi nummør hava vunnið:
1000 kr.: nr. 571
500 kr.: nr. 1368
200 kr.: nr. 1108 1224
100 kr.: nr. 5 17 28 37 85 108 117
158 180 187 216 284 349 369 407 426
133 454 482 652 656 664 693 716 747
765 809 824 859 871 876 899 923 996
997 1009 1013 1038 1080 1126 1145
1205 1258 1321 1337 1356 1426 1441
1469 1475.
Vinningarnir verða útgoldnir bein-
an vegin vid frådråtti av 10 %.
Vinnarnir verða bidnir um at venda
sær til happadråttarseljarar teirra.
tann 23. febr. 1952.
Happadráttarnevndin.
Tórshavn,
5) OKKARA
SGR REKLAMA
Høvuðsskrivstova
Partaf
Sjovinnubankin
TORSHAVN SØRVÁGUR
TIf. 110, 304 & 639 Tlf, 19
Renta á bankabók: 31/2 % — vid 3 mánaða uppsøgn: 4/0
ALT VANLIGT BANKAYRKI
Bankin er opin hvønn gerandisdag kl. 11
elagið
Vága deild
-3, leygardad kl. 11—2
Skipafelagið Feroyar
Telefonir 209
171 274
Tórshavn
TIL ALLAR
FISKIMENN
Løgtingsins fiskivinnunevnd hevur lovað at málið viðvíkjandi
forskoti og lønarviðbót fiskimanna skal verða liðugt frá tinginum
kanska í dag ella í seinasta lagi áðrenn mikudagin 5. mars.
Undirrítaðu feløg nokta okkara limum at mynstra við nøkrum
skipi til nakra veiðu áðrenn sáttmálarnir eru undirskrivaðir.
Tit skulu frætta aftur um nakrar fáar dagar.
Í Havn, 1
Føroya Fiskimannafelag.
„ mars 1952.
Sudurovar Fiskimannafelag.
Føroya motorpassarafelag.