leygardagur 26. apríl 1952síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
26. apríl 1952
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Hin føroyska bíblian X
og Poul Haremst
Tá ið presturin í Fuglafirði skriv-
aði fyrstu grein sína um hina føroysku
Bíbliuna — greinin var dagsett 31.
jan. í ár — svaraðu teir sjey menninir
ið saman við mær høvdu kannað inni-
hald Bíbliunnar, honum greitt og skila-
gott i »Dagbl.« nr. 16. Hann gavst tó
ikki, men kom í >Dimmal.< nr. 17 við
tveimum nýggjum greinum um sama
evni. Hesar greinar hava ikki fingið
aftursvar, sum tað eigur at verða giv-
ið. Sjálvur skoytti eg nakrar reglur
móti honum upp í grein mína >Bæði
til ålop og verju«, sum júst tá skuldi
til prentingar; men eg hevdi ikki
stundir til tað kvøldið at kanna nóg
gjolla um tað, su mHaremst hevði
skrivað. Hinir sjey góvu honum aftur-
svar í >Dimmal.<; men teir fingu ikki
innivist fyri meir enn einum lítlum
parti av ti, sum teir høvdu at siga.
Blaðstjóri Dimmal. lovaði mær persón-
liga blaðrúmd fyri svari til Haremst,
men tá ið til stykkis kom, fekk eg ikki
innivist har. »Dagbl.« vildi enda kjak-
id, tá ið eg hevdi skrivað grein mína
»Fyribils«, har eg gjørdi vart við, at
eg hevði nógv at skriva aftrat. Hví
varð stríðið ikki endað har, alla ta
longu tíð frá fyrrapartinum í desem-
bur til langt út í jantuar, tå id Brimnes
skrivaði eina greinina fyri og aðra
eftir við ongum skili móti hini for
oysku Bíbliuni og móti øllum mínum
bókliga arbeiði? Tó skyldi eg at takka
blaðstjóranum, harra Knút Wang, sum
oman á alt vælviljandi loyvdi mær at
skriva grein mína »Bædi til álop og
verju«. Og tå ið nå >Føroya Social-
Demokratur« gevur mær rúmd fyri aft-
ursvari til Poul Haremst. skal eg her
við Guds hjálp — og so stutt og greitt,
sum eg dugi
álopum og skuldsetingum hansara, við
tað at eg beri ótta fyri, at kanska onk-
ur hevur fingið ta hugsan, at V. D.
man helst kortini hava bronglað inni-
hald Bíbliunnar her og har eftir egn-
um tykki.
mótmæla órættvísu
x
Eg skal byrja við sjålvum høvuðs-
spurninginum. Haremst dregur fram
tvey orð úr einum versi av Bíbliunnar
meir enn 31.000 versum, nevniliga hesi
bæði orðini í Matt. 28, 19: >doypið
tey«. Tað er alt. Um hesi orð sigur
hann: »Man kan her konstatere en ty-
delig afvigelse fra den aut. danske, den
svenske, de to norske, den aut. engelske
(King James version) og provst Dahls
der alle følger den græske grundtekst.«
Uppaftur: »Om konformitet« (sam-
svaran) »med flertallet af de over-
grundteksten hvilende oversættelser
kan der ikke her være tale«. Og upp-
aftur: »Derved bliver ded 7s højtide-
lige erklæring om gennemgang vers
for vers og om fuld samsvarighed mere
end problematisk. Konstatering af en
saadan afvigelse bestyrker ikke tilliden
hverken til erklæringen eller V. D.s
bibelgengivelse«.
Nú. Eg skal bert halda meg til mál-
beringarnar orðaraðið, tí tað er tað,
ið Haremst ger. Samsvaranina milllum
hinar ymisku málberingarnar, týdning-
inum viðvíkjandi. hava aðrir skrivað
um, og tað er ikki neyðugt at taka
orð teirra upp aftur. Um Haremst
ikki hevur gjøllað kannað tað, sum
hann so ivaleygur hevur skrivað um í
hesum álvarsama máli, ella hann royn-
ir at blinda eyguni í lesarum sínum,
tað veit eg ikki, og eg ynski eftir, at
tað ikki skal vera hetta seinna. Men
hvørki eg ella hinir sjey hava sagt, at
umseting mín her samsvarar við fleir-
talið av teimum 10 umsetingum, ið eg
nevni á baksiduni á titulbladi hinnar
føroysku Bibliu. Og tað kann hon ikki.
Tí hesar 10 umsetingar siga so: Báðar
tær týsku og hin íslendska: >doypið
tey«. (Tað eru tríggjar). Báðar tær
ensku og hin svenska: >doypandi tey).
(Tað eru seks). Hin danska og hin
norska á ríkismáli: »idet I døber
dem<. (Tað eru átta). Hin norska á
landsmåli: >med di de døyper deim«.
(Tað eru níggju). Og Dahls: >við tað
at tit doypa tey«. (Tað eru tiggju).
Hvussu mangar av hesum tíggju um-
setingum kundi eg nú fáa umseting
mína av hesum báðum orðum at sam-
svara við orðaraðið? Í mesta lagi
tríggjar. Og tað ger hon. Hon sam-
svarar orðaraðið við hina íslendsku
og báðar tær týsku. Onnur hin týska,
sum eg havi nýtt, er 852. upplag av
Martin Luthers umseting. Tá ið ti
Haremst kallar umseting mína >de
Danielsenske kildevæld« kundi hann
lika væl sagt »de Lutherske kildevæld«.
Og hví gremur hann seg ikki um øll
tey ættarlið, sum síðani trúbótina, bæði
í Danmark, Noregi, Íslandi og Føroy-
um vid, hava drukkið av »de Daniel-
senske kildevæld«? Tí málberingin
»idet Í døber dem« kom ikki í Dan-
mark og Noregi fyrr enn eftir ár 1900,
og Dahls og hin landsnorska umseting-
in eftir 1920. Og hin íslendska Bíblian
sigur enn í dag: >doypið tey«. Haremst
sigur um føtnotuna í hini islendski
Bibliuni: »Vil De herrer tage den is-
landske tekst til indtægt for V. D. gen-
givelsen, maa De i sandhedens navn
anføre, at den islandske bringer begge
læsemaader.« Men tå ið hin íslendski
umsetarin sigur »doypid tey« i tekst
inum og hitt bert í fótnotuni, hevur
hann harvið gjørt av, at hann heldur
»doypid tey« vera hitt beinara, og
skuldi eg havt tikid við allar fót- og
marginalnotur í danskari, svenskari,
norskum, íslendskari og enskum umset-
ingum, hevdi hin føroyska Bíblian ver-
ið eitt sera rúgvismikið verk. Sum eg
havi skrivað áður: Ein og hvør, ið
eigur gamlar danskar ella norskar Bíb-
liur, kann blaða á, og hann skal tá
síggja, at tær siga: »dober dem«. —
Hví talar Haremst ikki um, at Dahls
umseting onga av hesum omanfyri
neyndu umsetingum samsvarar orða-
raðið uttan kanska hina landsnorsku!
Nei; Dahls samsvarar nøkulunda við
Rørdams umseting frå 1887, sum sig-
ur: yved at døbe dem«. Og hesa mál-
bering tordu Danir hvørki 1907 ella
1948 at nýta í hini autoriseraðu um-
setingini, tá ið hon var reviderað.
Dømini úr nýggja testamenti, sum
hinir sjey í svari sínum í »Dagbl.« nr.
16 taka fram, roynir Haremst i
»Dimmal.« nr. 17 at kollvelta. Hann
sigur, at við tað at flest øll av dømun-
um hava umsøgnina í soguhåtti (i
høvuðssetningini) plus lýsingarhátt í
tí tilhoyrandi lidinum, verður munur
á tí, og tá ið umsøgnin er í boðshátti
(í høvuðssetningini) plus lýsingarhátt
í tí tilhoyrandi liðinum. Men hetta er
ikki so. Tað ger ongan mun í tí, sum
stríðið her stendur um. Ég taki fram
tvey dømi av teimum neyndu. Í Matt.
9,35 stendur: >Jesus ferðaðist nú um í
øllum støðum og bygdum, lærdi í sýna-
gogum teirra, prædikaði evangelium
ríkisins og grøddi hvørja sjúku og
hvønn veikleika.« Hetta vers kundi
verðið umsett: »Jesus ferðaðist nú um
í øllum støðum og bygdum, lærandi í
sýnagogum teirra, prædikandi evange-
lium ríkisins og grøðandi hvørja sjúku
og hvønn veikleika,< og merkingin var
Nr. 17
N:
Lø Slóner
på
jåst hin sama. Og tå id eg i nyggja
testamenti, sum kom út i 1937, um-
setti: »doypandi tey«, og í hini for-
oysku Bíbliuni >doypið tey«, sigur tað
júst hitt sama. Tað er bert tann munur,
at »doypandi tey« kundi kanska onkur,
sum fegin vildi hetta, fáa at styðja
hina kirkjuligu læruna og Dahls um-
seting, og síðani er eisini »doypid tey:
betri føroyskt mál. Eg nevni hitt seinna
dømið. Í Luk. 6,35 stendur: >lænið
uttan at vænta nakað aftur!< Tað
kundi verðið umsett: »lænid, væntandi
einki aftur!< ella: »lænid, og væntid
einki aftur!< — hetta síðsta var kan-
ska tað besta, málsliga sæð. Týdning-
urin er hin sami í øllum trimum um-
setingunum. Hetta versið slær Haremst
hart á og heldur, at tað »pudsiga« er
við tí, at tað slær hinar sjey og meg á
munnin og styðjar ypaa det kraftigste«
Dahls umseting av Matt. 28.19. Nei,
tað er tvortur ímóti sum omanfyri
er víst á. Tað er tað »pudsiga« við ti.
at Haremst slær seg sjálvan á munnin,
og hetta nevnda versid styðjar >paa
det kraftigste« mína umseting (»doyp-
ið tey«) og ikki Dahls. Harrin lærdi í
Luk. 6,35 um mátan, ið teir skuldu
læna uppá: Teir skuldu læna og einki
vænta sær aftur. Og í Matt. 28.19 lærir
hann um mátan. teir skuldu gera læri-
sveinar uppá: Teir skuldu gera læri-
sveinar og doypa teir. Hetta samsvarar
við Mark. 16.16: >Tann. ið trýr og
verður doyptur, skal verða frelstur«.
Men fyri at eingin skuldi hugsa, at
dópurin er neyðugur til frelsu, legði
Harrin aftrat: »men tann, ið ikki tryr
skal verða fordømdur<.
Framhald
Victor Danielsen
Dráttarlisti fyri
2. drátt
19. apríl 1952
Triðji føroyski happadråttur
Hesi nummor hava vunnið:
5000 kr.
Nr. 203
500 kr.
Nr. 239
200 kr.
Nr. 207 - 555 - 556 - 988 - 1183
100 kr.
Nr. 2 - 14 - 31 - 34 - 53 -75-76
94 - 118 - 125 - 132 - 140 - 152 - 169
181 - 205 - 206 - 217 - 256 - 301
305 - 321 - 358 - 336 - 438 - 441
449 - 496 - 502 - 566 - 589 - 622
626 - 648 - 671 - 730 - 763 - 766
775 - 777 - 781 - 837 - 870 - 879
940 - 951 - 961 - 987 - 999 - 1002
1030 - 1067 - 1075 - 1165 - 1170
1173 - 1196 - 1206 - 1213 - 1277
1341 - 1378 - 1381 - 1395 - 1406
1409 - 1413 - 1414 - 1438 - 1490
1492 - 1503 - 1525 - 1529 - 1550.
Vinningarnir verða útgoldnir
beinan vegin við frådråtti av
109. Vinnarar verða umbidnir
at venda sær til happadráttar-
seljarar teirra.
Tórshavn, 19. apríl 1952.
HAPPADRÁTTARNEYNDIN
Vaskaríið Í KRÓKI
heintar og sendir klæðini!