Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-04-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. apríl 1952síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 Halló, Klakksvík her! Framh. av 1. s. »Vidoy« og »Lidarenni« eru á Kl. sleipustøð. »Sjårdarberg« hevur 200 t. >Jóannes Patursson« hevur nú um 270 t. >Dragaberg< siglur á marknaðin. »Svananes«, ið Alex Sigurðsson átti er seldur til Norðdepil. >Durga<, Aberdeentrolari, var inni á veg til marknaðin mikudagin. Høvdu veitt 200—300 kurvar í 13 dagar undir Føroyum. Lótu illa at fiski. »Dragasund« er farin fullfermdur vid bátafiski til marknaðin. Menn, ið hava havt silddagørn úti á Borðoyavík, hava fingið upp í 300 pd. »Ternan« er nú farin av sleipustøð- ini. Liggur nú við kajuna, har arbeitt verður uppá hana. »Færø Shell var við olju mikudag- in. Útróðrarbátarnir mistu nógva línu mikudagin. »Torri« var inni hósdagin. 10.000 pd. (2 setur). »Nekkur« hevði 5.000 pund miku- dagin (2. setur). Båtarnir hava latid illa at fiski hesa vikuna. Bestu båtarnir 100 pd, uppå stampin. Nógv lomb eru komin á Vidareidi og Svínoy. Í Klakksvík eru bert fá lomb komin. Fimleikarframsýning hjá skúlabørn- unum verður mikudagin 30 apr. fyri yngri børn og hósdagin 1. mai fyri eldri børn. Terminsroyndir hava farið fram í millum og realskúlanum. Hetta er 3. og seinasta royndin í ár. Fiskamjølsvirki norðuri á rætt< er aftur komin í gongd. >Tjaldur< lossaði 60 tons av stykkja- góðsi her hesi ferð. »Sigurfarid fór av stað aftur miku- náttina. K. Í. hevur bjóðað H. B. norður til LÅ vinadyst i morgin. >Grót- Avgjørt er, at Norðoyastevnan verð- Tog 8 juni. Karin Kjølbro verður 70 år miku- dagin. Veiðuúrslit hjá útróðrarbátunum i vikuni. ið endaði 19. apríl 1952: Arnvid 9.000 pund Brandur 17.000 — Bjørg 15.000 — Brimnes 22.000 Eystnes 26.000 — Høffringur 10.000 Keldan 7.000 Kvikk 10.000 Líðarenni „ 18.000 — Mækjuvík ' 15.000 Nakkur 23.000 Nevið Reyða 17.000 Pállsdrangur 24.000 Royndin 12.000 Støðin 9.000 Torri 22.500 Varpið 19.000 Ørvur 17.500 Váðaklettur 22.000 „Avbygdamaður' hevur skrivað grein í Norðlýsinum við yvirskriftini: >Halló, Tvøroyri her!<. Hvør, ið påpin er, er lætt at gita; tað veit hvor Klakksvikingur, ið tímir at lesa blaðið hjá p/f. J. F. Kjølbro. At maðurin (Ewald Kjølbro?) er keddur av, at Sosialurin hever 10 ferðir so nógv tíðindi úr Klakksvík enn hansara egna blað, er eyðsæð. At FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR blanda Tvøroyri uppí her, er jú bert láturligt, men tað gera jú øll kapita- listabløðini, nú tey klóra seg til sínar egnu rotnu vrakleivdir. >Avbygdamaður< sigur, at Tvøroyri er høvuðstaður javnaðarmanna, nei, Tvøroyri eins og Klakksvík er bert ein av høvuðsborgunum. Í Klakksvík eiga eisini javnaðarmenn virki, ið trívast væl, »Hallé. Klakksvík her«, håborg javnaðarmanna. >Avbygdamaður,< fólkaflokkurin er komin á gravarbakk- an, í tí fjara hoyrist longu >far, verøld farvæl.< Klakkur. Vágaði tingið nakað fyri A.T.? Ikki vetið! Dimmalætting og Dagbl. reypa av, at sambandið og fólkaflokk- urin hava hjálpt "A. T. við 600.000 kr. At ikki skomm er skapt í skinnin- um! Nei tingið hevur ikki lænt ella í fyrstu atløgu tikið ábyrgd fyri hjálp til A. T. Sambandsmenn og Fålkaflokksmenn svaraðu A. T., at tingið hevdi ongan pening at læna ti og at tad heldur ikki kundi skaffa nakr- an pening til A. T. Men A. T. skaffaði sær sjálvt ígjøg num meirlutan í Froðbiar sóknar kom- munu lán. Einasta, ið kravt varð av tinginum, var, at tað skuldi geva kommununi loyvi at taka hetta lánið og garantera aftaná A. T. og kommununa, hvat ið var aldeilis uttan »risiko« fyri tingið. Her er Arnafjorður Kæri Sosialurin Tá eg lesi blaði og síggi tíðinda- brov úr nógvum bygdum. fari eg eisini at skriva nøkur orð. hóast her ikki hendir nógv útyvir tað dagliga. Her er tómligt nú. Menninir eru flestir farnir til skips, vit ið heima sita, vóna bert at tann altvaldandi má senda teir aftur við góðum fongi. Sildagarn hava vit altíð úti. men lítið ber til. onkuntíð 1—2 kurvar, aloftast einki. Upp úr sjónum fáa vit annars lítið. Í fjør høvdu 3 menn leigað »Silid« frá p/f. Jacobsen, Kl. og teir fingu væl av fiski. Í dag kom motorbáturin >Ragn- hild« hjá J. C. Isaksen, Kl. inneftir fjørðinum. Hesin báturin, ið Fuglfirð- ingar hava havt fyrr í vár at rógva út við. hevur nú Jákup Eli Steffensen leigað. Tað kemur væl við. Seyðinum veit væl við. bøndurnir ganga dúgliga burtur í haga. Árið í ár hevur verið sjáldsamt hvat seyðinum viðvíkir, eingin seyður er deyður. Lærari okk- ara Nicolaj Poulsen var í Klakksvík við skålabornum, 13 í tali, í vikuni frammanundan páskum til tannrøkt. »Thorshavn« var her norðuri i marsmánað. Otto Bech, minørur, var við. Teir tóku tvær magnetminur burt- ur, sum hava ligið á grynnuni síðani kríggi. Ein liggur eftir enn, men har er djåpari, so tað skaðar ikki so nógv, nú fáa vit sett gørn sum vit vilja. Nógv torv hevur verið skorið her seinnu árini. Spell at vit ikki stillaðu mann upp til kommunuval í 1950, so vit fingu vegin gjørdan lidnan út á torvheiðarnar. Fyri okkum hevur sit- andi sóknarstýrið gjørt lítið. Hetta var tað eg hevði at siga, men eg komi aftur. Nøkur orð afturat: Før- oyingar! Tá tit næstu ferð koma til valbordid, greiðið tá atkvøðu fyri Javnaðarflokkkinum. so vit fáa stór- mannaumboðsmenninar burtur av tingi, ti javnaðarmenn eru teir einastu, sum arbeiða fyri okkum smámenn og fiskimenn. Árnafjørð á summarmála. Lissi, Men hetta sindrið var tingmeirilutin ikki til at fáa til at gera. Ikki fyrr enn tað heyði fingið gamla A. T. sundurlimað og avtikið, vildi tað veita kommununi lánloyvi og garanti fyri láninum til eitt nýtt felag, sum tað beinanvegin noktaði arbeiðsmanna og kvinnufeløgunum á plássunum at hava nakað við at gera. Eingin innanfyri sambandið og fólkaflokkin, ið hava minstu skomm í lívinum, máttu hættað sær at tikið uppá tunguna tað skemdargerð, sum landsstýrið og tingmeirlutin sýndi móti arbeiðarastattsins fyritøku á Tvøroyri. 23 ára gamalur Haldarsvikingur, Hans Sigurd Petersen, var seinasta sunnudag funnin útideyður í Hvalvík- ardalinum. Hann var á veg frá Vest- manna til Haldarsvíkar. Føroyskir skiparar hava bidid Lands stýrið um at taka upp samráðingar við Íslendingar um loyvi at fiska innan fyri 4 míla markið við snøri. Innbrotstjóvur tók 300 kr. úr pen- ingakassanum á Taxa-bilstøðini í Havn seinastu sunnunátt. Ungur Klakksvíkingur hevur fingið 8 dagar fongsul fyri at hava stungið mann við knívi í bardaga. Hartil skal hann gjalda 286.00 kr. fyri volda skað- an og 60 kr. í sakarkostnaða. Stella Argus« kom á Havnina við 170 t. mánadagin. Farið er undir at seta barakkk upp í realskúlagarðinum í Havn. Har vera tvær skúlastovur, ið ætlandi verða nýtt- ar til høli fyri læraraskúlanæmingun- um. Seinasta sunnudag vann HB B 36 IT við 4—2. »Kallsevni« hevur fingið 170 t. í Grønlandi. Sæti og hoyrt afturvið keldum havhesti >Tú hevur tað gott, há ?< »Ja, ja.« »Einki at klaga yvir?« »Nei, nei.< »Kannst tå ikki siga annad enn ja, ja og nei, nei?« >Jú, ju.« >Ná, Jens, hvussu gongur tað við teimum nýggju tonnunum?< »Ji — tær eru eitt sindur tvørligar at eta vid, men at velta við eru tær óførar.< Þú, Krisjan, hvat munur er á einum >op- timistic og einum »pessimisti« ?« >Jú hugsa uppá ein sveitsarost. »Opti- misturin« sær bert ostin, »pessimisturin« bert holini.« | 26. apríl 1952 MILLUM UNGFÓLK Meðan Anna var í Havn. Vestmannaeyjar 20 apríl 1952. Fyri at gera tað sum hugnaligt sum møgu- ligt, sendi eg tær eina yrking. Hon er ikki so væl yrkt, men tað ger einki, tí hetta er bert okkara millum. Verður tað líka lítil fiskur sum higartil, ætli eg mær at yrkja meir uppi í koyggjuni um kvøldarnar, og kanska gevi eg út eini >Ung løg< aftur til jóla. Kjera Anna, elskiliga navn, vit liggja stillir i Vestmannaeyjahavn, Eg siti afturi i skúrinum og skrivi tíðindi frå túrinum. Eg havi onga lampu, siti á einum holvdum stampi, skottfjølin, sum eg havi til borð er tað bera slógv og gor. Til tín mítt sinni tráar; lippurnar eru ov fáar; sárhentur sum eg veit ikki hvat, kokkurin ger stak ringan mat. Hinir altíð arga meg, eg tó hugsi bert um teg, eina mest um tín søta búk, — bilætid havi eg krøkt uppá ein húk. Kjera Anna, nú koma teir, eg fái ikki skriva meir, her verður vist ein verri sori, eitt brosmuhøvd er longu komið á borðið. Teir eru ikki mildir, blekkglasið er farið í smyldur, og mitt í hjartakampinum, fór botnurin úr stampinum. Friðurin nú úti er, eg má slytta hesi ferð, les og brenn, skriv snart igjen, min kjere venn, heilsa letur tín Pól Petir. Arbeidsmannafelagid FYLKING hevur aðalfund leygardagin tann 3 mei 1952 kl. 7 á kvøldi. Til umrødu 1. eftirgrein 20 i felagsløgini 2. ymist. Reyði krossur Reydi krossur hevur adalfund á Sjómannsheiminum leygar- dagin 26. apríl kl. 20. NEYNDIN TANNKLINIK Dr. Jakobsensgøta, 11 Tórshavn. Viðtalutíð kl. 10—13 og 14—16 Leygardag 10—13 Máltráður. 717. Magnus Jensen, tannlækni. Haldið $ccialin