Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 1952síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR BÍBLIUUMMÆLIÐ Tá ið maður í Føroyum hevur skriv- að móti manni, sum býr langt úti á landinum í Danmark og sjáldan sær føroysk bløð, átti hann at sent mót:- støðumanni sínum hesar greinirnar. Anrars virka eins og baktala og fær ið hvussu er kemur ummæli til at einki svar. Ikki fyrr enn 16' mars fekk eg at vita, at Victor Danielsen hevði skrivað ímóti mær í einumhvørjum føroyskum blaði. Tað er langt síðani at maður. sum hevði verið heima, segði vi meg: »Veitst tú, at Victor er splintrandi óður inn á teg fyri tað. tú skrivaði um bibliutyding hansara;< men ikki fekk eg hylling á, at hann hevdi skrivað nakað í bløð, og svaraði tí bara: »Hann átti at verið mær takksamur.« Tá ið eg nú fekk at vita um hesar greinirnar, sum fólk her longu høvdu tveitt burtur. skrivaði eg beinan vegia til V. D. sjálvan og bað hann senda mær bløðini. Men einki svar kom og eingi bløð. So skrivaði eg hin 12' apríl til »Dagbladid« og bað um bløðini og innivist fyri andsvar. Men enn er einki frætt. Tað sýnist at vera ætlanin. at V. D. skal eiga hitt seinasta orðið í hesi sak. So mátti eg skriva til ymis vinfólk og biðja tey skaffa mær bløðini og lata meg vita, hvar eg kundi fáa inni- vist fyri greinir. Á tann hátt eydnaðist mær langt um leingi at fáa fatur í >Dagblaðið<. dagsett hin 29. februar 1952, og seinri hópin av øðrum bløð- um, men eingin hevur dugað at upp- lýsa. hvar eg kann fáa eitt andsvar inn. Tey halda, at bløðini nú hava endað kjakið. Hitt mest umráðandi. sum eg skal svara uppá. verður grein- in í >Dagblaðnum< hin 29. februar 1952: »Bædi til álop og verju.< Nú má í fyrsta lagi verða sagt, at eg ikki havi skrivað nakað álop, men eitt sakligt bókaummæli til blaðstjórn Oyggjaskeggjans, av ti at eg var bid- in um tað. Eg las hasa bók vid vælvild og skrivaði nógv gott um hana, so gott, at tað er skrivað til mín úr Før- oyum, at hin baptistiski bíbliugrunn- urin enntá hevði brúkt ummæli mítt til reklamu fyri søluna. Tað hevði ver- ið mær ein gleði. hevði eg við nøkrum kunnað skrivað um bókina. men eingin kann kreyja sannleika eina gott ella vænta, at eg skal kunna gera so tá ið úrslitið vitiliga ikki er bara gott. Tað er eitt óskoytið og lýtamikið di- lettantarbeiði. Og eg tók mær góða tíð til at granska bókina. Eg hevði hjálp- arprest tá og læt hann ansa eftir em- bætinum i tríggjar vikur og gjørdi {í einki annað enn at lesa Danielsen. Sjálvandi kundi eg ikki lesa meira enn eitt sindur av Gamla testamenti annars saman við grundtextini hevði tað tikið år og ikki vikur eg kundi tí ikki skriva um, hvussu bein eftir grundtextini tey skriftini eru, sum vit ikki áður hava haft, og tað liggur maktin á. Vit hava tey ikki framman- undan, og hatta kann jú ikki vera verri enn einki, sum tey taka til. Men hini skriftini gjørdi eg nógv arbeiði við, mest sálmarnar og Hitt nýggja testamenti, tí at Orðtøkini og prædi- karin eru ivaleyst minni lisin enn hini. Nú fýlist V. D. á, at eg havi skrivað hesi orð: »V. D. brúkt tað (Dahls Nýggja Testamenti) so nógv hevur at hann vert hevur broytt eitt sindur av og á —; men har sum broytt er — og ofta eru tað bert nøkur smáorð er tað altíð vorðið ringari av tí.: V. D. skal hava takk fyri, at hann hevur drigið hesi orð fram. Tey kunna jú ikki hóska saman við tí, sum eg hevði skrivað frammanundan: »Ofta er málið gott, og tað hevur eydnasi V.'D. væl at finna góð føroysk orð og ordafelli.« Eg havi ikki ansað efti: hesum fyrr. Men sakin er tann, at her er ein prentvilla ella skrivvilla, og mest er líkt til, at eg havi sjálvu skrivað skeivt, tá ið eg kladduna á maskinu. Í kladduni stend- ur ikki altíð, men aloftast. reinskrivaði Annar eru orðini bein, sum eg havi skriva tey. Men i åSurnevnda bókaummæli er ikki við nógvum dømum víst á, at tað er 30. og var tað av vælvild, at eg ikk havi lýst hetta meira. Eg hevði skrivað eitt fult hefti av munaligum atfinning- um. og eg hevði skrivað langar grein- ir um hetta Nýggja Testamenti. Men lá ið eg var um at senda tað til prent- ingar. aftraði eg meg og avstytti alt. so at tað fylti nakrar fáar síður. Og hví gjørdi eg so: Eg helt tað vera synd í teimum, sum høvdu borið kost- naðin at lýsa arbeiði ov nógv. fyrr enn teir høvdu fingið høvi at selja bók- ina. So kundi eg altíð seinni lýsa tað meira. So hevdi eg sjálvandi ikki borið meg at. hevdi tað verið ein kirkju- maður. kønur í hinum fornu tungu- málum, sum hevdi gjørt hetta arbeiði. So hevði Men nú var tað hann roynt hvassar tenn. øðrvísi. Umsetarin var ein anabaptistur, sum hevði farið undir tær ov tungu treytir at royna at umseta forngrikkskar bøkur eftir ymiskum umselingum á norðureuro- pæiskum málum. Eg kann av instum hjarta mæla ímóti teirri åskodan, sum eyðkennir baptistarnar, men eg kundi eina hugsa mær at nýta blonk og and lig vopn, aldri fíggjarlig. Og hóast neyvan nakar kristiligur bólkur er longur burtur frá teirri grund. sum eg kristiliga byggi á. so veit eg, at tað eru mennisgju, sum eru komin til Krist á teirra hátt. og so vil eg siga »Hvat hvussu er. verður Kristus boðaður á allan hått« (Filip. 1, 18). Men kirkjuliga sæð eru vit móti- eins og Paulus: um tað: Í støðumenn, og aldri møti eg moti- støðumanni uttan at minnast Dåvid í En-Gedi Sámuelsbók 24). Hann var við monnum sínum staddur (Fyrra í einum helli. tá ið Saul kom inn í sín um egnu ørindum. Tá gjørdi Dávid ikki tað versta, hann kundi gjørt, men skar bara hornið av kappa hansara. Og so eiga vit helst at gera. Men nú hevur V. Danielsen noytt meg at svara, og so má eg siga bart út. hví eg tá helt meg ikki at eiga at lýsa alt við dømum. Hevdi eg gjørt tað, hevdi eg verið noyddur eisini at vísa á, har V. D. røkir síni egnu ørindi so nógv, at hann enntá hevur broytt Harrans egnu orð, so at tey kunna hóska til tað, sum V. D. sjálvur prædikar, og felagar hansara kunna taka tey fram og siga: >Soleiðis sigur Guds orð! Tað hevur hann gjørt í St. Lukas 18 17. har hann »umsetir«: »Tann, sum ikki tekur ímóti ríki Guðs eins og barnið, skal als ikki koma inn í tað.: hóast paidion í hinum grikkska Nýggja Testamenti (og annað nýtt testamenti hava vit ikki) ikki kann merkja annað enn eitt lítið barn, og hetta er hitt umráðandi í hesi søgu. 12. juli 1952 Annars eru øll orðini her sum hjá Markus (10, 15) tey somu sum hjá Jákup Dahl. Beinan vegin av misgávu kann hetta ikki vera komið inn, tí at V. D. hevur her eisini broytt síni egnu orð í út- gávuni frá 1937. Vit kunna ikki annað enn hugsa um, hvat ið V. D. sjálvur skrivar í grein síni hin 29' februar h. á., at høvuðsgrundin til, at hann hevur umsett soleiðis (Matt. 28, 19), er, at hann »vildi ikki hava eitt vet av ti kirkjuliga litinum, ið komin er á bibliuumsetingarnar nú í seinastuni.< So verða Harrans orð broytt til nakað annað, og seinri vátta sjey góðir menn, at innihaldið allar staðir er at líta á. Í komandi greinum skal eg lýsa hókaummæli mítt meira uttan at vilja leggja meg upp í tann klandur, sum hevur verið í Føroyum hesi sak við- víkjandi. Gudmund Bruun. Lønjavningargrunnurin er fluttur til Jónas Bronxgetu 31 í Havn Grót og skervur. Øl, id vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann fyri kommununa, Froðbiar sóknar kommuna TRYGGINGARSAMBANDID; FØROTYAR telf. 372 telf. 372 Føroya Kriggstrygging.. Førova Brunatrygging .. Føroya Sjovåtrygging ... telf. 372 Føroya Vanlukkutrygging telf. 221 Vit tryggja: Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs bilar 0. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging — Telefonir 209 171 274 Tórshavn Skipafelagið Feroyar | Máltráð 4 FØROYA PILSNAR EKTA MALTØL OL- og MINERALVATNSVIRKI Citrón sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Åppolinaris EINAR WAAG, Klarrsvík.