mánadagur 28. juli 1952síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
BIBLIUUMMÆLID
II: Hin føroyska og hin grikkska
textin.
Hitt mest umráðandi er sjálvsagt.
um tekstin eftir V. D. samsvarar við
hitt nýggja testamenti, og tað er
hitt grikkska, annað hava vit ikki.
Tú fært ikki meira enn sligið bók-
ina upp, fyrr enn tú fært ferilin av,
at V. D. leggur meira í at skriva lætt
enn at skriva tað, sum í roynd og veru
stendur í Nýggja Testamenti, meðan
Jákup Dahl hevði lagt sær eina mest
nær at skriva beint tað, sum skrivað
er — og so longu av teirri grund målti
skriva tungt mål, Vit síggja, at V. D.
ikki firrast undan at broyta yvirskrift-
bræv
ina yvir brøvunum og skriva:
>.
Róm og
Paulusar til samkomuna i
Rómbrævið o. s. fr. hóast yvirskriftin
er: pros Romaiois 0. s. fr. Sovorðið
ger minni, men tað er tiverri symtema-
tikst, eyðkent fyri alt arbeiðið. í heil-
um við síðuna av.
Longu havi eg nortid vid, at V. D.
eins og fleiri nýggjari umsetingar til
leikmannabrúks hevur lopið um smá-
orð ella broytt tey, hevur skorið lang-
ar setningar sundur í minni bitar,
gjørt eykasetningar um til høvuðsset-
ningar, so at alt var meira lætt lesandi.
Tað er einki at siga til, at sovorðið
verður gjørt av og á nú á døgum, tá ið
tey lesandi í skúlanum sjálvi læra at
skriva so og illa uppfata eina mongd
av eykasetningum, men tað má aldri
verða gjørt, tå ið ikki fyri neyðum er,
og tey lesandi máa vita, at tekstin sig-
ur nakað annað. Og tann, sum ikki
umsetur sjálvur, men skrivar av eftir
øðrum, má altíð vera ógvuliga varin
og ansa eftir, at ikki meiningin verður
broytt. Vandi er fyri.
Hini klassisku málini eru óføra lo-
giskt uppbygd. Har er eitt høvuðs-
sagnorð, sum sigur hitt mest umráð-
andi og altíð má standa í høvuðssetn-
ingi. meðan tankar, sum á onkun hátt
lýsa høvuðstankan, antin kunna koma
í eykasetningum av tí slagi, sum vit
brúka, ella oftast verða settir í luttøku-
hátt. Og er luttøkuhátturin mest ógvu-
liga torførur at umseta, av tí at hvør
sagnorðatíð hevur sín egna luttøku-
hátt ( hjá okkum bert nútíð og núlið-
in tíð í aktiv). og eisini av tí at grikst
mál er eyðkent av tíðum, sum vit yvir
høvur ikki hava (hitt fyrra og hitt
Hetta
hvør umseting verður eitt sindur við
ger, at ein
seinra aorist). og
síðuna av, og skriva vit nú eftir eini
umseting ella kanska fleiri, er vandi
fyri, at tað verður enn meira við síð-
una av, — tað er millum annað av
hesi grund, tað er fyri neyðum, at ein
prestur er ikki lítið kønur í grikkskum
máli.
Y. D.
síggja vit, at hann leggur yvirhøvur
Lesa vit nú bókina eftir
um ein setning er høvuðssetn-
ing ella eykasetning, um ein tanki er
høvuðstanki ella eykatanki. Av sínum
egnu eintingum ger hann høvuðsetn-
ing um til eykasetning og umvent..
bara orðini fara at falla lætt, og við
hvørt bronglar hann so meiningina
(eisini av øðrum orsøkum). Dømini
eru nóg nógv. Ég taki bara nakrar
fáar greipur úr rågvuni,
Í ápostlasøguni kap. 24. 7 skrivar
Jákup Dahl beint: >Men Lýsias her-
høvdingin kom til og førdi hann burt-
ur úr hondunum á okkum við stórari
valdsgerð<. V. D. skrivar: >Men Lýsi-
mikið
gangsverk: hann kom til og tók hann
úr hondum okkara.< Hetta er kanska
bæði lættari
Men tekstin sigur ikki so. og hetta er
eyðkent D.
hevur bøtt um tekstina hjá Jákup D.
herhøvdingi gjørdi yvir-
as
mål meira målandi.
og
dømi upp á. hvussu V.
Hitt einasta sum er broytt. er málsliga
skeivt. Soleiðis kanst tú bera teg at,
tá ið tú skrivar bíhliusøgu fyri børn,
men ikki tá ið tú umsetur hitt Nýggja
Testamenti. Tá skalt tú. so mikið sum
møguligt skriva tað sum skriftin sigur.
Tað var jó sovorðið, sum protestantar-
nir løgdu
hina rómversku kirkjuna
undir. at hon hevdi gjørt. tå ið hon
tyddi Vulgata. Eisini hini lutherisku
hildu jú, at skriftin skal vera regla
og mát fyri kristnamanna liv og læru,
og vit síggja enntá upp á skriftina á
nógv meira frían hátt enn hini reform-
allir stakflokkar teirra.
Í hesum nevnda dømi verður mein-
eraðu og
ingin tó ikki beinan vegin broytt. Aðr-
astaðni hevur tað harímóti stóran týd-
ning fyri meiningina, um orð verða
umsett beint ella ikki. Í bíbliukjaki-
num hevur S. Matth. 28, 19—20 verið
drigið fram. Har er tað ivaleyst, at
V. D. ikki hevur umsett beint. Høvuðs-
orðið er: mateteusate: gerið til læru-
sveinar, og upplýsa tvey orð í luttøku-
hátti, skulu
doypandi og lærandi. Har er yvirhøv-
hvussu teir gera hetta:
ur einki at ivast í. Hitt einasta, sum
ivingasamt er, er um orðið doypandi
er nútíð ella aorist (baptizontes ella
Nú hevur V.
baptizantes). D. eisini
art út viðgingið, at hann hevur ikki
troystað sær til at skriva hitt beina, av
tí at tað kann hugsast at styðja hina
kirkjuligu uppfatan av dópinum! Og
so hevur hann umborið seg vid, alt
iann hevur umsett beint sum Luther.
Henda umberslan er nú ikki góð. V.D.
átti at kunnað sagt sær sjålvum, at or-
søkin til, at nútíðin hevur verið noydd
her og aðrastaðni at broytt Luther,
hóast pietetin ímóti honum førdi við
sær, at teir í øldir skrivaðu sum hann.
beinan vegin er tann, at týðing hans-
ara ikki til fulnar samsvarar við hitt
Nýggja Testamenti og viðhvørt gevur
aðra meining. Og hví hava so teir
Luther, Melanchton Cruciger og Pom-
merarus ikki skrivað beint, sum teir
lósu? Dugdu teir ikki grikkst mál?
Meira enn so! Og tað hevur ikki verið
fyri at geva orðunum minni kirkjulig-
an dám, tí at fáur hevur úttalað seg
harðari móti anabaptistum enn Lut-
her.Nei, tað var beinan vegin av ti,
at hitt týska málið tá á døgum ikki
var so mikið framkomið, at tað kundi
endurgeva hini klassisku málini beint,
uttan at tað gjørdist ringt týskt mál.
Tí valdi Luther allar staðir at upp-
loysa luttøkuháttin, eisini sjálvsagt
Matth. 28. Tað var ein neyðhjálp. Men
ein neyðhjálp skal ikki vera nýtt long-
ur, enn fyri neyðum er.
Men eisini aðrastaðni, tá ið V. D.
hevur broytt Jákup D. eitt sindur hev-
ur hann spilt meiningina, hóast hetta
ikki kann styðja sermeiningar hans-
ara. Hyggið ápostalasøguna kap. 16,
14—40, Har er lítið broytt í tekstini
hjá Ják. D., men hitt munaligasta, sum
broytt er. ger, at tað ikki verður høpi
í søguni. Ják. D. kallar beint strategoi
fyri stýrismenn, meðan V. D. av egn-
um eintingum kallar teir: dómarar. So
lesa vil, at dómararnir verða bangnir,
av tí at rómverskir borgarar eru tykt-
aðir uttan lógligan dóm. Men hetta
kann
men harímóti styrismonnunum, sum
aldri koma dómarunum nakað.
hava ábyrgdina fyri. at eingin verður
agaður og meinslaður uttan dóm. So-
rinskrivarin kann ikki hava ábyrgd-
ina, um so er. at fútin hevur sett mann
fastan og farið illa við honum. Hevur
onkur umseting av teimum, V. D. hev-
ur skrivað eftir. týtt á hendan hátt (eg
havi ikki hugt tær allar), sýnir hetta
bert. hvussu hættisligt tað er at skriva
av eftir umsetingum.
Ella lesið Pæturs fyrra bræv kap.
3, 20: >...
høvdu verið ólýdnir ...
teimum, sum í forðum
vórðu bjargað
ígjógnum vatn« (Ják. Dahl) verður
28. juli 1952
av V. D. broytt til: >... vórðu bjargað
við vatni !< So er øll meiningin burtur.
Vatnið er her ein líkning, sum merkir
deyðan, sum so ofta, Vit hava hetta
sama hjá Paulusi í Rómverjabr. 6, 4
og Koll. 2, 12.
Dømini rúgva nógv, men betur er
at lýsa summi meira greiniliga enn
bara at nevna hópin. Tað kann fáur
fata kortini. Men ynskja fólk fleiri
taki eg fegin fleiri greipur upp úr
rúgvuni.
Men so skal eisini verða nevnt, at
viðhvørt haldi eg V. D. at vera bein-
ari, av tí at Ják. Dahl hevði lyndi til
at brúka eldri lesimåtar, sum nútíðin
er farin frá, hóast tað neyvan beinan
vegin kann verða progvad, hvat ið
beinari er. Ofta skrivar Ják. Dahl:
fyri Krists skuld (dia Christon). V.D.:
við Kristi Christou), t. dømis
Seinra Kor. kap. 3, 4. Grikkst n
erikkst u eru í handritinum næstan
(dia
or
meinlík. tá ið handritini eru skrivað
við smáum stavum, men av ymiskum
erundum halda teir lærdu nú hitt
seinna at vera beinari og falla betur.
Í sovorðnum hevur tað verið til gagns,
at V. D. hevur skrivað eftir umseting-
um, sum hava brúkt hinar nýggjastu
tekstútgávurnar.
Í komandi grein skulu vit síggja
nøkur dømi á hitt føroyska málið hjá
Victor Danielsen.
Gudmund Bruun.
største udvalg indenfor:
GUNNAR
STOKHOLM
Hoydalsvegur 8 — Térshavn
Telefon 606 (omstilling til alle afdelinger)
Bemærk vor udstilling i K. F. U. M.s bygning.
= Benyt Olaidagene
paa bedste maade ved at aflægge et besøg hos os, De vil her finde det
Kjoler (ogsaa taftkjoler)
Frakker
Dragter
Nederdele
Jiggers
Vendefrakker, uldne,
flere farver,
samt í vor sædvanlige
kendte bomulds-kvalitet
Strikkegarner
Habitter
Jakker
Cotton-Coats
Benklæder