Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-08-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 1952síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 VIII: Seinastu viðmerkingar Í hesum greinum havi eg ikki givið og ikki ætlað at givið eitt fullfíggjað bilæti av tí arbeiði, sum V. D. hevur gjørt. Uppgáva mín hevur verið at eg ikki gjørt álop á eina bók í bókaummæli. vísa á við dømum, at havi men skrivað um hana so hampiliga, sum eg helt meg at kunna. Tí er tað mest atfinningar, sum fram eru settar. Har kundi eisini verið sagt annað. Tá ið bókaummælið var prentað, tos- aði eg við ein málkønan mann, sum var illa vid, at eg hevði rost hetta ar- heiði nógv meira, enn tað hevði uppi- borið. Men hann skrivaði einki í bløð- unum. Heidi hann gjørt so, hevði eg roynt at vísa, at har eisini er nógv at rósa. Sumt havi eg neynt, men eg skrivaði nógv meira upp. meðan eg las. Verður nú spurt: >Kunna vit brúka hasa bók í kirkjuni?«, so hev- ur V. D. longu sjálvur svarað: nei! í hann hevur lýst ætlan sina við at umseta, tá ið hann skrivar. at har skuldi ikki vera eitt vet eftir av kirkj- uligum. Harafturat kemur so, at málið ikki er soleiðis, at tað kann hóska í kirkjuligari guðstænastu, har upplest- ur av skriftini er ein partur av liturg- iuni. V. D. hevur kent, at hann og flokk- ur hansara ikki kundu brúka tað sum Dahl hevur gjørt og gleðir seg um, at tey nú hava nakað, sum tey kunna brúka, og so síggi eg ikki betur, enn at vit eiga at ynskja teimum til lukku og gleðast um, at hvør partur nú hev- ur fingid sitt. Men kunna vit kirkjufólk yvirhøvur ikki brúka arbeiðið, sum Victor Dani- elsen hevur gjørt? Eg kvíði fyri, at vit ikki øll verða á einum máli um hetta. Eg fyri mín part havi brúkt tað nógv í teimum partum, sum vit ikki longu hava. Skal eg soleiðis brúka tekstir úr Gamla Testamenti, umseti eg tær sjálvur, soleiðis sum eg gjørdi eisini úr Nýggja Testamenti til hvønn sunnudag, so leingi sum Ják. Dahl ikki enn hevði givið arbeiði sítt út. Men nú hesi seinastu fýra ár havi eg aldri gjørt tað uttan at fara at vita, hvussu V. D. hevur sagt. Og eg hugsi, at tå ið aðrir menn onkuntid umseta hitt ella handfara tað, sum J. Dahl longu hevur umsett år grundmålinum so noyðast teir eisini at hugsa um. hvussu V. D. hevur skrivað. Tá ið eg skal skriva prædiku, hend- ir tað ofta, at eg ikki havi beint tað orðið. sum eg skal brúka. Altíð royni eg at síggja, hvat ið Jákup Dahl hev- ur brúkt. Men viðhvørt kann okkurt orð hjá honum vera gott í skriftini, men ikki í eini prædiku — tað er ov nógv hátíðarmikið. So havi eg kann- að eftir orðatilfarinum hjá V. D. og fleiri ferðir kundi brúka. Ein Svenskari segði við meg á sinni »Fg brúki ofta tykkara Nýggja Testa- menti á donskum máli. Sjálvandi lesi nakað. funnið sum eg FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR BÍBLIU-UMSETINGIN eg skriftina á móðurmáli mínum. Men er har okkurt orð, sum eg illa fati, so lesi eg tað eisini á donskum, og tað hevur hjálpt mær at síggja hitt sama Tað kundi tonkst, at haft gagn av hasi bíbliu-bók á tann hátt. sagt á ein annan hátt.“ Føroyingar kundu Men so leingi sum tað eru nógvar skriftir í bíbliuni. sum vit yvirhøvur ikki hava. so kann eg ikki síggja, hví vit ikki kunna lesa tey eftir V. D. Tað er ið hvussu er betur enn ikki at lesa tey. Av hesum grundum havi eg í béka-ummæli takkað V. D. fyri tað arbeiði, hann hevur gjort; tå minum hugsaði eg mest um tey skrift, sum vit ikki hava frammanundan. Og ikki heldur kann eg í dag iðra meg eftir, at eg skrivaði so nógy pen orð um ar- þeiði hansara. hóast har kann verða nógv at finnast at. Einki menniskjuliga arbeiði er full komið, og sjáldan er nøkrum av ti lang ævi lagað, men tann, sum hevur gjørt sítt besta, hevur loyvi at vóna, at tað hevur ikki verið gjørt til einkis. Gudmund Bruun. H. B.! Lat meg við tað sama siga við ítrótt- arvinir í Klakksvík, at hava tit av sonnum vunnið meistaraskapin í fót- bólti, skal eg vera tann fyrsti, ið av fullum huga ynski tykkum tillukku. Men eg veit eisini, at teir av tykk- um, ið eru góðir ítróttarmenn, eiga tann sportsanda í sær, at um so skuldi verið, at meistaraskapurin ikki hvíldi á regluligum sigri, vildu verið teir fyrstu, ið vóru illa við við meistara- steypið. Eg var í Havn, tá ið H. B. kom aft- ur av steypadysti í Klakksvík. Tað er ikki so at fata, at tað leikaði á hjá H. B.arunum at fáa steypið, men tað leikaði á teirra dysti, hvør ið fekk steypið, K Í ella T B. Hetta kravdi sjálvandi meira av H Barunum, enn um tað vóru teir sjálvir, ið áttu tap ella vinning av úrslitinum. Tað var ikki við blíðum orðum, H Bararnir greiddu frá leikinum. All- ir. sum eg hoyrdi, vóru á einum máli um, at teir høvdu aldri verið við til so óregluligan dyst. Dómarin, søgdu teir. hevði brotið allar reglur til frama fyri K Í. tað komst teimum fyri, sum tað var bara eitt, ið ráddi um hjå honum. tað var at forða fyri, at H B fekk nakað mál; men harímóti royndi hann at gera alt fyri, at bjarga K Í tey fimm mål, ið tað skuldi hava fyri at vinna meistaraskapin. Ég skal ikki taka upp aftur ábreðsl- urnar. ið tit H Barar bóru ímóti dóm- aranum fyri hansara órættvísa, par: tíska og ósportsliga atburð. Vit vóru so nógvir, ið hoyrdu tykkum, og er frásøgn bein, vita sjálvandi allir áskoð ararnir, ið sou leikin, og Havnarfólk, ið hoyrt tykkum hava, hvussu galið ið var. Eg ivaðist ikki í, at tað var sum tit søgdu, at tað leikaði tykkara æru á, at mótmæla dómarans atburði, fyri at eingin skuldi kunna illgita tykkum fyri at hava borið tykkum »unfair« at móti T B. Einstakir av tykkum, millum ann- að formaður tykkara, søgdu at H B sjálvandi vildi vaska av sær og mót: mæla. Nú frætti eg, at einki mótmælið er komið, og at tit H Barar sostatt hava góðtikið tann leik, sum tit sjálvir søgdu var ein svikaleikur og skamm- blettur á allan føroyskan ítrótt. Sum ítróttarelskandi maður noyðist 29. august 1952 eg at biðja tykkum H Barar, sum vóru so illa við Klakksvíkarleikin — júst tí at tað kom at leika tykkara æru á — at greiða okkum, hví tit, sum ein tykkara segði, hava lagt svørð í rygg- in á VB við at góðtaka órættvísi, til taps fyri tykkara »sportskammeratar« á Tvøroyri. Mær tykir, at tykkum sømdi betri at tagt, tá ið tit komu aftur, um alla- tíðina hevur verið tykkum ilt í huga. — Hetta gjørdi tykkum so nógv minni ítróttarmenn. Á Tvøroyri 21/8-1952. ÁA. D. Nýggjar leiðir í føroyskum politikki >Dagblaðið< boðan frá, at tað nú ætlar at ganga nýggja leið og mælir hinum flokkunum til samarbeið ímóti einum felags fígginda, sum blaðið tó hvørki nevnir ella peikar á; men mill- um reglurnar síggja vit, at tað er kommunisman, sum blaðið ræðist. Vit vita ikki. at kommunistar eru í Føroyum; men vit hava sæd í >Dag- blaðnum< og »Dimmalætting«, at Er- hansara Patursson og menn lendur g verða roknaðir fyri at vera konnuu- nistar. »Dagbladid« rættir nú hondina út til hinar flokkarnar eisini til hin for- oyska javnaðarflokkin um at samar- beiða Blaðið spyr soleiðis: >Síggja ikki flokkarnir ímóti kommunistum. felags figgindan?« Vit noyðast at svara, at vit ongan fígginda síggja uttan hitt kolsvarta afturhaldið og yvirklassavaldið, sum >Dagblaðið< og »Dimmalætting« um- boða. Er nøkur kommunisma í Før- oyum, so hevur fólkaflokkurin skapað hana og saman við sambandsflokki- num heldur fólkaflokkurin lív í kom- munismuni um so er at henda rørsla finnist her á landi. Arbeidsloysi og armóð skapar kou- munismu, tað vita vit, og tíverri er tað nú soleiðis her á landi, at arbeiðs- loysi og armóð nørist dag frá degi. Teir menn, sum áðrenn kríggið bardust móti ódnarveðri á Suðurland- inum og aðrastaðni og sum bardaga- árini sigldu millum spreingiknøttar bæði á sjónum og frá loftinum í erva fyri at bjarga landi okkara frá hungri, verða nú jakstraðir við sakførarum sum selja skip teirra og kanska bæði hús og jørð teirra, um so er, at teir eiga hús ella jørð. Skal maður nú fara út á havið at veiða tosk ella sild ella hvat tað er, so noyðist hann at veðseta hús og alt sum hann eigur, áðrenn hann fær lán fyri útgerð. Gongur tað so illa, so verða kona og børn rikin út á geilar, meðan maðurin liggur vesturi — við Grønland ella eysturi við Rusland. Vit kunnu taka til dømis eina bygd, sum hevur fingið sær ein trolara. Kommunan og arbeiðsmannafelag eins nærum allir íbúgvarar í bygdini settu pening í hesa fyritøku fyri at skapa lív og arbeið á plássinum. Teir royndu at byggja sær kaj so trolarin kundi leggja at, so fóru teir í ferð við at fáa sær ravmagn fyri at kunna fáa sær turkihús og onnur virkir, so bygdu teir sær stórt pakkhús og ætl- aðu har at leggja fiskin og trolgreiður og so turka fiskin. Men hvat hendi so? Jú, teir komu at mangla nøkur túsundir av krónum, og so fór trol- arin undir hamarin. Teir vendu sær til landsstýrið, men har vóru øll oyr- uni deyv, og eyguni sóu svart og vón- leyst og myrkt uppá tað heila — ella kanska plánur er í tí heila. Hvør veit, um ikki hetta er hin privatkapitalis- tiska planøkonomiin. Alt má ikki smakkar av stórkapitalismu. Tað, ið ikki kann standa, má falla. Er hetta ikki plánurin, sum hitt kapitalistiska ruddast burtur, sum landastýrið arbeiðir eftir. Vit arbeiða saman við øðrum flokkum, javnaðarmenn eru tilreiðar at men hvørjum? Vit vilja mótarbeiða kommunismu, og tad gera vit vid at skapa liv og ar- beið — beint tvørturímóti sum fólka- flokkurin og sambandsflokkurin við teirra køvandi, køldu hond forða fyri øllum framburði og leggja myrkur og deyða, neyð og armóð yvir hina ar- beiðandi fjøldina. Arbeiðarar á sjógvi og landi fylk- ist. Latum okkum rudda tað kapitalis- tiska yvirklassavaldið burtur úr landi okkara ok skapa gleði, eydnu, lív og klæði til allar landsins íbúgvarar, varma og ljós í o eo arbeið. fáa mat og hvørja smáttu. Ljós yvir landið. J. H. Danbjørg. gf“ FÆRØSK MARGARINE VITA Ne1 VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT