leygardagur 27. september 1952síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
39.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
27. september 1952
.
Amerikonsk
. . rr . .
livilikindi
10.5 milj. familjur í USA hava
eina årsinntøku, ið er minni enn 2000
dollars og 5 milj. menniskju hava
eina ársinntøku, ið er minni enn 1000
dollars. Samstundis siga amerikanskir
serfrøðingar, at minsta innløkumark
einari hampuligari tilveru er
fyri
4.275 dollars.
Stjórin fyri General Motors fær
11.200 dollars um vikuna, meðan ein-
stakir arbeiðarar í sama virki bert fáa
66 dollars í sama tíðarskeiði. Stjórin
fyri einum av teim størstu tubbaks-
verksmiðjunum fær 1.289 dollars um
virki
hert 6 dollars og 62 cent um dagiu.
dagin. Arbeidararnir í sama
Sætt og hoyrt
afturvid seidaknettum
»Spritordning« Tummasar.
Í sambandi vid grein í Norðlýsi-
num um >spritordningen í Svøríki,
hevur Tummas Djurhuus sett fram
fylgjandi frálíka uppskot til nýggja
brennivinsskipan:
>Fyri at fremja hjånarbond og har-
Matframleidslan hækkad 2pst. i I år
10 pst. størri enn i tidini undan heimsbardaganum
Hóast tær óhættisligu umstøðurnar
í heiminum, ta stóru umleggingina til
framleiðslu av kríggstilfari. og hóast
vánalig veðurlíkindi fyri innheysting-
ini í Australiu. Argentina og Indiu.
heimsframleiðslan av matvørum
og øðrum landbúnaðarvørum 2 pst.
størri enn í árinum 1951—52 og 10
var
pst. størri enn framleiðslan = undan
seinasta heimsbardaga.
Í einari FAO-frágreiðing verður
Finska kriggs-
bétin goldin
Mikukvøldið 17. sept. varð ein tung
byrða tikin av herðum Finna. Tíðar-
freistin fyri gjaldinum avv 4 milj. kr.
var útrunnin og Einnar høvdu
gjørt sína skyldu. Til Sovjetsamveldis-
ins hava teir hesi 8 árini latið:
100 = ferðamannaskip, ísbrótarar.
tankbátar. fraktbátar og 1 flótidokk.
sum teir lótu longu í 194.
156 nybygd motor- og dampskip.
togarar. skonnartir o. o. skip.
26 fullfiggjadar verksmiðjur til
framleiðslu av standardtræhúsum. fi-
nér, pappíri, karton og træeynum.
35.000 ravmagnsmaskinur.
5500 góðsvognar til 10 tons last.
700 motor- og damplokomotivir.
6000 fullfíggjaði standardhús.
200 kránar frá 3—50 tons.
2115 kraft-transformatorar.
210.000 tons av pappíri.
645.000 tons av sellulosu.
94.000 tons av karton.
200.000 tons av træevnum,
175.000 kbm. av finér.
910.000 tons træ til pappírsfram-
leiðslu.
910.000 tons av kopartráði.
2000 km. av káplum.
3000 ravmagnssagir.
350 bandsagir.
1000 lastingarelevatorar til tímbur.
20.000 m. av sagbløðum til band-
sagir.
220 ravmagns-sveisilól.
Aftur at hesum kemur ein hópur av
turbinum, kompressarum, trystpump-
um og maskinum av øllum sløgum til
nýtslu í træ- og pappírsídnaðinum.
sagt, at prísirnir ley seinastu árini
hava verið góðir fyri gummi, bumm-
ull, jute og sólsikkufræ, ið lógu 10
60 % omanfyri prisimar í 1949—50.
meðan prísirnir á matvørum bert
hækkaðu eitt lítið sindur.
Kjøtframleiðslan var nærum alla
staðni minni "enn frammanundan.
meðan tað var rekordár fyri sukur-
framleiðsluni.
Fiskivinnuøkingin, ið tók til í 1950,
er í støðugari framgongd Serliga økt-
ist vinnan í Noreg. Danmark, Íslandi,
Týsklandi, Onglandi og Suðurkoreu.
Ger tubbakkið
nakran skaða
Til hetta sigur Price, amerik. professari,
ið viðgerð teringssjúkur:
— Tað er eingin orsøk til, at menniskjuni
skulu vraka tubbakkið og harvið eina dag-
liga njøtan og skaðaleysan stimulans. Eg
kann reint vitskapliga taka undir vid einum
av starvsfelagum minum, sum fyri stuttari
tíð síðani skrivaði: >Nýggjar kanningar vísa,
at meginparturin av læknunum reykja og
hartil sigarettir. Frá einum sálarligum sjón-
armiði kann tað sigast meira til frama fyri
tubbakksroyking enn Tad
avgjørt ikki at veraprógvað, at tubbaksroyk-
ímóti. vísir seg
ing er skaðilig fyri hina almennu sunnheit-
ina.« —
Brúgv fyri 600 milj. kr.
Á fundi í Oslo hava bilstjórar sett
krav fram um at gera brúgv tvørtur
um Oyrasund.
Í Danmark eru menn tó meira hug-
aðir at gera brúgv um Stórabælt fyrst.
Hildið verður, at ovdýrt verður at
byggja har styts er tvørtur um, Hel-
sundið
singor—Helsingborg. Har er
35 m djúpt.
Bíligast verður at byggja tvørtur
um frá Amager, har kostnaðarætlanin
er mett til 5—600 milj. kr.
20.000 dripin
Teir fyrstu sjey mánaðarnir vórðu
20.000 menniskju í Ameriku dripin
av ferðsluvanlukkum.
Í sama tíðarskeiði lótu 3000 amer-
íkanskir hermenn lív á Korenvígvøll-
um,
við ávirka landsins íbúgvatal, sam-
tykkir Føroya løgting at lata gift fólk
fáa 3 litur av brennivíni meira enn
ógift hvørt kvartal.«
Annars allar vinarligar heilsur og
góða eydnu við starvinum.
x
Steincke hevur sagt:
Tá ið hann heyrði lisið, at Stalin hevði
114 milj. í árligari inntøku, gjørdist
hann kommunistur.
Fyrr vóru valdsgerðir orsakaðar av fyll-
skapi, nú eru valdsgerðarmenninir ofta
edrúir, so tað gongur frameftir
kanningar
Hvi tyggigummi ?
í Ameriku
hví fólk tyggja tyggigummi. Svarini vóru
eru farnar fram,
hesi:
40 % fyri at stilla nervarnar.
27 % fyri betri smakk í munninum.
10 % fyri at venja seg av at roykja.
9 % fyri at halda tenninar hvítar.
= 0
( #4
billaðu sær inn, at tað var lættari
at savna tankarnar við tyggigummi í munn-
inum og 6 % tugdu, tí tey hildu tað vera
gott.
Eingin segði seg tyggja tí hini tugdu.
Meðan Anna var í Havn.
Anna er ikki av teimum, ið goymir
alt til síðstu løtu. Hon er eisini, sum
Pól Petir segði seinasta kvøldið hann
var inni á kamarinum hjá henni og sá
alt. hon hevði um hendir: »Eitt ar-
beidsgrev.« — Har var komið bæði
seingjartoy, borðtoy og barnatoy.
Anna var umhugsin og hevði longu
fingið sær meginpartin av tí, id tørv-
ast til búseting og eina mest av tílík-
um ið ein »vordandi« móður hevur
brúk fyri. — Anna seymaði, seymaði
navnastavir í dýnubetrekk, tey vakr-
astu mynstur í dúkar og grýtulappar.
Pól Petir sat og las, las >En læges
vejledning« til tey ungu, ið skulu til
at taka hitt stóra stigið: at draga eina
línu og í felag at luta lívsins sorgir og
gleði. Hann var beint liðugur við >Ha-
det og dets aarsager<, heyði blaðað
um og las um »Diegivning«, tå Anna
rópti á hann: >Á jes Pól Petir, hvat
gert »Hvat geri eg
hvat?< — »Sært tú ikki, at tå situr og
sleppur tubbaksøsku niður yvir hand-
an kaffidåkin.« Hann blásti øskuna á
gólvið, hugdi smílandi at Onnu, men
hon rukkaði brýr, og lætst sum um hon
var einsamøll inni. Hann las so víðari
um »Den frimodige unge mand.<
Anna seymaði. Høvdið á Pól Petir
sakk longur og longur niður. Anna
støkk upp. >Ein flúgvari?< Nei, hon
hevði bara gloymt Pól Petir men
hann lá so har. — Ein tíma aftaná fór
Anna og prikaði hann í armin við nál-
ini. Pól Petir var ikki seinur á føtur,
heldur enn ikki illfýsin. Tann næsti
tímin fór so við at tosa um, um ein
kona hevði loyvi so líka fram at prika
mannin í armin við einari nál. Anna
helt, at tað kundi aldri gera nakað,
men Pól Petir hugsaði, at ikki nýtt-
ist al trætast um tílíkt, tå ið >vejled-
ningen« lá á borðinum. Hann læs so
eina longri »avhandling« um >En al
vorlig hindring for lykkelige ægteskab-
er.« men hann hevði ikki lisið síðuna
niður. tå ið høvdið sakk niður á Onn-
usa bleytu pútu, eygnalokini løgdust
aftur á og bókin datt á gólvið.
tú?< —
SKIPINI
Trondhjem fór úr Keypmh. í gjár
til Føroyar, ikki Reykjavík, Tjaldur
fer úr Keypmh. 10. oktbr. S.s. Sigrid S
eykaskip hjá Skipafelagnum fermdi í
Keypmh. í gjár.
TINGANES
ið kom úr Grønlandi í gjár, fer til
Noregs í dag.
Nýggja kirkjan í Miðvági verður
í
vígd í morgin.
Basarur verður hildin í Sørvági
sunnudagin 19. oktober til frama fyri
nýggja kirkju í Gåsadali.
»Eysturhøvdi« (fyrr >Grønhólm-
ur«) landaði 120 skp. av snørisfiski í
Havn í seinastu viku. Karl á Lag skal
turka fiskin hjá teimum. Hetta er
annar Íslandstúrurin í ár. Fyrra túrin
veiddu teir 160 skp.
Óhugnalig tol
Seinasta uppgerðið yvir talið á arbeids-
leysum i Danmark vísir, at seinast í juli
høvdu 48.877
Hetta er 37 %
fjør. Myrkari verður myndin, tá ið hetta
arbeiðarar einki arbeiði
fleiri enn í sama mánaði í
eru arbeiðarar, ið hava verið arbeidsleysir
í longur tíð.
Hesum viðvíkjandi skrivar >Social-Demo-
kraten«:
»Regeringen har overhørt alvorlige ad-
varsler, og den må da regne med at blive
draget til ansvar for fortsættelse af en for-
dærvelig politik, der nedsætter produktio-
nen og oger ledigheden.«
Um hetta var sagt um okkara egna heim-
liga landstýri, kundi tað ikki verið bein-
raknari.
Svenskir sildaveidarar
við føroyskari slupp
Svenska sildaskipið >Saga<, ið fleiri
ferðir hevur verið á Havnini, kom
inn aftur fyrst í vikuni. Eldur hevði
verið í kahúttini, ið var so illa farin,
at manningin ikki vildi fara út aftur
Skipasýnið noktaði
skipinum at sigla, fyrr enn tað hevði
við skipinum.
verið á beding.
Hetta er annar túrurin undir Før-
oyum. Fyrra túrin veiddu teir 800
tunnar. Nú hava teir veitt 400 tunnur.
Ætlanin var at royna til teir høvdu
fingið uppí allar tunnurnar — um
700.
Manning og amboð av »Saga« eru
nú farin umborð í >Eyðbjørg<, ið
Alfred Johannesen eigur. Teir skulu
nú halda áfram við veiðuni við hes-
um skipinum.
Góð frukt — 1000 fold
Í fjør fekk ein góðseigari i Jyll-
andi hveitiaks. ið var funnið í einari
fleiri túsund ára gamlari grøv í
Egyptalandi. Vanligt hveiti gevur 35
fold, men hetta eina aksið gav heil
túsund fold, tå ið innheystad var. So
stórur hevur áhugin fyri hesi merki-
ligu innheysting verið, at manninum
er bjóðað at fáa ein bil. ið kostar 70
túsund kr. fyri kornið. men hann
hevur sagt nei.