Sosialurinarkiv
Sosialurin 1952-10-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1952síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

40. P Múla Bygdin liggur lamin fyri havinum. Tveir bátar smyldraðust í óveðrinum herfyri. Tað var harmuligt, nú verður als ikki farið á flot. Nýggjur lærari, Trygvi Strøm, er komin til bygdina, ættaður er hann av Tvøroyri. Norðdepli Veðrið var vánaligt fyrrapartin av sumrinum, august og september komu harafturímóti við góðveðri so hoyggi kom tíðliga undir tak. Arbeið er einki »Svananes« og »Louisa« fåast vid at rógva út. Fleiri russar hava ligið her. Ein maður her var umborå, hann fekk tvær tómar tunnar frá teimum og mat fekk hann eisini, og óføra væl smakk- aði. arnafjørd Nógvir høgguslokkur hevur fingist her seinastu tíðina, nakað hava vit avreitt beinleiðis til útróðrarbátarnar, og hin partin til Kjølbro í Klakksvík, nú er høgguslokkurin minkaður, men nú hava vit avreitt fyri 20.000 kr. í høgguslokki ella 200 kr. pr. fólk í bygdini. Eitt sindur av sild hevur eis- ini fingist. »Ragnhild«, ið róði út hig- ani í summar, er nú givin. Eplavøkst- urin tykist at vera góður. Vegarbeiði hevur einki verið í fleiri ár. Onkur hevði væntað at vit skjótt fóru at fáa vegin gjørdan út til torvheidarnar, men so varð ikki. 4 Anirnar Haki hevur so at siga ikki verið settir í jørð í ár. Hetta kemur helst av tí at eplavøksturin i fjørð svikti. Åttamannafarid, sum ådur var nytt til útróður, er selt til Daæls. fstadin hava vit keypt motorbáton »Fl6din« hjá J. C. Isaksen Klakksvík. Hann hevur verið nakrar túrar og fingið 2—3000 pd, uppá dagin. Hetta er bara væl hesa tíðina. Strond Menn hava verið her norðuri og arbeitt uppá elverksrørini. Eisini hús- ini hevur Dánjal Petersen málað, so her sær so frískligt út og tað hjálpir uppá einsemi eisini. Nú pråta teir aftur um at umbyggja el-streymin til bara vatnkraft, motorurin hevur verið dyrur, men hetta verður helst ikki fyrr enn pantað hevur verið fyri kom- munuskatt, men tað kann eisini verða leingi, tí minnist eg rætt lýsti teir pant- ing í 1948. men enn er einki pantað. hóast ein hálv miljón stendur úti. Haraldsund »Brimnes« rør út tå ið viðrar. Teir ið róðu út við »Lidarenni« arbeiða nú sildina hjá »Pållsdrongi« inni í Klakksvík. Nú verður skjótt fari á fjall, eingin seyður er deyður í ár, so seyðaárið verður óivað gott. Kunoy Skipsfólki kom tíðliga úr Grønlandi hjallarnar. Bilar eru tríggir í bygdini og teir hava altíð almikið at gera. Há- enni hevur gjørt tveir túrir í Íslandi og selt í Aberdeen, nú rógva teir út. Í óveðrinum herfyri fórst ein róðrar- bátur sum stóð á kajuni undir Leitið og átta petroleumstunnur skoladu út. men tær vórðu tó bjargaðar av Sunda- monnum. Svínoy »Eysturhøvdi« er komin úr Íslandi við 120 skpd. Hetta er annar túrurin teir Hin tårurin gav 160 gera íár. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR SS fyfffffffAfAf[fAfAfAfAfAfA [AA AA AA AA AAA AA [AA AA AA [AA [ [AA AA [AA [Å[Å[A[A[A[[] skpd. Hópin av russiskum skipum hava ligið á vikini seinnu tíðina, teir hava lýst við ljóskastarum inn yvir bygdina so áljóst hevur verið um nátt- ina. Hvannasund Tvær grindir eru deyðar her í ár. Tað kom væl við bæði her og í grann- abygdunum. Teir báðir »Vidanes« og >Jústa Jógvanx rógva ikki út nú, men byrja aftur tá heystróðurin kemur fyri. Smábátar fáast við at rógva út. >Grunningur< plagar at vera her norð- uri og taka fisk. í ár, men teir fóru skjótt í sild. Nú er el-hiti í hvørjum húsi, og hent er. Miðvikudagin hin 24. september vórðu fólk bangin um ein opnan bát sum var útrógvin norð á havi. Fleiri bátar úr Klakksvík fóru út at leita, men funnu einki. Kl. 10 um kvøldi kom báturin aftur við egnari hjálp, 3 menn vóru við. Bátar, ið hava roynt í fjørðinum hava fingið væl. Húsar Fjøllini eru í hondum. Nú eru menn farnir at skjóta seyð ístaðin fyri at svava. Byrsan ið nýtt verður kann eisini nýtast til haruskjóting sigst. »Kallsoy«, ið hevur ligið fyri teym fyrrapartin av árinum, er nú á beding í Klakksvík. Hann skal nýtast til út- róður í heyst. Eplini frukta væl. Gom- ul søgn er, at Húsar skal hava besta eplafrukt í landinum. Syðradal >Bjørg< hevur verið tveir túrar í Íslandi. Fullfermdur báðar ferðir. Bát- arnir fáa nógvan seið á Galvinum. Hoyggingin varð tíðliga liðug. Menn nýttu maskinu at sláa við. Soleiðis kundi ein lættliga sláa eitt fóður um dagin. Sætt og hoyrt afturvið nýrasneis TÁ ID RIKARD VAR I KEYPMANNAHAVN Av øllum teim trimum, sum stýra í dag, er Rikard í Danmørk best kendur, tá knappliga var at fara avstað, var Rikardur Langi sendur. Eirikkur skimast. tá Rikardur fram sítt ørindi har mundi bera: Hoyr Eirikkur tað er ein øðilig skamm so lág jarðamøðralønin man vera. Várt fullveldi kostar bæði toll og skatt, so ræðuligt er at hoyra, til jarðamøður eg sigi tær satt, vil eiga nú ikki eitt oyra. Ég biði teg Eirikkur hjálpa úr neyð os fattige folk udi Færð tí brátt hin føroyska tjóðin er deyð »vi får ej børnene flere.« Gev okkum nakað Danagull, at gjalda tá børn skulu koma eg svørði tær eidin av sålini full tey sambandsk skulu verða øll somul. Eirikkur skimast í stovu í kring á knøum man Rikard fram trína. Á fingri Rikards hann sær ein ring, sum av reyðar gulli man skína. >Hør hr. Long, min gamle ven, jeg ynkes inderlig over, at du ej længer er pebersvend, og ganske alene sover. Ja, kære hr. Long vi dig forstår, det er sá let at vide, en fader uden jordemor er stedt í rædsom kvide. Vi vil sá gerne hjælpe dig og dine børn til jorden. Vi ved at du sá nydelig en sambandsmand er vorden. Vi ved, at du og dine børn vort samband vil bevare, og derfor vi alle ønsker dig en mægtig børneskare. Men kan Í ikke klare den skat, en jordemoder skal have? Jeg spekulerer dag og nat, hvem eder så skal begrave. Sig mig hr. Long skal graveren så også få lån fra staten? Eller hvordan med kadaveren, skal den ligge rådden på gaden? Rikard sær klórar i vanganum »Jeg kan ej standpunkt tage derom må jeg spørge Lagmanden og siden komme tilbage«. Trúskap og kærleik til donsku mammu tikard hevur svorið. Aldri meira fullveldi aftur at hava á orði. Fólkaflokkurin trívist nú so væl á Danabási. Hví skal eina sambandið sær kosa við donskum kråsi? Sambandsfólkaflokkurin okkum bjargar úr neyð. bæði tá ið vit verða fødd, og tá ið vit liggja deyð. Løgmaðurin sær skundaði avstað suður í Oyrasund. Nú skal Rikard heima sita eina lítla stund. Fólkaflokkur úr donsku bubbu, bróðurpartin fekk. Burtur svór hann kropp og sál — alt til danskin gekk. Ein fyrrverandi fullveldismaður. Skómakarin helt ikki nógv av kon- uni. Eitt kvøldið kom hann til hús í skýmingini. Konan ætlaði at kløkka hann til stuttleikar og kleiv uppí eitt træ í garðinum. Skómakarin hoyrdi brak í greinunum: — Hvør er har? rópti hann. — Hetta er hin versti sjálvur! — So, so, kom so niður og læt meg heilsa uppá teg. eg eri giftur við syst- úr tygara. — — Tannlæknin má hava lítið skil á pengum. Fyrst segði hann, at tann tonnin var lítið verd, og so tók hann kortini 15 kr. fyri at taka hana út. Haldarar KEMUR BLAÐIÐ IKKI HEVUR POSTVERKIÐ ALLA SKULDINA. Støðugt verður klagað um, at hald- arar kring um landið ikki fáa blaðið. Vit kunnu bert siga, at blaðið verður regluliga avgreitt á prentsmiðjuni. Ivaleysa nógv bløð verða send hvørja ferð. Haldarar, ið ikki hava fingið ella ikki fáa blaðið, biðjast siga frá hes- um skrivliga beinleiðis til blaðið. 4. oktober 1952 Storst í Heiminum Heimsins størsta bókasavn er tjóð- arbókasavnið í Paris, ið hevur 3 milj. bøkur. Hægsti skorsteinur er í Glasgow. Hann er 474 føtur høgur. Longsta kolholið er í Belgíu. 3.500 føtur langt. Størsta dokkin er í Cardiff í Wales. Størsta bronsustandmyndin er í Le- ningrad. Standmyndin av Petur tí Stóra. Vigar 1.100 tons. Damaskus sigst at vera elsti býur í heiminum. MILLUM UNGFÓLK Meðan Anna var í Havn. »Kom inn!« >Á góðan dag, Anna systur.« >Á jes, góðan dag Sufesius, nær ert tú komin, beiggi?< »Eg eri akkurát nú komin við maskin- båtinum hjá Tøppi hjá Aspirinu mostur. Hann kom til djóralæknan við einum geita- bukki hjá Stinus gubba. »Hvat feilar honum ?< >Ég veit ikki. Eg haldi eingin veit. Has- in har húskallurin hjá presti ...... tú veitst Habakuk, teir kalla, rakti nú ein dagin vid, at hann hevði mist tenninar.« >Mist tenninar, hvussu ber tað til?< >Eg veit ikki, Karl hjá ommusystur helt, dagin, hann tað mundi vera komið ein hevði stangað Koppelinu í lærið, men Jaki Spryd heldur tað er tí, at hann hevur fingið ov bleytan kost. Hann hevur fingið so ogiliga nógvan havragreyt ta seinastu tidina.« >Tú, mamma, hvussu hevur hon tað?< >Hon hevur tað vist gott.« >Hvat ger hon?< >Í gjár vaskaði hon fjallaullina hjá Ulla- ba. Í morgun hevði hon longu reinsað kom- fýrin, áðrenn eg var uppi. Tá ið eg fór tókst hon við at geva hønunum. Tað er sovorðið stríð, tí tað er ongantíð friður fyri høsnunum hjá teimum uppi hjá Ryss-Ola.« >Tú fotel mær okkurt. Hava tit fingið nakran seyð?< >Nei, vit hava einki fingið enn og vit fáa nokk lítið eisini. Hin blikuta kenning- arærin hjá Ullaba er geld og fjallærin hjá honum »fyri handan Ketlar« eigur eitt so elendiga lítið, tað er lítið størri enn hin gamli frensurin hjá okkum, tú veitst hin við ongum oyrum.« Tú, og innilombini?« >sj, ver ikki býtt, tey eru einki. Gardina gongur í Tanga, og Molotopp yviri í Koppi. Ílann stútði so illani, at vit máttu sleppa Tað var hann, hann burtur onkunstaðni. sum stútaði Pannelinu í Sopphúsi, tá ið hon fekk blóðforgiftning omanfyri knæid.« >Nei, halt kjaft, eg skuldi ikki so sagt, tað var ikki hann. >Jú, sum man sigur: tað er eingin lygn.« >Tú ... og hvussu er tað við folovilsinum hjá henni sjálvari frk. Eikibøg og Klodda, ganga tey saman enn?< »Je, je, hann gongur við henni undir arminum um kvøldarnar, je, og nú hevur hann rakað yvirskeggið burtur. Hon gongur nú við einum sovorðnum turriklæði, sum tey binda um høvdið og so hongur eitt langt vel niður eftir rygginum; har uppá er málað forskelligt.« Hvat stendur uppi har, tú?< Hat stendur so nógv. Eitt stórt bilæt av Guanofabrikkini hjá Kjølbro, hjørtur, og pilar. Og so stendur so nógv »Alt for >Kiss me«, »Shell er best«, og so okkurt lastbilar skrivað: »I love you«, Norge«, annad eisini?«