týsdagur 16. apríl 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 71 - 16. apríl 2002
Nr. 71 - 16. apríl 2002
29
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Stóra lønar-
hækking
Ein kanning vísir, at
stjórnarnir í teimum
norsku peningastovn-
unum fingu munandi
størri lønarvøkstur í
fjør enn tey vanligu
starvsfólkini í teimum
somu
peningastovn-
unum.
Kanningin sigur, at
lønirnar hjá starvsfólk-
unum vuksu í meðal
umleið 5 prosent, men
at lønirnar hjá stjór-
unum vuksu umleið 15
prosent í meðal.
Stjórarnir halda tó
ikki, at nakað órímiligt
er í hesum. Flestu teirra
halda, at lønirnar hjá
stjórunum
eru
bert
lagaðar til tíðina, og so
vísa teir á, at flestu
peningastovnar nir
høvdu eitt gott úrslit í
fjør, og at leiðslan so
hevur fingið eina hósk-
andi samsýning.
Reiðarí
fekk bót
Eystari landsrættur í
Danmark hevur gjørt
av, at almenna reiðaríið
Scandlines skal rinda
17 milliónir krónur í
bót, tí felagið hevur
misnýtt sína kapping-
arstøðu í Eystrasalti.
Kanningar hjá bak-
mansløgregluni
hava
avdúkað, at almenna
jar nbreytarfelagið
DSB, sum fyrr átti
Scandlines,
kravdi
serligt gjald frá øðrum
reiðaríum, men ikki frá
sínum egna reiðaríi.
Bakmansløgreglan
arbeiðir við tveimum
málum afturat, sum
viðvíkja Scandlines.
Fyribyrgja
Enron
Fíggjarmálaráðharrarnir
í ES-londunum hava sett
sær fyri at herða eftir-
litið við grannskoðarum
og serfrøðingum fyri at
sleppa
undan
einari
Enron-gølu í Evropa.
Endamálið er, at tað skal
verða lættari hjá íleggj-
arum og øðrum at út-
vega sær álítandi upp-
lýsingar.
Um grannskoðararnar
siga fíggjarmálaráðharr-
arnir, at tað er neyðugt
at tryggja, at grannskoð-
ararnir eru óheftir av
vinnulívinum. Sum eru
hava grannskoðararnir í
teimum flestu londun-
um eitt slag av sjálvs-
eftirliti, men í framtíðini
skulu teir undir alment
eftirlit, eins og skipanin
longu er í summum
londum.
Úr Norðurlondum:
Ja til ES
Hevði
fólkaatkvøða
verið í Noregi nú,
høvdu 54 prosent av
teimum norsku veljar-
unum atkvøtt fyri, at
Noreg skal fara upp í
ES. Tað sæst í einari
nýggjari
meininga-
kanning, sum blaðið
Aftenposten
hevur
gjørt.
46 prosent siga, at tey
høvdu atkvøtt ímóti.
Eisini hendan kann-
ingin vísir, at norð-
menn leggja rættiliga
stóran dent á, hvat
íslendingar fara at gera.
44 prosent av teimum
spurdu siga, at ein
íslendsk umsókn um
ES-limaskap eigur at
skunda undir norskan
limaskap.
Millum
teirra, sum eru fyri
norskum ES-limaskapi,
siga 66 prosent, at
støðan Íslands hevur
stóran týdning, meðan
23 prosent av teimum,
sum siga nei, siga, at
ein umsókn úr Reykja-
vík hevur týdning fyri
teirra støðutakan.
Kann vera
dýrt
Eins og í Føroyum eru
tað nógvir danir, sum
velja at smíða sjálvir
heldur enn at senda boð
eftir einum útlærdum
timburmanni, men ein
dómur í síðstu viku
vísir, at tað kann koma
aftur um brekku.
Í
hesum
førinum
hevði ein maður smíð-
að sær eini summarhús,
sum hann seinni seldi
fyri 985.000 krónur.
Tað vísti seg kortini, at
tann fyrri eigarin ella
smiðurin hevði ikki
nýtt tað tilfar, sum ásett
er, og at ymisk brek
vóru
við
húsunum.
Keyparin stevndi við
kravi um endurgjald, og
í síðstu viku avgjørdi
Vestari landsrættur, at
tann fyrri eigarin skal
rinda
keyparanum
400.000
krónur
í
endurgjaldi. Men tað er
ikki alt. Hann skal
eisini rinda 180.000
krónur fyri sakarmáls-
kostnað og metingar av
summarhúsinum ella
næstan 60 prosent av tí,
sum hann í sínari tíð
fekk fyri húsið.
Danskir
sakførarar
siga, at dómurin kann
fáa stóran týdning, tí
tann óhepni seljarin er
ikki tann einasti, sum
hevur roynt seg sum
húsasmið.
Higartil hevur ameri-
kanski uttanríkis-
ráðharrin, Colin
Powell, ikki fingið
stórvegis burtur úr
friðarferð síni í
Miðeystri. Og eitt
uppskot um ein
Miðeystur-toppfund
vinnur neyvan frama.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Sunnudagin varð í spenn-
ingi bíðað eftir, hvat fór at
koma burtur úr fundinum
millum amerikanska uttan-
ríkisráðharran,
Colin
Powell,
og
palestinska
leiðaran, Yasser Arafat,
men aftan á tann tríggjar
tímar langa fundin var
semja um, at lítið og einki
var komið burturúr.
Sjálvur segði Powell, at
fundurin hevði verið gagn-
ligur, men hann ásannaði
samstundis, at enn var langt
á mál til eina vápnahvíld.
Arafat segði einki, tí hann
hættaði sær ikki útum at
tosa við tíðindafólkini, tí
hann kendi seg ikki tryggan
uttan fyri dyrnar.
Leygardagin
kravdi
Powell, at Ísrael skuldi taka
seg aftur av Vestara Áar-
bakka, men tí sýtti Ariel
Sharon,
forsætisráðharri
fyri. Arafat sigur, at hann
fer ikki at kunngera vápna-
hvíld, fyrr enn teir ísraelsku
hermenninir
eru
tiknir
aftur.
Samstundis krevur Shar-
on, at teir palestinsku
myndugleikarnir
skulu
flýggja Ísrael menninar,
sum beindu fyri ísraelska
ráðharranum
Zeevi
í
oktober í fjør, men tað vil
Arafat ikki.
Ísraelskir fjølmiðlar eru á
einum máli um, at teir báðir
partarnir hava læst seg
fastar, og fjølmiðlarnir
fýlast á, at Powell ikki
hevði eitt uppskot til eina
politiska loysn við sær, tá
hann fór úr Washington.
ùrslitið er, siga fjølmiðlar-
nir, at hvørgin av pørtunum
vil lurta eftir amerikanska
uttanríkisráðharranum.
Ariel
Sharon
hevur
skotið upp, at USA skal
skipa fyri einum Mið-
eystur-toppfundi í Wash-
ington. Sambært uppskoti-
num skulu leiðararnir í
Jordan, Egyptalandi, Ma-
rokko,
Saudiarabia
og
teimum smáu londunum
við Persaflógvin luttaka á
fundinum
saman
við
Sharon sjálvum. USA skal
leiða samráðingarnar.
Yasser Arafat skal hava
tikið undir við uppskot-
inum um ein toppfund í
USA, men tað er ein stórur
spurningur,
um
Arfat
yvirhøvur sleppur á fundin.
Sharon hevur fyrr skotið
upp at halda tílíkan fund, og
ta ferðina ætlaði hann ikki,
at Arafat skuldi sita við
samáðingarborðið. Sigur
hann tað sama nú, er lítið
hugsandi, at teir arabisku
leiðararnir fara til Wash-
ington, tí teir vilja ikki
samráðast uttan um pale-
stinska leiðaran.
Men stjórnin hevur
ongar ætlanir um
fólkaatkvøðu um nýtt
gjaldoyra
DANMARK
Árni Joensen
Hevði fólkaatkvøða verið í
Danmark nú um at seta
evruna í gildi ístaðin fyri
krónuna, hevði svarið verið
eitt greitt ja.
Ein
meiningakanning,
sum stovnurin PLS hevur
gjørt fyri Jyllandspostin,
vísir, at 56 av teimum
spurdu eru fyri at seta
felags evropeiska gjaldyrað
í gildi. 36 prosent eru
ímóti, og hini átta pro-
sentini ivast, hvat er tað
rætta.
Sama kanning vísir, ar 88
prosent av teimum spurdu
vænta, at evran fyrr ella
einni kemur ístaðin fyri
krónuna.
Danski Evropa-ráðharrin
Bertel Haarder fegnast um,
at so nógvir danir taka
undir við evruni, men hann
leggur dent á, at stjórnin
hevur ongar ætlanir um at
lata fólkið taka støðu til
spurningin. Hann sigur, at
tað fara at ganga ár, áðrenn
fólkaatkvøða verður um
málið.
Tað er heldur einki at
siga til, at stjórnin er varin.
Tann 28. september í 2000
var fólkaatkvøða í Dan-
mark um evruna. Úrslitið
varð,
at
53,1
prosent
atkvøddu ímóti at seta hana
í gildi, hóast ein stórur
meiriluti í Fólkatinginum
hevði mælt fólki til at
atkvøða ja.
Eingin vil lurta eftir Powell
Danir velja hava evruna
Tíðindafólk, sum hava verið á Vestara Áarbakka, siga, at oyðileggingarnar eftir ísraelska átakið eru stórar. Hendan myndin er úr
Jenin
Mynd: Reuter
PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ
LBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁ
PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ
LBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁ
PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ
LBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁSKATILBOÐ Í ELDING! PÁ
Eysturoyar Teoriskúli
Um nóg nógv tekna seg,
verður endurtøkuskei
19. og 20. apríl
Endalig roynd verður
29. apríl
Johan Beder, tel. 210 821
Ole Lykke, tel. 220 972
Hugo Kristiansen, tel. 225 225
Sosialurin - 311820
Heilsøla, smásøla & umbo - Tel. 315600 - Fax 318008
Hoyggjturkari
· Turkar 20' kontainara við vátum grasi uppá uml. 6-8 tímar
· Bíligur í rakstri uml. kr. 20,- um tíman írokna streym og dieselolju
· Tú kanst turka gras í oysandi regni fyri umleið kr. 20,- um tíman
· Kvalitetur og long livitíð
· Royndir í Føroyum við sera góðum úrsliti
Seinasta freist at bíleggja fyri at náa levering til
slátturin í ár er innan 01.05.02
Teir lovaða 2 fólkaatkvøður áðrenn
1. stig varð tikið á loysingarleið
Nú hevur tú møguleikan at svara
teimum 30. apríl
Henrik Old
Til sølu
VOLVO F12 6x2 trekkjari, árg. 1/84
VOLVO F10 6x2 við fastari last og HIAB 190 krana
SCANIA P82 6x2 við fastari last v/ gardinum, árg.
4/84
VOLVO F12 8x2 við weirheis, árg. 1/85
10 stk. 20 fót bingjur
P/F Heri Thomsen
FO–510 Gøta
tlf. 441047 ella 211047
JAVNAÐARVEITSLA
Um nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri
veitslu fyri javnaðaráhugaðum í Suðuroy.
Veitslan verður hildin í Gistingarhúsinum í
Øravík leygarkvøldið 20. apríl kl. 19.30.
Orkestrið "Trio" spælir
til dans eftir borðhaldið
Kostnaður fyri borðhald og dans er kr. 150 fyri
hvønn
Seinasta freist at melda seg til er onsdagin 17.
apríl. Tekningarlistar eru á
tlf. 37 33 96 í Vági
37 12 08 á Tvøroyri
37 51 61 í Hvalba
Javnaðarfeløgini í Suðuroy
Vit átaka okkum alt innan
timburarbeiði.
Vit átaka okkum eisini at gera tilboð.
Leynar
tlf. 211774
C
M
Y
K
29
28