týsdagur 16. apríl 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 71 - 16. apríl 2002
Nr. 71 - 16. apríl 2002
27
VALGREINAR
Lyfti: Fast samband
– Úrslit: Scania!
Eyðgunn
Samuelsen
valevni hjá Javnaðar-
flokkinum í
Norðoyggjum
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin
hava
lovað
okkum
undir-
sjóvartunnil til Norð-
oyggjar. Hetta var so
umráðandi fyri teir at
staðfesta fyri okkum, at
løgmaður sjálvur í síðstu
løtu mátti leggja eina
lóg fyri tingið, har
tingmenn sjálvir kundu
seta tað inn í lógina, ið
teir høvdu hug til. Hetta
hendi undir tí stóra
sjálvtøkuborðinum
síðstu dagarnar tingið
var saman.
Hetta lyftið, er sum alt
annað, ið lovað er sein-
astu 4 árini, treytað av
fullveldinum. Vit mugu
hava fullveldi fyrst siga
teir, so verður alt gott !!
Tað er nú eineferð so, at
tá ið eitt valskeið er
runnið er tað úrslitini ið
vit skulu meta útfrá, tá
ið vit avgera, hvar vit
seta krossin næstu ferð.
Vit hava fingið lovað
fast samband og hvat fáa
vit? Scaniu og eina
nýggja ferða ætlan ið
millum annað hevur við
sær ??
At tey 20-30 fólkini ið
hvønn dag ferðast inn á
meginøkið til arbeiðis,
mugu fara upp kl. 4.00
um morgunin og verða
við hús aftur klokkan 20
um kvøldið !!
Vit vóru annars von
við at nýta 4 tímar
hvønn dag til ferðing,
hetta gevur 20 tímar um
vikuna og tað svarar til
eitt hálvt starv. Nú skal
tú avstað 1 tíma fyrr og
kemur aftur 1 tíma
seinni !!
Tænastan umborð er
eisini versnað, tú má
vera fremst í bíðirøðini
um tú skal vissa teg um
at fáa ein kopp av kaffi
ella eitt rundstykki. Eg
sigi ella, tí tú kann ikki
vænta at fáa bæði, í
hvussu so er ikki sama
túr. Hetta hevur nógv at
siga hjá fólkið ið nýtir
so stóran part av deg-
num til ferðing.
Hetta er bara tær
umleið 5 vikurnar með-
an Scania siglur kannst
tú vóna, men gakk !! Tá
Dúgvan byrjar aftur at
sigla, er ferðaætlanin so
snild, at tú kemur at nýta
ein tíma meira hvønn
dag enn gamla ferða-
ætlanin hevði við sær, so
20 tímar um vikuna
verða til 25 !!
Hevði tað so bert
verið óhøgligt fyri tey ið
ferðast til og frá arbeiði,
men sum tað sær út so
má man spyrja, er tað
høgligt
fyri
nakran
yvirhøvur ??
Skúlagongdin bæði á
Kambsdali og í Klaks-
vík er kaotisk tí tíðirnar
passa ikki. Tað eru um
100 ungfólk í fara inn á
Kambsdal hvønn dag og
eini 50 ið fara til
Klaksvíkar í skúla. Skal
tú ørindi í Havn, so má
tú fara til Havnar at
bíðja í tímavís og eg
kundi
nevnt
fleiri
dømir…
Tað skal vera ringt
innan tað verður gott
verður sagt, men vit
hava næstan hug at siga
nei til tunnilin um vit
kunnu fáa tað betri nú,
er tað tað teir ætla ??
hvussu nógv kunnu vit
líta á teirra lystir um
tunnil, um vit hava
ferðasambandið, ið vit
nú hava fingið frá teim-
um, í huga ??
Lat
okkum
velja
flokkar, ið siga, tað skal
ikki vera ringt innan tað
verður gott . Og sum
ikki siga fullveldi fyrst,
men korðini hjá fólkin-
um og gerandismálini
skulu loysast fyrst av
øllum !! Lat okkum tí
velja Javnaðarflokkin !!
Eydgunn@post.olivant.fo
Dan R. Petersen
løgtingsmaður
Tað kom dátt við hjá hinum
flokkunum, tá Javnaðar-
flokkurin kom við sínum
uppleggið, sum innihelt alt
tað, sum henda samgonga
hevur forsømt hesi 4 árini.
Reaktiónin
frá
serliga
Tjóðveldisfjokkinum var,
at okkara stevna kostaði alt,
alt ov nógv.
Men sum tann álvars-
flokkur Javnaðarflokkurin
er, høvdu vit gjørt út-
rokningar upp á allar
okkara ætlanir, og tær
koma at halda.
Sjálvandi kostar at føra
umstøðurnar hjá teimum
gomlu og veiku ajour, sum
henda samgongan hjarta-
leyst hevur forsømt.
Sum tey flestu vita,
standa ellis- og røktarheim
ovast á skránni, 160 pláss í
4 ár. Tað kostar sjálvandi
pengar, men pengarnir eru
væl
farnir.
Javnaðar-
flokkurin setir nevnliga tey
gomlu í Føroyum nógv
hægri enn tað vælsignaða
flaggið hjá Høgna Hoydal í
New York. So er tað sagt!
Næst á skránni eru
pensiónirnar.Fólkapensióni
n saman við samhaldsfasta
skal geva pensionistinum
10.000 kr. um mánaðan og
pørum 16.000 kr.
Samgongan reypar av, at
teir hava hækkað fólka-
pensiónina. Men hækk-
ingin varð ikki meira enn
4,30 kr. um dagin. Tað
svarar til ein hálvan mjólk-
arpakka. Her skulu vit
hugsa um, at hetta eru
størstu gulltíðir, landið
nakrantíð hevur upplivað.
Eitt annað hjartamál,
sum okkara flokkur setur
ovast, er viðgerðin frá tí
almenna, sum borgarar fáa,
sum av einari ella aðrari
orsøk eru komin illa fyri
antin av sjúku ella van-
lukku. Mannagongdirnar
eru nógv ov trekar og
seinførar.
Nakað so grundleggjandi
sum at fáa ein brúsustól til
eitt sjúkt fólk tekur minst 2
mánaðar at fáa, hóast lækni
hevur ávíst tørvin, og mið-
støðin
hevur
slíkar
á
goymslu. Tað eru eisini
dømi um fólk í koyristóli,
ið búgva 25 m. frá al-
mannaveg. Umsókn um
henda lítlað vegastubba frá
húsunum til vegin hevur
ligið í ár. Hetta tíðir uppá
ótrúliga langa saksviðgerð.
Eitt annað ítøkiligt dømi
er um ein mann, sum hevur
fingið játtan frá Almanna-
stovuni um at fáa breiðka
hurðarnar í húsinum og
møguleika at sleppa út í tún
við egnari hjálp. Í sínari tíð
tók tað manninum 3 mán-
aðar at byggja húsini. 6
mánaðir eru nú gingnir,
síðan hann søkti um hesar
smábroytingar,og seinast eg
visti - og tað er nýliga - var
so onki hent.
Hetta eru bara 3 dømir
av ótalligum.
Javnaðarflokkurin ætlar
at broyta mannagongdirnar
og einfaldgera tær, so
borgarin fær eina skjóta og
góða viðgerð.
Allarhelst er fólkatrot á
fleiri stovnum, og óivað er
ov nógv byrokrati.
Okkara politikkur skal
fyrst og fremst snúgva seg
um borgarans kor, og tí seta
vit fólkið fyrst.
Vilhelm Johannesen
valevni javnaðarfloksins í
Norðoya valdømi
Um mánaðarskiftið august
/september 2001 gjørdi
javnaðarflokkurin
sína
valskrá til løgtingsvalið 30.
apríl 2002. Valskráin, ið
varð almannakunngjørd á
landsfundi floksins, sum
varð hildin í Vestmanna í
døgunum 14. og 15. sep-
tember 2001, fevnir um so
at siga øll samfelagsviður-
skifti.
Undir
herrópinum
FÓLKIÐ FYRST, leggur
javnaðarflokkurin sera stór-
an dent á eldrapolitikkin og
sigur m.a., at eitt politiskt
høvuðsmál hjá javnaðar-
flokkinum er at styrkja
fólkapensiónina og at lyfta
samhaldsføstu eftirlønar-
skipanina upp til eina
munagóða skipan fyri allan
arbeiðsmarknaðin. Vit seta
okkum fyri, at útvega í
minsta lagi 160 ellis- og
røktarheimspláss komandi
fýra árini, og at útbyggja
heimarøktina
við
eini
døgnrøktarskipan.
Vit siga, at fólkapen-
siónin skal økjast, bæði við
at hækka upphæddirnar og
við at prístalsregulera alla
pensiónina. Samhaldsfasti
arbeiðsmarknaðareftirlønar
grunnurin skal styrkjast,
bæði
við
at
stovnsfæ
grunnsins verður munandi
økt, og við at inngjaldið frá
arbeiðsgevarum og løntak-
arum verður økt úr 1/2 upp
í 2%. Ein slík øking skal
mótvigast við samsvarandi
lækking í skattinum. Við
fólkapensiónini
og
samhaldsfasta skulu stakir
pensionistar koma upp á
10.000 kr. um mánaðin og
hjún, har bæði fáa pensión,
skulu koma upp á 16.000
kr. um mánaðin, og hesar
upphæddir verða øktar við
árligu rentutilskrivingini
hjá Samhaldsfasta.
Bráfeingistørvurin
á
ellis- og røktarheimspláss-
um er so stórur, at javn-
aðarflokkurin í valskránni
hevur sett sær fyri, at
komandi fýra árini verða
neyðugar íløgur settar á
fíggjarlógina, soleiðis at
160 nýggj ellis- og røktar-
heimspláss
verða
tøk.
Landskassans partur av
íløguni verður umleið 80
mió. kr. í fýra ár. Fleiri og
fleiri eldri liggja einsamøll
og óhjálpin heima um
náttina. Tí vil javnaðar-
flokkurin beinan vegin
útbyggja heimarøktina við
einari døgnrøktarskipan við
tilkalliskipan. Hetta økir
um tryggleikan og møgu-
leikan at vera verandi í
egnum heimi. Og nógv
eldri fólk vilja sjálvandi
verða í egnum heimi so
leingi sum møguligt.
Javnaðarflokkurin hevði
ábyrgdina av almanna-
málum tá vit í sjeytiárunum
fingu
heimarøktarskip-
anina. Javnaðarflokkurin
hevði eisini ábyrgdina av
almannamálum tá vit í
1980 fingu nýggja heima-
sjúkrasystraskipan. Seinni
eru hesar báðar skipanina
lagdar saman. Javnaðar-
flokkurin var fyrsti flokkar
á tingi sum kom við upp-
skoti til lóg um samsýning
fyri at ansa eldri og
óhjálpnum
heima.
Vit
løgdu eisini til brots við
lógini um bjálvingarstuð-
ulslán til hús hjá pension-
istum. Og javnaðarflokk-
urin vil aftur nú verða tann
slóðbrótandi flokkurin á
eldraøkinum. Tí siga vit
hægri pensión, fleiri ellis-
og røktarheimspláss og
eina døgnrøktarskipan.
Sum eg nevndi í fyrstuni,
so eru átta mánaðir liðnir,
síðani javnaðarflokkurin
gjørdi og almannakunn-
gjørdi sína valskrá. Hetta
var í eini tíð, tá tey
politisku høvdini enn vóru
køld, og áðrenn valfepurin
gjørdist alt ov ógvusligur.
Seinastu vikurnar og dag-
arnar hava hinir flokkarnir
almannakunngjørt
sínar
valskráir. Í nógvum førum
hava
hinir
flokkarnir
eftirgjørt valskránna hjá
javnaðarflokkinum og inn-
bygt nakrar yvirbjóðingar.
Veljarin eigur ikki at lata
seg taka av fótum av
hesum. Hesar valskáir eru
gjørdar eftir at politisku
høvdini ikki longur vóru
køld og eftir at valfepurin
gjørdist rættuliga ógvus-
ligur.
Teir veljarar, ið vilja hava
eina veruligan og góðan,
men samstundis realistisk-
an eldrapolitikk í Føroyum,
eiga at fara mannsterkir á
val og seta ein sterkan
javnaðarflokk inn á Føroya
Løgting týsdagin 30. apríl.
Valdagin fara kvinna og
maður av húsi og seta X við
lista C ella eitt av val-
evnunum á listunum hjá
javnaðarflokkinum.
Tað
verður eitt gott val fyri
eldra ættarliðið av føroy-
ingum.
Betri kor til fólkið
Ein veruligur eldrapolitikkur
VALGREINAR
Tann skapandi
listin
Jógvan Arge
valevni Tjóðveldis-
floksins
Tað sær ikki mætari út
enn, at tey føroysku list-
arfólkini dag og dagliga
gera seg fortjent til, at
landsins mentanarpoli-
tikkur veitir tí skapandi
listini góðar umstøður
Rithøvunurin Jóannes
Nielsen fekk sítt mill-
umtjóða gjøgnumbrot
hendan dagin, tá kunn-
gjørt varð, at hann fær
norðurlendska heiðurs-
løn fyri sjónleikin "Eitur
nakað land weekend?".
Føroyskir listarmál-
arar ferðast eins vandir
millum
gallaríini
í
útlondum, sum millum
framsýningarhølini
í
Føroyum, og selja út
ferð eftir ferð.
Tónasmiðir og tón-
leikarar smæðast ikki
burtur. Sunnleif Ras-
mussen er viðurkendur
víða hvar. Aldubáran
leikar á altjóða pallin-
um. Clickhaze tekur
keylur. Pætur við Keldu
ger
hol
í
sjógvin.
Brandur Enni stendur á
flogsteini, og Týr tekur
skyldmenninar í Íslandi
við stormi.
Tað hevur stóran týdn-
ing at geva skapandi
listini góðar umstøður.
Umráðandi er eisini at
ásanna, at ein so lítil
tjóð, sum tann føroyska,
eigur at brúka lutfalsliga
fleiri pengar til mentan-
arlig endamál enn stórar
tjóðir til tess at verja
okkara eyðkenni.
Landsstýrismaður
tjóðveldisfloksins hevur
lagt fram á ting álit um
at menna ta skapandi
listina. Ein boðskapur
er, at størri játtan má til,
skal listin fáa nóg góðar
umstøður. Mælt verður
samstundis til nýggjan
umsitingarligan bygnað
við umskipaðum ment-
anargrunni og serstøk-
um ráðum fyri hvørja
listagrein sær.
Tjóðveldisflokkurin
stendur fyri einum fram-
sóknum mentanarpoli-
tikki. Vit hava ikki ráð
til at vera smálig, og fyri
okkum er tað avgerandi,
at skipanin, sum verður
vald, er dynamisk og
hevur so breiða um-
boðan, at stígur ikki
kemur í listarligu menn-
ingina.
Vit hava eitt nú sett
okkum fyri at stovna ein
lista- og tónleikaskúla
og at fara undir at
byggja og skipa Tjóð-
leikpall Føroya, sum
skal verða karmur um
bæði leiklist og tónleik á
professionellum stigi og
samstundis
stuðla
áhugaleiki.
Vit virka fyri, at um-
støðurnar hjá bókaút-
gávu, mentanarstovnum
og
listafólkum
sum
heild verða betri og at
stuðlað verður upp undir
átøk, sum skapa før-
oyskari yrkislist møgu-
leikar heima og úti.
Frambrotið hjá Týr í
Íslandi nú um dagarnar
er kanska ein ábending
um, at føroyskur tón-
leikur við støði í okkara
mentanararvi, tí før-
oyska
dansinum
og
kvæðastevinum, kann
gerast ein eksportvøra,
ið nemur hjartarøturnar í
øllum Europa.
Dansurin og kvæðini
vóru einaferð hjarta-
slátturin í europeiskari
mentan. Tað kunna tey
kanska gerast aftur í
nýggjum hami. Tað fer
onki av okkara dansi-
mentan, um vit royna
hendan møguleikan og
geva
listarfólkunum
umstøður at dubba seg
til dystin.
www.jogvanarge.com
Poul Michelsen
Valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymoy
Tað eru so nógv onnur mál,
sum eg kundi hugsað mær
at nomið við til hetta val-
stríði. Um varsemi í bú-
skapinum, um studnings-
fría vinnu, um kappingar-
føri í privatu vinnuni og
almennu umsitingini, um
heilsu- og almannaverki,
um betri skúlaverk við al-
ternativum møguleikum,
um bygdamenning og høv-
uðstaðar røkt, um fleirlanda
útbúgvingarval hjá ungum,
um betri og virðiligari
loysnir til gomul fólk v.m.,
men valstríðið hjá aftur-
haldsflokkunum
gongur
uppá, at her verður kaos,
hungur og hall, um føroy-
ingar taka ábyrgd av sær
sjálvum. Tí vil eg bert
royna
at
lýsa,
hvat
fullveldistilgongdin gongur
út uppá.
Fullveldisgongdin er ein
12 – 15 ára long tillaging-
artíð til ein sjálvberandi
føroyskan búskap. Ein tíð,
har vit skulu tillaga al-
mennu umsitingina at taka
sær av teimum yvirtøkum
sum gjørdar verða og loyva
effektivar og nýhugsaðar
umsitingarligar loysnir. Ein
tíð, har vit skulu geva
heilsurøktini alheimsstøði,
og eina eldrarøkt, sum í
nógv størri mun byggir á
heimlig virðir. Ein tíð har
heimligi skúlaskapurin í
størri mun søkir fleirleikan
í samfelagnum, og geva
ungum møguleika at fáa
útbúgvingina, har tey halda
vera best og at gera hetta
fíggjarliga møguligt. Ein
tíð, har visjónir, gransking
og list fáa viðurkenning og
høga raðfesting. Ein tíð har
Føroyar skulu søkja inn í
alheimsfelagsskapir,
tað
veri seg vinnuligar, ment-
unarligar, ítróttarligar, po-
litiskar v.m. og at brúka
tann ótrúliga møguleikan,
vit tá í alheimshøpi hava
sum sjálvstøðugt land.
Tá fullveldistillagingar-
tíðin endar, fara føroyingar,
sum búskaparligt frælst
fólk, á eini fólkaatkvøðu at
avgera um Føroyar tá skal
vera ein verdugur limur í
ríkisfelagsskapi við Dan-
mark ella velja annan
felagsskapshátt at sam-
starva við onnur uppá.
Men alt hetta treytar tó,
at
fullveldistilgongdin
heldur fram. Fólkaflokk-
urin er besta trygdin fyri
hesum, og at trygdin fyri at
gongdin
verður
fult
forsvarlig. Fólkaflokkurin
eigur samstundis besta
boðið uppá politisku leiðsl-
una til hesa uppgávu.
Veljið Føroyar og føroy-
ingar at tryggja framtíð
okkara – ongin annar kann
gera tað.
Annita á
Fríðriksmørk
valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðurstreymoy
Men hvussu er við krígs-
pensjónini, við eftirlønum
úr donskum pensjónskass-
um, við føroyafrádráttinum
í Danmark, við DIS-skip-
anini, og hvussu við før-
oyskum
sjúklingum
á
ríkissjúkrahúsinum. Hetta
eru vanligir spurningar fólk
seta tjóðveldisfólkum, tá ið
hesi tosa um fullveldi. Og
tað er eisini fínt við spurn-
ingum og tey krevja øll eitt
svar!
Krígspensjónin
er
skylda, sum danski staturin
hevur mótvegis einstak-
lingum í Føroyum, og hon
ávirkast ikki av rískis-
rættarligu støðuni.
Eftirlønir úr donskum
pensjónskassum ávirkast
heldur ikki, tí her er talan
um avtalu millum einstak-
lingar ella bólkar í Føroy-
um og danskar eftirlønar-
grunnar.
Føroyafrádrátturin í Dan-
mark er ein skattaavtala
millum Føroyar og Dan-
mark, og ávirkast ikki, tá
Føroyar gerast sjálvstøð-
ugar.
DIS-skipanin: Ríkisborg-
araskapur ávirkar heldur
ikki støðuna hjá føroying-
um undir DIS.
Føroyskir sjúklingar á
ríkissjúkrahúsinum: Hetta
er ein postur sum føroy-
ingar longu hava goldið fyri
í fleiri ár. Á føroysku
fíggjarlógini verða settar av
árliga einar 60 milliónir
krónur
til
endamálið.
Útreiðslan fer til at fíggja
sjúkrarøkt á ríkissjúkra-
húsinum, ferð aftur og
fram fyri sjúkling og
møguliga fylgjara, og fyri
uppihald á Hotel Tórshavn
somuleiðis fyri sjúkling og
møguliga fylgjara.
Tað sum broytist, tá vit
gerast sjálvstøðug, er
lestrarstuðul til lesandi í
Danmark, sum vit skulu til
at gjalda sjálvi. Hann er ein
útreiðsla fyri SU uppá 43
milliónir krónur árliga.
Boð Tjóðveldisfloksins er,
at vit yvirtaka hendan post
og seta 60 milliónir av til
endamálið!
Tá talan er um føroyskar
skiparar í danska handils-
flotanum, so sigur lógin, at
skiparar á brúnni skulu
verða danskir ríkisborgarar.
Men danska stjórnin hevur
sagt heilt greitt, at um
Føroyar skipar seg sum
land við fullveldi, fer
stjórnin at gera undantøk
fyri føroyingar, tí danski
handilsflotin er sera glaður
fyri føroyingarnar umborð
og fer at gera alt fyri, at
hesir skiparar og komandi
kunnu verða verandi um-
borð.
Við øðrum orðum fara
einar sjálvstøðugar Føroyar
at geva okkum eitt nógv
betri samband við Danir,
har vit í framtíðini kunnu
samstarva sum tveir javn-
bjóðis partnarar.
Við vón um eitt gott val,
har
sjálvbjargnisneistin
vinnur landinum framá.
Kaj Leo Johannesen
Valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreym
Fyri umleið tveimum mán-
aðum síðan segði lands-
stýrismaður við fíggjar-
málum frá tingsins røðara-
palli, at kreppan fyrst í
90’unum
hevði
kostað
okkum nógvan pening í
ovurdýrum
rentum
av
milliardalánunum,
sum
ríkiskassin veitti lands-
kassanum fyri at bjarga
okkum úr svárari neyð,
sum hótti allari mannsømi-
ligari tilveru í tjóð okkara.
Hyggja vit eitt sindur í
landskassans roknskap ár
2000, so síggja vit, at
rentuútreiðslurnar vóru 213
milliónir
ella
5%
av
landskassans skuld l. januar
2000.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum átti nú upp
undir løgtingsvalið at greitt
Føroya fólki frá, hvussu
nógv
eyka
prosent
ríkiskassin hevur tjent við
øllum
milliardalánunum
sprændar í føroyska sam-
felagið. Tað hevur sum
kunnugt stóran almennan
áhuga.
Um, landsstýrismaðurin í
fullveldismálum veruliga
er av teirri áskoðan, sum
kom til sjóndar eitt nú í
Sosialinum nr. 29, at vit
heldur áttu at lánt allar
milliardirnar úr t.d. Týsk-
landi, ella onkrum øðrum
fremmandum landi við
ríkiskassa veðhaldi , so
loyvi eg mær at spyrja, hvat
Landstýrismaðurin meinar
við orðið "olmussa", sum
hann fleiri ferðir hevur
krøgt upp á okkum før-
oyingar?
Nei, tað er valla nakar
føroyingur, sum brýggjar
seg um at verða kallaður
olmussudýr !
VELJIÐ SAMBANDS-
FLOKKIN SETIÐ X Á
LISTA B.
Einfalt val – vel Føroyar!
Samstarv við danir sum javnbjóðis partnarar
gevur førleikamenning
Tann ovurhonds dýra rentan
C
M
Y
K
27
26