leygardagur 1. november 1952síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 44
Henda bókin er ein lyrisk søga, en
fortælling fra tidernes morgen, sum
undirtittilin ljóðar. Eitt barn verður
føtt, tað er tíðarinnar morgun, og frå-
søgnin er so um tær umstøður, ið
barnið er til undir: Lat okkum síggja
hvat høvundin sigur:
»I begyndelsen var hverken himmel
eller jord eller ting, men kun en umá-
delig higen efter varme, mættelse og
søvn. I vældige byger kom livet ind over
dig, storme af ømhed fyldte dit urtids-
mørke, vilde floder af mælk og rensende
ynnd, uophørlige kildevæld af gøde og
mindelige lyde, der endnu ikke var ble-
vet til ord. Og omsider fik dine øjne deres
første sjæl og du så det første omrids
af den store livgiverske, alle tings op-
hav.«
Hetta er tað ómeðvitandi barnið, ið
er komið. barnið sum bert er ein
møguleiki til eitt mennsikja. So stígur
høvundin fram og sigur um øll børn:
»Grådige og ørkesløse magter lurer på
jer, I tálmodige og uskyldige, Dødens
talsmænd er ude efter jer og vil lede
jer bort fra tidernes glæderige morgen-
lys og ind i angstens og mistroens fred-
låse skyggedale. Uhyrer med hårde mun-
de og vildløse øjne uden pupiller vil be-
stemme over jeres liv og skæbne og male
jer til mad i deres kværne. Uanstændige
fetisjer skal måske bringe jer trældom
og tilsmudse jeres værdighed ......«
Og tað eru hesir deyðans talsmenn,
ið vilja leiða barnið inn í mistrúgv
bókin
snýr seg um. Teir eru nógvir. Har er
og gleðileysan skugga. sum
Eggertsen, stórmissionær og støvsúgv-
aragent, ið var sálin í at samla inn
til missiónshús, men sum so hvarv
við einum konufólki og peninginum
og spurdist aftur í Sing Sing fongsl-
inum í Amerika. —
Hla-Trina, ið av einslistum smápíndi
Sjålvplågarin
móðir og barn, læknaparid, ið avlag-
aði Trinu, áðrenn hon var før at taka
lívsins døpru mein, hampamaðurin
Napolion, ið altíð reyk av nafta og
var so sjálvgóður, at hann avsálaði
alt
troðkað út í tað stóra einsemið og
rundanum seg. so Antonia varð
endaði í kneppinum á skrøggaranum
Petri. Men hóast allar hesar myrk-
talsmenn er morgunglæman
ursins
rundan um barnið so sterk. lívið, so
åsløkkiligt, at
>Antonia, den unge moder, tilbringer
sine dage og nætter i sin egen, fortryl
lede verden, en ø i tiden, en lykkelig
alle undtagen
måne, utilgængelig for
ham, livets genfødelse og in-
derste mening. Oppe over hendes hoved
drengen,
stråler sol og stjerner, dybt under hen-
des fodsåler bruser en afgrund af svund-
ne dage og nætter ...... .... Det svundne
er såvist ikke borte, det er kun foreløbig
skjult under et funklende slør af glæde,
et nordlys af ensom henrykkelse ......<
Men myrkrið fær aftur hendur á
Antoniu, ein sótt tekur hana. og með-
an hon stridist við deyðan fær Illa-
barn henn-
Trina hana at halda at
ara er deytt fyri at fáa hana at
angra, at hon hevur fingið barnið
ógift; hon trein ein harðan deyðs-
dans áðrenn hon slapp.
>Tappert og forrykt har du stridt, An-
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
WILLIAM HEINESEN:
MODER SYVSTJERNE
GYLDENDAL 1952
tonia, men nu er dansen endt. De pligt-
opfyldende undergangens herolder, der
er rolige indtil dorskhed, giver agt på
herskerers sænker deres
deres tegn og
basuner.<
Barnið verður so í hondunum á
Mu-Trinu, ið alsamt hevur ilt inni
við tað, tí móðurin átti tað ógift.
Doypt var tað Trina hevði fyri-
sprákað. Meðan dópurin fer fram og
tung álvarsorð um devilin, plágaran
Pontius Pílatus. deyðsríkið og tann
evsta dómin eru á lofti, situr tann
unga móðurin og lítur at tí gomlu
altartalvuni:
>Den gamle altertalve, í hvis skygge
døhefonten står, taler sit grumme sprog
om den verden, til hvilken vi
gennem
dåben bliver viet. Den forestiller den til
døden pinte menneskesøns gravlæggelse.
Graven er en grotte, forunderlig grænse-
løs i sit vældende halvmørke, og gen-
nem den lave åbning i baggrunden ses
et kummerfuldt aftenlandskab, mod hvis
blege undergangshimmel de tre tomme
kors på dødningehøjen løfter sig í skeve
vinkler, anråbende som i afmægtig pro-
test
Og på en gang bliver alt så sørgeligt
og forfærdende. Kors og tornede
£ grene
og dragne sværd, alverdens ufattelige
ondskab,
og oprivende
pine og nød, glider i mørke
billeder
sind, Barnemordet i Betlehem, smá dren-
gennem hendes
ges og vanvittige modres nytteløse skrig,
blodstænk på sne og sorte kroppe, som
ravnene kredser over, knuste håb, ende-
låse krige, kanoners nádeløse hånlatter,
snigende giftgas, udslettede byer og mil-
lioner af unge lig, der engang var vel-
skabte lyst og
drengebørn og mødres
håb Og alle blev de som han holdt
over døbefonten og indviet til den kors-
fæstede.
For den blege mand på' korset er jo
ikke blot de
men også den gud, de onde krigskarle
pintes og besværedes gud,
og bødler påberåber sig, en gud for
ufredsstiftere og folkeslagenes plagean-
Drongurin veksur og fær so smátt
vit, fatar ein lítlan skugga undir nátt-
lampuni og eina illa veru, sum kem-
ur at sløkkja lampuna, Trinu. Men
so gongur skjótt framá. Húsið hjá
abbanum, har hann veksur upp, verð-
fult
og personifikati-
ur ein heilur heimur. av øllum
undarligum verum
ónum. Har situr Blinda-Anna og aft-
tað
trøllska, tað yður av
anfyri hana bara myrkur og
vættrum, sjó-
dreglum, Marru minni og øllum, øll-
um. Uppi á loftinum búleika undar-
ligar gentur, id hava gamlar. undar-
ligar lutir rundan um seg. eisini eina
papagøju. ið eitur professor Ra og
er eitt illkvendi, sum liggur eftir at
hakka dreingin í nakkan. Har er eis-
ini ein vera, Grimmer. sum er dømd-
ur til friðleysur at ganga á gólvinum.
Her eru í grundini teir einastu skemt-
í bókini, tað
Grimmer og professor Ra. Barnið
iligu figurarnir eru
fyllist meir og meir við dreymi, allar
hesar undarligu verurnar koma til
hann aftur um nåttina, og skrædast
um Men alt er ikki
myrkt. Vindgentan Rita skapar hon-
hann í svøvni.
um eina mylu, har tann deyða móð-
urin er himnabrúður og eigur ein
stjørnugarð, ið kann síggjast gjøgn-
um loftsvindeygað. Drongurin Ekke-
hardt lærir hann søgur um kobbar
og mannar havdýpið við lívi fyri hon-
um. Soleiðis fyllist húsið, hann býr í,
við yðjandi skuggakendum lívi og tað
økist meir og meir. undir húsinum er
helviti, har er llli-Maður. plågarin
Pontius Pilatus, Judas og teir. Har
koka teir menniskjur í stórum gryt-
um. Omanfyri húsið eru stórar himm-
alvíddir. Har eru kerubar við svørð-
um, har glógvar himnaljós og alt er
vakurt og gott. Men so kemur TIlla-
Trina aftur upp í leikin og jagstrar
dreingin burtur úr síni dreymaverð.
Móður hansara er ikki himnabrådur,
sigur hon, nei, hon er bert eitt vesæla-
kvendi, ið stendur fyri durunum á
paradisi og er ikki sloppin inn enn,
og allar hinar verurnar sópaði Trina
burtur við. Men drongurin sær hóast
alt ljós allastaðni, uppi á fjøllum við
Ekkehardt. úti á skreiðing við Ritu.
Niðri við strondina, allastaðnis. Men
høvundurin okkum
hvussu tað tunga myrkrið hevur etið
letur varnast,
seg inn i drongsins bleytu sål, so
hann sær deyða, deyðslit. undirgongu
allastaðni; einhvør gleði hevur eitt
niðurlag av ófrætta. — Hann stendur
við strondina og sær:
-
Ft sted er der en lysning i tangskoven,
en åben kumme med grøn sandbund, og
her svømmer små sorte fisk. De bor her,
det er deres lille stue, de leger her, du
følger deres bevægelser med forelskede
øjne. Hvor er de ikke nye og vævre, disse
små stundende skabninger de er som
selve glædens tegn! Men nede på bunden
ligger en og lurer. Du ser det godt. Den
ligger ganska stille. De store øjne glor.
Men pludselig løfter den sig, den gør en
lynsnar manøvre — í et nu er det, så
hurtigt at det er som der slet intet er sket,
men den har dog snappet en af de små
fisk og slugt den. Et øjeblik sá man den
folde sig ud, store piggede vinger groede
frem på dens ryg og bryst og fangede ly-
set et forhærdet gab åbnede sig, den tor-
nede rædsel var på færde og gjorde sin
, i
gerning.<
la-Trina doyr. Óhugnin rundan
um hana er so stórur, at tå ið hon
verður løgd í kistu og verður førd
aftur til sína heimbygd. kunnu tær
sum eftir eru ikki sova um náttina.
tær ganga og hoyra og eru hjart-
1. november 1952
kiptar, draga dreingin upp á loftið
við sær og halda vøkunátt:
>Og natten går sin gang, stor og vild
og formløs et intethedens dorske gab,
helt uden tid og sjæl, helt uden længsel
håb og helt uden kærlighed. Ufølsom
ri
og meningslås farer den forbi den stak-
kels indtil
over den og giver den sind af sit sind og
får det til at
mørke.<
ufødte, hun forbarmer sig
gro í dens máneløse ur-
Og við hesari vøkunátt endar bók-
in, tá eru eisini tey flestu av hinum
í bókini deyð og Rita er vorðin ør.
Ja, í hesari bókini er nógv myrkur
og lítið ljós. og ljóssløkkjararnir eru
nógvir, men hóast tað kenna vit so
stadiliga, at bókin er ein hymna til
ljósið og lívið, eitt passionsspæl, ið
ber fram móti páskum, ein bók full
av trúgv og hugi til at verja sakas-
leyst lív.
Tað skerst ikki burtur, at hetta er
ein døpur bók og hon má í síni støðu
til lív og tilveru setast á hás saman
við ti ræltninginum innanfyri bók-
mentir, ið eysturrikarin Kafka kom
við og sum norðmaðurin Tarjei Vesás
bók,
mongum
umbodar. Hansara »Huset i
Mørkret<, er i lik »Moder
Syvstjerne«, men daprari uppaftur og
hevur ein tyneri symbolik. — Ja, har
er í grundini eitt ljós. sum berjist í
myrkrinum, men tad gongur undur;
maðurin hevur slúttiligt sett sær fyri
at vísa samtidini myrkrið. Her í >Mo-
der Syvstjerne< doyggja ljóssløkkjar-
arnir, meðan drongurin, ið ljósberin
er, livir.
Tað er eitt herligt lyriskt flog í bók-
ini, so hon er ein njóting at lesa frá
enda til annan.
Eg hoyri at prædikufnenn i Haynar
kirkju hava umtalað skaldskap Will-
iams í sambandi við orðum, sum
kloakvatn, lortur og t. 1. Ja, ja — og
ramman um hesa fyndugu talu var í
lagi høvuðskirkjan í landinum og
radioútvarpið.
Eg komi at hugsa um, at slangur
hava ein muskul inni í eyganum, sum
eitur muskulus bulbosus. Hann ger
tað at eygað kann togast djúpt inn í
høvdið; av hesum innrættningi broyt-
ist sýnsøkið til ein evarska lítlan blett,
men hesin blettur verður eisini mest
sum yvirljósur, so tað sædda avlag-
ast. Menniskjur hava henda muskul
eisini, men rudementeran.
På id eg hoyrdi hetta lorta-tosið
úr kirkjuni datt mær í huga, um íkki
hesir prædikumenn, ið soleiðis mál-
bóru seg um lødigan literatur, munnu
hava fullbånan muskulus bulbosus, so
teir skoða mannalivid bert gjøgnum
eitt pinkalítið hol og sostatt síggja
hert ein pinkalítlan blett av ti, sam-
stundis sum teir trúgva sjålvir, at teir
síggja alt.
Um teir halda. at William er teirra
mótstøðumaður. so fara teir ivaleyst
ikki
ljóssløkkjarar og eru við til at pota
skeivir um so er, teir eru
ræðslu og mistrúgv í menniskjasinnið.
Heðin Brú.