leygardagur 29. november 1952síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
29. november 1952
Føroya
S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 672
Postbox 76
Prent:
A. ØSTER
Víngarður Nabaoats
Eg minnist, hvussu illa stóð til við
okkara ítrótti, tá ið P. E. Petersen
kom fram su mein eldheitur talsmað-
ur fyri at fáa í lag ítróttafeløg runt
Føroyar og vakti ungdómsins ans og
vilja fyri einum sterkum ítróttarlívi.
Fáar staðir funnust svimjihyljar og
enn færri staðir áttu teir bóltvøllir.
Ítróttarblað fanst einki.
Men so væl dugdi P. E. Petersen at
fáa fatur í ungdómin og fólk, at skjótt
funnust svimjihyljar og ítróttarvøllir
víða hvar um landið. Ítróttarsamband-
ið Føroyar varð stovnað og Ítróttar-
blaðið kom út. Tað mátti av sonnum
sigast, at lív var komið í — ítróttur
varð gjørdur úti og inni og ítróttar-
stevnur fóru fram av einum sterkt in-
teresseraðum ungdómi, men undir
sámiligum og verdigum formum.
Tá stóð væl til. Tað besta var, at
friður og semja ráddi millum feløgini
og allur ungdómurin sýntist at hava á-
lit og góðsku til oddamannin P. E.
Petersen, ið hevði gjørt hetta stóra
organisatiónsarbeiði.
Men so var idyllurin úti.
Martin Holm tók sær tað til upp-
gávu at koyra P. E. Petersen frá. Hann
fekk partamenn at hjálpa sær. Ég skal
ikki hesa ferð koma inn upp á, hvussu
óhugnaligt og snilt álopið var. Men tað
bar í lag hjá Martin Holm. Hann fekk
P. E. Petersen frå sum formann i f-
tróttarsabandinum og frá sum blad-
stjóra á Ítrótarblaðnum. Hann fekk
P. E. Petersen sparkaðan út og burtur
frá øllum frívilligum ítrótti.
Og nú tá ið hetta er gjørt, kemur
sami Martin Holm og spyr hví P. E.
Petersen einki ger fyri frívilligan ítrótt
Eg havi aldri hoyrt nakað stívari —
so er verðsins løn.
Eg má siga, at hetta fellur mær
fyri bróstið, serliga tá ið nú stendur
so illa til, at klandur og illstøða hoyr-
ist allastaðni frá. Klandur og illstøða,
sum Martin Holm og eingin annar
hevur skuldina fyri.
Ein av teimum, ið byrjaðu saman
við ítróttaráðgevaranum.
ynskist til keyps.
Prentsmiðjan.
PARTABROV
30 partabrøv á 100, — .í p/f
Tórshavnar Skipasmidju og 2
partabrøv á kr. 500 í Føroya
mekaniski grótídnaður verða
seld um nóg hogt boð fæst.
Havnar arbeiðsmannafelag.
tlf. 554.
Flótandi salpetur
Fyri at fáa bíligari salpeturtøð, hava
menn hesi síðstu árini roynt um tað
ber til at nýta reint ammoniakk til
taðfall. Amoniakkið til hetta brúk verð
ur á framleiðslustað pumpað undir
farg inn í stálfløskur so tað verður
flótandi. Í hesum líki er tað bíligt og
ógvuliga sterkt (82 pst. køvievni ímóti
0. u. 16 pst. í salpetur). Í Amerika
er nýtsla av hesum við at taka seg
upp. Nú eru eisini royndir gjørdar í
Danmørk og er tað líkt til, at 1 kg av
køvievni er líka nógv vert sum tað-
fall í reinum ammoniakk sum í salpet-
ur. Nú er bert eftir at fáa flutning og
nýtslu at fella so bíligt, at tað skal
bera til at nýta hetta fram um tað, sum
HJS
áður er kent.
MILLUM UNGFÓLK
MEðan Anna var í Havn.
Tá ið Pål Petir fór at skriva seg inn,
var hann eitt sindur óheppin. Hann
fór inn til prestin Bølgepynt og segði
honum, hvussu vorðið var. Presturin
spurdi eftir teimum ymisku pappír-
unum, ið hann skuldi hava at rættleiða
seg eftir. Harra Bølgepynt hugdi at
teimum: >Jo,< segði hann, >det er
vist alt í orden, men der mangler en
attest fra kommunekontoret. Det ville
være meget godt, hvis De kunne faa
fat i den.« »Pa, jeg kan lobe ind paa
kommunekontoret med det samme,«
heldur Pól Petir, ið fegin vildi hava
hetta avgjørt skjótast gjørligt. Hann
kvikaði sær o gskjótt var hann á kom-
munuskrivstovuni, har hann bað um
eina attest. Tað vardi ikki leingi frá
ti, at hann hevdi fingið attestina, til
hann var aftur í prestagarðinum. —
Harra Bølgepynt hugdi at attestini,
smílkast uppá Pól Petir og segði: >De
har faaet en forkert attest, det her er
en spiritusattest. Den gaar ikke, De
maa hellere hente en anden.« Pål Petir
hvakk vid: »De er nogle værre nød
dereinde. Jeg skal nú bruge en saa-
dan alligevel, saa det gør ikke saa me-
get. Jeg løber derind med det samme.
Jeg skal være hurtig atter.« Sum sagt
so gjørt, Pól Petir var kvikur aftur og
stutta løtu aftaná var tað gjørt, ið ger-
ast skuldi — Pól Petir og Anna vóru
innskrivaði.
SKAÐAGERÐ
Suðuríshavshvalaveiðu vildu Før:
oyingar óivað haft um ikki fólkaflokks-
oddamaðurin hevði leikað óður ímóti,
tá ið P. M. Dam saman við Kr. Djur-
huus og øðrum monnum royndi at fáa
danskan,og føroyskan kapital at ganga
saman um stovnan av einum føroysk-
um hvalaveiðifelag við tí endamáli at
fara undir hvalaveiðu í Suðuríshavi-
num. Eingin minni enn Noma (Ø.K;)
vildi vera við — men Th. Petersen var
sum stungin hvalur ímóti — og so fall
sambandsmaðurin frå, Har lá so hetta
stóra mál!
Tað hevði verið framstigið mikla,
um hetta stórmálið ikki varð forðað.
Er tað henda stórfingna framburðs-
royndin, ið >Norðlýsið< loyvir sær at
skíra sum avreiðing?
GRØNLANDSFELAGIÐ
Stjórin í Grønlandsfelagnum sigur
frá í Dagblaðnum, at rakstraroknskap-
urin hjá Grønlandsfelagnum balanser-
aði við hesum tølum:
1950 ;........ 883.443,88 kr.
1951 ........ 2.319.341,57 kr.
1952 ss. 3000.000,00 kr. (ætlað)
Tølini fyri ávikavist landingar og
veiðumongd úr Grønlandi hava hesi
árini verið til samans (í tonsum) :
1950... 5.562... 11.010
1951... 7.800 ........….. 13.748
1952... 9208... 16.450
Sjeynda dags adventistar. Almennur
bíbliufyrilestur við ljósmyndum sunu-
ukvøldið kl. 8'i Bethel, Sverrisgøta 9.
A. Nielsen prestur talar um evnid:
Hitt bíbilska túsindáraríki.
Tjaldur fer til Keypmannahavnar
mánakvøldið 1. des, kl. 19.
Mogens S. tók 8000
klippfiski å Havnini,
tunnur av
Tær skulu til
Brasiliu.
Afturvið grønlendskum
seydarhøvdum
Å einari verksmidju lystu teir eftir
einari náttarvakt.
Ein vesæligur maður bað um starv-
ið.
— Nei, segði stjórin, tygum kunna
ikki brúkast. Ein ið skal vera náttar-
vakt, má vera stórur og sterkur, hava
eygu bæði frammanfyri og í nakka-
num, vakna av minsta óljóði, og sláa
frá sær, tá ið umræður. —
— Nei, eg hugsaði ikki um meg
sjálvan, men eg ætlaði at vísa tykkum
á onkran, ið eg haldi er fødd til slíkt
starv. —
— Hvør er tað? —
— Kona mín. —
Maðurin: Eg vil ikki siga, at eg eri
misteinkiligur, men eg haldi nú kort-
ini, at tú ert farin at dansa nógv betri
síðan tú fórt at arbeiða á hasi nýggju
skrivstovuni.
GITIÐ
Tá ið eg faldi aldur mín við aldr-
inum á bróður mínum, ið er 5 á yngri,
fái eg 300. Hvussu mong ár vóru brøð-
urnir?
15 og 20
Hvat er hetta fyri ein bygdamadur:
vinkrlukgkikks
og hvor er hesin løgtingsmaðurin:
går fred i aar
Or Klakksvik
Framh. av 1. sidu.
Eisini småbåtar hava, nå streym-
loysi er, roynt dúgliga. Í fjørinum hev-
ur fingist eitt sløð av fiski bæði við
línu og snøri. Menn hava kastað nót
tvær ferðir hesa vikuna, 30 kurvar
av seiði hvønn dagin.
ONNUR TÍÐINDI
Polarfarið er farið á sleipustøð. Í
umbúna er at skipið skal út at royna
eftir agnsild.
Mogens S. hevur í vikuni tikið Bra-
siliufisk.
Grunningur fór á Onglandsmarkn-
aðin mikudagin.
Sjúrðarberg ið roynir eystan fyri
hevði 50 tons í vikuni. Tað frættist
annars frá frægari fiskiskapi eystan-
ífrá nú.
Frederikka Sivertsen á Heygum í
Klakksv. verður 55 ár týsdagin.
Tjaldrið skal lossa 130 tons av
stykkjagóðsi her hesa ferð.
Polo kom úr Svøríki sunnudagin
hevur lossað við til Timburhandilin.
Háenni skal avskipa 70 pk av salt-
fiski til Danmark.
Vegarbeiði niðan í Rangabotn sigst
nú at byrja, og framhaldið av Ørda-
víka-Hovsvegnum verður uppafturtik-
ið ein av teim fyrstu døgunum.
Duga teir ikki at rokna? á
Landsstýrið hevur fingið roknima-
skinu fyri 40.000 kr. Tveir verkfrøð-
ingar fylgja við at seta hana upp.
REINSARI
til solu
Allar maskinurnar til eitt
kemiskt klædnareinsari, eru 6gvu-
liga biliga til sølu.
Prentsmiðinn vísir á.
Gir De
brændslet
skylden
— selv om det máske
er ovnen, det er galt
med? Har De vrøvl
med fyringen — sá kom ind og
lad os demonstrere de nye
HESS-modeller for Dem. Det
er ovne, der forener skønhed
og varmeevne — og så er de
enestående økonomiske i brug.
Tal med os — vi kan sikre Dem
varmen — vi er støbegodseks-
perter.
HESS