leygardagur 17. januar 1953síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
17. januar 1952
Druttosåti-
målar.
Undir såttmålasamrådingunum hav--
a umboðsmenn fiskimanna kravt
bruttosáttmálar í øllum førum og
vilja ikki samráðast um nakað ann-
að.
Útgerðarmenn eru ímóti.
Nettosáttmálarnir eru drepandi fyri
fiskimannin. Hann kann rokna við
ikki at fáa eitt oyra, og um hann
fær nakað, verður tað lítið; tað hava
avrokningarnar seinastu árini prógv-
að.
Var eingin
vildu mangir fiskimenn ikki fingið
lønjavningargrunnur,
eitt einasta oyra.
Men eisini henda grunnin, seinastu
lívsvón fiskimanna, tå ið illa gekk.
vildu fólkaflokksmenn og sambands-
menn taka av. men tá stóðu fiski-
menn samdir og politisku orðgongu-
menn teirra á tingi góvu hesum grim-
u afturhaldsmonnum ein seinasta
kjans.
Ótti kom á leir, og teir góvu eftir.
Frá tí at skipsfiskiskapur byrjaði
í Føroyum og líka til 1940 høvdu vit
bruttosáttmálar. Eisini tá vóru fleiri
ferðir neyðartíðir í Føroyum. men
hvør fekk sítt. um tað oftani var lítið.
Tá ið vit í 1940 fingu nettosátt-
málar. so var hetta eitt beinleiðis úr-
slit av heimsbardaganum av um-
leggingini til ísfiskasigling.
Framvegis halda vit uppá hetta
bardagafostrið. sjálvt um fiskimenn
longu í 1947 fóru at krevja brutto-
sáttmálar.
Tey fýra valevnini, ið uppstillaði
vóru til fiskimannafelagsvalid, gingu
øll inn fyri bruttosáttmálum, og ong-
antíð hevur luttøkan í einum tílíkum
vali verið so'stór sum hesa ferð.
Umboðsmenn fiskimanna siga seg
ikki vilja semjast um nakað annað
uttan brutto. Hetta er einfalt, og tað
einasta náttúrliga. Eingin fiskimaður
kann ella vil ganga við til teir gomlu
sáttmálarnar.
Støða fiskimanna er greið. Um-
boðsmenn teirra mugu ikki ganga frá
krøvum sínum. Nú stendur á útgerð-
armonnum, vilja teir ganga fiski-
monnum á møti, ella eisini
fiskiflotan ?
leggja
Íslendska verkfallið.
Um íslendska verkfallið, ið endaði
20. des. s. á.
arflokksins. Valdimarsson, ið var for-
segði formaður javnað-
maður fyri verkfallsleiðsluni :
»Loysningin á verkfallinum haldi
eg vera týdningarmiklan sigur fyri ar-
beidararnar og eitt týdningarmikið
gjum leiðum í íslendskum
sø,
stig á nýg
fakpolitikki.<
Íslendsu fakfeløgini fingu annars
eitt tilboð um peningaligan stuðul und-
ir verkfallinum. Tað var frå >fría fak-
liga internationala.<
Tað gjørdist tó ongatíð neyðugt at
taka við hesum tilboði.
Innlimanin í De
samv. Fagforb.
Í sambandi vid fyrispurningi F.A.'s
um upptøku í De samv. fagforbund í
Danmark, hevur 14. stept. avmyndað
hetta soleiðis, at tað er nevnd F. As,
ið roynir at troðka hetta ígjøgnum.
Samstundis málber blaðið seg so-
leiðis, sum um tað var ein størri tví-
dráttur millum formannin í F. A.
Magnus Tórsheim og næstfrm. Karl
Jespersen.
Vit hava fyrilagt Magnusi henda
spurning og sigur hann, at avgerðin
um innliman í fyrstu syftu liggur hjá
nevndini i F. A.,
lig støða verður tíkin, verða teir ein-
men áðrenn enda-
støku limirnir atspurdir.
Tvídráttur millum Magnus og Karl
er eingin, sjålvt um teir í vissum før-
um møguliga ikki hava somu upp-
fatan um málið sum heild. Í øllum
førum eru báðir fyri innlimanini.
Einstakir av nevndarlimum F. A.s
vóru ímóti innliman. men fyri ein-
um nærri norðurlendskum samar-
heiði. Hetta samarbeiði vildi ikki havt
nakran beinleiðis praktiskan tydn-
ing, men F. A. vildi kunnað sent um-
boðsmenn til norðurlendskar fakfel-
agsfundir.
Við einari innliman í D. s. f. vilja
føroyskir arbeiðarar koma at gjalda
eitt nærri ásett limagjald, men sam-
stundis = koma teir eisini at njóta
somu rættindi og somu fyrimunir sum
danskir arbeiðarar.
Eingin rætthugsandi maður ella
kvinna vil kunna koma til annað úr-
slit, enn at hetta verður føroyskum
arbeidarum til frama.
Arbeiðararnir eru skjótt teir ein-
astu, ið ikki eru í samvinnu við don-
sku og harvið alheims starvsbrøður
sínar.
Læknar, lærarar. løgfrøðingar, ar-
beidsgevarar, sjåkrasystrar o. a. eru
allir í samvinnu við donsku starvs-
brøður sínar fyri at verja rættindi
síni og ikki minst fyri at tryggja
seg lønarliga væl.
Eisini fiskimenn eiga upptokulik-
irdi í D. s. Í.. hesi stórfylkingini, ið
hevur gingið á odda fyri at heyja
danska arbeidarastættin, so hann í
dag stendur millum teir fremstu í
heiminum.
EPLAÁLURIN
Inngangur.
Heima á Sandi er eitt stórt oki av
sandjørð. ið hevur verið nýtt til at
velta eplir í ár um ár. kanska líka síð-
an eplaveltingin tók seg upp har í
bygdini. Tá ið veðurlagið ikki bar frå.
hevur góð grøði komið til garðs hað-
ani. Men nú, fyri nøkrum árum síðan.
fór at vera meira misjavnt, ein blett-
ur skildi seg burtur úr. har eplini ong-
an trivnað fingu. Tey komu upp sum
vanligt, men støðgaðu so í vøkstri-
num og vóru á at líta sum veltur. ið
tøðtrot hava. Hesin blettur vaks í
vavi. og skjót var dastið av øllum øki-
num ótrivnað. Tá var eydsæd, at her
var annað og meira at meini enn tøð-
trot, og avtøkur av jørðini vórðu send-
ar niður á Statens Planteavlslabora-
torium í Danmørk við gjølligari frá-
greiðing um, hvussu velturnar vóru
á at líta, og annars um alt, id var at
síggja í veltuni.
Hetta var um heystið 1949. Men tá
ið niðursetingartíð kom várið eftir, var
einki svar komi frá kanningarstovuni
niðri. Vit ráddu tá monnum til at
skifta taðfall. soleiðis at tað varð nýtt
svávulsúrt ammoniak í staðin fyri
kálk-salpetur ella, chili-salpetur — ti,
vit hildu. at tå ið menn á somu jørð.
nú síðan handilstøð-nýtslan kom í
brúk. á hvørjum ári høvdu nytt sal-
petur — og. sum okkum varð sagt,
meir og meir sum tíðin leið. so hildu
vit, at kálkið kundi vera vorðið ov
nógv í jørðini „at jarð-límkornini vór-
u skild frá og sandurin lessvegna
hevði mist evnini til at goyma tadfall-
ið, so tað bert skolaði burtur, og
planturnar liðu >matneyð<.
Nú vistu vit eisini av avtokum úr
sandinum heima á Sandi, ið áður eru
sendar niður til kanningar. at kålk-
nøgdin kom heilt upp í 30 pst. Um
nú menn tóku til at nýta svávulsúrt
ammoniakk í staðin fyri salpetur, fór
kålkmongdin at minka aftur ár um år
- lá stórt sæð bindur ein posi av sváv-
ulsúrum ammoniakki ein posa av
kálki í jørðini. Hetta kálkið verður so
til gips. ið er so torloyst í jarðarvæt-
uni. at lad onga verunliga ávirkan
hevur.
Tað tóktist árið eftir. at tær veltur,
ið vóru taðaðar við svávulsúrum am-
moniakki trivnaðust betur enn hinar.
Og Statens Planteavlslaboratorium
varð gjørt vart við hetta. Men tá ið
so úrslitini av teim evnisligu (kem-
isku) kanningunum komu, vístu tær
ikki so stóra kálknøgd í jørðini, at tað
skuldi verið til nakran stórvegis skaða
fyri planturnar, kannigarstovan trúði
ikki. at hetta var høvuðsskaðin, ti í
okkara váta veðurlag skuldi jørðin tolt
hesa kálkmongd. Avtøkurnar vórðu tí
sendar víðari til kanningar á Plante-
patologisk Laboratorium, um teir kan-
ska har kundu finna einhvønn lívrunn-
an sjúkuorsaka.
Tá kom fyri dagin, at í øllum avtøk-
unum. sum sendar vóru, var eplaálur
at finna. og kanningarstovan = segði
sum sína hugsan, at tað var hetta skad-
adjórið. ið elvdi missvøksturin. Hetta
vóru dátt tíðindi. tí henda sjúka hevdi
ikki. tað nakar veit, verið í Føroyum
áður. Í fyrstani vóru vit eitt sindur
tortrúnir; tí uppi í teimum jardar-
avtøkum. sendar vórðu niður til kann-
ingar. var eisini úr Tórshavn og ein
úr Vági, sum eisini rótálur var funnin
í og tað tóktist okkum lítið trúligt.
eftir tí, vit
ikki úr epla-
í samarbeiði
tí hesar háða rvóru —
høvdu fingið at vita
jørð. Vit fóru ti undir
við Jóannes Rasmussen, jarðfrøðing
at kanna henda spurning á kann-
ingarstovu hansara her í Tórshavn.
Til hetta brúk tóku vit tríggja jarðar-
avtøkur heima á Sandi úr somu velt-
um, sum tær ið niður fóru. Og í hes-
um avtøkum funnu vit undir sjóneyk-
uni ørgrynnu av rótála-hylkjum. Her-
við er so sannspurt, at henda sjúka er
komin til Sands, og at hon er víða
hvar í sandjørðini bar.
Alment um eplaálin.
Eplaálurin hoyrir til rundmaðkar-
nar (Nematoda), eitt maðkaslag, ið
er at finna víða um í náttúrumi. Fleiri
sløg av hesum liva í dýrum, eitt nú
trikin 0. barnaormur í menniskjanum.
Onnur sløg liva frítt í vatni og eta
Aftur
onur sløg liva á plantum, bæði innani
smáverur ella eru saprozoar.
og uttaná bløðum. slokkum og rótum,
har teir gera ymissan skaða og eru á
mangan hátt vinnulívinum at meini.
Eplaálurin er ein rótálur. eitt serligt
slag. av ættini Heterodera Schacti, ið
einans livir á tí plantuættini, ið epli
og tomat eru av.
g
Tá ið hesin maðkur kemur úr egg-
inum, er hann skapaður sum ein álur.
Hann søkir sær beinan vegin fram at
einum róttreyli á eplaplantuni- og bor
ar seg inn gjøgnum húðina, leggur
seg við frið at súgva føði og vaksu.
Hann er tá bert um 0.36 mm langur.
og bæði kynini hava somu útsjónd.
Um eina tíð, tá id ungarnir hava skift
hann tvær reisur fer munur at:síggjast
á kall- og kvenndýri. ti afturendin á
kvenndyrinum tekur at breiðka. Tá
ið kalldýrið hevur ligið og vaksið eina
tíð „heldur tað uppat at taka føði til
sín, fellur í dvala nakrar dagar. og
kitinhúðin losnar uttan um tað. men
dettur ikki av.
skinninum liggur tann ungi álurin ein-
Innani hesum kitin-
ar triggjar ferdir samanringdur og
veksur seg liðugan. Síðan skrædnar
kitinbjálvin, álurin borar seg út úr
róttrevilinum. út í jardarvatnid og er
fullvaksin. Tá er hann ein góðan mm
langur.
Tá ið kvenn ungin hevur ligið inni
í róttrevilinum eina tíð, fer afturend-
in á honum at tjúkna, meðan fram-
endin alsamt er klænur. So hvørt
kvenn-dýrið tjúknar, kemur bunga á
róttrevilin, har tað liggur. og at end-
anum skrædnar húðin og afturendin
kemur at hanga út ígjøgnum róttrev-
ilin, meðan tann klæni framendin al-
samt er fastur inni í og kann súgva
føði í seg. Nú er kvenndýrið kyns-
búgvið og kalldýrið, ið svimur úti í
jardarvætuni, leitar fram at tí, parast
við tí og doyr. So líðandi fyllist nú
tann tjúkki endin á kvenndýrinum við
eggum, gørn og aðrir lutir verða
troðkað til viks, og tá ið eggini eru
fullbúgvin, er allur afturendin á dýr-
inum ein skinnposi fullur av eggum.
skapaður sum ein sitrón. Tá ið egg-
ini eru fullbúgvin doyggja møðurnar
og skinnið av teimum verður so liggj-
andi uttanum eggini sum eitt hylki.
Um summarið koma eggini í nógv-
um hylkjum út beinan vegin og ung-
arnir krúpa út úr, meðan onnur hylki,
og serliga tá id líður á heystid. verða
tjúkk og sterk og eru før fyri at
liggja í jørðini veturin yvir. ja í fleiri
$