Sosialurinarkiv
Sosialurin 1953-01-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1953síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

————————newøc | Feroya | SOSIAL-DEMOKRATUR | Blaðstjóri VILLI SØRENSEN telf. 672 Postbox 76 Prent: A. ØSTER Atsóknirnar móti arbeidararørsluni Hin — føroyski hevur altíð staðið veikur. Fakligi fel- agskapurin hevur ongantíð reiðiliga arbeiðarastætturin fest røtur. Politisk hevur støðan verið enn verri. Mong ár gingu, áðrenn landsfelagið Førova arbeiðarafelag varð sett á stovn. Men fram eftir hevur gingið. og í dag ásanna allir arbeiðarar. hvussu stóran týdning. ið landsfelagið hevur havt. Tað hevur avrikað ein hóp og fingið framt mong mál. til frama fyri arbeiðarastættin mál. id tey einstøku feløgini einki kundu gjørt vid, um ley stóðu einsam- øll. Men hóast alt standa vit fakliga úrlagi aftarlaga aftur ímóti arbeiðara- stættunum í okkara ørannalondum. Fylgirnar av hesum kenna vit: ar: beidsloysi. peningalig armóð. lítla og onga ávirkan á leit almennu stovnar. ið røkja skulu áhugamál arbeiðaranna, eingin — arbeiðsloysisstudningur. ið tryggjar arbeiðaran. konu og børn móti beinleiðis hungri og halli. tå ið trodkar arbeidsloysisins forbannilsi seg inn yvir arbeiðarafjøldina. Nationala stríðið atvoldin vil fakligu og politisku spjaðingina. Kring allan heimin hevur arbeid- arafjoldin åsannad, at um hin einstaki arbeidarin eins og heildin skal tryggja sær eina trotaleysa tilveru, arbeiði og rættvísa úrtøku av arbeiðinum, er tað altumráðandi, at allir arbeiðarar standa í einari sterkari fakligari og politiskari fylking; tá fyrstani kann henda heildarorkan gera seg galdandi á øllum økjum og fremja ein poli- tikk. ið rættvísiliga setur áhugamál fjøldarinnar fram um alt annað. At stórmenn, arbeiðsgevarar og all- ir teir, ið hava brúk fyri arbeiðara- fjøldini fyri at vinna politiskt vald, royna at spjaða og forða arbeiðaranna náttúrligu fakligu og politisku sam- vinnu og felagskapi. er lætt fatuligt. Arbeidsgevarin hevur brúk fyri bíl- igari arbeidskraft og helst tilikari ar- beiðskraft. ið hann hevur háls- og handsrætt yvir. Politisku spekulantar- nir. ið halda fast um hitt kapitalistiska stýrislagið. id ger tað óliviligt fyri øð uttan tey. ið borin eru í heim við peningapungi í hondini. hava brúk fyri atkvøðum arbeiðaranna á valdeg- num. Nationala stríðið. og lá serliga os ingin undir heimsbardaganum. hev: ur verið høvuðsvápn stórmanna fyri at spjaða arbeiðarafjøldina so nógv sum gjørligt. At hin ovurnationala os Nr. 4 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR ingin var væleydnað er eyðsæð, men um føroyskir arbeiðarar og fiskimenn hava vunnið so mikið sum eitt 2-oyra av hesum, er ein annar, dapur og sár- ur spurningur. Aldri hevur so nógv bluff og humbukk, arapallum og prentað í bløðum rópað frá røð- verið so orongiliga og grefliga av- dúkað. sum allur politikkur fólka- flokksins er tað í dag, men nú hevur hann eisini gjørt óbøtiligar skaðagerð- ir, og tá fyrst og fremst í óneyðuga langa tíð at hava gingið á odda fyri at forda fakligu og politisku fylking arbeiðaranna. Tjóðveldismenn nationalu arvtak- arar fólkaflokksins. At fólkaflokkurin hevur mist sítt stóra hald á fólkinum í dag er uttan- fyri allan iva, men aðrir eru komnir í hansara síað. Tá ið tað ráddi um al bjarga stórspekulantunum, oddamonn- um fólkaflokksins. tagnaði hitt ovur- nationala målageipid. og fólkaflokk- urin tók treytaleyst lógvatak við sam bandsmonnum. Nú var tað ikki fjøld- in av følkinum, i8 tað galt um al þjarga og verja. men einstaklingurin. At úrslitið av hesi samgonguni mátti verða ein landsólukka, var øllum greitt. Fastari og fastari hava tei rubbad hunvursbandid, fjøldin av fólk- inum er sokkin í djúpari armóð enn nakrantíð áður í nútíðar søgu okkara. Tá ið hesin ovurnationali stormann- apolitikkurin heyði fingið eitt tílíkt afturstig. var væntandi, at nú fór at gerast arbeiðsfriður. so fakliga og po- litiska stórmenning arbeiðaranna av sonnum kundi taka dik á seg, men tå komu tjóðveldismenn og førdu ovur- nationala yvirbjóðingarpolitikk fólka- flokksins víðari. Aftur einaferð skal nationalt stríð og klandur setast fram um alt annað — fram um álvarsama bardaga slit- mannsins fyri einari tryggari, hollari og trotaleysari tilveru. Loysingarpolitikkurin settur fram um alt annað. Eingin loysingarpolitikkur vil nakr- antíð kunna fremjast uttan viðhald frá slitmannafjøldini. Tí er tað umráðandi at halda fakligu og politisku spjaðing- ini við líka. tann armóðsstøðan, ið stendst av hesum, er beinleiðis neyðug hjá tjóðveldismonnum, um tað skal eydnast teimum at vinna arbeiðs- oe fiskimannafjoldina fyri loysingini. Tjóðveldismenn og innliman í De sam- virkende fagforbund. Allir arbeidarar hava ásannað. hvussu veikir teir standa. tá ið verk- fall. vinnuloysi og tílíkt troðkar seg inn á teir .og lí er eisini ein stórur meiraluti av arbeiðarafjøldini fyri ein- um nærri og meira vittfevnandi sam- arbeiði við arbeiðarafjøldina i Dan- mark og harvið hinum Nordanlondum. Beinan vegin sum lað visti seg. at áhugi var fyri slíkum samarbeiði við danskar arbeiðarar. legði 11. sept. av erimd eftir øllum teimum. ið á ein ella annan hátt vildu styðja hetta samar- þeiði. Hesi stóru menningarlíkindini fyri arbeiðarafjøldina mátti fyri ein- hvønn prís forkomast til frama fyri loysingina, og fyrst og fremst eru tað sosialjstarnir, ið her skulu hava ákoyr- ingina fyri svikagerdir móti føroysk- um arbeidarum. Lættast er jú sjálvandi at siga, at ein tílík innliman ongan týdning vil hava fyri arbeiðararnar, ella eisini gera sum Tingakrossur og siga, at hetta er størsta sambandsafturstig, ið nakrantíð er gjørt. Aldri hevur tað verið grett frá hes- um monnum, at:tað hevur verið ein uppgevandi sambandspolitikkur. ið framdur hevur verið, tá ið læknar, sak- førar. lærarar og aðrir stættir hava søkt nærri sammarbeiði við donsk starvsfólk, ella eisini beinleiðis gjørst imir í donskum meginfeløgum. Men nå, tå id arbeiðararnir vilja vera lað sama, nú er tað beinleiðis andasvik. Foroyskir og danskir arbeiðarat va somu trupulleikar at stríðast við. Teir eru fyrst og fremst arbeiðarar og kenna ikki nøkur landamark. ið forða kunnu teimum at rætla hvørj- um øðrum eina hjálpandi hond í ofta tronga livsbardaga teirra. Her må loysingin víkja fyri áhugu- málum arbeiðaranna. Stórroyndir . -. Framhald av Í. síðu. er at:taka av. tá ið arbeiðararnir verða riknir út í verkfall ella arbeiðsloysi. Undir tilikum trongum umstøðum vil virki felaganna altíð verða avmarkað. Í daz kunnu vit koma í beinleiðis felagskap við umleið 800.000 organi- seraðar danskar arbeiðarar og njóta somu rættindi og somu fyrimunir sum teir á øllum økjum. Í kraft av hesi fylking vilja beinleiðis koma uppí og fáa lut i ti føroyskir arbeiðarar stóra og vittfevnandi upplysingar- og menningararbeidinum, ið gjort verð- ur millum danskar arbeiðarar. Í ein- um lønarstríði ella beinleiðis verkfalli verða møguleikarnir margfaldaðir. — Limaskapurin veitir føroyskum ar beiðarum sama rætt til pening úr verk- fallsgrunninum. sum øðrum donskum arbeiðarum. Allir teir mongu, óloystu spurningarnir, ið føroyska arbeiðara- rørslan hevur at taka støðu til, koma í eina aðra legu. Ókeypis kunnu vit leita okkum alla ta sakkønu hjálp og neyðuga stuðul, tá ið tað ræður um at bøta um arbeiðslíkindini og lónar- lagið sum heild. Gjøgnum D. s. Í. koma vit í beinleiðis samarbeiði og samband við arbeiðarafylkingarnar í hinum nordanlondum og kring um all- an heimin. Aðaltátturin í allari arbeiðararørslu er stórlylking av øllum arbeidarum kring um allan heimin. og allastaðni verður arbeitt fyri nærri samvinnu. ti allastaðni er endamálið hitt sama: at heyja arbeiðarastættin. so hann ar- þeiðsliga og lønarliga verður at vinna sær ley rættindi. ið honum av sonn- um tilkoma í nútíðar samfelaginum. At allir teir. ið ganga ímóti hesum 31. januar 1953 — | TORSHAVNAR LIKKISTUGOYMSLA hevur telefon nr. 706 ymiskir prisir JACOB C. JOENSEN samvinnutiltøkunum, gera eina stora skaðagerð, må verða øllum greitt. Tað er ikki áhugamál arbeiðaranna, ið hesir menn vilja fremja. Tvørturímóti, veikari, teir einans gera støðuna gera stórmonnum og øðrum spekulant- um eina risatænastu, forkoma ovur- stórum møguleikum og fyrimunum, byrgja okkum inni á einum trongum Ski í staðin fyri lógvatak vid 800.000 starvsfelagar, ið berjast fyri somu á- hugamálum og móti sama endamåli. Livssak arbeidaranna fram um alt annað! Til gamans og álvara Fveir skottar vóru forlistir, og reyndu at svimja tann vegin, teir hildu land vera. Tá ið teir høvdu svomið nakað langt. orkaði annar ikki meir og bað til Várharra: Um tú hjálpir mær úr hesum vand anum, so lovi eg Lova einki. lova einki, rópti hin, eg siggi land x Få ið tey ungu verða gomul, fara tey at finnast at teimum ungu. + Hvussu endaði hatta tjakid, tú heyði við konu tína? Jú, kanst tú hugsa tær, hon kom krúp andi til mín á sínum beru knoum. Nei, hvat sigur tú. Hvat segði hon? Ná, tú krógvar teg undir songini, títt neyðars ókrút. x Onglundskeldan. Millum Strendur og Skåla er ein kelda. Henda keldan hevur sama hita bæði á vetri og sumri, tað løgna er, at hon eina tíð á árinum tornar upp. Tað er nærum dagfest hvørja ferð, hon fer og kemur aft- ur. Søgn er, at hon rennur í Onglandi, tá ið hon ikki rennur her og harav hevur hon fingið navnið Onglandskeldan. * Løgtingsmenn. At løgtingsmenn teir tjakaðust so drúgva eina tíð, tá talan var um seyðarøkt og harufridari, og at teir allir hildu tætt, tá fíggjarlóg tað galt, hvat nyttar slíkt at yrkja um tað er jú heilt normalt. x ASSSALOR KARANNNK Set stavir fyri prikkarnar. Nidureftir lært tå vanlig ord og tvorturum navnid å ein- ari fiskagorn. * Veitst tú? 1) Á hvørji vesturlongd liggur vestasti landøddi í Føroyum“ 9) Hvussu nógv fólk var í Føroyum í 19307? 3) Nær kom Føroya læraraskúli? 4) Hvor er formaður >Kvinnufelagsins“ 7 5) Hvussu stórt er eitt tunnulendi? Svar til seinasta >Veitst tú?<: 1 10,8 gr. 2) 3.2 ar. 3) 5255. 4) 62 gr. 24. 3) Á. Samuelsen, Jóhan Poulsen, P. M. Dam og L. Zachariasen,