Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Nr. 72 - 17. apríl 2002 3 Umborð á Smyrli, týs- kvøldið 12.februar 2002, á veg til Suðuroyar fekk eg deyðsboðini av Finni, og tá ið vit dagin eftir komu aftur til Havnar, varð flaggað í hálvari stong yvir alla Havnina, tí øll kendu Finn. Fullvæl visti eg, at Finnur var álvarsliga sjúk- ur, men deyðsboðini komu sum eitt sjokk. Í juli mánaði var Finnur frískur og ferðugur suðuri í Vági og fylgdi pápa mínum, so lítið vardi tað okkum tá, at hann skuldi fara so skjótt. Eina slíka løtu drýpur ein høvur í tøgn, og tank- arnir sveima um tíðina, sum farin er, tí nógv hava vit havt saman øll hesi mongu ár. Maria, kona Finnur, og eg eru tey elstu av systkinabørnunum í okkara familju. Mamma Mariu og mamma mín vóru systrar, so hetta eru eisini svárar løtur hjá Krossteig gubbanum og Estrid mostur, nú svigar- sonurin er farin og hjá svágrum og svigarinnum. Fyrstu ferð, eg sá Finn, var í Tungugøtu, har Finn- ur og Maria búðu í eini íbúð í heiminum hjá Finni. Marna og eg vóru á veg til Danmarkar aftur í lestrar- ørindum eftir summarfrí- tíðina. Eg minnist væl, at vit tosaðu um henda fitta og fryntliga mannin, sum fyri okkum var eitt óskriv- að blað, men henda áskoð- an á Finnur helt sær alt lívið, tí Finnur var ein sera blíður maður og eitt gott menniskja. So við og við komu vit at hava meira og meira við hvønn annan at gera ,eftir at vit vóru flutt aftur til Føroyar, og húsini hjá Mariu og Finni, sum tey bygdu sær í Torfinnsgøtu, komu at vera eitt av okk- ara tilhaldshúsum í Havn og karmurin um manga familjuveitslu eins og seinni húsini, tey bygdu sær á Dalavegnum. Tað verður eitt stórt tómt pláss nú á Dalaveg- num og ein svárur saknur, nú Finnur ikki er meira. Finnur fór sum ungur í snikkaralæru og kom skjótt saman við øðrum at standa á egnum beinum, tá ið teir fóru undir at keypa egið snikkaravirki, sum varð selt aftur í seinnu helvt av trýssunum. Eg minnist, at tá ið vit bygdu hús okkara í Vági í 1966, høvdu vit vindeygu og hurðar frá virkinum hjá Finni, og vóru tey so góð og vælgjørd, at øll sita tey í tann dag í dag. Eftir at hava selt snikk- aravirkið fór Finnur undir egið glasvirksemi í húsun- um hjá sær sjálvum. Hetta bleiv so tað, sum Finnur kom at verða mest kendur fyri um allan høvuðstaðin og um allar Føroyar. Finn- ur var sera hugagóður, handaligur og røkin í sínum arbeiði, og har komu nógv fólk saman á verkstaðnum hjá Finni. Eg minnist, einaferð vit komu inn á verkstaðið hjá Finni, vit vóru komin til Havnar fyri at halda Ólavsøku og skuldu búgva hjá Mariu og Finni, tá lá sjálvur Steffan Danielsen, kendi listamaðurin úr Nólsoy , á knøunum á gólvinum og gjørdi ein málning av Nólsoynni lidnan, sum skuldi á Ólavsøkufram- sýningina. Steffan var komin til Finn, eins og aðrir listamenn og hann altíð vóru vanir, tí Finnur skuldi gera rammur um málningar hansara, og kanska eisini tí, at Finnur hevði stóran ans fyri listini og hevði ikki sørt av listaligum evnum sjálvur. Finnur tókst altíð við okkurt, og var hann ikki á sínum egna virki, so var hann runt Havnina fyri at seta rútar í fyri fólk og virki, og tí var hann eisini kendur og virdur av hvørj- um mansbarni í Havnini. Finnur var vælgjørdur, ja, ein sannur listamaður á sínum øki, tað bera húsini á Dalavegnum, sum hann seinni bygdi sjálvur, eisini besta prógvi um. Tá ið Finnur gavst við glasvirksemi sínum fyrst í 8o unum, søkti hann sær starv sum húsavørður í Norðurlandahúsinum, har hann var í nógv ár, og har hann ikki varð minni avhildin. Hetta bera tey vøkru orð prógv um, sum núverandi stjóri og starvs- fólk hava skrivað um hann í bløðunum og ikki minni tann langa heilsanin, sum send varð úr Finnlandi og lisin upp í kirkjuni av Hera Joensen, presti, frá fyrrverandi stjóranum í Norðurlandahúsinum, eins og tann stóri skari, sum fylti Vesturkirkjuna hendan regntunga februar- dag, og sum var komin fyri at sýna Finni tann seinasta heiður. Finnur var ein góður maður fyri síni børn og sína konu, og har sum Finnur var, var Maria eisini. Tey livdu eitt ríkt hjúnarlag, so saknurin hjá tær Maria verður stórur og sorgin tung at bera.. Sum pápi fyri Barbaru, Sú- sannu og Bjørg var Finnur framúrskarðandi. Nær knýtt vóru tit øll hvør at øðrum, so saknurin hjá tykkum verður svárur eis- ini tí, at gentir mangan eru nær knýttar at pápanum, og so var ikki minst í tykkara føri. Eisini hjá mammuni Hannu, Hildur og Hans Jørgen verður saknurin stórur. Harrin styrki og hjálpi tykkum øllum, og vil eg her lýsa frið yvir minni um Finnur Olsen. Jákup Olsen Minningarorð um Finn Olsen Í dag fyllur ein kendur tvøramaður 90 ár. Tað er Asbjørn Øster, sum fór til Danmarkar at royna eydnuna longu sum 17 ára gamal. Har hevur hann verið síðani. Av átta systkj- um er hann tann einasti, sum eftir er á lívi. Ein av brøðrunum hjá Asbirni var Arnold Øster, prentari, sum flestu føroyingar kendu ella vistu um fyri sítt prent- stovuvirksemi. Ásbjørn, ið var barna- og fyrstu ung- dómsárini á Tvøroyri, fór til Danmarkar við táverandi skótaliðnum í bygdini. Tað skuldi vera ein stutt ferð, sum tó gjørdist ein lívlong ferð. Hann bleiv verandi í Danmark, har hann fekk sær útbúgving sum elek- trikari men fór seinni at virka á fleiri øðrum økjum sum eitt nú sølumaður. Asbjørn, sum tosar før- oyskt sum brent, hóast hann hevur verið í Dan- mark og búleikast saman við dønum alt sítt lív, vitj- aði í Føroyum nakað herfyri. Tá hitti Sosialurin hann og greiddi hann frá sínum áhugaverda lívi. Samrøðan við Asbjørn Øster verður í blaðnum, sum kemur út Dýra- biðjudag. Adressan hjá Asbirni Øster er J.M. Thielesvej 5B, 1961 Fredreiksberg C Kvinnuval Í hósdagsblaðnum fer Sosialurin undir eina greinarøð, vit rópa Kvinnuval. Fyrsta greinin er samrøða við Anniku Wardum Joensen, samskipara av heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini, sum eisini hevur royndir sum stjóri á almennum stovni. Síð- ani koma seks greinir, ein í hvørjum blaði til valið, har kvinnulig valevni umboðandi allar seks flokkarnar, siga frá, eitt nú hvørt tær ætla at virka fyri størri javnstøðu í samfelagnum. Sein- asta greinin, sum kem- ur sjálvan valdagin, er samrøða við Helenu Dam á Neystabø, ting- kvinnu, ið hugleiðir um sín leiklut í poli- tikki, sæð út frá kvinnupolitiskum sjónarhorni. Tvøramaður í Keypmanna- havn 90 ár VANLUKKA Jústinus Leivsson Eidesgaard Tey næstu eru lamd av sorg. Miðvágur er skelkaður og føroyingarnir sum sigla í Grønlandi drýpa høvur. Nú eru tríggir dagar síðan Karlo Joensen úr Miðvági fór út við trolinum umborð á grønlendska trolaranum GAIA III og hann er enn ikki afturfunnin. Hendingin hendi, tá GAIA III royndi á Kanngatsiaq leiðini. Trolar- in er nú farin til Sisimiut, har sjófrágreiðing verður givin. Skiparin á GAIU III, Viggo Mortensen úr Tron- isvági greiðir soleiðis frá: – Vit vóru við at kasta. Eg hugdi aftureftir og sá eg at Karlo lá á bellinum og vit royndu at hála trolið spakuliga innaftur fyri at fáa fatur á manninum, Vit slerdu bakk beinanvegin, men trolið kom um skrúv- una. Vit slerdu bádar »gjilsarnir« í trolið, og fingu leyst av skrúvuni beinanvegin, sigur hann. – Tá var Karlo gliðin nið- ur av bellinum, og lá og fleyt á sjónum, á búkinum. Vit noyddist at venda, og sigla til hann. Vit fingu við einum króki fatur á hettuni á oljublusuni, men hettan skrædnaði, og Karlo fór afturvið borðinum. Vit vendu, og komu spakuliga ímóti Karlo aftur, men tá Karlo var árakað vindeyga á brúnni, rullaði hann runt – og sakk, sigur Viggo Mortensen í einum meyli til Sosialin. Tad vóru seks bátar í alt, har á leiðini, og allir komu beinanvegin til hjálpar, fyri at royna at finna hann. Hóast allir bátarnir trolaðu allan dagin, og GAIA III helt fram við at trola alla náttina, eydnaðist tað ikki at finna Karlo aftur. Karlo Joensen var giftur vid Helenu. Karlo bleiv 56 ár. Føroyingafelagið í Nuuk fer at halda minningarhald fyri Karlo seinni Skelkaður skipari eygleiddi tilburðin Stýrimaðurin á GAIA III sakk GAIA III liggur nú í Sisimiut, har sjóforhoyr verður C M Y K 3 2