Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Nr. 72 - 17. apríl 2002 5 NORÐURLANDA- RÁÐSFUNDUR Jógvan Hugo Gardar Reykjavík, Sosialurin: Finski sendiharrin í Oslo, Ole Norrback, handaði á middegi frágreiðingina um rættindi norðbúgvanna til Norðurlendska Ráðharra- ráðið. Flestu norðurlendingar halda at tað ikki eru stór- vegis trupulleikar at flyta til eitt annað norðanland. Or- søkirnar til at so er eru fleiri. Tær nógvu norður- lendsku samstarvsavtalur- nar gera sítt til tað, og tað sama kann ein siga um tey nógvu bondini sum knýta norðurlendingar saman yvir landamørkini, vísti Ole Norrbach á í síni røðu tá hann handaði frágreiðing- ina. – Norðurlendingar sum hava búð í fleiri norðan- londum kunnu siga okkum at tað eru nógvar forðingar hóast tað góða samstarvi og tær nógvu avtalurnar. Hetta vísir okkum at vit ikki eru komin á mál, og at nógv framvegis kann gerast fyri at gera norðurlendska sam- starvi betri, Lógarbroyting- ar kunnu gerast, men vit noyðast eisini at samskipa okkum betri á fleiri økjum, segði Ole Norrbach. Han er ein av royndastu politikkar- unum í norðurlendskum høpi, og hevur eisini veriið finskur ráðharri. Hann vísti eisini á at vit- anin um norðurlendsku av- talurnar átti at verið mun- andi betri, samstundis sum vit í størri og størri mun verða ávirkaði av tí sum hendir í ES. – Altjóða samstarvi økir skjótt og hetta setir eisini krøv til broytingar í tjóðlig- um lógarteksti. Tá fleiri og fleiri norðurlendingar ynskja at arbeiða og búgva í fleiri londum, so seta hesi krøv om at londini gerast betri til at samskipa lógir og reglugerðir so at landa- mørkini ikki gerast forð- ingar í teirra gerandisdegi. Ole Norrbach vísti á at norðurlendskir politikkarar hava verið undangongu- menn í arbeiðnum fyri at minkað um trupulleikarnar við at ferðast um landa- mørkini. – Undirtøkan millum fólk fyri tí norðurlendska samstarvinum vísir okkum at vit eiga at gera meir fyri at styrkja norðurlendska samstarvi. Tað politiska samstarvi eigur eisini syrgja fyri at okkara skip- anir í størri mun vinna fram við felags sjónarmiðum á altjóða pallinum, segði Ole Norrbach. Han vónar at norðurlendska samstarvi nú tekur dik á seg og fær ein størri týdning aftur. – Hetta er ein uppgáva sum politikkararnir kunnu gera nakað við, um teir vil- ja, segði Ole Norrbach. NORÐURLANDA- RÁÐSFUNDUR Jógvan Hugo Gardar Reykjavík, Sosialurin: Umboð fyri Føroyar, Grøn- land og Ísland skrivaðu ígjár undir eina nýggja samstarvsavtalu. Hendan avtalan skal gera tað lættari hjá Útnorðurráðnum og limalondunum at fylgja við í málum sum eru samtykt í Ráðnum. Hjalmar Árnason, alt- tingslimur, segði á sam- komuni í samband við undirskrivingina í Reykja- vík, at hetta er ein stórur dagur fyri samstarvið í út- norðuri. Tinglimirnir í teimum trimum limalond- unum hava í nógv ár roynt at fáa eina skipan sum tryggjar at tað sum Útnorð- urráðið samtykkir verður fylgt upp av tingunum og stjórnunum í teimum trim- um londunum. Hjalmar Árnason vísti á at ein trupulleiki hevur ver- ið at tað av og á hevur verið ógjørligt at finna aftur samtyktirnar og at fáa nærri upplýst hvussu langt londini eru komin við málinum. Siv Friðleifsdóttir, ís- lendski umhvørvismálaráð- harrin, segði at hendan av- talan setur niur á pappír hvussu hetta samstarvi í Útnorðuri skal arbeiða. Limalondini, Grønland, Ís- land og Føroyar, binda seg til árliga at koma við eini frágreiðing sum sigur hvar tey ymsu málini eru komin. Høgni Hoydal, lands- stýrismaður, segði at hend- an avtalan er ein stórur sig- ur fyri tað arbeiði sum Er- lendur Patursson í síni tíð setti ígongd. Hann legði afturat at hann vónaði at hendan avtalan kann fáa út- norðursamstarvið eitt fet longur fram. NORÐURLANDA- RÁÐSFUNDUR Jógvan Hugo Gardar Reykjavík, Sosialurin: Høgni Hoydal, lands- stýrismaður, kemur í dag til Reykjavíkar, har hann skal undirskriva eina av- talu millum londini í Út- norðurráðnum. Hendan avtalan skal gera tað lættari hjá Út- norðurráðnum og lima- londunum at fylgja við í málum sum eru samtykt í Ráðnum. Skrivari í Útnorðurráð- num, Ernst Olsen, sigur at hendan avtalan kemur at lætta um arbeiði hjá Ráðnum. L i m a l o n d i n i , Grønland, Ísland og Føroyar, binda seg til ár- liga at koma við eini frá- greiðing sum sigur hvar tey ymsu málini eru komin. Høgni Hoydal skrivar undir samstarvsavtalu Útnorðuravtalan undirskrivað Norðurlandaráðsfundur í Reykjavík: Vónar at samstarvið tekur dik á seg Á Norðurlandaráðs- fundinum í Reykjavík varð filmurin "Í sama báti" frumsýndur. Sára Jógvansdóttur og Bjartur Tórhallson úr Vestmanna eru føroysku umboðini. FILMSLIST Jógvan Hugo Gardar Reykjavík, Sosialurin: Filmurin "Í sama báti" er ein ferð við 16 norðurlend- skum ungdómum umborð á einum víkingaskipi. Ung- dómarnir hava ein dreym um eina spennandi framtíð. Filmurin er gjørdur í sam- band við at Norðurlanda- ráðið í ár er 50 ár. Í filminum fylgja vit teimum 16 ungdómunum umborð á norska víkinga- skipinum "Gaia". Tað eru feðgarnir Ivars Silis og Inuk Silis Høegh úr Grøn- landi sum hava staðið fyri uppskotinum og framleið- sluni av filminum. Inuk Silis Høegh, ið sjálvur hevur ættarbond bæði í Grønlandi, Danmark og Baltikum, sigur at hetta hevur verið ein sera spenn- andi uppgáva. Hetta er fyr- stu ferð hann hevur havt møguleikan at vitja øll norðanlondini. – Norðurlond vildu havt eina góða framtíð um hesi sekstan ungu fólkini vóru umborð á eini Norðurlend- skari Ørk, og skuldu trygg- ja Norðurlondum eina framtíð, sigur Inuk Silis Høegh. Hann vísir á at hesi ungu eru inni í einum tíðar- skeiði í lívinum har tey eru í eini spennandi menning, samstundis sum tey eru opin fyri framtíðini. Heimstaðið Umframt at fylgja teimum 16 ungdómunum umborð á "Gaia", so vitja vit eisini á heimstøðunum hjá ung- dómunum. Vit fáa millum annað møguleikan at kaga inn í nakrar av dreymunum hjá Sáru Jógvansdóttur úr Vest- manna. Vit fylgja eisini Sáru í hennara gerandis- degi í Vestmanna. Á sama hátti vitja vit heimstøðini hjá hinum ungdómunum. Inuk Silis Høegh, ið er 29 ára gamal, sær Norðanlond sum eina lítla bygd í heimi- num. Hetta roynir hann at vísa okkum í tí 26 minuttir langa filminum. – Tey ungu vóru trilvandi tá tey hittust, men gott lag og stríðsvilji broytti óvissu- na til veitsluróma, har øll hugnaðu sær. Tað var stutt- ligt at síggja hvussu skjótt tey ungu funnu hvønn ann- an um landamørkini. Mál- trupulleikarnir vórðu loyst- ir við skemti og kroppsmál- ið. Í dag veit eg at fleiri av teimum ungu framvegis halda sambandi viðlíka, og tey hava vitja hjá hvør øðr- um, sigur Inuk Silis Høegh. Til skúlar Filmurin er vælegnaður sum partur av undirvísing í skúlunum. Umframt film- in, so hevur Norðurlendska Ráðharraráðið eisini fram- leitt vegleiðingarhefti og eina fløgu sum gevur neyv- ari upplýsningar um tey norðurlendsku londini og tað norðurlendska sam- starvið. Sára og Bjartur í norðurlendskum filmi Landsbókasavnið fer seinni í mánaðinum at heiðra teir tríggjar, Jákup Olsen, Martin Joensen og Halldór Laxness, við framsýn- ing og teir fara eisini at seta teirra dám á, tá altjóða bókadagurin verður hildin HÁTÍÐARHALD Heri á Rógvi Henda valmánaðin í ár eru tað hundrað ár síðani, at heimurin fyri fyrstu ferð slap at síggja teir tríggjar Jákup Olsen, Martin Joen- sen og Halldór Laxness. Allir hava teir tað til felags, at teir hava gjørt seg gald- andi á mentanar- og lista- pallinum. Bæði sum høv- undar, listamálarar, teknar- ar v.m. Nú tað eru hundrað ár síðani at hesir tríggir úr- mælingar vóru bornir í heim, so ætlar landsbóka- savnið ikki, at hetta skal fara heilt órørt í gloymi- bókina. Um teir tríggjar er tað at siga, at teir allir hava gjørt seg galdandi. Flest allir før- oyingar kenna óivað Martin Joensen. Hann er ættaður úr Sandvík hevur skrivað fleiri av kendastu og mest lisnu føroyskum bókunum. Hann er harumframt kend- ur fyri sínar stuttsøgur, sum alofta vórðu tiknar úr dag- ligdegnum hjá vanligi før- oyinginum. Flest øll kenna skaldsøgu hansara Fiski- menn. Søgan um lívið um- borð á einum fiskiskip stendur enn í dag, sum ein sannur varði í føroyskari søgu. Martin Joensen andaðist 25. desember 1966. Jákup C. F. Olsen, van- liga róptur Zahle, var elstur av hesum trimum, føddur 4. apríl. Hann hevði starv á post- húsinum í Havn, men hevði eisini fjølbroyttan áhuga fyri mentan og list. Hann var virkin í Havnar Sjón- leikarfelag, frá tí tað varð stovnað. Helst eru fleiri sum ikki vita, at tað var Jákup Olsen, sum gjørdi búmerkið hjá eitt nú Havnar Hornorkes- tri, H. N. Jacobsens Bóka- handli, Tórshavnar Sjó- mansheimi og sodavatns- og øletikettirnar hjá Res- torffs Bryggjarí. Jákup Olsen, sum sjálvur var listamálari, var saman við William Heinesen mill- um teir fyrstu, sum skipaðu fyri listaframsýningum í Havn. Á einari framsýning í tjúgunum var eisini Miki- nes umboðaður, hóast hann tá ikki var vorðin viðgitin. Jákup C. F. Olsen andaðist 12. juni 1963 Tann yngsti av hesum trimum, íslendingurin Hall- dór Laxness, ið man vera kendur av øllum føroying- um, er føddur 23. apríl. Hann verður mettur at vera ein av heimsins bestu rit- høvundum í farnu øld. Hann skrivaði 52 bøkur. Serligi stílurin hjá Lax- ness, sum stundum minnir um stílin í íslendingasøgu- num, men sum samstundis er satira og atfinningar- semi, hevur hugtikið sum- mi og argað onnur. Halldór Kiljan Laxness andaðist 8. februar 1998. Framsýning Fyri at heiðra hesar tríggjar úrmælingarnar, sum høvdu fylt 100 í apríl, um teir vóru á lívi, skipar Føroya lands- bókasavn fyri framsýning við ymiskum, sum bóka- savnið hevur í varðveitslu eftir teir tríggjar. Talan er um eitt nú bøkur, handrit, brøv og myndir, sum lýsa partar av virkseminum hjá hesum trimum. Framsýn- ingin verður sett á sam- komu á Landsbókasavni- num 23. apríl, sum um- framt at vera føðingardagur hjá Halldór Laxness eisini er altjóða bókadagur. Á setanini er upplestur og tónleikur á skránni. Samkoma 23. apríl er sum nevnt al- tjóða bókadagur. Hetta er serligur dagur fyri lokal átøk, sum UNESCO mælir til at skipað verður fyri. Á enskum hevur dagurin heit- ið World Book and Copy- right Day. Síðan farið varð at halda henda dagin í 1995, hava umleið 80 lond skipað fyri ymiskum tiltøkum fyri at vísa á týdningin hjá bókini sum lærumiðil og skapara av framburði og listarligari uppliving. Hetta er fyrstu ferð, at dagurin verður hildin í Før- oyum. Landsbókasavnið heldur tað vera gott høvi at gera vart við altjóða bókadagin við einum tiltaki í sam- bandi við, at framsýningin “Tríggir úrmælingar frá tvey” letur upp. Tí verður skipað fyri einum kvøldi við upplestri og tónleiki 23. apríl kl. 19 á Føroya lands- bókasavni. Tiltakið er al- ment og ókeypis. Hetta kvøldið fara upp- lesarar og tónleikarar at lesa verk eftir William Heinesen, Martin Joensen og Halldór Laxness og at spæla tónleik, sum hevur okkurt samband við onkrar av teimum trimum úrmæl- ingunum. Fleiri upplýsingar um framsýningina og tiltakið al- tjóða bókadagin eru at finna á heimasíðuni hjá Lands- bókasavninum www.flb.fo. Á triðja poltiska kjakfundinum á Cafe Natúr verður heita evnið um ríkisrættarligi viðurskiftuni at kjakast um LØGTINGSVAL Heri á Rógvi Unga Tjóðveldið og Sosialistiskt Ungmanna- felag hava seinastu tvey mikukvøldini skipað fyri politiskum kjakfundum á Cafe Natúr í Havn. Fund- irnir eru skipaðir soleið- is, at tað er eitt pallborð við einum umboði frá hvørjum flokki, ið er uppstillaður til løgtings- valið. Hesir skulu so leggja fram, og teir fáa eisini spurningar úr hatti- num, ið gongur runt mill- um áhoyrararnar. Í kvøld, mikukvøldið, verður evnið stjórnar- rættarliga støða Føroya, og hetta vænta fyrireikar- arnir fer at seta rættiligt gongd á kjakið. Flokkar- nar hava eisini sínar tungu kanónir við til kjakið. Teir undanfarnu fundirnir hava snúð seg um íbúðarviðurskifti og mentan. Tað hevur verið at kalla fult hús hvørja ferð higartil, og fyrireik- ararnir vænta ikki minni fólk hesaferð, tá høvuðs- temaið í valstríðnum kemur upp at venda. Fundurin byrjar kl. 20.00. Fyrireikararnir heita á fólk um at møta í góðari tíð, tí væntast kann, at áhugin er stórur. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt, út- varpsmaður. Stjórnarrættindi í andgletti Heiðra úrmælingar Martin Næs, landsbókavørð- ur er millum fyriskipararnar til tiltøkini seinni í mánaði- num. C M Y K 5 4