Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Nr. 72 - 17. apríl 2002 7 Týsmorgunin varð ein spælistova undir dagrøktarskipanini í Klaksvík alment tikin í nýtlsu. Spælistovan heldur til í kjallar- anum í dagstovninum við Kjalarvegin BARNAANSING Solby A. Eliasen Klaksvík: Dagrøktararnir hava nýtt spælistovuna í eina tíð nú, men týsmorg- unin klokkan tíggju varð hon so alment tikin í nýtslu. – Endamálið, við spæli- stovuni er, at dagrøktarar skulu fáa møguleika til at vera saman við arbeiðsfel- agum og børnini saman við javnaldrum, sigur Sigrun Vágstún, dagrøktarleiðari. – Meðan børnini eru í dagrøkt, hava tey ikki so nógvar javnaldrar at spæla við. Summi hava kanska ongan. So tað er gott fyri tey at fáa henda møguleik- an, heldur Sigrun. Tað eru 120 børn í dag- røktarskipanini í dag, og 26 dagrøktarar. Ætlanin er, at umleið tríggir dagrøktarar saman við umleið 15 til 18 børnum skulu vera í spæli- stovuni í senn í ein heilan dag. Men Sigrun sigur, at tey miða í móti at fáa talið niður á í mesta lagi 15. – Børnini verða bæði avleverað og avheintaði í spælistovuni henda dagin, greiðir Sigrun frá. Hon sigur eisini, at dag- røktarskipanin hevur eitt sera veikt punkt. Og tað er, tá dagrøktarar gerast sjúkar. – Tá fáa foreldrini bjóðað eitt gestarøktarpláss, men tey vilja illa taka av, tí børn- unum leingist illa. Tey kenna ikki dagrøktaran, sum tey koma til. Tað er ein stórur trupulleiki. Og tann sjúka dagrøktarmamman hevur ofta ringa samvitsku, tí hon er vorðin sjúk ella skal hava frí. Og tað kann ikki vera rætt, greiðir Sigrun frá. – Vónin er at tað við spælistovuni fer at eydnast at fáa børnini at kenna aðr- ar dagrøktarar so mikið, at tað ikki fer at verða nakar trupulleiki fram yvir at koyra tey í gestarøkt. Sigrun greiðir eisini frá, at tey børnini sum eru í dagrøkt og skulu í skúla í summar, eisini skulu vera í spælistovuni týsdag fyrra- part frá nú av og til summ- arfrítíðina. – Serliga hesi børnini hava ofta ongan javnaldra at spæla við í dagrøktini. Serflutningurin hjá Klaksvíkar Kommunu koyrir hesi børnini til og frá spælistovuni. – Dagrøktararnir lata væl at spælistovuni og tað smittar av á børnini, sigur Sigrun. – Tað er eitt sindur eins- ligt at vera dagrøktari og so er tað gott at kunna koma út ein dag um vikuna og hitta aðrar. Tær fáa møguleika til at tosa saman. Tær royndu kunna geva teim minnu royndu ráð, heldur Sigrun. – Og soleiðis kunnu tær deila royndir og styrkja hvørja aðra í teirra arbeiði. – Foreldrini eru alt ov friðarlig og tolin, tá tað kemur til at gera vart við teirra truplu støðu, viðvíkjandi barnaansingini í kommununi, heldur Jancy B. Klein BARNAANSING Solby A. Eliasen Klaksvík: – Tað nyttar onki at ringja til okkum og skelda og vera so ill, sum foreldur ofta eru, sigur Jancy. – Tá eru tað bara vit, sum hoyra tey og vit fáa so onki gjørt. Alt er ein politiskur spurningur um raðfesting, heldur Jancy. Hon heldur, at foreldur átti at staðið meira saman og tikið stig til nøkur tiltøk, sum kanska hevði fingið politikararnar upp úr stólunum. – Tað undrar meg, at foreldrini eru so tolin og ikki gera meiri vart við seg. Tey eru jú sera kroyst, sita við skuld og mugu onkur enn tá siga upp, tí tey ikki fáa børnini ansaði. Ei undur í, at tey eru ill, men tey rópa í skeivum stað, sigur Jancy. Hon heldur fram, at tey kunnu rópa frá nú av og til jólar um tey vilja. Tað nyttar onki, tí tað mangla stovnspláss. – Og har fáa vit sum umsiting ikki gjørt nakað annað enn at koma við tilmælum til sosialu nevnd. Jancy tekur tó ikki undir við framferðarháttinum hjá foreldraráðnum í Havn. – Tey dríva næstan hetz í móti býráðnum. Forlanga at bíðilistin skal út á internet- ið at liggja. Tí taki eg als ikki undir við. Tað kann ikki vera meiningin, at um- sitingin skal standa til svars fyri hvørt einstaka barn, sum verður tikið inn. Og tað koma ikki fleiri ansing- arpláss, um kommunan brúkar pengar upp á at leggja ein bíðilista út á netið, sigur Jancy. Hon greiðir frá, at niðri kom tað ofta fyri, at for- eldur saman við pedagog- um fóru út á gøtuna at streyka, fyri at gera vart við teirra ónøgd í einum ella øðrum máli. – Tað, sum eg sakni, er at hoyra foreldrini úti ímillum almenningin, har tey gera vart við teirra truplu støðu. Tí tað er ongin ivi um, at orsøkin til, at tey eru so uppøst er, at tey eru so sera kroyst, men sum sagt: Tey rópa í skeivum stað, slær Jancy B. Klein at enda fast. Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar Kommunu: Hoyra onki til foreldrini Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar Kommunu, heldur, at almenningurin hoyrir ov lítið til truplu støðuna hjá foreldrum í kommununi Spælistova alment tikin í nýtslu Børnini hugnaðu sær í nýggju spælistovuni Sigrun Vágstún, dagrøktarleiðari – Eg haldi, at tað sær rímiliga gott út aftur í ár, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Svartkjafturin er okkum trúgvur og drúgvur. Hóast føroysk skip ikki sluppu at fiska svartkjaft í ES-sjógvi í vár, hevur hetta eftir øllum at døma ikki havt so stóran týdning hesaferð, tí fiskiskapurin í altjóða sjógvi hevur verið rættiliga góður. Kristian Martin Rasmus- sen, reiðari, sigur, at hevði tað havt viðrað betur, nú skipini hava roynt í altjóða sjógvi, hevði munurin iva- leyst verið lítil og eingin. – Men tað hevur viðrað illa, leggur hann dent á, og tað hevur tarnað fiskiskap- inum hjá føroysku svart- kjaftaskipunum í vár. Royna nú í føroyskum sjógvi Síðan 10. apríl hava før- oysku svartkjaftaskipini roynt í føroyskum sjógvi – ella í gráu leiðini, teir kalla, millum føroyska og bretska fiskimarkið. – Vit siga, at hetta er før- oyskur sjógvur, meðan bretar siga, at hetta er teirra sjógvur. Skip, sum hava loyvi at royna á hesi leiðini, hava antin loyvi at fiska í føroyskum sjógvi ella í bretskum sjógvi, sum er ES-sjógvur. Reiðarin sigur, at enn hevur ikki verið so nógvur svartkjaftur at fingið í før- oyskum sjógvi, men fiski- skapurin plagar av álvara at taka seg uppaftur seinni í hesum mánaðinum, millum 15. og 20. apríl. – Og eg haldi, at tað sær rímiliga gott út aftur í ár, sigur Kristian Martin Rasmussen. Hann vísir á, at tá ið før- oysku skipini fiska í gráu leiðini, fiska tey inn í før- oyskan sjógv og ansa bara eftir tí syðra markinum. – So, her verður eingin munur gjørdur á gráu leið- ini og føroyskum sjógvi annars, sigur hann. Um somu tíð Spurdur, hvussu víð gráa leiðin millum fiskimarkini er, sigur reiðarin, at hon man vera einar 10 fjórðing- ar, har hon er víðast. Kristian Martin sigur, at so skjótt fiskiskapurin helt uppat í altjóða sjógvi, fekst svartkjaftur í føroyskum sjógvi. – Christian í Grótinum var fyrstur at kasta í gráu leiðini, men annars komu øll tey føroysku skipini at kalla í senn, sigur hann. Í fjør byrjaði svartkjafta- fiskiskapurin í føroyskum sjógvi um somu tíð sum í ár. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin og týsdagin vóru trý skip á Fuglafirði við svartkjafti. Christian í Grótinum var mánadagin við 1800 tons- um, týsdagin var Jupiter við 800, og týsdagin lá eisini Strømfjord og bíðaði eftir landingartørni; teir høvdu somuleiðis 800 tons. Á Havsbrún vænta tey nógvan svartkjaft teir næstu dagarnar, tí nógvur svartkjaftur er at fáa. Í síðstu viku vóru eisini nakrar svartkjaftalandingar í Fuglafirði. ES skip landa í Føroyum Onkur hevur reist spurn- ingin, um tað er rætt av før- oyingum at loyva ES skipum at landa í Føroyum, nú føroyingar ikki sleppa at fiska svartkjaft í ES sjógvi. Sosialurin ætlaði at biðja Berg Poulsen, stjóra á Havsbrún, um eina við- merking, men Bergur sat á fundi. Ymiskar meiningar munnu vera um ein slíkan spurning. Svartkjaftaskipini í føroyskum sjógvi Trý skip á Fuglafirði við svartkjafti Kristian Martin Rasmussen, skipari og reiðari, fegnast um, at lodnukvotan í Barentshavinum uppá 16.000 tons er uppfiskað FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hetta er triðja árið á rað, at Norðborg hevur fiskað lodnu til matna í Barents- havinum. Sostatt er hetta vorðin ein sesong-fiski- skapur hjá skipinum, síðan Norðborg fór í vinnu. Í fjør vóru teir einsamallir á hesi veiði, men í vár hevur Jón Sigurðsson eisini verið í Barentshavinum. Norðborg hevur verið eystanfyri seinastu tveir mánaðirnar, men er nú far- in á svartkjaftaveiði undir Føroyum. Skipari hevur verið reiðarin sjálvur, Kristian Martin Rasmus- sen. Hann fegnast um, at lodnukvotan í Barentshav- inum uppá 16.000 tons er uppfiskað í ár, tí sum hann sigur, so er tað altíð keði- ligt, tá ið kvotur ikki verða uppfiskaðar. – Í vár hava vit fiskað umleið 9.000 tons, Jón Sigurðsson umleið 6.000, og síðan hevur Tróndur í Gøtu eisini gjørt ein lodnu- túr eystanfyri, sigur reiðar- in. Lodna til matna Kristian Martin sigur, at hon-lodnan verður fryst og seld til Japans til matna, og japanesarar vilja bara hava fiskin til matna, meðan rognini eru uppá tað besta, og tað er bara ein stutt tíð av várinum. Reiðarin sigur, at væl hevur verið at fingið eystanfyri. Spurdur, hvussu teir fáa hon-lodnuna burtur úr rúgvuni, sigur Kristian Martin, at veiðan verður skyld við skiljimaskinu, sum líkist teirri, ið rækju- skipini hava. – Hon-fiskurin er smærri enn hann-fiskurin, og skiljimaskinan skilir um- leið 90% av hon-lodnuni burtur úr. Restin av veiðini fer til mjøl ella ídnað, sigur reiðarin. Meðan Norðborg hevur fiskað til matna, hava tveir japanesarar verið við skip- inum, og hesir umboða fyritøkuna, sum keypir lodnuna til matna. Norðborg hevur eisini selt lodnu til Noregs, sum norðmenn so senda víðari til Japans, men Kristian Martin sigur, at tað loysir seg betur hjá reiðarínum at selja veiðina beinleiðis til Japans. Russar hava eisini keypt lodnu til matna frá Norð- borg. Norðborg fiskað lodnu til matna Nógvur svartkjaftur er at fáa, og á Havsbrún vænta tey nógvan svartkjaft komandi vikurnar vikurnar Nógv skip landa svartkjaft í Fuglafirði nú. Her verður Jupiter landaður Mynd: Øssur Mohr C M Y K 7 6