Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Nr. 72 - 17. apríl 2002 9 Ferðaráð Føroya er sum flytifuglur. Sjálvdan leingi á sama staði. Enn ein flyting stendur fyri durum, sum so verður tann fjórða í eini 10 ár FERÐAVINNUPRÁT Edvard Joensen Ferðaráðið hevur ikki støð- ast leingi á sama stað sein- nu árini. Tað er stutt síðan, at flutt varð av Eystaru Vág vestur um, og nú eru útlit fyri, at flutt verður eystur- aftur. Hesaferð í gamla pakkhúsið hjá Lands- handlinum. Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, sigur, at hendan komandi flytingin so verður tann fjóðra í bara eini tíggju ár. Tað er troytt- andi fyri starvsfólkið, og ikki minst ørkymlandi fyri brúkaran, ikki at vita hvar skrivstovan er. – Men nú er líkt til, at Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um, fer at finna eina var- andi loysn, greiðir Heri Niclasen frá. Hann sigur, at Ferðaráðið vendi sær til landsstýris- mannin við áheitan um at loysa hølisviðurskiftini, og tað gekk rættiliga skjótt, til loysnin við pakkhúsinum hjá Landshandlinum var á borðinum. Í løtuni arbeiðir lands- arkitekturin víðari við málinum, greiðir ferða- vinnustjórin frá, og leggur afturat, at fólk í ferðavinn- uni eru landsstýrismanni- num takksom fyri hesa komandi loysnina. Trygt ferðamál Føroyar eru trygt ferðamál, tykjast útlendsk ferðafólk at halda. Tær ógvusligur hending- arnar í USA tann 11. sep- tember í fjør hava ikki ávirkað ferðavinnuna í Før- oyum nakað, greiðir Heri Niclasen frá. Nógva aðrastaðni hevur tað verið so, at fólk eru set- st aftur av ferð, tí tey tora ikki eitt nú at flúgva av ótta fyri eini yvirgangsatsókn. Bæði í einum flogfari, men eisini á staðnum, tey ferð- ast til. Føroyar liggja hinvegin so mikið langt burtur frá øllum hesum ófriðinum, at hendanveg aftrar fólk seg ikki við at koma. Heldur kann tað tykjast øvugt, sigur Heri Niclasen, sum veit at siga frá gisting- arhúsum, sum hava verið noydd at vísa fólki frá sær, tí ov lítið pláss er. Gistingarmøguleikarnir eru avmarkaðir hjá okkum, og tað harmast ferðavinnu- stjórin um. Fótbóltur Lutakastið, føroyingar fin- gu til komandi EM undan- kapping, hevur sett lív í ferðavinnukjakið í størri mun enn frammanundan. Væntast kann, at rímiliga væl av fólki fer at koma hendanveg, bæði tá skotska og ikki minst týska fót- bóltslandsliðið koma til Føroya at spæla. Ferðaráðið hevur valt at fyrireika seg væl til hesar uppgávurnar, greiðir Heri Niclasen frá. – Tað verður ikki bara fótbóltur og tað, sum til hann hoyrir, sum skal gera Føroyar kendar í hesum sambandi, sigur hann. Vit hava sett ein verkætlanar- bólk, sum skal arbeiða við eini ætlan, sum lýsir allar partar av samfelagnum, fram til heystið 2003. Tað kostar pening at gera slík átøk, og Ferðaráðið eigur ikki so nógvar peng- ar, at pláss er fyri eykatil- tøkum. Fíggjarætlanin var longu løgd, áðrenn luta- kastið hevði verið, so hað- ani verður ringt at finna nakað, sigur stjórin. Tí er ætlanin at søkja um eyka- játtan til at gjøgnumføra verkætlanina fyri. Gjørt fer at verða burtur úr at lýsa Føroyar í útlend- skum fjølmiðlum. Eitt nú við sjónvarpsfilmi, sum ætlandi skal latast ymsum sjónvarpsstøðum at vísa, eins og ætlanin er í nógv størri mun enn fyrr at fáa útlendsk pressufólk hendan- veg. Samstarvað verður við vanligu samstarvspartarnar í føroysku ferðavinnuni, og skal verkætlanarbólkurin sita og samla træðrirnar, sum ferðavinnustjórin tekur til. Skelting Tað hevur av og á verið víst á, at uppmerkingin í Føroy- um er ikki nóg góð. Hetta hevur Ferðaráðið tikið til sín og er farið undir eina ætlan til tess at loysa hend- an trupulleikan. Tórálvur Weihe gjørdi her fyri eina verkætlan, sum gekk út upp á at merk- ja eitt nú gøtur og steðgi- pláss. Hetta gav so mikið gott úrslit, at avgjørt er at halda fram í sama sniði, greiðir Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, frá. Arbeiðið, sum gerast skal í framtíðini, verður gjørt í tveimum stigum, soleiðis at øll ætlanin verður roknað at vera í trimum stigum. Tá er kanningin hjá Tórálvi Weihe roknað sum fyrsta stig. Tað næsta, nú verður at gera í hesum sambandi, sigur Heri Niclasen, er at vitja kommunur, kunning- arstovur og økisferðavinnu- feløg at greiða teimum frá ætlanini. Miðað verður ímóti, at kommunurnar so seta pen- ing av yvir eitt áramál, so skeltingin kann gerast møgulig. Ferðavinnustjórin roknar við, at hetta kann gerast yvir eitt tíðarskeið upp á eini trý til fimm ár. Triði partur er at fáa tað praktiska frá hondini. At seta skeltini upp, har tey skulu vera. Tað verið seg alt frá wc- skeltum á bygningum til ferðsluskelti og navnaskelti ymsastaðni í haganum. Ætlanin er, at hvør kom- muna ella øki skal velja ein kontakpersón, sum skal hava beinleiðis samskiftið við Ferðaráðið undir hond. Gisting Gisting í Føroyum er ein trupulleiki, ásannar stjórin á Feðaráðnum. Ikki soleiðis at skilja, at tey støðini, har gistast kann, ikki lúka tær reglur og tey krøv, sett verða. Als ikki. Tí støðið er høgt. Men tað er bara stutt og greitt ov lítið til av gisting- arhúsum í landinum. – Lutvíst er hetta ein sjálvskaptur trupulleiki, sigur Heri Niclasen. Hann kemst fyri ein part av, at vit eru vorðin ov røsk til at fáa fólk hendanveg. Føroyska ferðavinnan er líkasum fangað í eini ring- rás, greiðir hann frá. Vit gera fínar faldarar og hefti, sum vit senda út í heim. Fólk síggja og lesa. Gera av at koma hendanveg, og so hava vit ikki møguleika at hýsa teimum. Tað er keði- ligt, ásannar ferðavinnu- stjóin. Men hann skilir eisini støðuna hinumegin frá. Alt- so frá teimum, sum hava gistingarhúsini, men líka- sum ikki seta seg føran fyri at byggja út. Tí tað er dýrt, og enn er ferðafólka talið ikki so javnt, at til ber at hava sama kapasitet í feb- ruar sum í juli. – Tað verður tó arbeitt miðvíst við at menna ferða- vinnuna uttan fyri háárstíð- ina, sigur Heri Niclasen. Ta sonevndu »off season tur- ismuna«. Tað er fyri ein part eisini eydnast, sæst millum annað á teimum fremmandu bil- unum, um koyra í Føroyum bæði á vetri og vári. – Bæði danskir og týskir bilar hava regluliga verið at sæð í ikki heilt »óbetýðilig- um« tali seinnu tíðina, stað- festir Heri Niclasen. Tað er tekin um, at hetta arbeiðið er farið at bera frukt. Slíkt var heilt ókent fyri bara heilt fáum árum síðan. Sama er galdandi fyri ferðafólk, sum koma loft- vegis. Kappingin, sum ver- ið hevur við kampagnuprís- unum, hevur drigið væl av fólki hendanveg, hóast sjálvandi eisini nógv eru farin av landinum at ferð- ast. Men alsamt verður ar- beitt við at fáa fleiri feða- fólk til Føroya. Og til at menna hesa ferðsluna, er Ferðaráðið farið undir eitt átak við sonevndum økis- faldarum. Landið er býtt sundur í seks øki, sum hvør fær sín lokala faldara við upplýs- ingum um mangt og hvat, sum hoyrir økinum til, og sum økið hevur at bjóða. Samskipa er soleiðis, at hesir økisfaldararnir, hóast teir eru serstakir, allir lík- jast soleiðis, at eingin er í iva um, at her er ein økis- faldari. – Ætlanin er at halda fram við hesum á hvørjum ári. Tað verða ymsu økini, ið sum frá líður fara at bera kostnaðin av hesum faldar- um. Men fyrstu útgávuna hevur Ferðaráð Føroya fíggjað, sigur Heri Nicla- sen, stjóri á Ferðaráði Før- oya. Ferðandi Ferðaráð Heri Niclasen fegnast um, at tann fjóðra flytingini í eini tíggju ár helst verður endalig. Ferðaráðið fer ætlandi at flyta úr Vágsbotni eystur um aftur Tinganes í gamla pakkhúsið hjá Landshandlinum Mynd: Jens Kristian Vang UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Álit á russum Grunnurin, sum tryggj- ar danskar fyritøkur ímóti tapi, tá tær útflyta vørur til Russlands, hevur fingið betri álit á russisku keyparunum. Tí hevur grunnurin nú gjørt av at lækka gjald- ið, sum donsku fyri- tøkurnar skulu gjalda fyri trygdina. Í 1999 og 2000 mink- aði danski útflutning- urin til Russlands, men síðani er hann vaksin aftur og liggur nú um fimm mia. krónur. Donsku fyritøkurnar vænta sær nógv av tí veksandi russiska marknaðinum, og tær fegnast tí um avgerðina hjá trygdargrunninum. Leiðslan í trygdar- grunninum sigur, at tann russiski búskapur- in er í støðugari menn- ing, og at tey fyrstu nýskipanartiltøkini hjá Putin forseta eru farin at geva úrslit. Stórt avlop Noreg hevði stórt avlop í samhandlinum við um- heimin tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í ár. Norðmenn útfluttu í tíðarskeiðinum vørur fyri 44 mia. norskar krónur, meðan innflutn- ingurin var 21,2 mia. krónur. Avlopið var so- statt 22,8 mia. krónur, sum var 5,1 mia. krónur meiri enn í fyrsta árs- fjórðingi í fjør. Av teim- um 44 mia. krónunum, sum norðmenn útfluttu fyri í fyrsta ársfjórðingi, stavaðu 27,7 mia. krónur frá olju og gassi og. Fiskur og fiskavørur góvu 2,4 mia. krónur. Íløgur í íbúðir Í Danmark er gravgang- ur eftir frítíðaríbúðum í løtuni, og serliga tær íbúðirnar, sum eru fram við strondini, hava stór- an áhuga. Sølufelagið Torben Kjeldsen hevur selt 500 frítíðaríbúðir hetta seinasta árið, og eitt annað felag sigur seg hava selt 115 íbúðir. Tær flestu eru í Vesturjút- landi. Vanliga manna- gongdin við tílíkum íbúðum er, at eigarin tryggjar sær rætt til at nýta íbúðina fimm vikur um árið, og at hon síðani verður leigað øðrum hin partin av árinum. Tað ber í sær, at tey flestu, sum keypa tílíkar frítíðar- íbúðir, fáa væl burtur úr íløguni. Úr Norðurlondum: Smugla meiri rúsevni Alt meiri og meiri rús- evni verður smuglað til Noregs, og tað hevur fingið politikararnar at heita á tollverkið um at betra marknaeftirlitið. Higartil í ár hevur norska tollverkið lagt hald á 30.000 ecstasy- tablettir. Sama tíðar- skeið í fjør funnu tollar- arnir bara 115 tablettir av hesum slagnum. Samstundis vísa tølini, at tollararnir javnan koma fram á munandi størri nøgdir av rúsevn- um nú enn fyrr. Leiðslan í tollverkin- um sigur, at hon fer at leggja uppaftur størri dent á at fyribyrgja smugling, og at eftir- litið á markinum verður styrkt. Serligt ákæruvald Danska stjórnin hevur gjørt av at skipa eitt serligt ákæruvald, sum skal taka sær av málum, sum viðvíkja krígsbrots- verkum og brotsverkum ímóti mannaættini, og sum skal tryggja, at mál av hesum slagnum fáa eina skjótari avgreiðslu enn nú. Tað nýggja ákæru- valdið skal bara kanna mál, sum eru framd utt- anlands, og sum við- víkja útlendingum, sum búgva í Danmark. Upp- runin til avgerðina hjá stjórnini er eitt mál um ein fyrrverandi irakskan general, sum býr í Sorø, og sum kurdar leggja undir at hava skipað fyri einum eiturálopi á kurd- arnar í Norðurirak í níti- árunum. Lene Espersen, løg- málaráðharri sigur, at krígsbrotsmenn skulu ikki finna skjól í Dan- mark, men at skuld- setingar ímóti teimum skulu kannast, og at teir skulu rættarsøkjast, er grundarlag fyri tí. Í fyrra lagi Tey flestu munnu halda, at skattaverkið roynir at fáa fatur á teimum peng- um, sum tað yvirhøvur kann fáa fatur á. Í Noregi fór skattavaldið í so langt nú um dagarnar, tá ein tíggju mánaðar gam- al drongur fekk senda sjálvuppgávu fyri árið í fjør. Skattavaldið hevur lovað, at drongurin fær ikki sjálvuppgávu næsta ár. Pávin hevur boðsent amerikanskum kardinalum og kirkjuleiðarum til fundar í Rom, eftir at fleiri mál sum óskikkiligar prestar hava skakað katólsku kirkjuna í USA Árni Joensen Embætismenn í Vatikan- inum upplýstu í gjár, at pávin hevur sent boð eftir trettan amerikanskum kardinalum og kirkjuleið- arum, so teir kunnu greiða frá teimum nógvu málun- um um pedofilar prestar, sum seinastu tíðina eru vorðnir avdúkaðir í USA. Lítið hevur verið at frætta úr Vatikaninum fyrr enn nú, sjálvt um avdúkingarnar hava skakað ta katólsku kirkjuna í USA. Herfyri valdi pávin kortini at for- døma teir óskikkiligu prest- arnar. Serliga býurin Boston er meint raktur av avdúking- um, og kardinalurin Ber- nard Law er lagdur undir at hava dult tað, sum prestar hansara tókust við. Skriðan leyp, tá tað kom fram, at fyrrverandi Boston-prest- urin John Geoghan hevði gjørt seg inn á meiri enn 130 børn seinastu 30 árini. Síðani hava myndugleik- arnir avdúkað fleiri prestar í býunum New York, Phila- delphia, St. Louis og De- troit og í statinum Kalifor- nia. Higartil eru umleið 3.000 katólskir prestar í USA skuldsettir fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn. Ísraelskar trygdar- deildir hava tikið Marwan Barghouthi, sum er leiðari í fe- lagsskapinum Fatah hjá Yasser Arafat á Vestara Áarbakka. Vesturlendskir eyg- leiðarar ávara Ísrael. MIÐEYSTUR Árni Joensen Líka síðani ísraelski her- urin fór undir átakið á Vestara Áarbakka tann 29. mars, hava hermenninir leitað eftir Marwan Bharg- houthi. Ísraelsmenn vilja vera við, at hann stendur á odda fyri teimum víð- gongdu Fatah-limunum, sum hava skipað fyri fleiri atsóknum ímóti ísraels- monnum. Sambært ísra- elsku myndugleikunum hevur Bharghouthi í fleiri førum givið boð um at søkja at ísraelsmonnum, og hann skal eisini hava rindað palestinum samsýning fyri atsóknirnar. Bharghouthi sjálvur hevur avsannað allar skuldsetingarnar ímóti sær. Ísraelska blaðið Haaretz skrivaði í gjár, at servandir hermenn høvdu leitað eftir Marwan Bharghouthi í Ra- mallah, og at teir høvdu funnið hann í einari íbúð í býnum. Jibri Rajoub, sum stend- ur á odda fyri einari av teim um palestinsku løgreglu- deildunum á Vestara Áar- bakka, ávaraði í gjár ísraelsmenn ímóti at gera Bharghouthi mein. Hann vísti á, at tann tikni er limur í kollveltingarráðnum hjá Fatah og limur í palestinska lóggevandi tinginum. Nakað undan ísraelska átakinum á Vestara Áar- bakka tosaði ísraelska sjón- varpið við Marwan Bharg- houthi, sum tosar flótandi hebraiskt. Tá segði Fatah- leiðarin, at ætlaðu ísraels- menn at beina fyri sær, fór tað at kosta nógvum ís- raelsmonnum lívið. Vesturlendskir eygleiðar- ar í Ísrael siga, at hand- tøkan í Ramallah er uttan iva tann størsti sigurin hjá ísraelsmonnum, síðani her- urin fór undir átakið fyri meiri enn fjúrtan døgum síðani. Men teir ávara sam- stundis ísraelsmenn. Mar- wan Bharghouthi er sera væl umtóktur millum pale- stinar, og seinastu árini hevur hann verið mettur sum møguligur eftirmaður hjá Yasser Arafat. Tí eiga ísraelsmenn at vera varnir, siga eygleiðararnir. Ísraelsmenn tikið leiðaran í felagsskapinum Fatah Pávin í hernað ímóti pedofilum prestum Ísraelsmenn hava tikið Marwan Bharghouthi, men eygleiðarar ávara ísraelsmenn, tí Fatah-leiðarin er sera væl umtóktur millum palestinar Reuters C M Y K 9 8