mikudagur 12. januar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 7 - 12. januar 2000
Millum manna er Hergeir
Nielsen kendur fyri at hava
orðið í síni makt og telist
eisini millum teir frægu røð-
ararnar á tingi, hóast ein
langt frá altíð kann taka
undir við tí, hann sigur.
Tá ein hoyrir Hergeir
Nielsen á tingsins røðara-
palli, dugur hann sum fáur,
á góðum føroyskum sjálv-
andi, at velja sær orðini,
sum bæði eru litføgur og
mergjaði. Í grundini líkist
hann ikki sørt partamanni
sínum Torbirni Jacobsen, tó
hann ikki brúkar so nógvan
„diskant“, sum Torbjørn.
Lurtarin kann tá sjálvandi
sita við einari kenslu av, at
her er talan um ein mann,
sum veit, hvat hann vil. Sum
danir siga „en handlingens
mand“. Hesin fer ikki at
geva skarvin yvir við tað
fyrsta.
Men hyggja vit so eftir,
hvussu væl sami løgtings-
maður hevur spælt síni kort
í málinum um Suðuroyar
Sjúkrahús, so verða øll,
sjálvandi serliga suðuroy-
ingar, stórliga skuffaði. Har
hendi snøgt sagt einki, bert
føgur orð, men eingin gerð.
Í Sosialinum í gjár roynir
Hergeir Nielsen at bjarga tí
í land, sum hann heldur
stendur til at bjargast. men
neyvan nakrantíð er Hergeir
Nielsen komin so jánkasliga
frá einum aftursvari, har
hann krøkir seg til illgiting-
ar, ósannindir og ósakligar
niðurstøður.
Hann leggur fyri við, so
sum Óli Breckmann mang-
an áður hevur gjørt, at
leggja Javnaðarflokkin und-
ir bæði líkt og ólíkt. Men
hví skulu hesir báðir ultra-
konservativu
liberalistar
ikki eisini líkjast á skrift?
Tað fær illa verið øðrvísi.
Síðan tekur hann enn ein-
aferð fram sítt egna bluff-
nummar við uppskotinum
til eina eykajáttan til Suð-
uroyar Sjúkrahús. Fyrst sig-
ur hann, at eg fekk eina á-
heitan um at standa saman
við einum umboði úr hvørj-
um flokki sum uppskots-
stilliar til uppskotið.
Eg fekk eitt nakið faks
uttan nakra áheitan við
nøkrum
nøvnum,
m.a.
Jógvan við Keldu og Kára
P. Højgaard og mínum egna.
Trupulleikin hjá Hergeiri
var, at hann hevði sent upp-
skotið upp á nakkan av
teimum báðum samgongu-
monnunum og ivaleyst eis-
ini øðrum, tí hvørgin sam-
gongumaðurin vildi atkøða
fyri og enn minni standa
sum uppskotsstillarar. Bæði
Jógvan og Kári ringdu til
mín sama dag og søgdu, at
teir vóru púra óvitandi um
uppskotið hjá Hergeiri, og
at støða teirra var óbroytt -
teir atkvøddu ikki fyri og
enn minni vórðu uppskots-
stillarar.
Um Hergeir Nielsen og
onnur vilja hava hetta stað-
fest einaferð aftrat, kunnu
tey lesa greinina hjá Jógvan
við Keldu í Dimmalætting í
gjár.
So hatta var eitt bluff-
nummar, ein óvitaslig roynd
at skøva út yvir egnu polit-
isku ómegd.
Sannleikin var jú tann, at
tað var ein maður, sum
kundi syrgt fyri nóg stórari
játtan til Suðuroyar Sjúkra-
hús, og hesin var Hergeir
Nielsen. Um hann brúkti
sína politisku lyklastøðu
sum samgongumaður og
gjørdi sum starvsfelagar
sínir í Klaksvík, so hevði
ongir trupulleikar verið.
Hergeir Nielsen kundi
staðið fram og fyri einaferð
skyld sett gerð aftan fyri síni
annars vanliga vælvaldu
orð, so fekk pípan heilt ann-
að ljóð. Men tað megnaði
hann ikki, og bluffnumm-
arið við eykajáttanini hava
vit øll gjøgnumskoðað. Her-
geir átti kanska at farið til
Klaksvíkar á skeið og lært,
hvussu tingmenn í sam-
gongu kunnu spæla síni kort
skilagott.
Vágatingmaðurin Jóann-
es Nielsen saman við øðrum
setti fram broytingarupp-
skot
til
Strandfaraskip
Landsins, har eisini mána-
dagstúrurin hjá Smyrli kom
við. Hvør, ið eigur æruna
fyri hesum, tað veit eg ikki,
men uppskotið fekk 23 at-
kvøður og varð samtykt. So
tað ber enn til.
Sunnudagstúrin fingu vit
ígjøgnum enntá sum and-
støða í fíggjarnevndini, so
tað skuldi tíansheldur borið
til, tá ein situr í samgongu.
Síðan roynir hann at geva
okkum í Javnaðarflokkinum
skuldina av kleyvarskapi
samgongunnar í pensjóns-
málinum. Men ein og hvør
kann lesa álitið frá minni-
lutanum i Trivnaðarnevnd-
ini og síggja ávaringarnar,
sum andstøðan kom við um
skilaleysa uppskotið, sum
Aftursvar til Hergeir Nielsen
Viðmerkingar:
meirilutin ókritiskt gloypti
heilum.
At enda og í yvirskriftini
ger hann uppmøtingina hjá
Javnaðarflokkinum á ting-
fundinum 22. des. til nakað
heilt serligt. Men Javnaðar-
flokkurin skal ikki standa til
svars fyri Hergeiri Nielsen
um uppmøtingina, líka so
lítið sum tað øvugta, men
minnilutauppskotið í pen-
sjónsmálinum fekk 12 at-
kvøður fyri og 18 ímóti.
Vóru vit fullmannaði, so
hevði uppskotið fingið 14
atkvøður fyri, men fram-
vegis 18 ímóti, so einfælt
er tað.
Tað er samgongan, incl.
Hergeir Nielsen, sum ger av,
hvat verður samtykt og felt
- eisini tá tað snýr seg um
eina eykajáttan til Suðuroy-
ar Sjúkrahús.
Jóannes Eidesgaard
løgtingsmaður
Vinir Ísraels fundir við Christian C. Svendsen
Fríggjakvøldið 21.1.2000 kl. 19.30 og leygardagin kl. 15.30 fyrilesur Christian C. Svendsen á Hotel Hafnia og
sunnudagin kl. 19.30 í Libanon í Sørvági.
Evnini hann hevur valt at
fyrilesa um eru:
1. Hvorfor er Jerusalem
aktuelt stof i alverdens me-
dier?
2. Frelsen kommer fra jø-
derne (Joh. 4. 22) Hvad
mente Jesus?
3. Erstatningsteologien
m.m.
Christian Svendsen kem-
ur saman við konu síni Inge
Regitze. Hann er blaðstjóri
á blaðnum »Godt Bud-
skab«, sum er tað sama sum
ta gott 100-ára gamla »Kir-
keklokken«, sum er væl-
kend í Føroyum.
Í 1975 varð í Danmark
felagið »Dansk-jødist Ven-
skab« stovnað, og er Chr.
C. Svendsen formaður har
og eisini blaðstjóri á blaðn-
um: »Israels Vægter«.
Tað er felagið: Vinir Ísra-
els í Føroyum, sum hevur
boðið honum at koma til
Føroyar. Felagið: Vinir Ísra-
els í Føroyum byggir á
kristiligt grundarlag við
áherðslu á bókstaviliga tulk-
ing av skriftini, men er ikki
missionerandi í Ísrael. Fel-
agið skal eisini vera óheft
politiskt og vera óheft av
øllum trúarbólkum.
Endamál felagsins er:
1. At upplýsa um bíbilska
grundarlagið undir tilveru
Ísraels sum land og sum
tjóð.
2. At virka fyri røttum tíð-
indaflutningi um Ísrael og
jødar.
3. At eggja til bøn fyri
Jerusalem, Ísrael og jødun-
um.
4. At virka fyri góðum
samstarvi millum Føroyar
og Ísrael á øllum økjum,o g
at virka fyri góðum granna-
lagi millum londini í Mið-
eystri.
5. At mótvirka antisemit-
ismu.
Hetta er ein stórur munn-
biti, men Ísrael hevur nógv
og stór vandamál at stríðast
fyri: Náttúru (land, vatn,
oyðimørk),
innflytarar,
fíggjarstøðu, verju, grann-
ar, trúarbólkar og mangt
annað.
Landaøkið er lítið, alt,
sum tað er, er á stødd við
Jylland, og har búgv gott 6
milliónir fólk, og innflytarar
úr øðrum londum eru mong
10.000 hvørt ári (til dømis
1999 vóru 60.000 innflyt-
arir).
Landið hevur verið van-
røkt í mong hundrað ár, tá
bert fáir jødar búleikaðust í
tí fyrijáttaða landinum, so
nógv er at gera at fáa landið
í rætta náttúruleið aftur,
serliga at gróðurseta nýggj
trø er ógvuliga umráðandi,
so oyðimørkin aftur kann
blóma.
Vatn er eitt torført vanda-
mál serliga í miðeystri.
Næstan alt nattúrvatnið
kemur norðaneftir og nógv-
ir eru at gagnnýta tað, og
nóg mikið er ikki til av tí.
Til dømis kann nenvst, at
Genesaret vatnið, sum er
ógvuliga stórur partur av
vatnnýtsluni í Ísrael, var
minkað við 6 m. undir tað
normala, so har skal regna
nógv fyri at koma á rætt
kjøl.
Innflytarir streyma inn í
Ísrael, og verður tað nevnt
3.
heimkoma
jødanna.
Henda heimkoma er stór og
eisini heilt øðrvísi hinum
báðum fyrru heimkomum,
tí nú er tað ikki mest ungt
frískt fólk, ið kemur heim
aftur, men mest gomul, veik
og ússalig fólk, sum skal
pjøssast um og ikki røsk ar-
beiðsfólk.
Ísrael er umgyrt av fígg-
indasinnaðum grannum, og
teirra landaøkið eitt bikorn
at samanbera við landaøkið
og fólkatal teirra fígginda-
sinnaðu grannanna, og tí er
teirra verjuútreiðslur øgilig-
ar, men hevur tú hugs aum,
hvussu nógv hetta týðir fyri
teir, men ikki minst fyri øll-
um okkum í vesturheimin-
um, at hetta lítla, kanska
einasta
demokratiska
samfelag, hevur týtt fyri
vesturheimin,o
g
teg
føroying, hvør tú so ert.
Skuldu vit ikki borið hesa
tjóð
á
lógvum?
Tú
føroyingur hugsað teg tó
um.
Mong onnur skilagóð
dømir kundu verið førd
fram, men lat tað vera nóg
mikið hesuferð.
So kundi tú spurt, hvat vil
pinkufelagið Vinir Ísraels í
Føroyum
í
hesum
orrustiganginum?
Jú, vit eru nøkur, sum
gjarna vilja bera klípi niðan
í garð,og sum túeist, so er
klípið ofta lítið, men hvussu
hevði garðurin staðið uttan
eitt hóskandi klípi.
Okkara klípi í hesum
førinum er
1. gróðurseta so nógv trø,
sum gjørligt í Ísrael
2.
hjálpa
ungum
tilflytarum í Ísrael, so teir
kunnu mennas tí góðum
uhvørvi og at enda vera
góðir borgarir í Ísrael, Guðs
fyrijáttaða landi og tjóð.
Skuldi tú havt hesa kenslu
og áhuga ert tú vælkomin
at gerast limir í felagnum:
Vinir Ísraels í Føroyum. Tað
er ikki kostnaðarmikið, men
minst til at klípið ofta er tað
altavgerandi.
Atgongdin til fundirnar
hjá Chr. Svendsen er
ókeypis, men ein kollekt
verður samlað, tí tað er
kostnaðarmikið at fáa kval-
ifiserað fólk uttaneftir at
halda fyrilestrar. Eisini er
møguleiki at keypa bøkur
um Ísrael og útvalda fólk,
jødarnar frá Hjørleif Gaard
aftaná fundirnar á Hotel
Hafnia.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
»Ja, eg flyti tey higar úr
Norðurlandi og savni tey
ytsta enda jarðar; millum
teirra eru bæði blind og
lamin, bæði konur ið eru við
barn, og konur ið hava fing-
ið ilt; sum stórur skari koma
tey higar aftur. v. 10 »Hoyr-
ið orð Harrans, tit tjóðir, og
kunngerð tað á oyggjunum
langt burtur - sigið: Hann,
ið spjaddi Ísrael, skal savna
tað saman og røkta tað, sum
hirði røktar fylgi sítt«. Jer.
31.8 og 10.
Eliesar Arge
formaður
Til míni kæru
náðisystkin
Nú vil eg royna eftir føri-
muni at vísa á samleikar í
orði Guds, hvat Jesus er
fyri okkum, hann sigur
millum annað, eg eri
breyð lívsins, uttan breyð
kann man ikki liva á fold-
um, tað er lívsneyðugt at
fáa føði um vit skulu liva.
Tá jødarnir vóru á ferð
í oyðimørkini úr landi-
num Gosem í Egypta-
landi, máttu tey eta breyð
sum kom av Himli kalla
manna, tey skuldu savna
fyri ein dag í senn, so at
neyðugt var tað fyri tey
at savna hvønn dag líka
neyðugt er tað í dag, at
vit eta breyð lívsins sum
er orð Guds. Eg eri Alfa
og Omega, upphavið og
endin, somuleiðis sigur
hann, eg eri ljós heimsins,
ein sum gongur í myrkri,
veit ikki hvat hann kann
snáva um, tað er neyðugt
at hava ljós á ókendum
leiðum. Vit eru himmal-
borgara eru tí fremmand
í hesum heimi og mugu
støðugt hyggja fram móti
málinum, okkara heim-
land er himmalin har sum
Gud hevur gjørt okkum
ein stað til reiðar og tá
hann er liðugur kemur
hann aftur at taka okkum
heim, har sum hann er,
har skulu vit eisini verða
til tíðir og allar ævir.
Eg eri vatn lívsins, tann
sum drekkur av mær, skal
í allar ævir tysta aftur, líka
neyðugt sum breyðið, er
vatnið fyri likamið, eins
og dýrdarlikam Guds,
tann sum drekkur av mær,
skal aldrin tysta aftur, sum
hann segði við kvinnuna
við likams brunn.
Hann sigur eisini eg eri
dyrnar tann sum kemur
ikki ígjøgnum meg skal
eg ikki koyra burtur, men
tann sum klívur uppum,
er tjóður og ránsmaður, eg
eri tann góði Hirðin, sum
gevur lív sítt fyri seyðin,
vit eru seyðurin, sum
hann røktar, hann fer frá
teimum 99, út at leita eftir
tí eina og ber hann hin í
fylgið, tí hann elskar seyð
sín og kemur hann á øll-
um leiðum sínum, men
seyðurin kennir ikki rødd
hin falska Hirðans, tí
spjaðist hann, hann hevur
ikki hjarta fyri seyðinum,
men rýmir undan ábyrgd-
ini.
Kæri vinur hetta er
neyðugt, at kenna Frelsar
okkara og vera honum
líðin, vit mugu altíð eta
lívsins breyð og drekka
vatn lívsins, sum er orð
Guds. Hann segði et lik-
am mítt og drekk blóð
mítt tað er sannur matur
fyri sálina.
So vil eg ynskja øllum
lesarum eitt gott og eydn-
uberandi ár 2000.
Heilsan
Gunnar Joensen, Eiði
Fekk teldubræv frá
ví›agitnum tónleikara
sí›a 3
Gysaranátt
í Havnar BIO
sí›a 6
2000
Fløguummæli
baksí›an
Vís hvør tú ert
Samrø›a vi› Hera Kragesteen
sálarfrø›ing
sí›a 4 - 5
Nr. 1