Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 7 - 12. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 7 - 12. januar 2000 Skulu ikki eta heilan á seyði sjálvt tá ber bara til at ávísa smittuna beint áðrenn sjúk- an brýtur út, so eyðsæð er tað ómøguligt. Tó leggur hon afturat, at eftir matvørulógini er tað bannað at selja seyð til matna, sum er sjúkur yvir- høvur. Annars vísur Birna Mørk- øre á, at higartil hava vit ikki vitað, at ridluskriði hjá seyði smittar fólk. – Ridluskriðið er ein gomul sjúka. Men onga- staðni, har ridluskriði er, hava vit staðfest fleiri til- burðir av Jacob Creutzfeldt, enn í økjum, har ridluskriði ikki er. Tí er tað ongin orsøk at halda uppat at eta seyðakjøt, tí tað átti at verið vanda- leyst, hóast seyðurin skuldi víst seg at verið smittaður. Kortini heldur Heilsu- frøðiliga Starvsstovan, at vit skulu vera fyrivarin og tí hevur hon mælt fólki frá at eta heilan á seyði, helst á gomlum seyði, sum kanska hevur gingið við smittuni leingi. Og annars mælir starvsstovan altíð frá at eta kjøt av sjúkum seyði, antin talan so er um eina sjúku, ella eina aðra. Og tað álit hevur Birna Mørkøre á føroysku bøndrunum, at teir selja ikki kjøt av seyði, sum hava ábendingar um eina ella aðra sjúku. Les meiri á síðu 6 Higartil hevur einasti máti at ávísa sjúkuna, verið at drepa seyðin og at kanna heilan. Men hon leggur afturat, at tað verður arbeitt við ymsum hættum, so at tað ber til at ávísa sjúkuna fyrr, men hon veit ikki, hvussu langt tað er komið. Men skulu vit tryggja, at onki kjøt frá smittaðum seyði verður selt, skulu vit kanna hvønn einasta seyð- og Hon sigur, at fyri tað fyrsta verður tað allarmesta kjøtið selt privat. Men harafturat er tað sera trupult at ávísa smittuna hjá seyði. – Seyður gongur smittað- ur í fleiri ár, áðrenn hann fær nøkur sum helst sjúku- eyðkenni. Og í alla hesa tíðina er tað bara stutt áðrenn at hann verður ordiliga sjúkur, at tað ber til at ávísa smittuna. ÁKI BERTHOLDSEN – Tað er ongin møguleiki at forða fyri, at kjøt av seyði, sum er smittaður við ridluskriða, verður selt í handlunum. Birna Mørkøre á Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni sig- ur, at haðani ber ikki til at gera nógv fyri at forða fyri, at kjøt av seyði, sum er smittaður við ridluskriða, verður selt. Ridluskriði er um alt landið Ridluskriði er ein seyða- sjúka, sum nú er um alt landið. Landsdjóralæknin sig- ur, at heilir 84 hagapartar í Føroyum eru avbyrgdir tí at seyðurin har hevur verið í sambandi við seyð úr hagum, har ridluskriði er staðfestur. Higartil er ridluskriði staðfestur í fýra hagapørt- um, sigur Bjørn Harlou. Fyri at forða fyri, at smitt- an breiðir seg, hevur tað mangan verið bannað at flyta seyð ímillum oyggj- arnar. Tað er heldur ikki loyvt at flyta seyð ímillum til dráps, uttan úr Lítlu Dím- un til Hvalbiar. Annars er tað bert loyvi at flyta aliseyð ímillum oyggjarnar, eftir undan- taksloyvi frá landsdjóra- læknanum. Tað er heldur ikki loyvt at flyta seyð úr einum hagaparti, sum er av- byrgdur, í ein annan haga- part. - - - - - Higartil eru hesar bygdir og hesir hagapartar av- byrgdir: Norðoyri: Miðhagi og Líðarhagi. Leirvík. Fuglafjørður. Norðragøta: Yviri í Dal. Rituvík. Toftir: Heimasti partur og Miðjan Yviri í Haga. Elduvík: Frammi í Haga, Pálstovupartur. Funningur: Innari Partur, Inni í Haga. Eiði. Saksun: Kvíggjarham- arshagi. Streymnes: Heimara helvt í Sundinum. Hvalvík: Toftadals- hagi. Kollafjørður: Todnes- hagi, Miðgerðishagi, á Hjøllum, Hamrahagi á Hjøllum ið undirliggjandi traðum, Sjóvarhagi, nið- ari partur við undirliggj- andi traðum frá markin- um við Todneshaga, inn til og við Millum Bóla. Norðradalur: Prest- hagi. Sørvágur, tó ikki haga- parturin Teigarnir. Miðvágur: Tó ikki hagapartarnir norðan fyri Heimara Leiti. Skálavík Húsavík Dalur Hvalba og Sandvík Hov Harafturat er Suður- streymoy avbyrgt, sigur Landsdjóralæknin. Tað er onki, sum bendir á, at tað er heilsuskaðiligt at eta kjøt av seyði, hóast hann er smittaður av ridluskriða (tilvildarlig mynd) Eysturoyingar vilja standa saman Áhugin var stórur fyri fundi, sum mánakvøldið var fyri vinnuna, lokalpolitikarar og landspolitikarar JÓANNES HANSEN Tað er nógv og fjølbroytt vinnuligt virksemið í Eyst- uroynni. Tað var sjón fyri søgn av hesum, tá skipað varð fyri fundi mánakvøld- ið. Nakrir vinnulívsmenn høvdu bjóðað umboðum fyri vinnufyritøkur av øllum slagi til fundar saman við umboðum fyri kommun- urnar og landspol-itikarun- um. Upp ímóti hálvt annað hundrað fólk vóru á fund- inum. Formaðurin í Runa- víkar kommunu, Jákup Lamhauge, bjóðaði vegna fyrireikararnar vælkomið klokkan sjey, og tá klokkan nærkaðist hálvgum ellivu og fundurin endaði við at samkoman reistist og sang fyrsta ørindi av tjóðsang- inum, høvdu sjey framløgur verið, umframt at umboð fyri vinnuna og politikar- arnir høvdu verið uppií siði- ligum kjaki, har dentur varð lagdur á at orða seg stutt og greitt fyri at geva rúm fyri so mongum, sum tað bar til. Fundurin var ivaleyst tann fyrsti av sínum slagi í oynni, og landspolitikararnir vóru millum teirra, ið søgdu seg vera væl nøgdar við tiltakið. Teir søgdu seg fegnar vilja hava samband við vinnuna, og teir heittu á vinnuna um eisini at vera við til at røkja sambandið við politiska myndugleikan. Oljan stóran leiklut Fundurin var fyri feløg og fyritøkur av øllum slagi, og umboðanin var breið innan- fyri fiskivinnu á sjógvi og landi, ídnaðarfyritøkur, tæn- astufyritøkur, sum hava við primervinnuna og sekun- dervinnuna at gera og inn- anfyri aðrar tænastufyritøk- ur. Sum so nógva aðra staðni í landinum, so fylgir vinnu- lívið í Eysturoynni væl við í tí, sum hendir á oljuøkin- um. Vinnan heldur seg vera í minsta lagi eins væl fyri at taka ímóti oljuvinnuni sum vinnurnar í øðrum økj- um í landinum, og boðini til politikararnar frá vinnuni vóru, at tað skal vera vinnan sjálv og ikki politiski mynd- ugleikin, sum skal finna út av, hvar útgerðarhavnin til oljuvinnuna skal vera. Víst var á, at talið á virkj- um er sera stórt, og at talan er um fjølbroytta vinnu, sum er før fyri at bjóða vør- ur og tænastur á mest sum øllum økjum. Sjónarmiðið, at tað er neyðugt at standa saman samstundis sum tal- an er um sunna innanhýsis kapping varð borið fram, og tað varð ásannað, at tað er alneyðugt, tá ovurstórar av- bjóðingar standa fyri framman, at vinnan sam- starvar, og at samstarvið millum vinnuna, kommun- urnar og landspolitikararnar alla tíðina verður styrkt. Framtíðin Fundurin gjørdi ikki nakra niðurstøðu og tað var heldur ikki ætlanin. Heldur var ætl- anin í fyrstu atløgu at hittast og at siga frá, hvat gongur fyri seg á ymisku vinnuligu økjunum og at samtala um felags áhugamál hjá vinnuni innanhýsis, sum aftur eru av áhuga fyri kommunurnar og ikki minst politikararnar, sum umboða valdømið í løgtinginum og í landsstýr- inum. Aðra staðni í landinum eru vinnufeløg við ymisk- um heitum. Einki sovorðið er í Eysturoy, og tað var ikki undan fundinum lagt upp til at stovna nakað sovorðið ráð ella felag, men fundurin var samdur í tí skilagóða eisini í framtíðini at tosa saman og at hava fundir, kanska ikki altíð so breiðar, sum hesin fundurin skuldi vera og var. Uppleggini Seks persónar lýstu í stutt- um støðuna hjá vinnuni í Eysturoynni, hvussu gongd- in hevur verið seinastu fjórðingsøldina, hvussu vinnan lagaði seg í kreppu- árunum, hvussu støðan er í dag, og hvørjir møguleik- arnir eru í framtíðini, og hvussu sum mest kann fáast burturúr møguleikunum, sum framtíðin tykist hava at bjóða. Símun Hammer, virkis- ráðgevi, lýsti í tølum støð- una hjá vinnuni í oynni, Olaf Olsen segði nøkur orð um fiskivinnuna á sjógvi og landi, Kári Johannesen greiddi frá tænastuvinnun- um, Regin Jacobsen tosaði um alivinnuna, Bergur Poulsen tosaði um aðrar vinnur, enn tær omanfyri nevndu, og Nils Sørensen tosaði um oljuvinnuna, og um møguleikarnar, sum Eysturoyggin hevur at vera við í nýggju og ógvusligu vinnuni. Tað er vónleyst at forða fyri, at kjøt av seyði, sum er smittaður við ridluskriða, verður selt Halgafelli sigldi á land og sakk Beint áðrenn klokkan trý í gjáramorgunin fekk bjarging- artænastan í Bodø boð um, at frystifarmaskipið Halga- felli, var farið á land við Andøya. Skipið fór sjálvt av aftur, men hevði fingið so stóran skaða, at tað sakk. Øll manningin varð bjargað SVEINUR TRÓNDARSON Klokkan var farin beint av hálvgun tvey gjáranáttina, tá Halgafelli, av Glyvrum, bar við ein flúr uttan fyri Andoynna í Norðurnoregi. Halgafelli var á veg úr Myhre, í Lofoten, til Trom- sø, tá tað bar við flúrin, og klokkan 01.55 fekk bjarg- ingartænastan í Bodø boð frá skipinum. Torbjørn Jacobsen, skip- ari, var sjálvur á brúnni tá tað tók, og hann fór alt fyri eitt undir at fáa skipið av aftur, samstundis sum hann boðaði norsku bjargingar- tænastuni frá. Tað eydnaðist at fáa skip- ið av aftur, men skaðin skip- ið hevði fingið var so stórur, at tað fekk alsamt størri slagsíðu. Halgafelli sigldi innan- skers, og umstøðurnar eru ikki serliga lagaligar hjá fólki, sum ikki er staðkent, men skiparin varð biðin um at sigla norður um Andoy eftir einum losi. Klokkan tíggju minuttir yvir tvey gjørdi skiparin av, at manningin skuldi fara av skipinum, og hesum boðaðu teir eisini norsku bjarging- artænastuni frá. Teir høvdu tá sent tveir skjóttgangandi bjargingar- bátar til Halgafelli, og teir vóru hjá skipinum beint áðr- enn klokkan trý. Rak móti landi Eftir at tað hevði eydnast skiparanum at fáa skipið av aftur, tók tað at reka, sam- stundis sum tað fyltist meira og meira við sjógvi. Alt bendi á, at skipið fór at søkka innan alt og long tíð var fráliðin, og tað var eisini endin, hóast tað gingu meiri enn fýra tímar áðrenn skipið fór til botns. Bjargingartænastan sendi eisini størri bjargingarskip á leiðina við tí fyri eygað, at gera fast á skipið og toga tað til lands, men tað var ikki hugsingur um, tí veðrið á leiðini har Halgafelli fór á land, var rættiliga illfýsi. Hvassur vindur og grovur ælingur, og tað hevði alt við sær, at tað ikki var møguligt at bjarga skipinum. Bent Ove Jamtli, vakt- havandi bjargingarleiðari hjá norsku bjargingartæn- astuni í Bodø, sigur við So- sialin, at umstøðurnar vóru ikki til at bjarga skipinum, tí tað vísti seg, at veðrið var nógv verri enn teir upprun- aliga hildu. Klokkan var tjúgu min- uttir í seks í morgun, tá Halgafelli sakk á 30 metra dýpi, tætt við Andoynna. Skipið liggur á positiónini 69,10 stig norður og 15,39 eystur. Allir hava tað gott Øll manningin, uttan skip- arin, lá í koyggjunum, tá tað brast. Kortini gekk ikki long tíð, áðrenn allir sum ein stóðu í draktum á dekkkinum, klár- ir at fara í bjargingarbátin, og tað gjørdu teir lítla løtu seinni. Hóast teir lógu í bátinum í ein góðan hálvan tíma áðr- enn teir vóru tiknir umborð á Knut Hoem, sum bjarg- ingarbáturin eitur, so var støðan góð, og teir hava tað allir gott. Tá vit tosaðu við skiparan í gjár, høvdu teir júst fingið sær ein bita, og løtu seinni fóru teir í býin at keypa sær klæðir, tí, sum hann tók til: – Men hvussu vit skulu koma í býin veit eg ikki, tí vit eru meiri ella minni skó- leysir, sigur Torbjørn. Hann væntar, at manning- in fer beina leiðina til Før- oya í dag. Skipið er tryggjað í Føroyum og av tí at reið- aríið eisini er í Føroyum, verður sjóforhoyri eftir øll- um at døma her. Bangnir fyri dálking Halgafelli var júst farið aft- ur í sigling nú tað sakk, og hevði tískil nógva olju um- borð. Tað var eisini tað, sum hevði størstan áhuga hjá løgregluni í Noregi, tí teir eru sera bangnir fyri olju- dálking. Torbjørn Jacobsen, sigur, at Halgafelli hevði 138.000 tons av olju umborð, um- framt 9 tons av smyrjiolju. Teir komu úr Lofoten og vóru á veg til Tromsø eftir frystum makreli, sum teir skuldu flyta til Murmansk, nú óhappið hendi. Halgafelli varð bygt á Skála Skipasmiðju í 1985, og var 1957 BRT til støddar. Halgafelli, av Glyvrum, liggur nú á havsins botni við norsku oynna Andoy, eftir at skipið týsmorgunin rendi á ein flúr. Hóast tað eydnaðist at fáa skipið av aftur, var skaðin so stórur, at tað sakk Mynd: Skipalistin 2000 Tað var á leiðini við Andoy, at Halgafelli bar við land x – Eitt lívsverk fór til botns Tað var stríð hjá fleiri ættarliðum á Glyvrum, sum fór til botns, tá Halgafelli sakk týsmorgunin. Um nýtt skip verður útvegað er ov tíðliga at siga nakað um, men tað er nærliggjandi, sigur Torbjørn Jacobsen, sum stóð á brúnni tá skipið fór á land SVEINUR TRÓNDARSON Tað var skiparin sjálvur, sum stóð á brúnni, tá Halg- afelli rendi á land, innan- skers við Andoynna í Norð- urnoregi. Hann sigur, at veðrið var ringt; hvassur vindur við grovum ælingi, tá tað hendi, og í slíkum veðrið eru um- støðurnar ikki tespligar at sigla har um vegir. Farvatni er fult av flúrum, og tað var eisini ein slíkur, sum gjørdist banin hjá Halgafelli. – Eg visti, at har eru nógvir flúrar, og eg hevði júst snarað um ein hólm við einum fýri, tá eg fór yvir til radaran. Tá eg hugdi upp- aftur, sá eg at tað breyt frammanfyri, og at tað var ov seint at bakka, tí vit sigldu við fullari ferð. Eg royndi at venda, men ov seint var, sigur Torbjørn Jacobsen um óhappið. Hansara meting er, at tað hevur verið knallharður streymur, sum hevur drigið skipið av kós, og so var gal- ið, sum hann tekur til. – Eg hevði dragað um vit- an beint frammanundan, so eg visti av skerinum, sigur hann. Eitt lívsverk er horvið Nú Halgafelli er horvið, er tað fyrstu ferð í langsam- iliga tíð, at ættin ikki hevur skip. Hóast tað er í so tíðliga at spyrja slíkan spurning, so spyrja vit kortini Torbjørn, um hann framvegis ætlar sær at hava skip. – Tað er nærliggjandi at hugsa so, tí vit hava havt skip í familjuni í fleiri ætt- arlið. Hetta er í grundini eitt heilt lívsverk, sum nú er horvið, og tað er nærliggj- andi at hugsa sær, at vit fara at fáa okkum skip aftur, sig- ur hann. Hann leggur afturat, at hann veit ikki hvat hendir við Halgafelli nú. Trygg- ingin hevur nú ábrygdina av skipinum, men hann dugir illa at ímynda sær, at skipið verður tikið uppaftur. Men umstøðurnar at byrja av nýggjum eru betri enn hjá so mongum, tí skuld er eingin í skipinum. – Vit skylda ikki eina krónu í skipinum. Men lat okkum nú síggja fyrst, sigur Torbjørn. Rósar norsku bjargingartænastuni Nú hann er komin upp á turt, og situr og hyggur aftur á tað, sum fór fram, rósar hann norsku sjóverjuni fyri skjótt arbeiði. – Eg haldi teir siga, at teir skulu vera á staðnum, í sein- asta lagið tjúgu minuttir eft- ir at óhappið er hent, og tað var ikki nógv av leið, sigur Torbjørn. Hann vísir á, at slík bjarg- ingartænasta er góður tryggleiki hjá sjómonnum, sum baldrast úti á havinum og mangan í ótespiligum veðrið. Norðmenn skulu eiga tøkk fyri, at teir bóru so skjótt at, leggur hann aft- urat. – Hetta er ein skipan vit áttu at havt har heima eisini, sigur Torbjørn og leggur afturat, at tað løgna er, at hann hevur ein fyrispurning inni á tingið, um júst hetta. So løgið kann tað vera. Manningin á Halgafelli fær eisini rósandi orð á vegnum frá skiparanum; tí hóast teir svóvu tá skaðin hendi, vóru teir ótrúliga skjótir upp á dekkið, sigur Torbjørn. – Eg haldi ikki tað gekk nógv meiri enn ein góður minuttur frá tí tað brast til teir stóðu á dekkinum, og tað var ongantíð nøkur á- bending um panikk, og tað er einastandandi tá ein verð- ur skriktur úr svøvni, sigur Torbjørn. Hvat Torbjørn fer at tak- ast við nú hann kemur heimaftur veit hann ikki, men hann hevur farloyvið frá tinginum har hann ann- ars eigur ein sess. Tá vit spyrja hann, um hann fer at taka sæti aftur á tingið nú hann er heima aftur veit hann ikki. – Tað fáa vit at síggja, sigur hann at enda.