Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 7 - 12. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 7 - 12. januar 2000 TERJI NIELSEN Eini 1.300 fólk vóru komin saman í høllini á Hálsi leyg- arkvøldið fyri at hoyra teir víðagitnu írsku abbarnar, The Dubliners, framføra sín vælkenda glaða írska fólk- atónleik. Áhoyrararnir vóru í øllum aldri; tann yngsti helst um tey sjey árini, og tann elsti mundi vera farin um tey áttati. Byrjaðu stundisliga Tiltakið í høllini á Hálsi leygarkvøldið var sett til at byrja klokkan átta, og ikki kann sigast annað, enn at fyrireikararnir hildu tíðar- ætlanina væl. Klokkan var ikki meiri enn farin av átta, tá ið ein føroyskur bólkur, ið var mannaður við nøkr- um av teimum royndastu heimligu tónleikarunum innan dansitónleik, trein á pallin. Bólkurin dugdi ein- astandandi væl at fáa lív í áhoyrarafjøldina, og tá ið teir høvdu spælt í okkurt um ein tíma, og dansurin gekk upp á tað besta, var tíðin komin til at fáa The Dubli- ners á pallin. Áðrenn írarnir komu á pallin, bjóða samfelagsfrøð- ingurin, Zacharias Wang, teimum vælkomnum, og hann segði í stuttu væl- komstrøðu sínari, at írar og føroyingar høvdu nógv til felags. Hann nevndi millum annað, at bæði írar og føroyingar høvdu í nógv ár verið kúgað fólkasløg, men høvdu strítt seg úr kúging- ini. Síðani komu írarnir á pallin, og teir blivu stórliga fagnaðir av mannamúgvuni. Eru ikki ungir longur Tað var beinan vegin, at glaði tónleikurin hjá The Dubliners hevði fingið so at siga hvørja sál at reisa seg úr áhoyrarasessinum, og stóðst tú væl fyri, kundi tú eygleiða, hvussu øll áhoyr- arafjøldin livdi við í tónleik- inum. Tíverri var ljóðgóðskan ikki av tí besta fyrstu løtuna, men aftaná tey fyrstu trý løgini var hetta fingið í rætt- lag. Írsku abbarnir vóru framúr Hóast teir eru komnir væl upp í aldur, og bæði hár og skegg er farið at hvítna, so er eingin ivi um, at The Dubliners er ein tónleikabólkur, sum kann fáa bæði ung og gomul upp á gólvið. Hetta prógvaðu teir í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið Írsku Sankta Frans systrarnar, Maria og Cecilia vóru og lýddu á landsmenninar Gott lív var í gomlu knarkunum leygarkvøldið… Zacharias Wang beyð írsku gestunum vælkomnum, og í vælkomstrøðuni segði hann, at írar og føroyingar høvdu nógv felags. Hann nevndi m. a., at bæði írar og føroyingar høvdu í nógv ár verið kúgað fólkasløg, men høvdu strítt seg úr kúgingini. Síðani komu írarnir á pallin, og teir blivu stórliga fagnaðir av mannamúgvuni. Á myndini síggja vit Barney McKenna við mandolinini Mynd: Jens Kristian Vang Myndir: Jens Kristian Vang Teir fimm limirnir í The Dubliners eru heldur ikki nakrir unglingar longur. Allir hava teir annaðhvørt grátt ella heilt hvítt hár og skegg, og onkur einkultur av teimum er eisini eitt sindur lamin. Somulei0is vildi onkur vera við, at ein av írsku tónleikarunum var rættuliga deyvur, so at ljóðið í pallhátalaranum hjá honum noyddist at vera rættuliga hart frá, og hetta órógvaði teknikkin nakað. Hóast teir allir eru komn- ir væl upp í aldur, er spæl- igleðin hjá teimum tó hin sama. Tað hoyrdist týðu- liga, at teir elska at spæla sín tónleik, og sum áhoyrari merkti tú, at her l1 nakað aftan fyri tónleikin. Við ný- mótans tónleikinum er tað mangan so, at tú hevur tað kenslu, at tónleikurin bara er gjørdur fyri at vinna sær pening, men hetta kann ikki sigast um The Dubliners. At teir fimm írarnir fingu sær eina hvíld, tá ið teir høvdu spælt í okkurt um ein tíma, tóktist heldur ikki til at ávirka lagið á áhoyra- runum, sum nú eisini fingu høvi til at hvíla seg eina løtu. Lagið var í topp Tað var eingin ivi um, at lagið var í topp hjá teimum mongu áhoyrarunum í høll- ini á Hálsi leygarkvøldið. Ymsastaðnis í høllini dans- aðu fólk, og hýrurin var ó- førur. Serliga var tað banjo- in hjá Barney McKenna, ið var vældámd, og tað var ógvuliga hugtakandi at síggja, hvussu fingrarnir hjá honum spældu við streing- irnar á banjoini. Nakað, sum teir flestu av áhoyrarunum ikki vistu, var, at Barney McKenna bert hevur The Dubliners sum eitt ítriv, tí at hann eigur ein kraftblokkabát, sum hann gongur ógvuliga høgt uppí. Eisini var violinin hjá John Shean ógvuliga væl dámd millum áhoyrararnar, eins og djúpa bassrøddin hjá Amon Campbell fekk tað at renna tær kalt niður eftir rygginum. At tað ikki bert vóru tey lívligu løgini hjá írunum, sum áhoyrararnir livdu seg inní, sást millum annað, tá ið tað kenda stilla lagið „the town I love so much“ bleiv spældur, tí tá sóust tendr- arar lýsa um alla høllini Tá ið so allarkendasta lagið hjá bólkinum, nevn- liga tað navnframa lagið “Whiskey in the jar”, tókt- ist rómurin á áhoyrarafjøld- ina ongan enda at fáa. Allir áhoyrararnir reistust úr sess- inum hjá sær, og øll sungu við. Hetta lagið hevur enn tann dag í dag stóran tokka millum øll ættarlið, og tað er ikki langt síðani, at ein av teimum allarbest umtóktu bólkinum í heimi- num millum ungfólk, Met- allica, innspældi teirra egnu útgávu av “Whiskey in the jar”. Aftaná hetta lagið takk- aðu írarnir fyri seg, men áhoyrarafjøldin vildi ikki rættuliga sleppa teimum, og teir noyddust tí út aftur á pallin at geva okkurt eyka- lag. Tá spældu teir eitt nú tað í Føroyum so kenda veitslulagið “Wild Rover”, og tá sang øll høllin við. Síðani var konsertin komin at enda, og øll fóru vælhýrd heim aftur ella víðari í býin, meðan hjálparfólkini fóru at rudda upp eftir konsertina. Okkurt var ov langdrigið Hóast konsertin var framúr góð, og allir áhoyrararnir vóru stak væl nøgdir, so var tað tó okkurt, ið kanska kundi verið betur. Til dømis var, sum áðurnevnt, ljóðið ikki av tí besta tað fyrstu løtuna, og tískil fingu The Dubliners ikki bestu byrj- anina upp á konsertina. Eisini vóru tónleikainn- sløgina hjá írunum, har teir løgdu dentin á eitt ljóðføri, kanska í longra lagi. Ikki tí, violinspælið hjá John Shean er hugtakandi, men at hoyra hann spæla solo í 10 min- uttir, kann gerast ov lang- drigið. Eisini var soloinn- slagið hjá Barney McKenna nakað langt. Hinvegin vóru karmarnir um konsertina góðir. Stólar vóru settir upp úti í síðunum av høllini, meðan tað framman fyri pallin var opið gólvpláss, har man kundi dansa ella bara standa og lurta. Tað sást týðuligani, at tað serliga vóru teir yngru áhoyrararnir, sum høvdu troðkað seg fram at palli- num, og har var veruligt lív í, og onkur av írsku abbu- num fór eisini heilt út á kantin á pallinum og fekk sær ein lítlan frá onkrum áhoyrara. Eingir trupulleikar vóru við ófriði, og tað vísir seg, at til slíkar konsertir, har áhoyrarafjøldin er eitt sind- ur tilkomin, eru eingir trup- ulleikar. Konsertin var sum heild sera góð, og tað er lítið at ivast í, at tey allarflestu, sum vóru í høllini leygarkvøldið, heldur enn fegin høvdu far- ið niðan aftur at lurta eftir teimum. The Dubliners vóru undir øllum umstøðum sinnaðir til at koma aftur til Føroya. vóru nakrir ungir dreingir í Dublin, sum byrjaðu at spæla saman á einari Pub. Í 1967 fingu teir teirra ver- uliga fyrsta hit, tað var sang- urin „Seven drunken Nights“ aftaná henda sangin, kom verðulig ferð á leiðin, gekk til Albert Hall í London og síðani hevur verið boð eftir teimun at spæla runt um allan heimin sigur John Sheahan. Føroyar er eitt deiligt land Hetta er triðu fer at Dubl- iners eru í Føroyum. Ør- søkin til at teir koma aftur er, at teir dáma sera væl Før- oyar og fólkið sum býr her, sigur John Sheahan. Hann sigur víðari, at tá ið vit for- telja fólkið at vit fara til Føroya at spæla, so veit næstan ongin hvar Føroyar eru. Vit føla okkum at verða sera hepnar at sleppa til Før- oya at spæla og vónandi verður hetta ikki sístu ferð at vit seta okkara bein á hes- ar vøkru regnutu oyggjar. Dáma ikki Metalica Nógvir av sangunum sum Dubliners hava gjørt eru vorðin stór hit. Tað eru nógvir bólkar, sum spæla sangir hjá teimun, og nakrir hava eisini givið teir út. Am- erikanski bólkurin Metalica endurspældi herfyri sangin „Wicky in the jare“. Hetta bleiv eitt stórt hitt. Teir komu uppá flestu hitt listar runt í heiminum, og teir tjentu ikki so lítið uppá henda sangin. Sjálvt um hesin sangur var væl um- tóktur millum manna, so halda teir í Dubliners at sangurin hjá Metalica ikki var nakað at reypa av. Vit hava einki ímóti at aðrir bólkar endurinnspæla okk- ara sangir, men hatta var bara ikki gott nokk, sigur tann sera frintligi John Sheahan. A pub Whit no Beer At hava eina ølstovu uttan eina øl riggar ikki, syngja teir í Dubliners um. Tá ið teir frættu at tað bleiv ein konsert, har tað ikki var loyvið at selja øl, gjørdust teir sera kløkkir. Og vildu hava eina forkláring hvussu tað bar til. Teir forstóðu at her var ikki nógv at gera við hetta, men teir vildu senda eina heilsan til Finboga Arge landsstýrismann, sum hevur rúsdrekka mál um hendi. Fólkatónleikur og øl hoyra saman, tað skal sjálv- andi verða við máta men onga øl á einari konsert tað riggar ikki sigur John Shea- han skemtandi. Sungið og spælt í 38 ár Veðrið var ikki av tí besta tá ið flogfarið við Dubliners setti seg í Vágum fríggjakvøldið ORÐ OG MYND JONHARD HAMMER Tað er fríggjakvøld Klokk- an nærkast sjey, staðið er Hotel Føroyar. Veðrið er sera ringt, vátaslettingur og nógv regn. What a terible wheater, sigur guitar- spælarin Eamonn Campel, og regni rennur niður eftir skegginum. Fyrireikarnir av Dubli- ners konsertini hava bjóða til tíðindafund. Tað vóru ikki nógv fólk møtt upp, men vit fingu eitt prát við John Sheahan. Tað eru bara hann og Barney Mc Kenna, sum hava spælt við Dubl- iners síðani teir byrjaðu fyri 38 árum síðani. Søgan aft- anfyri Dubliners er, at tað John Sheahan á violin og Eamon Campbell gittar John Sheahan