mikudagur 12. januar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 7 - 12. januar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 7 - 12. januar 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Fyrst ein í Havn, síðani ein
í Fuglafirði, so ein í Klaks-
vík, nú tvær í Runavík, og
um stutta tíð ein á Strondum
eisini.
Tær sokallaðu internet-
caféirnar hava eftir stuttari
tíð funnið sær eitt pláss í
landslagnum á fleiri av
teimum stóru plássunum í
landinum.
Samstundis sum talið av
internetbrúkarum í Føroy-
um rættiliga hevur eksplo-
derað, eru lunnar eisini
lagdir undir hesar kaffi-
stovur, har teldur, telduspøl
og internet eru ostabitin,
sum skal lokka teldumýsnar
á café.
Orbits í Havn var fyrsta
netcaféin í landinum, men
nú er hon hvørki einsamøll
í Føroyum ella í Runavík. Í
løtuni hava fýra netcaféir
opið dagliga, og í vikuni
letur Orbits sína café á Sjó-
mansheiminum í Runavík
upp, og tá eru tvær slíkar á
eystari armi á Skálafjørð-
inum. Harafturat verður ar-
beitt við at lata eina netcafé
upp á Strondum, so um
stutta tíð verða trý slík støð
á Skálafjørðinum.
Tá fimta netcaféin er latin
upp, fara í miðal 200 fólk
at vitja hesar caféir hvønn
dag. Um vikuna gevur tað
eitt samlað tal av vitjandi,
sum er væl omanfyri 1000.
Hetta tal hevur skotið seg
upp frá næstan ongum eftir
fáum mánaðum, og sum
gongdin er í løtuni er líkt
til, at aðrastaðni í landinum
fara fólk eisini at hava
møguleikan at fara á netcafé
innan stutta tíð.
Felagsskapurin lokkar
Tað eru serliga ungfólk,
sum gera brúk av netcafé-
um. Aldursbólkurin úr 12 ár
og upp í 20’ini sæst oftast
á hesum støðum.
Nógv av fólkunum, sum
leita sær á netcafé, hava eis-
ini teldu og internetsam-
band heima, men nógv
teirra velja at fara netcafé
og gjalda tann prísin, tað
kostar at brúka tær teld-
urnar.
- Felagskapurin hevur
nógv at siga. Fólk koma her,
tí tey hava hug at verða
saman við øðrum fólkum,
sum hava somu áhugamál.
Tey sita og chatta í sama
rúmi ella spæla telduspøl
móti hvørjum øðrum, sigur
Áki Johansen.
- Í grundini kundu nógv
av teimum líka so væl sitið
heima frammanfyri telduni,
men tá verða tey ofta skýrd
at vera huldislig, og tí royna
tey eisini at koma millum
fólk, samstundis sum tey
brúka telduna og internetið.
- Ungfólk hava brúk fyri
onkrum staðið at vera. Áður
var tað kanska ein grillbar
ella okkurt ungdómshús,
sum savnaði nógv ungfólk,
men nú brúka nógv ungfólk
netcaféirnar til sama enda-
mál.
Telduútgerðin týdning
Allan Joensen, sum rekur
Orion í Klaksvík, heldur at
nýggjastu spølini krevja so
nógv av teldunum, at tað er
Ungfólk fylkjast á netcafé
Internetcaféir skjóta seg upp alla staðni, men trøini vaksa ikki inn í
himmalin, siga tey, sum reka hesi støð
trupult hjá teldubrúkarum at
fylgja.
- Vanligi brúkarin hevur
ongan kjans at fáa fulla
nyttu burtur úr teimum
nýggjastu spølunum á síni
heimateldu, tí tey krevja so
nógv av teldunum. Tí brúka
nógv ungfólk teldurnar hjá
okkum til at spæla hesi spøl,
sigur hann.
- Tað umráðandi at hava
nýggjasta útbúnaðin til teld-
urnar, so tær klára at spæla
nýggju spølini. Vit hava
longu skift grafikkortini hjá
okkum út einaferð.
Allan Joensen heldur
eisini, at umhvørvið á eini
netcafé hevur týdning, tá
fólk velja at rýma frá
heimateldunum og út á café.
- Um kvøldarnar eru allar
teldurnar upptiknar, og har-
afturat eru tað fólk, sum
hyggja inn á gólvið, og tí er
ofta rættiliga gott lív í, sigur
hann.
Chatta og spæla
Netcaféirnar kring landið
verða brúktar til at spæla
telduspøl og at chatta.
- Tað er eitt sindur skift-
andi, hvat fólk brúka teld-
urnar til. Tá nýggj spøl
koma, eru tað nógv sum
spæla, men annars eru tað
eisini nógv sum sita og
chatta, sigur Áki Johansen,
stjóri á Orbits í Havn.
Í Klaksvík verður net-
caféin í stóran mun brúkt
til at spæla telduspøl.
- Nógv tey flestu spæla
telduspøl sum Delta Force
2 og Quake, men tað eru
onkur sum chatta - serliga
genturnar. At fólk kunnu
spæla spølini saman og
móti hvørjum øðrum ger, at
tey ikki so lætt gerast troytt
av teimum, sum um tey bara
skuldu spælt ímóti telduni,
sigur Allan Joensen.
Kring landið verður tosað
um at halda kappingar í
teimum best umtóktu teldu-
spølunum, og føroyingar
skulu ikki verða kløkkir, um
teir framyvir verða bjóðaðir
til føroyameistaraskap í
Delta Force ella Quake.
At tað eru ungfólk sum
brúka netcaféirnar ger, tær
eru í kapping við onnur til-
tøk fyri ung. Í Havn hava
stór konserttiltøk, fótbólts-
dystir, ítróttur annars og
líknandi tiltøk fyri ung á-
virkan á, hvussu nógv fólk
kemur á café.
- Vit merkja væl, at vit
kappast um somu fólkini,
og er onkur stór konsert á
skránni í Havn, so er slakt
við fólki á okkara café, sig-
ur Áki Johansen, sum er
stjóri á Orbits í Havn.
Tað ber til
Hesa vikuna sær fimta net-
caféin dagsins ljós, og um
stutta tíð verða tað seks ella
fleiri støð kring landið.
Men tey, sum reka hesar
netcaféir halda ikki, at tað
eru endaleysir møguleikar
við netcaféunum.
- Higartil hevur tað borið
til at reka okkara netcafé,
men eg trúgvi ikki, at tað
er pláss fyri tveimum net-
caféum nakrastaðni, heldur
ikki í Havn. Høvdu vit
skuldu býtt okkara inntøkur
við onnur, so hevði tað ikki
borið til, sigur Áki Johan-
sen, stjóri á Orbits.
- Tí høvdu vit neyvan far-
ið til Runavíkar, um vit
frammanundan høvdu vit-
að, at onnur eisini fóru í
gongd. Men tá vit funnu út
av tí, tá høvdu vit gjørt
leigusáttmála, og nú fáa vit
at síggja, hvussu leikur fer,
sigur hann.
Í Klaksvík hevur rættiliga
nógv fólk vitjað Orion, síð-
ani latið var upp í desember.
Allar teldurnar eru upp-
tiknar størsta partin av deg-
num, men sambært Allani
Joensen fer Orion ikki at
spinna gull.
- Tað gongur so skjótt fyri
seg í telduheiminum, at
nýggjar íløgur í útgerð eru
altíð væntandi, um vit skulu
fylgja við. Men sum gongd-
in hevur verið fyrstu tíðina,
eigur tað at lata seg gera at
reka eina slíka netcafé í
Klaksvík, sigur hann.
Her sleppur
tú á netcafé
Orbits, Havn
Orion, Klaksvík
Orbits, Runavík
Cybernet, Saltangará
Vega, Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian Vang
– Fólk skulu lata
vera við at eta
heila og mønu á
seyði, sigur
landsdjóralækn-
in. Men ridlu-
skriði er bara ein
av sjúkunum, sum
ein nýggj lóg skal
hjálpa til at berja
niður.
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað er ringt at siga, hvussu
nógv er til av ridluskriða í
Føroyum. Og fyrrenn vit
vita tað, er ber ikki til at
siga, hvussu vit kunnu berja
sjúkuna niður.
Sigur
Bjørn
Harlou,
landsdjóralækni.
Seinastu tíðina hevur tann
herviliga
seyðasjúkan,
ridluskriði fingið ikki sørt
av umrøðu.
Seinast í Sosialinum í
gjár, tá ið Guttormur Djur-
huus, verkfrøðingur í einum
lesarabrævi vísur á, at nú
kann mestsum við vissu
siga at fólk kunnu fáa ó-
lekiligu og ódeyðiligu Jac-
ob- Creutzfeldt sjúkuna av
at eta kjøt av neytum við
neytaøði.
Hann vísir á, at ridluskriði
hjá seyði líkist nógv neyta-
øði, og tí eru tað eisini vís-
indamenn, sum halda, tað
er nógv, sum bendir á, at
fólk eisini kunnu fáa
Creutzfeldt-Jacobs-sjúkuna
av et eta kjøt av seyði við
ridluskriða.
Tí spyr hann landsdjóra-
læknan, hvat verður gjørt til
at forða fyri, at ridluskriði
breiðir seg um alt landið?
og hann spyr eisini, hvat
verður gjørt fyri at sleppa
okkum av aftur við ridlu-
skriðan?
Aftur staðfest í tveim-
um hagapørtum
Landsdjóralæknin sigur, at
tað ber illa til at siga akku-
rát, hvussu nógv er til av
ridluskriða í Føroyum.
Men hann vísir á, at í Før-
oyum eru 84 hagapartar av-
byrgdir, tí seyðurin í teim-
um hevur verið í sambandi
við seyð úr hagapørtum,
sum ridluskriði hevur verið
staðfestur í.
– Men higartil er ridlu-
skrið bara staðfestur í fýra
hagapørtum í Føroyum til-
samans.
Og í tveimum av hesum
hagapørtunum er ridluskrið-
ið staðfestur nýliga.
Smittar frá ær til lamb
Bjørn Harlou sigur, at ridlu-
skriði er hvørki ein virus,
ella ein bakteria. Og tað er
heldur ikki ein snúltari.
Ridluskriði staðfestur í tveimum
hagapørtum tey seinastu árini
smittuna, ganga tað trý, fýra
ár, til sjúkueyðkennini fara
at vísa seg.
Og alla hesa tíðina er tað
bara ein máti at ávísa sjúk-
una. Og tað er við at drepa
seyðin og at kanna heilan.
Men sjálvt við at kanna
heilan kann sjúkan ikki
staðfestast fyrrenn beint
áðrenn hon brýtur út.
Tey vanligastu sjúkuey-
kennini eru, at seyðurin
klórar sær illa, hann vinglar
og lyftir fram- ella aftur-
beinini høgt upp, tá ið hann
gongur. Hann kann eisini
missa ullina og yvirhøvur
ber hann seg undarliga at.
– Verður ein sjúkur seyð-
ur klóraður hart eftir rygg-
inum, hendir tað seg ofta,
at spískar varrarnar og ger
seg til at súgva.
Forboð fyri at flyta
seyð
Landsdjóralæknin sigur tað,
sum hevur verið gjørt fyri
at forða fyri, at sjúkan
breiðir seg, er, at forboð er
sett fyri at flyta seyð ímill-
um oyggjarnar.
– Undantak verður bara
givið til at flyta aliseyð í-
millum oyggjarnar. Og
tann, sum ætlar sær at flyta
aliseyð ímillum oyggjarnar,
skal søkja landsdjóralæknan
um loyvi til tað.
–Vit geva bara loyvi til,
at seyður verður fluttur í-
millum oyggjarnar til aling,
tá ið hann kemur úr einum
hagaparti har ridluskriði
ikki er staðfestur.
–Tað er ikki bannað at
flyta seyð ímillum hagapart-
arnar í somu oyggj, men tó
er tað ongantíð loyvt at flyta
seyð úr einum hagaparti,
sum er avbyrgdur.
– Annars er tað fullkomi-
liga bannað at flyta seyð
ímillum oyggjarnar, eisini
til at fletta.
Seyðurin skal flettast í
oynni, har hann er lembdur.
Bjørn Harloy sigur, at
einasta undantak er, at tað
er loyvt at flyta seyð til
sláturvirkið í Hósvík.
Annars er onki í vegin
fyri at flyta kjøtið ímillum
oyggjarnar.
Neytaøði stavar frá
ridluskriða
Djóralæknin sigur, at eitt
sum ger, at spurningin um
ridluskriða skal takast í
størsta álvara, er, at vit hava
eisini eina aðra dýrasjúku,
sum nevnist neytaøði.
Og nógvir serfrøðingar
á økinum eru sannførdir
um, at fólk, sum eta kjøt av
neytum við neytaøði, kunnu
fáa eitt ávíst slag av hervi-
ligu sjúkuna Jacob-Creutz-
feldt.
Og ørskin til, at neytaøði
og ridluskriði verða saman-
tvinnað, er kanningar benda
nevniliga á, at talan er um
somu sjúku.
Tað er serliga í Onglandi,
at neytaøði hevur gjørt um
seg.
Og har halda vísinda-
menn, at upprunin til neyta-
øði, er, at teir broyttu mátan,
sum teir gjørdu neytafóður
úr kjøt og beinmjøli uppá.
Tá ið seyður og neyt
doyggja, verða tey ikki burt-
urbeind, men koyrd á støðir,
har tey verða kókað og
malin til kjøt og beinmjøl,
sum síðani aftur verður
brúkt í neytafóðuri.
Og eyðvitað hevur seyður
við ridluskriða eisini verið
uppií.
Men áðrenn kjøt og bein-
mjølið kann brúkast til fóð-
ur, er tað neyðugt at skilja
feittið úr.
– Og fyri nøkrum árum
síðani, funnu tey uppá ein
nýggjan máta at gera hetta
uppá.
Men eftir tí nýggja mát-
anum, vóru prion-proteinini
ikki oyðiløgd, so tey vórðu
verandi óskalað í fóðrinum,
sum neytini síðani fingu.
– Soleiðis fingu neytini
smittuna.
Og frá neytunum hava so
fólk fingið smittuna.
Bjørn Harloy sigur, at tað
sostatt er alt sum bendir á,
at neytaøði beinleiðis stavar
frá ridluskriða hjá seyði.
– Men í hesum sambandi
er tað áhugavert at staðfesta,
at tað er eftir øllum at døma,
ikki fyrrenn at proteinið er
komið í neytini og er blivið
til neytaøði, at sjúkan verð-
ur hættislig fyri fólk.
– Tí tað vísur seg nevni-
liga, at tað eru ikki fleiri
tilburðir av Jacob- Creutz-
feldt í londum, har nógvur
ridluskriði er, enn tað er í
londum, har hann ikki er
staðfestur.
Men harumframt vísir tað
seg, at tað eru bara fólk við
heilt ávísum arvaeginleik-
um, sum fáa Creutzfeldt
Jacobs, so tað eru ikki øll
sum yvirhøvur fáa sjúkuna,
verri enn so.
Landsdjóralæknin sigur,
at við teirri vitan, vit nú
hava, er tað sostatt alt sum
bendir á, at vandin fyri at
fáa Jacob Creutzfeldt av at
eta seyð, er sera lítil.
Men hann leggur afturat,
at hóast vandin er sera lítil,
noyðast vit at taka ridlu-
skriða í stórum álvara, tí
betur er at vera fyrivarin.
Tí leggur hann stóran
dent á, at hann mælir av-
gjørt frá at eta seyð, sum
vísir tekin til, at hann hevur
ridluskriða.
Somuleiðis mælir hann
frá at eta heila og mønu á
seyði.
– Er tað talan um fólk við
teimum ávísu arvaeginleik-
um, sum skulu til, fyri at
fáa Jacob-Creutzfeldt, so er
tað óklókt at seta seg sjálv-
an vanda skoytir hann uppí.
Leggja taktikk fyri at
berja sjúkuna niður
Bjørn Harlou sigur, at y-
miskt kann gerast fyri at
berja sjúkuna niður.
Vísir tað seg, at hon er
bara í nøkrum heilt, av-
markaðum
hagapørtum,
kann tað vera ein loysn at
taka allan seyðin av í teim-
um hagapørtunum og so
lata hagan liggja eitt stutt
áramál, kanska í trý til fimm
ár, áðrenn seyður verður
sleptur í hagan aftur
– Sjúkan livir í moldini í
nøkur fá ár. Akkurát hvussu
leingi, vita vit ikki, men tal-
an er í øllum førum um eitt
heilt stutt áramál.
Vísir tað seg hinvegin, at
ridluskriði er í nógvum hag-
um, ber ikki til at taka allan
seyðin av.
– Tá eru einasti ráðini at
ala seg burturúr sjúkuni eftir
eini heilt fastari aliskrá, og
tað letur seg væl gera.
Nýggja lóg
Bjørn Harlou sigur, at í løt-
uni eru tey í ferð við at evna
eina lóg til um smittandi
sjúkur.
Eftir hesari lógini fer tað
at bera til at fara undir mið-
vísar kanningar fyri at stað-
festa, hvussu nógv veruliga
er til m.a. av ridluskriða í
Føroyum.
– Eitt nú skal avtala fáast
í lag við djóralæknarnar um
at vera við í ætlanini.
– Tá ið vit so hava stað-
fest tað, ber til at leggja eina
ætlan fyri, hvussu ridlu-
skriði, og aðrar sjúkur skulu
berjast niður.
Hann vónar, at lógin kann
verða liðugt skjótt, so at hon
kann setast í verk.
Men hann vil nevna dagin
og tíman fyri, nær lógin
verður liðug. Tí tað hevur
longu tikið longri tíð, enn
mett var, at gera hana lidna,
so hann torir onki at siga.
Les meiri á síðu 10
Mynd av seyði
–Ridluskriði er tað, vit
nevna ein prionsjúka.
– Prionur eru skeivt fald-
aðar proteinur, sum gerast
á kyknuhinnunum. Og tá
tær verða skeivt faldaðar,
farast tær ikki, men hópa
seg ístaðin upp í kyknuni og
so doyr kyknan.
Ridluskriði smittar mest
frá ær til lamb tá ið ærin
lembur.
– Men tá ið ær lembur,
kann tað eisini henda, at
aðrar ær eta eftirburðin og
verða smittaðar á tann hátt.
– Vanliga ber seyður ikki
smittuna sínamillum, tí
sjúkan verður ikki borin í-
gjøgnum luftina, sum aðrar
sjúkur.
– Men verður ein sjúkur
seyður sleptur í eitt fylgi av
seyði, sum er viðkvæmur
fyri smittu, kann tað eisini
smitta tann vegin.
– Men frá tí at eitt lamb,
ella ein seyður, hevur fingið
– Neytaøði hjá
neytum stavar bein-
leiðis frá ridlu-
skriða hjá seyði.
Men tað vísir seg,
at tað er ikki fyrr-
enn at sjúkan er
komin í neytini, at
hon verður heilsu-
skaðilig fyri fólk,
sigur Landsdjóra-
læknin
Tilvildarlig mynd