mikudagur 12. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 7 - 12. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 7 - 12. januar 2000
EDVARD JOENSEN
Landingarmiðstøð verður
bygd á Eiði í næstum. Eiðis
Kommuna er farin undir at
gera økið til støðina klárt.
Fylt verður út í havnarlag-
num, har nýggja landingar-
miðstøðin skal standa.
Hans Jákup í Kollsbyrgi,
bygdarráðsformaður, sigur,
at talan er um eitt projekt,
sum fer at kosta einar tvær
milliónir krónur, tá høllin
stendur liðug.
Hildið varð ikki, at pláss
var fyri einum nýggjum
bygningi á gamla havnar-
lagnum, og tí varð avgjørt
at fylla økið út í havnina.
Talan hevði annars verið um
at seta høllina á øðrum stað
á havnarlagnum, men mett
varð, at tað fór at verða til
bága fyri annað virksemi,
sum er á staðnum. Sum er
heldur fiskivinnan til í vest-
ara parti av havnini, meðan
eystari partur er ídnaðarøki.
Hóast tað er Eiðis Komm-
una, sum fer at eiga høllina,
verður tað eitt felag, sum er
undir stovnan, sum skal
reka sjálva støðina. Tað er
nevniliga ikki loyvt komm-
ununi at seta pening bein-
leiðis í vinnuna, sigur bygd-
arráðsformaðurin á Eiði.
Sum skilst eru tað eiðis-
menn, sum standa aftan fyri
felagið, sum skal reka land-
ingarmiðstøðina. Hetta fel-
agið fer so at leiga hølini
frá kommununi.
Hans Jákup í Kollsbyrgi,
bygdarráðsformaður, sigur,
at ætlanin er at taka í móti
og skilja fisk á staðnum,
áðrenn hann verður sendur
til virkini, sum keypa. Høll-
in verður gjørd av betong-
elementum, sum eru um-
biðin frá Elementvirkinum
við Gjógv, sigur Hans Jákup
í Kollsbyrgi.
Annars er eisini onnur út-
bygging í gongd á havnar-
lagnum. Smiðjan hjá parta-
felagnum Hydro Tech, er
vorðin ov lítil og skal byggj-
ast út. Har verður gjørd ym-
isk útgerð til alivinnuna.
Okkurt til vatnorkuútbygg-
ingina hjá SEV við Eiðis-
vatn. Og ikki at gloyma kat-
amaranarnar, sum teir gera
til alibrúkini. So nógv
stendur á, at teir um dagar-
nar fingu tveir skrokkar,
sum smíðaðir eru eystan-
fyri, til at gera lidnar.
Umframt er eisini bræv-
bjálvavirki Tonito nýliga
flutt í nýggj høli á økinum.
Eisini skúlaútbygging
Eiðis Kommuna hevur fleiri
jørn í eldinum í løtuni. Griv-
ið er út fyri skúlaútbygging.
Ætlanin er at byggja upp í
Fleiri útbyggingar á Eiði
Eiðis Kommuna hevur fleiri stórarbeiði á skránni í løtuni. Farið er undir at fylla út fyri landing-
armiðstøð. Grivið er út fyri skúlaútbygging. Og el- telefon- og vatnveitingarnar verða lagdar av
nýggjum um alla gomlu bygdina
skúlan vestureftir, har hond-
bóltsvøllurin er í dag, greið-
ir bygdarráðsformaðurin
frá. Grivið er út, og tilfarið
til byggingina er umbiðið.
Byggiætlanin fevnir um
nakrar serstovur, sum sam-
bært skúlalógini skulu ger-
ast. Sum er, er skúlin ov lítil,
og onkur serstova er tikin
til vanliga undirvísing, sigur
Hans Jákup í Kollsbyrgi. Tí
er byggingin neyðug.
Umframt verður farið
undir eina ítróttarhøll, sum
bygd verður upp í skúlan.
Talan er um eina høll, sum
stendur mát til ein atljóða
góðkendan hondbóltsvøll
við áskoðaraplássum, greið-
ir bygdarráðsformaðurin á
Eiði frá.
Talan er um eina byggi-
ætlan upp á einar átta -
níggju milliónir krónur, sig-
ur Hans Jákup í Kollsbyrgi,
bygdarráðsformaður.
Kommunan fíggjar alt
virksemið sjálv, sigur hann.
Almenna íløguætlanin fyri
kommunurnar loyvir nevn-
iliga ikki lántøku. Men av
tí, at Eiðis Kommuna er
rímiliga væl fyri fíggjarliga,
fer tað at bera til, væntar
bygdarráðsformaðurin.
Nýggjar leiðingar
Eisini aðrastaðni á Eiði
verður grivið og lagt aftur
um dagarnar. Túnini eru
grivin upp og leiðingar av
ymsum sløgum lagdar av
nýggjum.
Hans Jákup í Kollsbyrgi,
bygdarráðsformaður, sigur,
at allar vatnleiðingarnar í
gomlu bygdini trongdu til
at verða skiftar út. Hesi
gomlu rørini kláraðu ikki
meira, sigur hann. Men
hann metir, at nýggju út-
stykkingarnar eru so mikið
væl fyri, at tað fer ikki at
verða neyðugt at gera nakað
har í bræði.
Samstundis, sum grivið
varð fyri vatnleiðing, varð
samstarv fingið við SEV og
Føroya Tele um eisini at
leggja teirra leiðingar av
nýggjum.
SEV tekur gomlu luftlinj-
urnar niður og leggur jørð-
kaðalar um alla bygdina.
Mett varð skilagott at gera
hetta arbeiðið nú í vetur, tí
um summarið verður nógv
arbeitt í haganum og á fjøll-
unum. Arbeiði, sum av
góðum grundum er torført
at gera á vetrardegi. Eisini
Føroya Tele leggur nýggjar
kaðalar um bygdina, nú
grivið er kortini. Og um-
framt alt hetta, verða eisini
lagdar leiðingar til kaðal-
sjónvarp. Ella í hvussu so
er rør, sum kaðal so seinni
kann dragast ígjøgnum, um
tørvur verður á tí, sigur
Hans Jákup í Kollsbyrgi.
Og tað dámar honum væl,
tí so ber til at sleppa undan
øllum hesum parabolan-
tennunum, sum eru at síggja
allastaðni, sigur hann.
Um aðrar ætlanir, komm-
unan hevur, sigur Hans Ják-
up í Kollsbyrgi, at helst
verður farið undir at hampa
um økið rundan um lítla
vatnið niðan fyri bygdina.
Hetta er framhald av ar-
beiði, sum fyrr er gjørt við
eitt nú gøtum rundan um
vatnið og tílíkum.
Eiði varð í fjør útnevnd
best hildna bygd í Føroyum
1999. Og tað er nakað at
liva upp til.
Ætlanin er at byggja upp í skúlan vestureftir, har hondbóltsvøllurin er í dag
Mynd: Edvard Joensen
Mynd: Edvard Joensen
Eiðis Kommuna er farin
undir at gera økið klárt til
landingarmiðstøð
Tjóðveldisflokkurin
kravdi frágreiðing
Á samgongufundinum í gjár kravdi Tjóðveldisflokkurin at fáa at vita, hví
handfaring landsstýrissins av pensjónsmálinum hevur verið so vánalig
JOHN JOHANNESSEN
Í gjár klokkan eitt seinna-
partin var samgongufundur
í Tinganesi, um arbeiðslagið
í samgonguni. Talan var um
ein samgongufund, løgmað-
ur tók stig til eftir nógvar
og harðar atfinningar frá
samgongutinglimum móti
arbeiðshátti landsstýrissins.
Sum Sosialurin skilti á
Tjóðveldisflokkinum fyrra-
partin í gár, fór flokkurin at
krevja frágreiðing frá lands-
stýrinum um, hví pensjóns-
málið varð handfarið, sum
tað bleiv.
Høgni Hoydal, varaløg-
maður, vísti á, at neyðugt
er fáa staðfest, hvat er hent
í umsitingini hjá Almanna-
og Heilsumálastýrinum, tá
uppskotið um pensjónslóg-
ina varð fyrireikað. Hetta
heldur Tjóðveldisflokkurin
vera ógvuliga umráðandi, tí
gølan um pensjónsmálið
minkar um trúvirðið hjá
politisku skipanini, verður
greiða ikki fingin á máli-
num.
Varaløgmaðurin
sigur
ongan iva vera um, at pen-
sjónsmálið er handfarið
skeivt. Málið rakar jú inn-
tøkuna hjá hvørjum einstak-
um pensjónisti, og tí áttu
pensjónistar at verðið væl
og virðiliga kunnaðir um
nýggju
pensjónslógina
somuleiðis, sum hædd átti
at verið tikin fyri skatta-
viðurskiftunum, tá pen-
sjónslógin varð gjørd.
Greiða skuldi á sam-
gongufundinum í gjár finna
greiðu á hesum málinum og
politikkinum annars. Sam-
gongan skuldi finna eina
loysn á samstarvstrupulleik-
unum, so slíkar gølur ikki
stinga seg upp aftur.
Høgni Hoydal, varaløg-
maður, sigur, at hann metir
ein part av trupulleikunum
botna í, at munurin millum
flokkarnar í samgonguni er
so stórur. Tí metir hann tað
vera týdningarmikið við
neyvum samstarvi og reglu-
ligum samgongufundum.
– Um hendan royndin
eydnast, so kann hetta skapa
nógv arbeiðspláss í Føroy-
um. American Empress er
vælegnaður til hendan fisk-
iskapin, sigur Frank Reite.
Hann váttar, at trolarin kann
sigast at vera á veg undir
føroyskt flagg.
– Vit hava ikki skrivað
undir nakra endaliga avtalu,
men trolarin liggur nú á
skipasmiðju í Noregi, har
hann verður gjørdur klárur
til at fara undir tann fiski-
skapin, sum JFK Trol ynskir
at brúka hann til — nevnliga
at framleiða svartkjaft til
matna.
American Empress kemur
fyrst í februar
American Empress kemur undir føroyskt flagg fyrst í februar. Hetta vátta bæði Aker RGI og JFK
Trol. Partarnir vóru saman í gjár á Langsten-skipasmiðjuni
JÓGVAN HUGO
GARDAR, OSLO
Partarnir hava ikki skrivað
undir eina endaliga avtalu
enn, men bæði Aker RGI og
JFK Trol vátta, at nú er
næstan komið á mál.
American Empress kem-
ur undir føroyskt flagg, og
tað verður JFK Trol sum
skal leiga trolaran. Aker
RGI verður ikki við í felag-
num, sum skal reka trolaran.
Hanus Hansen, stjóri, var
í gjár staddur á Langsten-
skipasmiðjuni í Noregi
saman við íløgustjóranum í
Aker RGI. Hann sigur, at
nú er avtalan at kalla í havn,
og eftir ætlan kemur Amer-
ican Empress til Føroyar
fyrst í februar — ella ikki
seinni enn hálvan februar.
Íløgustjórin í Røkke-fel-
agnum Aker RGI, Frank
Reite, sigur, at hetta er ein
sera spennandi ætlan, sum
JFK Trol ætlar sær í gongd
við.
Risastóri norki verksmiðj-
utrolarin, American Em-
press kemur undir føroyskt
flagg innan ein mánað.
Talan verður um nógv tað
størsta fiskiskipið í
føroyska flotanum