mikudagur 12. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 7 - 12. januar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Strandferðslan og
kundaupplýsing
Viðmerking:
Tíðindaloysi/agurkutíðir í sjónvarpinum
Undirritaði fer at gera ein
stutta viðmerking til inn-
slagið hjá Boga Gotfred í
sjónvarpinum (SvF) fríggja-
kvøldið tann 8. januar 2000,
har hann í høvuðsyvirskrift-
ini legði meg undir ikki at
akta
landsstýrismannin.
Hetta er so mikið álvarslig
ákæra at seta móti mær, at
hon ikki kann standa uttan
viðmerkingar:
Strandfaraskip Landsins
hava seinastu mánaðirnar
arbeitt við einari tøkniligari
og umsitingarligari umskip-
an av ferðaseðlaskipanini.
Bakgrundin fyri hesari um-
legging er at skapa eina
skipan, sum eftirlitsmynd-
ugleikar okkara kunnu góð-
taka og fyri at gera eina
skipan, sum er rættvís og til
gagns fyri kundarnar/borg-
ararnar.
Tað, sum síðan hendir er,
at landsstýrið ynskir at
steðga eitt sindur á við hes-
um broytingum og fráboðar
hesum í skrivi til Strand-
faraskip Landsins dagfest
tann 13. desember 1999.
Mælt verður til, at vit taka
upp samband við Undirvís-
ingar- og Mentamálastýrið
fyrst, um ferðing hjá teim-
um lesandi.
Uppá hetta tíðspunkt, t.e.
um miðjan desember, er
brúkt stór orka at broyta
skipanina og tí tekur tað
nakað av tíð at broyta prísin
aftur til tann gamla. Spurn-
ingurin er eisini, hvussu
hetta kann gerast tekniskt
og í aðrar mátar soleiðis, at
meginreglurnar í prísskip-
anini ikki verða broyttar.
Viðmerkjast skal, at hesar
umskipanir verða gjørdar í
samskifti í Vinnumálastýr-
ið.
Fríggjadagin tann 8. janu-
ar 2000 verður undirritaði
uppringdur av SvF, att.
Boga Gotfred, sum vísir á,
hví vit ikki hava gjørt eftir
boðunum frá landsstýrin-
um, sum longu í november
skal hava fráboðað okkum
at steðga á við broytingun-
um og hevur hann dømir
uppá, at vit um jólini hava
selt dýrari ferðaseðlar til
lesandi. Tað, sum eg svari
honum aftur er, at broyting-
arnar eru gjørdar viðvíkj-
andi mánaðarkortunum til
lesandi, men at eg ikki uppá
standandi fót kann svara
uppá tey einstøku dømini
hann vísi rtil. Síðani greiddi
eg honum eitt sindur frá um
bakgrundina fyri hesum
broytingum og um hesar
umleggingar.
Hetta varð hann als ikki
áhugaður í, søgan skuldi
verða, at eg vildi ikki gera
eftir boðum úr Tinganesi.
Sum hann málbar seg yvir-
fyri leiðaranum á fólkaflut-
ningsdeildini, at hann vildi
ikki verða innsmurdur í,
Áheitan á býráðið fyri Tórshavnar kommunu
Onkur mundi ivaleyst stúrsa
við, tá ið honum var hyggj-
andi í Dimmalætting fyri
leygardagin 8. januar 2000
og á blaðsíðu 11 sá eina
hampuliga stór »trøð« á
Argjum verða lýsta til sølu.
Í lýsingini verður greitt
frá, at talan er um tríggjar
lutir, og at tann minsti lut-
urin er ætlaður til veg - tað
man vera partur av lendin-
um til vegin út á Glyvurs-
nes.
Í sambandi við hesa ætl-
aðu søluevði ikki verið løg-
ið, um onkur dró søguna um
hetta vælsignaða traðar-
hvørjar fyrimunir og vansar
talan var um, men at málið
handlaði fyri hann um,
hvørt vit høvdu gjørt eftir
boðum úr landsstýrinum
ella ikki. Til hetta kann við-
merkjast, at sum starvssett-
ur á einum almennum tíð-
indastovni, skuldi hann havt
áhuga í at borið fram sak-
ligan tíðindaflutning o.a.,
og annars víst á samanhang,
sum hava týdning fyri at
viðgera eitt mál sum hetta.
Men í hesum føri hevði allar
sakligar frágreiðingar oyði-
lagt søguna.
Tað, sum veruliga er hent
frá okkara síðu av er, at
broytingarnar við teimum
einstøku
ferðaseðlunum
dróg nakað út partvíst or-
saka av einari misskiljing
og partvíst, tí tað tekur um-
leið eina viku at fáa nýggj
modulir í umfar runt landið
(120 stykkir), meðan mán-
aðarkortini til lesandi vórðu
broytt beinanvegin. Hesir
trupulleikar merkja ikki, at
undirritaði noktar at fylgja
fráboðanini frá landsstýrin-
um.
Fyri meg er tað ikki ein
spurningur um at akta
(børn/foreldur), men ein
spurningur um, sum partur
av einari skipan við reglum
og mannagongdum, at gera
eftir einari fráboðan, sum
er komin frá landsstýris-
manninum, og tað meti eg
meg at hava gjørt. Í hesum
málinum, sum í øðrum týð-
andi málum, havi eg eisini
havt eitt neyvt samskifti
við Vinnumálastýrið.
Vónandi hevur hyggjarin
og SvF við hesari stuttu
viðmerking fingið eina
greiðari fatan av saman-
hanginum í hesum máli-
num.
Reidar Nónfjall,
stjóri á Strand-
faraskipum Landsins
stykkið fram aftur í ljósið,
tí hvussu ber tað til, at lendi,
sum Argja kommuna í sín-
ari tíð fekk keypt frá Jarðar-
grunninum til komunal end-
amál, nú verður selt á »fría
marknaðinum«, um nøkt-
andi boð gevst?
Áheitan mín á býráðið
snýr seg um at liggja fram-
við og royna at fáa lendið
aftur til kommununa fyri ein
rímuligan prís, tí tað verður
so avgjørt brúk fyri tí í kom-
andi tíð. Eingin er so blind-
ur, at hann dugir ikki at
síggja tað. Kann t.d. nevna,
at skúlin á Argjum er alt ov
lítil, og barnatalið veksur
skjótt. Sethúsabyggingin
uppi á Hamri gongur við
ferð, og sjálvandi eiga hesi
ungu foreldur børn, men
hvar skulu tey fara at ganga
í skúla?
Tá ið byggilendið á
Hamri er bygt, man tá ikki
verða farið suðureftir, tí har
er ikki minni gott lendi? Alt
talar fyri, at tað verður fólk-
avøkstur hesumegin Sandá.
»Trøðin« fer eisini at
liggja stak væl fyri til møgu-
lig onnur almenn endamál,
tá ið ringvegurin einaferð
verður bundin í Reynsgøtu.
Argjum, 9. januar 2000
Heilsan og gott nýggjár
Regin av Steinum
Stjóri á Føroya
Kærustovni
Sagt verður frá, at Gurið
Joensen er sett í starv sum
stjóri á Føroya Kæru-
stovni.
Gurið Joensen er 35 ára
gomul og er útbúgvin løg-
frøðingur.
Eftir lokna útbúgving
hevur hon arbeitt sum
fulltrúi á samskiftisdeild-
ini á Landsskrivstovuni,
sum fulltrúi í Líkningar-
ráðnum og sum deildar-
leiðari á løgdeildini í Toll-
og skattstovuni. Eftir
hetta arbeiddi hon sum
advokatfulltrúi í 2 ár og
sum advokatur í 1,5 ár.
Síðani juni 1998 hevur
hon starvast sum løgfrøð-
ingur á Føroya Kæru-
stovni har hon frá 1. apríl
1999 hevur virkað sum
settur stjóri.
Takka fyri stuðul
til skannaran
Vit, ið tóku stig til Lands-
innsavningina
til
kálk-
skannaran á Landssjúkra-
húsinum í nov. 99, vilja við
hesum takka hjartaliga øll-
um teimum, sum stuðlaðu
tiltakinum. Sum kunnugt
kom allur peningurin inn,
og kekkurin varð handaður
Landssjúkrahúsinum 3. des.
99.
Enn einaferð takk og gott
nýggjár.
Stigtakararnir
TAÐ fer ikki dagur, at Strandferðslan ikki fær
toyggið. Er tað ikki tingmaður, sum er ónøgdur
við ferðaætlanina, so eru tað borgarar, sum
hava okkurt at fýlast á. Hetta er bara so. Nú
er júst Strandferðslan ein so týðandi stovnur,
at tað slepst ikki undan at standa fyri skotum.
Tí hetta at skula veita eina góða og trygga
tænastu til allar landsins borgarar hvønn dag
í árinum er eingin løtt uppgáva. At politikarar
so eisini oftani seta stovninum órímulig krøv
ger ikki støðuna lættari. Soeliðis sum land
okkara er háttað við nógvum oyggjum og
bygdum er innanoyggja samferðslukervið ein
av grundarsteinunum fyri lívi og menning. Og
her hevur Strandferðslan ein týðandi leiklut,
ja so avgerandi, at tað er ikki ov nógv sagt, at
Strandferðslan er meginlívæðrin í samfel-
agnum. Eins og aðrir stovnar hevur hesin
stovnur avmarkaðar fíggjarkarmar at halda
seg innan fyri. Men ynskja politikararnir at
liva upp til ynski og krøvi teirra til henda stovn,
so eru teir eisini noyddir til at geva honum
tann pening, sum honum tørvar fyri at kunna
veita eina tænastu, sum somu politikarar
ynskja/krevja.
VIT teljast millum teirra, sum halda, at hesin
stovnurin framhaldandi eigur at vera almenn-
ur. Á sama hátt sum heilsuverkið eigur at
verða alment og fyri øll. Tørvurin á einum
optimalum samferðslukervi er so stórur, at vit
nøkta hann ikki, um tað privata hevði fingið
hesa uppgávu at røkja. Men vit meta eisini
konstruktivan kritikk at vera part av menningini
av Strandferðsluni við teimum lýtum, sum
stórir og tungir almennir stovnar altíð vilja
hava. Ein týðandi deild undir hesum stovni er
Farstøðin, sum m.a. skal kunna brúkaran
um ferðaætlan og broytingar í ferðaætlan ol.
Tá fólk frá Sosialinum skuldi til Klaksvíkar
kvøldið fyri nýggjársaftan varð ringt á Far-
støðina í Havn, og har vóru boðini, at seinasti
túrur úr Lorvík var klokkan 20.50. Farstøðin
gloymdi bara at siga frá, at broyting varð gjørd
í ferðaætlanini, soleiðis at hesin túrurin varð
tikin av skránni. Og við sviðusoð vóru teir
mongu bilførararnir og fólk annars, ið ikki
høvdu lagt til merkis lýsing í bløðunum um
broyting í ferðaætlanini. Umframt at upplýs-
ingin av Farstøðini var skeiv, so varð broyt-
ingin í ferðaætlanini heldur ikki skrásett á
tekstvarpinum.
SLÍKT eigur ikki at henda. Slíkt skal pplýsing-
artænastan forða fyri. Hon er ein týðandi partu
av einum slíkum brúkarastovni sum Strand-
ferðsluni. Tað má ikki henda, at hon gevur
skeivar upplýsingar. Hetta er skrivað í bestu
meining og sum ein áminning til stovnin um
at bøta uppá tey viðurskifti, sum halta. Hetta
skal ikki skiljast sum ein niðurgerð av teimum
mongu fólkum, sum starvast hjá Strandferðsl-
uni. Tey gera eitt gott arbeiði. Men tað er bæði
rætt og rímuligt at gera vart við manglar og
brek, og tað skal tí eisini vera vón okkara, at
informatiónsparturin av SL fæst at virka
optimalt í komandi tíðum.
Javnaðarflokkurin við
í fullveldismálinum
Eftir kaffifundirnar millum samgonguna og Javnaðarflokkin skilja partarnir
betur hvønn annan. Javnaðarflokkurin útilokar ikki møguleikanum fyri semju
JOHN JOHANNESSEN
– Møguleikin fyri, at vit
standa aftanfyri eitt samráð-
ingarupplegg til donsku
stjórnina um ríkisrættarligu
støðu Føroya er í prinsippi-
num ikki útilokaður.
Hetta sigur formaður
Javnaðarfloksins, Jóannes
Eidesgaard, nú tíðin fer at
nærkast til málið um ríkis-
rættarligu støðu Føroya
verður beint í uttanlands-
nevndina.
Javnaðarflokkurin hevur
verið til tveir óformellar
fundir við landsstýrissam-
gonguna um fullveldisætl-
anina, og sambært formanni
floksins hevur talan verið
um nakrar ógvuliga gevandi
fundir.
Væl og virðiliga viðgjørt
Jóannes Eidesgaard sigur
fullveldismálið vera væl og
virðiliga viðgjørt á sokall-
aðu kaffifundunum.
– Vit hava verið gjøgnum
alt málið og hava gjøgn-
umgingið alla prosessina,
sum hon er. Hetta hevur
havt við sær, at partarnir nú
skilja støðuna hjá hvørjum
øðrum. Tað er ikki longur
soleiðis, at samgongan ikki
veit, hvat Javnaðarflokkurin
vil, og at Javnaðarflokkurin
ikki veit, hvat samgongan
vil.
Jóannes Eidesgaard vísir
í sama viðfangi á, at talan
hevur verið um tos tvørtur
um borðið í orðsins rætta
týdningi. Einki skrivligt til-
far hevur verið at sæð, og
tískil hevur Javnaðarflokk-
urin ikki sæð nakað sam-
ráðingarupplegg ella brot úr
nøkrum samráðingarupp-
leggi. Heldur ikki hava part-
arnir kjakast um sjálvt sam-
ráðingaruppleggið.
Bíða eftir
fundarboðum
Formaður Javnaðarfloksins
sigur, at seinasti fundurin
millum samgonguna og
Javnaðarflokkin var fyri jól,
og nú situr Javnaðarflokk-
urin bara og bíðar eftir fund-
arboðum frá samgonguni.
Fundurin fyri jól var sam-
bært Jóannesi Eidesgaard
ógvuliga avklárandi, og er
hann tí spentur uppá, um
flokkurin fær at vita um
samráðingaruppleggið ella
partar av tí á næsta fundi.
Javnaðarflokkurin bíðar
eftir fundarboðum, og sum
skilst á Høgna Hoydal,
landsstýrismanni, gongur
ikki long tíð áðrenn Javn-
aðarflokkurin fær hesi fund-
arboð. Men Høgni Hoydal
vísir á, at Javnaðarflokkurin
ikki skal vænta sær at síggja
nakað samráðingarupplegg.
Hetta er nevniliga í stríði
ímóti fólkaræðisligu við-
gerðini, tí sambært henni,
skal samráðingaruppleggið
bert viðgerast í uttanlands-
nevnd løgtingsins, hagar
fullveldismálið
verður
beint, so skjótt sokallaða
politiska prosessin millum
samgonguna og Javnaðar-
flokkin er liðug.
Lættari viðgerð í
uttanlandsnevndini
Bæði Høgni Hoydal og Jó-
Jóannes Eidesgaard útlilokar ikki møguleikanum fyri, at
Javnaðarflokkurin fer at taka undir við
samráðingarupplegginum um ríkisrættarligu støðuna
Altíð trúð uppá breiða semju
Høgni Hoydal sigur allatíðina hava trúð uppá, at tað fer at eydnast at fáa
breiða semju í málinum um ríkisrættarligu støðuna
JOHN JOHANNESSEN
– Fundirnir um ríkisrættar-
ligu støðuna hava verið
ógvuliga góðir. Javnaðar-
flokkurin og samgongan
skilja nú hvønn annan, og
møguleikin
fyri
einari
semju er til staðar.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður, er fegin um úrslitið
av fundunum, ið hava verið
millum landsstýrið og and-
støðuflokkarnar og millum
landsstýrið og samgongu-
umboðini í uttanlands-
nevndini um ríkisrættarligu
støðuna.
Landsstýrismaðurin
í
sjálvstýrismálum sigur seg
allatíðina, síðani skjøtil varð
settur á fullveldisætlan
landsstýrissins, hava trúð
uppá, at tað fer at eydnast
at fáa eina breiða politiska
semju í lag um málið.
Tekniski parturin
liðugur
Sum Sosialurin skrivaði í
gjár, er politiska prosessin,
um at vera liðug. Tó ætlar
samgongan sær at enda pol-
itisku prosessina á ein góð-
an hátt, áðrenn málið fer í
uttanlandsnevndina. Hetta
verður millum annað gjørt
við meira fundarvirksemi
við Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin slepp-
ur ikki at síggja nakað sam-
ráðingarupplegg,
áðrenn
málið kemur fyri uttan-
landsnevndina, men sum
skilst á Høgna Hoydal, eru
allar tær teknisku fyrireik-
ingarnar til samráðingar-
uppleggið liðugt fyrireikað-
ar. Tað vantar bert at orða
sjálvt uppleggið, og verður
hetta gjørt tá politiska pro-
sessin er liðug.
Orsøkina til, at eingin
sleppur at síggja partar av
samráðingarupplegginum
áðrenn tað fer í uttanlands-
nevndina, sigur Høgni Hoy-
dal vera, at hetta stíðir ímóti
demokratisku prosessini.
Allir flokkar skulu hava
somu møguleikar at viðgera
málið í uttanlandsnevndini.
Samráðast í mars
Í Sosialinum í gjár segði
formaðurin í uttanlands-
nevndini, Hergeir Nielsen,
at hann væntaði sær at fáa
málið um ríkisrættarligu
støðuna til viðgerðar um
eina til tvær vikur. Hann
segði seg vænta eina góða
viðgerð í uttanlandsnevnd-
ini, men segði seg tó ikki
kunna meta um, hvussu
drúgv viðgerðin fer at
verða. Men hann legði dent
á, at nevndin fer at byrja
viðgerðina, so skjótt málið
er henni í hendi.
Fær uttanlandsnevndin
málið innan tvær vikur og
varir viðgerðin umleið ein
mánað, kunnu vit vænta, at
landsstýrið fer til Danmark-
ar at samráðast við donsku
stjórnina einaferð í mars.
Tað hevur verið frammi,
at danska stjórnin ynskir
fýra vikur at fyrireika seg
til samráðingarnar í, eftir at
samráðingaruppleggið er
liðugt frá føroyskari hond.
Tí kunnu vit meta okkum
fram til, at samráðingarnar
byrja einaferð í seinnu
hálvu av mars, verður uttan-
landsnevndin liðug at við-
gera málið um hálvan febru-
ar.
Høgni Hoydal vil einki
siga um, nær væntast kann,
at samráðingarnar byrja.
Hann sigur hetta vera nak-
að, ið fjølmiðlarnir og onn-
ur sjálvi kunnu meta um,
men hann ásannar, at tað fer
ikki at ganga so ógvuliga
long tíð til farast kann til
Danmarkar at samráðast.
Trupulleikarnir loysast
undir samráðingunum
Høgni Hoydal vísir á, at tað
ikki nyttar at heingja seg ov
nógv í, hvussu fíggjarliga
støðan fer at verða, hvussu
rættartrygdin
verður,
hvussu vit kunnu samstarva
við Danmark um útbúgv-
ingar og so framvegis áðr-
enn vit yvirhøvur eru farin
undir samráðingar við Dan-
mark um ríkisrættarligu
støðuna.
– Hetta eru alt mál, ið
verða loyst undir samráð-
ingunum við donsku stjórn-
ina og ikki áðrenn. Tað nytt-
ar jú einki at ganga og rópa
upp um samráðingarkrøv
langt áðrenn samráðingar-
nar.
Høgni Hoydal vísir á, at
vit føroyingar ikki skulu til
annes Eidesgaard eru samd-
ir um, at fundirnir millum
samgonguna og Javnaðar-
flokkin fara at gera viðgerð-
ina av málinum um ríkis-
rættarligu støðu Føroya
lættari í uttanlandsnevndini.
Javnaðarflokkurin er opin
fyri møguleikanum fyri ein-
ari breiðari semju áðrenn
samráðingarnar, men hetta
hongur saman við, hvat
innihaldið í samráðingar-
upplegginum er. Tað veldst
nevniliga um, hvussu langt
farið verður.
– Verður talan um eina
skipan í einum felagsskapi,
so er møguleiki fyri, at vit
kunnu stuðla, men verður
talan um eina skipan uttan-
fyri, so er Javnaðarflokk-
urin eisini uttanfyri, sigur
formaður Javnaðarfloksins,
Jóannes Eidesgaard.
Danmarkar til ein fótbólts-
dyst, har tað er avgerandi,
hvussu nógv gul og reyð
kort hvørt liðið fær. Heldur
ikki er avgerandi, um vit
vinna 10 - 0 ella 1 - 0. Vit
skulu bara vinna, staðfestir
hann.
Og Høgni Hoydal væntar,
at Føroyar fara at vinna,
verður farið til samráðingar
við
breiðari
politiskari
semju. Hann vísir á, at Før-
oyar tá standa við einum
sterkum liðið ímóti minni-
lutasjórnini hjá Nyrup.
Høgni Hoydal sigur seg
altíð hava verið fulvísan í,
at tað fer at eyndast at fáa
eina breiða semju í lag um
rískisrættarligu støðuna