Sosialurinarkiv
Sosialurin 1953-10-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1953síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR ALT A BORÐIÐ. ALLAN SANNLEIKAN Ríkisumboðsmaðurin avreiður — yvir løg- mannin — embætismannaskriv til Knud Danaås«t og løgmannsverjarar — uttan tó at kunna rongja eitt einasta orð av míni frágreiðing í læknamálinum [la eru teir nú farnir løgmaðurin | Nordoyar læknadømi soleiðis sum sett og »Dagbladsmenninir«, tá teir kenna seg noyddar at fara so við sannleika- num og nýta tílík ókvæmisorð, sum nú »Dagbladid« gartar móti mær og Einari Waag. Men mikið meiri til minkingar, tå id al- runubløkini verda teimum so menningurin fær stundir at fåa skil å, hvussu ógrundað, ósatt og illavorðið »Dagbladid« skrivar sum málgagn fyri Kr. Djurhuus løgmann. Tað svik. sum løgmaðurin, Hákun Djurhuus og teirra fylgisneytar hava latið komið til sjóndar móti fólkinum í Norðoyar læknadømi er í sær sjálv- um so grimt og grovt, at ongar »man- øvrur<, »taktikkur« at royna at fjala adalkjarnuna í málinum við at oysa upp við heilum og hálvum ósannind- um um nakað annað. ið lítið og einki hevur við málið at gera, kunna hjálpa. Avdúkingin er fullkomin, men enn ikki komin øllum til fullan kunnleika. Men teir sleppa ikki undan. Fólk eigur nú rætt til allan sannleik- an. Vit halda okkum idhvussu er ikki longur eiga rætt til at eira monnum, so: bera seg at. Lat meg taka upp fautr: Enn hevur ikki LØGMADURIN, heldur ikki FLOKKSFORMENNINIR ella LANDSLÆKNIN ella NAKAR ax teimum mongu vitnunum, ið vóru til fundar avsannað tað. sum er aðalkjar- nan í øllum stridnum, nevniliga at vararikisumbodsmadurin Elkær- Hansen segði úti í Tinganesi, meðan nevndu harrar vóru til stedis, at ríkis stjórnin eftir umstøðunum var gingin við til at góðtaka tilboðið, uppskotið til Norðoyingar. Her steintigur »Dagbladid«. Her steintiga løgmaðurin og hansara fylg- isneytar! Hetta er jå adalkjarnan!!!!! At ganga uttan um henda veruleika, at tiga her er at fjala sannleikan. At oysa upp við ljótasta briksli og beinleidis ósannindum og villeiðing- um og tala um nakað annað. ger miss- gerningin so mikið ljótari og grimari. Men teir góðu harrar tiga her, ti teir kenna á sær, at verður hesin sannleiki at standa fólki greiður, verður svik teirra og ósannindisatburður at fella teir eirdarleyst í fólksins eygum Hvussu kunnu teir forsvara at hava felt uppskotið hjá javnaðarmonnum og sjålvstyrismonnum, um tað verður fólki fullkomuliga greitt, at tilboðið júsl forútsetti eina ting- samtykt og ríkisstjórnar góðtaking av eini broyting av læknaskipanini fyri varð fram á tingi í uppskotinum frá Ómøguligt!!!!! Sannleikin er, at teir, sum vóru við til at seta fram tilboðið til Norðoying- ar, men noktaðu at fremja ta neyðugu broyting av læknaskipanini, eru einki minni enn ORÐ. OG LYFTISSVÍKJ- ARAR Í STÓRUM STÍLI YVIR FYRI NORÐOYINGUM. SUM TILIKIR STANDA LØG MAÐUR, LANDSSTÝRISMAÐUR HÁKUN DJURHUUS OG TEIRRA FYLGISNEYTAR. Men hetta skal fjalast við út frá løg- mannsbodum (frættum) og við at fáa ongan minni enn lagsmannin Vagn- Hansen ríkisumboðsmann at avreiða sær — yvir løgmannin eitt brot úr skrivi frá vararíkisumboðsmanninum Elkær-Hansen og so gera burtur úr fjøður 5 hønur. Ríkisstjórnarinnar vælvild skal fjal ast. Tað er lívið um at gera. Skyldin skal leggjast har niðri. Tað er meiri enn forvitnisligt og sigur frá mongum, at ríkisumboðs- maðurin ikki aftrar seg at avreiða em- bætismannaskriv fyri at tæna løg manni, >Dagblaðsmonnum< og øllum teirra liði í stríðnum móti javnaðar- monnunum Einari Waag og undir- skrivaða! Merkiligt at harra Vagn-Hansen rík- isumbodsmadur vil spæla við at gera ríkisstjórnina til »bussemann«, synda- bukk. Merkiligt at hann ger tað, sjálvt um hann hevur svorið fostbrøðraskap og gjørt dýra blóðblanding við teir gævu afturhaldsmakkarar sínar. Tað er ikki lukkuligur kærleiki, hann hevur til mannin hin steyrrætta og >Dagblaðsins< lot frá danevang. Ber til seinri at koma aftur til henda kærleika. Men harra ríkisumboðsmaður Vagn- Hansen, allar súðir eru ikki syftar — lotad, moti haðaai hevur áður ikki bara men blást ein ódnarstormur „gamle Danmark«. Fyri okkara javnaðarmanna skuld, kunnger bara øll embætismannaskriv, tó ikki so lumpisliga í brotum sum nú seinast í »Dagbladnum«. Men harrarnir Vagn-Hansen, ríkis- umboðsmaður Kristjan Djurhuus, løg- maður undir veingjarskjóli av >Dag- bladnum« Hetta brotid år tænastamannabræv- inum broytir ikki eitt einasta orð av teirri frågreiding, eg havi givið. Vararíkisumboðsmaðurin = skrivar, um rætt er upptikid, at uppskotið er skrivað á ríkisumboðsmannaskrivstov- uni, Ein våttan!!!!! OG VARARIKISUMBODSMAD- Varðaríkisumboðsmaðurin = noktar íkki. at hann og hansara tveir fulltrú- ar vóru mær til hjálpar at seta upp- skotið saman sum tað løgfrøðisliga átti at:ljóða fyri at vera samsvarandi við tað, ið ætlanin tingið skuldi samtykkja, um Norðoyingar tóku við. Og hann vil aldri nokta tað! BÁÐIR FULLTRÚARNIR EINS var, at URIN SJÁLVUR VILJA IVALEYST FEGNIR VIGANGA, AT TEIR EFTIR ÁHEITAN FRÁ MÆR HJÁLPTI OKKUM AT SETA UPPSKOTIÐ SAMAN. Tí TAÐ GJØRDU TEIR, OG TAÐ VILDU TEIR GJØRT FYRI EINHVØNN. Tá ið henda jåttanis fyriliggur — verður ikki mín frágreiðing av avvar- andi avsannað fyriliggur hon — er einki eftir av fjøðurini, at tað einasta ið hent var, var, at Dam hevdi fingið nakað avskrivað. At = vararíkisumboðsmaðurin yvir fyri mær undirstrikaði, at uppskotið stóð fyri okkara rokning, og at hann yvirhøvur ikki kundi vera við til at seta nakað fram uttan nýggjar sam- ráðingar við landsstýrið o. a. havi eg so tydiliga, sum sigast kann hildið fram áður. Tak t. d. hetta petti í eini grein mini: >... at hann (vararíkisumboðs- maðurin Elkær-Hansen! blstj.) ella hansara kantor tók heldur ikki å- byrgdina fyri fremjanini av upp- skotinum, sum gjørt var eftir javn- aðarflokksins áheitan til at fram (til tess hevði ríkisumboðið ikki haft stundir til av nýggjum at myndug- seta samráðast við avvarandi leikar sum landsstýrið o. a.)< Uppskotið var okkara og ikki sett fram av nøkrum øðrum — og vit bóðu ikki vararíkisumboðsmannin vera við. Men tað var sum áður sagt sett fram samsvarandi tað lyfti, sum var givið Norðoyingum í tí tiltikna til- boðnum. Aftaná ta støðu, hevði tikið vid at avvisa Norðoying- vararikisumbodsmadurin sum løgtingið um, kundi íkki uppá forhond rokna við øðrum, enn tí, sum fyrilá frá løgtingsins síðu. At løgtingið og teir ymsu = myndug- leikarnir vóru við forútsettist av ríkis- stjórnarinnar vidvirkan. Hetta skiltu eingir betri enn vit. MEN VARDARIKISUMBODS MADURIN HEVUR ONGATÍÐ SAGT, AT RÍKISSTJÓRNIN VILDI FALLA FRÁ SÍNUM TILSAGNI, UM HINIR PARTARNIR HER LANDSSTÝRIÐ OG LØGTINGID — STÓÐU VIÐ TEIRRA LYFTI, TEIRRA TILBOÐI. Og eg kenni meg alvísan í, at ríkis- stjórnin vildi hildið sítt lyfti, um leg- tingið broytti læknaskipanina, soleiðis sum vit skutu upp. og sum tilboðið for- útsetti. Tað er ein ill gerð móti Danmark, ein ring umboðsmannagerð, at vera við til at seta málið so á høvdið, at nú 10. oktober 1953 skal tað eita, at einki kundi henda Norðoyinganna ynski til frama, tí tað skuldi standa í botni í Danmark. Nei! Tað stóð ikki í botni í Dan- mark. Men her !!!! Lat tað sigast so greitt, at eingin skal misskilja tað: Javnaðarmenn og sjálvstýrismenn settu uppskot fram fyri at undirstrika, at vit vildu halda orð, og fyri kortini at royna, um løgmaður, løgtingsfor- maður, Håkun Djurhuus landsstýris- maður og flokksformaður við fylgis- monnum kortini ikki fóru at kveppa seg við at bróta orð sítt og halda allar og øll í Norðoyar læknadømi fyri gjøldur. Løgmaður og landsstýrið, løgtings- ins meirlutaflokkar aftraðu seg ikki við at bróta sítt orð og vera svíkjarar móti fólkinum í Norðoyar læknadømi. So illa eru vit farnir her á landi! Teir royndust illa. Ríkisstjórnin varð ikki roynd. Men uttan mun til ríkisumboðsm. Vagns- Hansens makkaraskap við >Dagblað- ið<, løgmannin og fylgi kenni eg meg vísan í, at ríkisstjórnin, annaðhvørt hon æt Erik Eriksen ella Hans Hedtoft. vildi staðið við sítt orð. Framhald) 7. oktober 1953. P. M. Dam. me orðoyingar . . . Framhald av 1. síðu. Hetta uppskotið var nógv meiri ra- dikalt og víttgangandi enn Robert Jo- ensens og mítt, ið loysti knútin bara við, at Halvorsen fór í læknafelagið og E. R. Nielsen fekk eitt nógv betri sjúkrahús at arbeiða á enn Klakksvík- ar sjúkrahúsið. Uppskotið at taka burtur treytirnar at vera læknafelagslimur fyri at vera sjúkrahúsyvirlækni var sjálvandi ein- ans grundað á at leggja tað soleiðis til rættis, at Halvorsen kundi verða sjúkrahúslækni. Og tað merkiliga var, at ikki bara ríkisumboðsmaðurin, mena landsstýr- ið, sjúkrahússtýrið og flokksformenn- inir søgdu seg at ganga við til hetta uppskotið. Og fáir mundu gruna ella illgitt, at ikki allir fult út stóðu aftan- fyri uppskotið. Men tá ið menn komu saman úti í Tinganesi aftaná svarið frá Norðoy- ingum uppá tilboðið, søgdu teir upp- sendu læknarnir, at teir vildu ikki verið farnir norður uttan vissu fyri, at Halvorsen ikki kom aftur. Hetta kom setta ríkisumboðsmann- inum, mær og øðrum dátt við. Løgmaður Kritsjan Djurhuus hevði verið í ministeriinum fyri at samráð- ast um læknamálið, og hann kom upp við læknunum. Nú er spurningurin: hevur hann verið við til hesa avtalu við læknar- nar Toft og Bang ?????? Er tað nakað, sum avsannar hetta? 22??? Norðoyingar hava so sanniliga haft sætta sansin í ordan, tá ið teir søgdu nei takk og ikki lótu seg .... Á Tvøroyri, tann 4.10.1953. P, M. Dam.