mikudagur 17. apríl 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 72 - 17. apríl 2002
Nr. 72 - 17. apríl 2002
29
Mánadagin var eitt
lítið hátíðarhald
hildið í viðarlundini
úti í Grøv. Hetta var í
samband við, at
næmingarnir á Tekn-
iska Skúla handaðu
borgarstjóranum eina
brúgv, sum tey gjøgn-
um farna hálva árið
hava latið úr hondum
HÁTÍðARHALD
Orð og myndir:
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Veðrið var av tí
allar fagrasta, tá hátíðar-
haldið fór fram. Sólin sendi
heitar geislar bæði oman og
niðan, og rættiligur summ-
ardámur var yvir fólkunum,
sum vóru til staðar. Børn
hoppaðu av steini til stein í
ánni, meðan tey vaksnu
hugnaðu sær við sjálvtøku-
borðinum, ið Jákup Ziska-
son hevði lagt til rættis á
bønum.
Viðarlundin vøkur
aftur
Allir norðoyingar munnu
minnast grimdarregni 18.
septembur seinasta ár, sum
oyðilegði ein stóran part av
viðarlundini úti í Grøv.
Gamlir menn vita at siga
frá, at ongantíð áður hevur
so nógv vatn staðið í ánni,
og hetta førdi eisini við sær,
at ein stórur partur av áar-
bakkanum hvarv í øllum
regninum. Eisini niðara
brúgvin fekk stóran skaða,
samstundis sum gøturnar í
viðarlundini fingu smáveg-
is snuddir.
Men býráðið setti bein-
anvegin eftir hendingina
pening til síðis, sum skuldi
verða nýttir til at fríðka um
viðarlundina aftur, og farna
hálva árið hevur býargartn-
arin saman við hansara
fólkum gjørt eitt megnar
arbeiði úti í Grøv.
Áarbakkin er laðaður upp
av nýggjum, gøturnar eru
asfalteraðar og plantur av
ymsum slag eru settar niður
framvið ánni.
Harafturat hava næming-
arnir á Tekniska Skúlanum
smíðað eina nýggja brúgv,
og varð hon handað borgar-
stjóranum hendan dagin.
Sjálvtøkuborð í
Móður Náttúru
Hans Hjalti Skaale, býar-
gartnari í Klaksvík, helt
eina lítla røðu um alt ar-
beiðið, sum lagt hevur ver-
ið í viðarlundina seinasta
árið. Og eingin ivi skal
verða um, at hann, saman
við hansara fólki, hevur
gjørt eitt megnar arbeiði.
Viðarlundin er nú so vøkur
sum ongantíð fyrr, og kom
hon eisini rættiliga til sín
rætt hendan góðveðursdag.
Síðan segði Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri, nøk-
ur orð, har hann eisini takk-
aði næmingunum á Tekiska
Skúla fyri teirra leiklut í
hesum sambandi.
Næmingarnir fingu í
november mánaða til upp-
gávu at smíðað eina nýggja
brúgv yvir um ánna, eftir at
tann gamla varð oyðiløgd
av áarfloyminum í septem-
ber. Tann nýggja brúgvin
líkist tí gomlu, og hóskar
stak væl inn í umhvørvið í
viðarlundini.
Efir
røðuna
handaði
borgarstjórin flokkinum ein
kekk áljóðandi 5.000 krón-
ur, og tey vóru sjálvandi
sera fegin um hesa sam-
sýning. Sum tann eini
næmingurin segði: »Ikki so
galið at fáa løn fyri skúla-
ting, ha?«.
Eftir røðurnar bjóðaði
Hans Hjalti øllum til sjálv-
tøkuborðið, sum Jákup
Ziskason hevði lagt til rætt-
is.
Á borðinum stóð pinna-
matur, sodavatn og vín, so
løtan fekk móti endanum
dám av eini útferð av tí fín-
ara slagnum.
Hátíðarhald úti í Grøv
Síðani heimasíðan hjá
Javnstøðunevndini lat
upp av nýggjum fyri
hálvari aðru viku
síðani, hava um 3000
fólk verið inni á síð-
uni og nógv hava
eisini tikið lut í
kjakinum og
atkvøðugreiðsluni
KVINNUVAL
Turið Kjølbro
Nýggja dagførda heima-
síðan er liður í stríðnum hjá
Javnstøðunevndini at fáa
fleiri kvinnur valdar inn á
ting, og at upplýsa og
kunna um ójavnstøðuna í
talinum av mannligum og
kvinnuligum løgtingslim-
um. Greitt verður frá,
hvønn týdning tað hevur
fyri samfelagið, at kvinnur
hava lítla politiska ávirkan
og
hvørjar
orsøkirnar
kunnu vera til, at so fáar
kvinnur stilla upp og verða
valdar inn á ting.
- Tað hevur týdning, at
fleiri kvinnur verða valdar
inn á ting. Eitt vælvirkandi
samfelag krevur aktivar
samfelagsborgarar,
sum
gera sína ávirkan galdandi,
tá raðfestingar verða gjørd-
ar og avgerðir tiknar. Ikki
bert tey gomlu, sjúku og
veiku hava fyri neyðini at
verða aktivir borgarar, um
tey skulu vænta at fáa
áhugamál teirra rímuliga
raðfest. Eisini tey ungu
mugu vísa á sín tørv.
- Og hvussu við kvinn-
unum? Umframt at tær eru
bæði ungar og gamlar,
sterkar ella veikar, so telja
tær helmingin av landsins
borgarum. Er tað annað enn
ein sjálvfylgja at tær, júst tí
tær eru kvinnur oftast rað-
festa øðrvísi enn menninir?
Kann samfelagið ella tann
politiski leikpallurin yvir-
høvur vera hesar røddir
fyriuttan, sigur Turið Debes
Hentze, forkvinna í Javn-
støðunevndini, sum vónar,
at veljararnir í ár stuðla
kvinnuligum
valevnum,
soleiðis at 2002 gerst árið,
har kvinnurnar sita á 25
prosent av Løgtingssessun-
um og harvið fáa møgu-
leika at gera seg galdandi á
politiska leikpallinum og
virka fyri einum meiri
fjølbroyttum virksemi á
tingi.
Í nýggjari grein á heima-
síðuna svarar hon spurn-
inginum, nógv hava sett,
nevniliga hví tað er neyð-
ugt við einum serligum
átaki fyri at fáa fólk at velja
kvinnur.
- Viðmerkingarnar, javn-
støðunevndin hevur fingið,
geva ein part av svarinum.
Blokeringar, ivasemi og
aggressiónir, tí kvinnurnar
nú vilja nakað annað enn
tað, sum hevur verið vænt-
að av teimum, og sum vit
eru von við. Tann politiski
leikpallurin hevur ikki júst
verið teirra. Og tað er ikki
ein sjálvfylgja at lata seg
umboða av eini kvinnu á
Føroya Løgtingi. Kynsbrill-
urnar forða her fyri út-
sýninum, sigur Turið Debes
Hentze millum annað.
Úr innihaldinum
Annika Wardum Joensen er
sett at samskipa heimasíð-
una. Á síðuni er ein rúgva
av spennandi og aktuellum
tilfari, ið alt nemur við
kvinnupolitiskar spurning-
ar og mál, ið viðkoma
kvinnum.
Hvørja
viku
verða kvinnuligir politik-
arar lýstir, og hesar greiðar
frá tankum og ætlanum við-
víkjandi javnstøðu. Fimm
fólk siga frá teirra meting
um ymiskar spurningar
viðvíkjandi javnstøðu, hesa
vikuna, hví summi fólk ikki
vilja atkvøða fyri einari
kvinnu.
Fesku
greinirnar
á
heimasíðuna hesa vikuna
eru tríggjar. Helena Dam á
Neystabø, tingkvinna, sigur
frá um arbeiðsháttin í
tinginum, Malan Johansen,
búskaparfrøðingur,
hug-
leiðir rundan um spurning-
in, um hon hevði broytt
nakað, um hon kom á ting,
og Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrøðingur,
viðger
spurningin, hvønn týdning
tað hevur fyri samfelagið,
at kvinnur hava lítla po-
litiska ávirkan. Í farnu viku
viðgjørdi Rói Patursson,
heimsspekingur,
spurn-
ingin, um kvinnur skulu
vera uppi í politikki, Bjørt
Samuelsen, tíðindakvinna,
setur spurnartekin við, hví
kvinnur siga nei at verða
uppstillaðar, og Dagny
Joensen,
tíðindakvinna,
hugleiðir um spurningin,
um kvinnuligu politikarar-
nir hoyrast. Í komandi viku
eru aftur nýggjar áhuga-
verdar greinir at lesa.
Hvørja viku skrivar for-
kvinna í Javnstøðunevndini
um kvinnur og politikk, og
heimasíðuvitjandi
svara
spurninginum, um fleiri
kvinnur áttu at havt sæti á
tingi,
Slóðir eru til danskar
greinar og annað tilfar um
javnstøðu.
Í morgin, tað vil siga í
hósdagsblaðnum, fer So-
sialurin undir eina greina-
røð, vit rópa Kvinnuval.
Fyrsta greinin er samrøða
við Anniku Wardum Joen-
sen, samskipara av heima-
síðuni hjá Javnstøðunevnd-
ini,
sum
eisini
hevur
royndir sum stjóri. Síðani
koma seks greinir, ein í
hvørjum blaði til valið, har
kvinnulig valevni umboð-
andi allar seks flokkarnar,
siga frá, eitt nú, um tær ætla
at virka fyri størri javn-
støðu í samfelagnum. Sein-
asta greinin, sum kemur
sjálvan valdagin, er sam-
røða við Helenu Dam á
Neystabø, tingkvinnu.
www.javnratt.fo væl vitjað
- Umframt at kvinnurnar
eru bæði ungar og gamlar,
sterkar ella veikar, so telja
tær helmingin av landsins
borgarum. Er tað annað enn
ein sjálvfylgja at tær, júst tí
tær eru kvinnur oftast
raðfesta øðrvísi enn
menninir, sigur Turið Debes
Hentze, forkvinna í
Javnstøðunevndini
HT-3 flokkurin á Tekniska Skúla í Klaksvík hevur farna hálva
árið smíða nýggju brúnna
Eysturoyar Javnaðarfelag
verður í HÆDDINI í Saltangará
Í kvøld, MIKUKVØLDIÐ 17. APRÍL 2002 KL. 20-22
Jens Marni Hansen úr Kollafirði spælir og syngur
Kaffi, te, smyrjibreyð og køkur verða at fáa
Valevni Javnaðarfloksins verða við á hugnaløtuni
og høvið verður at skifta orð við tey
Øll eru hjartalig vælkomin
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. 2400,
Norðoya Sparikassi, 700
Klaksvík.
Viðtøkur broyttar:
31.12.2001 og
22.02.2002.
Ábyrgdarpeningurin er
tann 31. december 2001
kr. 2.817.000,00
Skráseting Føroya tann
15. apríl 2002
Kristin Balle
_____________________
www.johandahl.net
Johan Dahl
Valevni
Sambandsfloksins
í Suðuroy
Vit kunnu ikki lova tær pláss á lands-
liðnum…
… men eftir summarfrítíðina hava vit tvey
lærupláss tøk. Og hjá R&W hava vit eisini eitt
dugnaligt og væl samanspælt lið.
At grannskoða varð fyrr mangan hildið at vera eitt
keðiligt arbeiði, har ein bara sat og stardi at tølum.
Í dag virkar grannskoðarin ofta sum ráðgevi, og
við sínum heildarinnliti í viðurskifti kundans kann
hann veita virðisskapandi ráðgeving.
Umframt at grannskoða skal grannskoðarin í dag
eisini kunna geva ráð um fígging, management,
skatt, roknskap o.a. Hetta krevur bæði praktiska
og teoretiska útbúgving. Tað er eisini neyðugt at
hava góðan kunnleika bæði til vinnulívið sum heild
og alment virksemi og stovnar.
Jú, grannskoðan er í roynd og veru spennandi, og
ein útbúgving hjá okkum gevur sera góðar
framtíðarmøguleikar.
Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú fyrst kanst lesa
HD. Tað merkir, at tú vinnur pening, samstundis
sum tú fært eina hægri útbúgving.
Ætlar tú tær víðari eftir HD, eru møguleikarnir
fleiri. Tú kanst t.d. lesa cand. merc. aud. sum
sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir hjá
okkum. Tú kanst eisini lesa cand. merc. aud. sum
fulltíðarlesandi í Danmark - tú kanst fáa farloyvi,
og kanska kunnu vit útvega tær arbeiði í
lestrartíðini hjá PricewaterhouseCoopers í
Danmark.
Aftan á cand. merc. aud. er møguleiki at gerast
statsautoriseraður grannskoðari. Hevur tú vilja og
evni, stuðla vit tær sjálvsagt í at fullføra tað, tú
setir tær fyri.
Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur students-,
HF- ella HH-prógv í summar, og at tú ert
áhugað(ur) í eini búskaparligari útbúgving. Tú
hevur hug at sameina eina teoretiska útbúgving
við eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað
vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum.
Størvini skulu setast eftir summarfrítíðina, men
longu nú kunnu vit gera eina setanaravtalu. Ynskir
tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og
seta teg í samband við Ole Guldborg Nielsen ella
Klaus Rasmussen.
Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upp-
lýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
27. apríl .
Á Glaðsheyggi · Box 30 · FO-110 Tórshavn
Tel. (+298) 31 10 17 · Fax (+298) 31 10 18
E-mail: rasmussen@rasmussen.fo · http://www.rasmussen.fo
C
M
Y
K
29
28