Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 17. apríl 2002 27 Tað vóru Hallur Stakksund og Katrin Sørensen, ið gjørdust vinnarar av næstu duathlonkappingini, sum Føroya Triahtlon Felag skipaði fyri í góðveðrinum sunnudagin Tíðindaskriv: Duathlon er samansett at greinunum svimjing og renning. Íðkarin skal fyrst svimja ein ávísan tein, skunda sær at skifta í renni- klæðir og síðani renna ein ávísan tein. Fyri góðum mánaði síðan skipaði FTF fyri fyrstu kappingini í ár. Tá vann Bogi Lenvig kappingina hjá monnum og Rannvá Jacob- sen kvinnum. Bogi luttók ikki sunnu- dagin, og tí var spenningur um hvussu leikur fór. Hall- ur gjørdist nr. tvey seinast og tí var hann favorittur. Luttakararnir skuldu fyst svimja 750 metrar og síðan renna 5 km. Svomið var í Svimjihylinum í Gunda- dali, og luttakararnir skuldu síðan skunda sær í renni- skógvarnar og út at renna. Leiðin gekk oman eftir Ringvegnum, Yvir við Strond har vent varð nakað sunnanfyri Tórgarðsgøtu. Leiðin gekk síðan niðan aftur til Svimjihylin har málið var. Hallur legði hart út, og hann var eisini fyrstur úr hylinum. Eli Christiansen var eisini væl við, og kom úr hylinum stutt eftir Hall- ur. Men Hallur rann væl og tá avtornaði vann hann meir enn einum minutti. Í fyrru kappingini var Rannvá Jacobsen einsamøll kvinna. Men hesa ferð vóru fleiri um boðið, og nú fekk hon harða kapping frá Katrin Sørensen. Báðar eru tær fyrrverandi landsliðs- svimjarar, og tær komu tí báðar nærum samstundis úr hylinum. Katrin rann væl og tað øktist tí skjótt mill- um tær báðar, og tá avtorn- aði vann Katrin ein tryggan sigur – meira enn tríggir minuttir vóru millum nr. 1 og 2. Næsta kapping, ið FTF skipar fyri verður 12. mai. Tá verður kappast í Triathlon, har svomið verð- ur 750 metrar, súkklað 20 km og runnið 5 km. Hallur og Katrin vunnu Menn Tíð Stig 1. Hallur Stakksund 32 min. 24 sekund 40 2. Eli Christiansen 33,39 36 3. Gunnar Dahl-Olsen34,52 30 Kvinnur Tíð Stig 4. Katrin Sørensen 36 min. 11 sekund 40 5. Rannvá Jacobsen 39,37 36 6. Annika Jacobsen 43,23 30 7. Brynhild Klein 45,09 26 Samlaða støðan eftir tvey umfør: Menn Stig 1. Hallur Stakksund 74 2. Eli Christiansen 60 3. Gunnar Dahl-Olsen 53 4. Bogi Lenvig 40 5. Dia Jacobsen 20 7. Kári Simonsen 18 Kvinnur Stig 8. Rannvá Jacobsen 74 9. Katrin Sørensen 40 10. Annika Jacobsen 30 11. Brynhild Klein 26 Eli Christiansen gjørdist nr. 2 í Duathlon klappingini 27 26 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Hans Jacob og Arnbjørn vunnu Føroya Tele Cup í bridge um vikuskiftið við einum sera góðum endaspurti, tá teir tóku seg framum oddafiskarnar BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen vunnu Føroya Tele Cup við einum góðum endaspurti. Tað mesta av kappingini høvdu Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr ligið fremstir við Robert Langgaard og Eyðuni Anthoniussen í hølinum, men í allar seinasta umfari eydnaðist Hans Jacob og Arnbjørn at smoyggja sær framum, tá tey bæði fremru pørini spældu javnt móti hvør øðrum. Føroya Tele Cup er ein liður í royndunum hjá landsliðunum, sum skulu til EM í summar, at fáa fígging til luttøkuna. Tiltakið eydnaðist stak væl og gav eitt gott íkast til EM liðini. 22 pør spældu við og fingu eina vælskipaða og spennandi kapping, sum á allan hátt stóð mát við aðrar slíkar kappingar uttanlands. Kappingar- hátturin, ið nýttur var, kallast Swiss Pairs. Spæld vóru 60 spøl (12 umfør á 5 spøl), og millum hvørt umfar fingu leikarar barometeruppgerð við øllum spølunum frá fyrra umfarinum á. Avgjørt ein service, sum fall í góða jørð hjá leikarunum. Skulu vit seta fingurin á nakað, so var tað, at ov ofta hittust tey somu pørini í fylgjandi umførum. Føroya Tele Cup — endaligt úrslit 1 Arnbjørn Sivertsen — Hans Jacob Petersen 695 2 Robert Langgaard — Eyðun Anthoniussen 686 3 Per Kallsberg — Dánjal Pauli Mohr 680 4 Magni Jøkladal — Árant Berjastein 663 5 Niels Nielsen — Bjarki Johannesen 623 6 Oddmar Danielsen — Einar Ellingsgaard 622 7 Zakarias Joensen — Salomon Johansen 618 8 Hallberg Arnfríðsson — Kaj Alstrup 616 9 Jógvan Juel Rasmussen — Allan Dal-Christiansen603 10 Danny Danielsen — Ann Thomsen 599 11 Hannis Jacobsen — Súsanna Dam 590 12 Hans Egil Joensen — Edmund Joensen 589 Eyðbjartur Danielsen — Hanus Bærentsen 589 14 Laila Danielsen — Maria Christiansen 583 15 Hallur Ellingsgaard — Eirikur Joensen 581 16 Jórun Johannesen — Marjun Restorff 576 17 Eyðun Joensen — Pól Joensen 575 18 Jan Petersen — Øssur Winthereig 574 19 Eyðun Olsen — Ingolf Olsen 549 20 Haldor Ellingsgaard — Jóannes Sólheim 542 21 Jens Pauli G. Nolsøe — Høgni Hansen 527 22 Kristina Ottosdóttir — Andras Róin 514 Her skulu vit síggja nøkur spøl frá Føroya Tele Cup. Vit sita til borðs saman við vinnararunum av kappingini. Spennandi klípingar — "Først den ene vej...." Eystan spældi sp 6 út til 7, 9 og K. Spaðarahaldið var burtur, og nú skuldi alt gerast rætt í rútara. Hans Jacob fór út á borðið uppá hj A, spældi ru Q, kongurin kom á, og essið tók stikkið. Tá hann spældi rútara aftur, blivu tíggjuni hjá Eystan klípt út. Tvey onnur pør fingu eisini 10 stikk í 3ut, og spælið gav NS +8 á barometrinum av 10 møguligum. Sperrimeld og Lebensohl Øll vita, hvønn týdning góðar bremsur hava, tá ið vit eru úti í ferðsluni. Tað sama er galdandi í bridge, ikki minst tá ið mótparturin ger ferðsluna ótrygga við einari sperrimelding. Ein verjuskipan móti sperrimeldingum er Lebensohl. Í hesum spælinum síggja vit eitt dømi um, hvussu Lebensohl skipanin hjálpir okkum at støðga, meðan væl er. Sunnan sperrar 2sp, sum kann vera 5 ella 6 litur og sera veikt. Hetta er orsøkin til, at Norðan her er so passivur. Vestan upplýsingarduplar. Eystan hevur eina veika hond og vísir hetta við at svara 2ut til duplingina. Meldið biður makkaran melda 3kl og síðan pass, um nýggjur litur verður meldaður. Fleiri EV komu ov høgt í hesum spælinum, uttan iva tí tey ikki nýta Lebensohl. Kontraktin 3kl fór tveir niður, 100 til NS. Spælið gav EV +9 á barometrinum. Fleiri NS sluppu at vinna eina spaðarakontrakt við 9 ella 10 stikkum. FM pør finala FM finalan fyri pør verður leygardagin 20. apríl í Bridgehúsinum í Havn. Byrjað verður at spæla kl 10.00 fyrrapartin. 20 pør eru við í finaluni, og tey skulu spæla 57 spøl, áðrenn vit hava funnið føroyameistararnar fyri í ár. Hans Jacob og Arnbjørn fóru við sigrinum Spil 16 V/EV S p Hj R ú K l K8 K872 A 7 4 A J 9 8 S p Hj R ú K l AJ1095 3 J 4 K KQ106 S p Hj R ú K l 6 4 2 Q10953 1 0 6 5 5 3 S p Hj R ú K l Q7 A 6 QJ9832 7 4 2 V N E S Eyðun Anthonius sen Hans J Petersen Robert Langgaar Arnbjørn Sivertse 1 s p D pass 3 r u pass 3 u t pass pass pass Spil nr 27 S / - S p Hj R ú K l AK9 J1064 A965 8 3 S p Hj R ú K l 6 3 AK52 J 1 0 4 KQ109 S p Hj R ú K l J 5 4 Q93 Q82 6 5 4 2 S p Hj R ú K l Q10872 8 7 K73 A J 7 V N E S Arnbjør Sivertse Per Kallsber Hans J Petersen Dánjal P Mohr - - - 2sp D pass 2 u t pass 3kl pass pass pass Arnbjørn Sivertsen og Hans Jacob Petersen vunnu Føroya Tele Cup um vikuskiftið við 695 stigum Robert Langgaard og Eyðun Anthoniussen gjørdust júst ov stuttir við 685 stigum Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr vóru eisini heiðraðir, eftir at teir endaði á triðja plássi við 680 stigum C M Y K 26