Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 17. apríl 2002 25 Smáungalingameistar akappingin var í Vági seinasta vikuskiftið, og svimjifelagið Skeggjar úr Gøtu vann kappingina við heili 14 gullmerkjum. Pauli Mohr úr Fugla- fjarðar Svimjifelag setti harumframt fýra bólkamet SVIMJING Stefan í Skorini SUM er kappingin fyri bólk 2, sum eru svimjarar føddir í 1991 og 92, og fyri bólk 1, sum eru svimjarar føddir í 1993 og seinni. 80 svimjar- ar vóru í svimjihøllini í Vági, har kappingin var hildin. Endaliga úrslitið var, at svimjifelagið Skeggjar úr Gøtu fekk flest heiðurs- merki. Skeggjar fekk 14 gullmerki, 1 silvurmerki og 2 bronsumerki. Fuglafjarð- ar Svimjifelag var á øðum plássi og Havnar Svimji- felag var á triðja plássi. Mest vinnandi einstak- lingarnir vóru Elspa Mørk- øre frá Skeggjum við átta gullmerkjum og Pauli Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag við sjey gull- merkjum. Pauli Mohr setti harum- framt heili fýra bólkamet í bólki 2. Hann setti met í 100 metrar frí við tíðini 1.12.3. Gamla metið á 1.12.7 átti Hanus Eysturdal frá Havnar Svimjifelag. Í 100 metur bringu er nýggja metið hjá Paula 1.41.2. Gamla metið hjá Sonny Dalheim úr Skeggjum var 1.41.6. Í 100 metur bringusvimj- ing setti Pauli met við tíðini 0.33.1. Gamla metið, sum Per M. Venned eigur, er 0.33.5. Síðsta metið hjá Paula var í 100 metur rygg, og tað var á 1.25.6. Pól Jóhannes Justinussen eigur gamla metið á 1.27.6. Tey luttakandi svimji- feløgini vóru Vágs Svimji- felag, Tvøroyrar Svimji- felag, Fuglafjarðar Svimji- felag, Havnar Svimjifelag, Skeggjar úr Gøtu og Flot av Toftum. Vanliga er kappingin í Klaksvík, men vegna um- bygging av høllini, mátti kappingin finna nýggj høli í Vági. Fyrstu kappingarnar vóru fríggjadagin 12. apríl, tá Ásgerð Stenberg setti kappingina. 34 kappingar vóru til- samans, og svomið varð í øllum svimjigreinum. 100 metur frí gentur bólkur 2 1. Elspa Mørkøre Skeggjar 1.17.7 2. Mona Simonsen TS 1.28.0 3. Katharina Madsen HS 1.30.4 100 metur frí dreingir bólkur 2 1. Pauli Mohr F.S. 1.12.3 2. Pauli Norðfoss HS 1.19.4 3. Jóan Símun Edmundson Flot 1.20.9 50 metur bringa gentur bólkur 2 1. Elspa Mørkøre Skeggjar 0.46.0 2. Fríða við Streym HS 0.46.8 3. Malan Bærendsen TS 0.47.8 50 metur bringa dreingir bólkur 2 1. Pauli Mohr F.S. 0.45.9 2. Arnold Davidsen Flot 0.50.5 3. Patur Mc Intosh HS 0.52.5 50 metur bring gentur bólkur 1 1. Margunn Jacobsen Skeggjar 1.06.3 2. Elisabeth Bærendsen TS 1.08.3 3. Dagmar M. Vinther HS 1.13.3 50 metur bringa dreingir bólkur 1 1. Arni Gregersen Skeggjar 1.01.1 2. Benjamin Sikivat TS 1.04.7 3. Christian Dan Sørensen HS 1.07.0 4 ferðir 50 metrar frí gentur bólkur 2 1. Havnar Svimjifelag 1 2.52.4 2. Tvøroyrar Svimjifelag 2.59.1 3. Skeggjar 3.00.9 4 ferðir 50 metrar frí dreingir bólkur 2 1. Flot 2.32.0 2. Havnar Svimjifelag 2.51.1 3. Fuglafjarðar Svimjifelag 2.56.9 100 metur firvald gentur bólkur 2 1. Elspa Mørkøre Skeggjar 1.38.9 2. Mona Simonsen TS 1.56.1 3. Aster Thorsen VS 2.02.1 100 metur firvald dreingir bólkur 2 1. Pauli Norðfoss HS 1.51.2 2. Jóan Símun Edmundson Flot 1.52.2 100 metur blandað gentur bólkur 1 1. Elisabeth Bærendsen TS 2.16.7 50 metur rygg gentur bólkur 2 1. Elspa Mørkøre Skeggjar 0.43.9 2. Mona Simonsen TS 0.46.8 3. Katharina Madsen HS 0.47.7 50 metur rygg dreingir bólkur 2 1. Pauli Mohr F.S. 0.39.6 2. Petur Mc Intosh HS 0.42.7 3. Jóan Símun Edmundson Flot 0.43.9 100 metur bringa gentur bólkur 2 1. Elspa Mørkøre Skeggjar 1.39.8 2. Fríða við Streym HS 1.47.6 3. Malan Bærendsen TS 1.48.2 100 metur bringa dreingir bólkur 2 1. Pauli Mohr F.S. 1.41.2 2. Arnold Davidsen Flot 1.53.1 3. Petur Mc Intosh HS 1.54.2 50 metur frí gentur bólkur 1 1. Margunn Jacobsen Skeggjar 0.49.0 2. Elisabeth Bærendsen TS 0.51.2 3. Gunvá Justinussen Skeggjar 0.52.8 50 metur frí dreingir bólkur 1 1. Benjamin Sikivat TS 0.44.4 2. Hallur Petursson VS 0.45.5 3. Christian Dan Sørensen HS 0.45.7 100 metur blandað gentur bólkur 2 1. Elspa Mørkøre Skeggjar 1.28.7 2. Bjørg Seloy HS 1.40.4 3. Katharina Madsen HS 1.42.3 100 metur blandað dreingir bólkur 2 1. Pauli Mohr F.S. 1.29.3 2. Petur McIntosh HS 1.36.8 3. Høgni Miné Rasmussen HS 1.38.5 4 ferðir 50 metrar frí gentur bólkur 1 1. Skeggjar 4.24.0 2. Fuglafjarðar Svimjifelag 6.11.3 4 ferðir 50 metrar frí dreingir bólkur 1 1. Havnar Svimjifelag 3.43.7 50 metur frí gentur bólkur 2 1. Elspa Mørkøre Skeggjar 0.35.6 2. Bjørg Seloy HS 0.38.4 3. Mona Simonsen TS 0.38.9 50 metur frí dreingir bólkur 2 1. Pauli Mohr F.S. 0.33.1 2. Jóan Símun Edmundson Flot 0.33.9 3. Høgni Miné Rasmussen HS 0.35.9 50 metur rygg gentur bólkur 1 1. Gunvá Justinussen Skeggjar 0.59.2 2. Elisabeth Bærendsen TS 1.01.2 3. Dagmar M. Vinther HS 1.03.3 50 metur rygg dreingir bólkur 1 1. Hallur Petursson VS 0.55.3 2. Sacho M. Bjartson HS 0.56.9 3. Christian Dan Sørensen HS 0.57.1 100 metur rygg gentur bólkur 2 1. Elspa Mørkøre Skeggjar 1.27.4 2. Mona Simonsen TS 1.43.2 3. Bjørg Seloy HS 1.45.0 100 metur rygg dreingir bólkur 2 1. Pauli Mohr F.S. 1.25.6 2. Petur Mc Intosh HS 1.33.6 3. Høgni Miné Rasmussen HS 1.36.6 50 metur firvald gentur bólkur 2 1. Katarina Madsen HS 0.44.6 2. Elspa Mørkøre Skeggjar 0.44.7 3. Mona Simonsen TS 0.52.5 50 metur firvald dreingir bólkur 2 1. Høgni Miné Rasmussen HS 0.45.0 2. Jóan Símun Edmundson Flot 0.46.6 3. Pauli Norðfoss HS 0.47.3 4 ferðir 50 metrar firvald dreingir bólkur 2 1. Skeggjar 3.19.3 2. Tvøroyrar Svimjifelag 3.24.7 Smáunglingameistaraskapið 2002 Skeggjar fekk flest heiðursmerki Pauli Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Elspa Mørkøre úr Skeggjum vóru teir einstaklingarnir, ið vunnu flest heiðursmerki. Pauli setti harumframt fýra bólkamet 80 svimjarar úr øllum landinum vóru við í kappingini í Vági. Her fáa nakrar gentur heiðursmerki 25 24 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Vit prenta her røðu, sum Karin Kjølbro helt í sambandi við, at seinasta barna- og ungdómskappingin í talvi varð hildin í Norðurlandahúsinum 15. april 2002 Góðu børn – kæri ungdómur. Vegna Norðurlandahúsið skal eg bjóða tykkum at vera vælkomin. Vit eru serliga glað fyri vitjan tykkara. Norður- landahúsið hevur beinleiðis álagt húsum sum hesum serliga at lata dyrnar upp fyri børnum og ungum. Nú hava tit fleiri ferðir verið her, og vit halda, at eisini tit hoyra til og eiga hetta vala- hús. Tað var eitt skilahugskot, tá talvfeløgini kring landið tóku stig til at seta ung og børn við. Her grør um gangandi fót. Í nøkrum av skúlunum eru lærarar eld- sálir, ið vilja læra børnini, og harumframt er talv vorð- ið møgulig lærugrein í kvøldskúlaundirvísingini. Vit eru mong ið halda, at so stór ogn er í talvspæli, at tað átti at veri lærugrein í fólkaskúlanum. Varð tað so, so komu genturnar helst eisini at taka hetta spæl til sín. Fari at nýta høvi at takka tykkum íbirtarum, ið geva okkara børnum og ungum eina breyt at ganga, ið bæði kann vera alternativ og ískoyti til ítróttin, teldur og alnót. Hetta er dømi um týd- ningarmikið fyribyrgjandi arbeiði, tá tað er best. Tú gerst málleys, tá tú fert at kunna teg um hetta ediliga spæl. Skilji, at tað longu eru millióna møgu- leikar at flyta talvfólki, eftir fáar leikir á borðinum. Eisini víkingar telvaðu. Vit kunnu siga, at tit eru við til at byggja brúgv frá forn- øld okkara til KT-øldina. Grannatjóð okkara Ísland, sendi sjey teirra bestu telv- arar til Keypmannahavnar í 1994 fyri at hátíðarhalda 50 ára dagin fyri frælsi sínum. Ætlanin var at telva simul- tant móti í alt 640 dønum, sum svarar til tíðarskeiðið uppá 640 ár, sum ísland og Danmark vóru saman í ríkisfelagsskapi. Ikki skulu tit ivast í, at mong okkara vóru pretin (errin), tá Hans Kristian Simonsen vann á Garry Kasparov. Eisni her er dømi um, at tit ungu seta Føroyar á heimskortið, eins og t.d. svimjihetjan Heidi Andreassen gjørdi tað. Í farnu viku gjørdist eitt fim- leikaralið í Føroyum dan- markarmeistarar. Vænti, at onkur serlig barna- og ungdómskapping verður næsta ár, tá danska talvsambandið verður 100 ár. Stuttligt hevði verið, um tit tá kundu gjørst Dan- markarmeistarar. Gott er at seta sær høg mál, men gloymi ikki, at hitt týdning- armesta er at vera við og at hava gleði av tí vinarlagi og samanhaldi, sum fylgir við. Dagurin í dag er endin á kappingum tykkara á hes- um sinni. Ljósið og summ- arið býður eisini tykkum eina góða kapping í dag og eitt gott summar fyri fram- man. Við hesum orðum er barna- og ungdómskapp- ingin 2002 í Norðurlanda- húsinum sett. Talv tekur seg nógv fram C M Y K 24