mikudagur 17. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað kann kosta AB
sigurin í Vejle, at teir
sunnudagin høvdu
fýra spælarar í senn á
vøllinum, sum ikki
eru ES borgarar
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Í gjár varð staðfest her í
blaðnum, at Vejle var nærri
niðurflytingarplássinum,
enn teir høvdu verið undan
vikuskiftinum. AGF hevði
við 2–2 javnleikinum á
heimavølli ímóti AaB lyft
seg nærri upp ímóti Vejle,
sum tapti 4–0 ímóti AB.
Men nú er komið fram, at
AB hevur gjørt ein brølara,
sum tað er sannlíkt fer at
kosta teimum øll stigini.
AB hevði síðstu níggju
minuttirnar fýra spælarar á
vøllinum, sum ikki eru ES
borgarar. Reglurnar siga, at
tað er ikki loyvt at hava
fleiri enn tríggjar spælarar á
vøllinum í senn, sum ikki
eru ES borgarar. Teir í AB
vístu DBU á, at teir høvdu
gjørt eitt mistak.
Í donsku fjølmiðlunm
verður víst á, at um tað fer
at ganga, sum tað áður hev-
ur gingið í sovornum støð-
um, so fer AB at missa stig-
ini, og Vejle fer at fáa stig-
ini. Í hesum sambandi
verður víst á skriviborðs-
mistakið hjá Herfølge fyri
knøppum seks árum síðani.
Í august 1996 spældu teir
ímóti AGF. Aftaná vísti tað
seg, at Herfølge ikki hevði
syrgt fyri, at spæliloyvið
hjá Jákupi Mikkelsen varð
flutt frá KÍ og til Herfølge.
Tað hevði við sær, at AGF
vann stigini.
Á vøllinum hevði Her-
følge vunnið dystin, men
teir mistu stigini. Tað kost-
aði teimum silvurkrónurnar
og harvið Europa Cup lut-
tøku. Nú verður mett í don-
sku fjølmiðlunum, at tað
eigur at ganga á sama hátt
hjá AB, sum tað fyri seks
árum síðani gjørdi hjá Her-
følge. Avgerðin verður tikin
í hesi vikuni, og í Vejle fjala
teir ikki, at stigini høvdu
komið væl við hjá teimum.
Í Vejle høvdu teir annars
longu frammanundan heitt
á DBU um at fáa dystin
ímóti AB spældan umaftur.
Teir vísa á, at sjónvarps-
upptøkurnar greitt vísa, at
dómarin ikki dømdi mál, tá
Vejle longu eftir tíggju
minuttir skoraði til 1–0.
Bólturin støkk út aftur í
spæl, eftir at hann hevði
tikið jarnstólpa inn í máli-
num.
Øll í felagnum siga
seg harmast um, at
norski venjarin hevur
lagt frá sær, men fyrr-
verandi málverjin
sigur, at hann er vísur
í, at venjarin hevur
fingið sekkin
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Sjógvarnir ganga høgir í
Brøndby í hesum døgum.
Eftir at munurin frá odda-
liðnum og aftur til FCK
sunnudagin var svunnin
niður í tvey stig – í vetrar-
steðginum var hann tíggju
stig – boðaði norski venjar-
in, Åge Hareide, mánadag-
in frá, at hann ikki helt seg
til
framvegis
at
hava
ábyrgdina av Brøndby lið-
num í superliguni. Hann
vildi sleppa burturúr venj-
arastarvinum, tí hann kendi
seg ikki hava tað yvirskot-
ið, sum skal til, um venjarin
skal megna at geva spælar-
unum rætta íblásturin.
Hóast soltnu úrslitini í
vár, so kom uppsøgnin sum
ein bumba. Tað eru bara
nakrir dagar síðani, at Åge
Hareide og Brøndby samd-
ust um, at samstarvið
skuldi halda fram til nýggj-
árs. Sáttmálaskeiðið varð
annars liðugt í summar.
Vit harmast avgerðina
hjá venjaranum. Tað søgdu
stjórin í Brøndby, Per
Bjerregaard,
og
liðfor-
maðurin
og
málverjin,
Mogens Krogh.
Samstundis
sum
teir
næstu – so at siga – søgdu
seg harmast um nýggju
støðuna. So var fyrrverandi
Brøndby málverjin av ein-
ari heilt aðrari áskoðan.
Peter Schmeichel legði ikki
fingrarnar ímillum, tá hann
seinnapartin
mánadagin
kom úr Onglandi og til
Keypmannahavnar at taka
lut í sjónvarpssending um
fótbólt. Hann segði seg
vera fullvísan í, at stjórin í
Brøndby við teknum, sum
ikki kundu misskiljast, hev-
ði givið norska venjaranum
tað hugskotið, at hann átti
at taka seg aftur sum venj-
ari.
Brøndby setti mánadagin
Tom Køhlert í venjarastarv-
ið. Hann hevur áður verið
høvuðsvenjari í Brøndby.
Hesa seinastu tíðina hevur
hann havt ábyrgdina av at
menna ungar spælarar. Tom
Køhlert er ein fyribils
loysn,
meðan
Brøndby
leitar
eftir
nýggjum
venjara.
Åge Hareide sigur, at nú
fer hann at halda frí og
hvíla seg. Men tíðindini eru
longu farin at ganga um,
hvat næsta starvið hjá hon-
um verður. Venjarin hjá
Rosenborg hevur boðað frá,
at hann ætlar sær úr starvi-
num, tá norska kapping-
arárið verður liðugt í heyst.
Rune Braseth, sum fyri ikki
so nógvum árum síðani var
miðverji í Werder Bremen
og á norska landsliðnum, er
nú stjóri í Rosenborg. Hann
sigur, at Åge Hareide
avgjørt er eitt evni til
venjarastarvið í Trónd-
heimi.
BILJARD
Jan Müller
Trúgvur hevur hann ver-
ið, stuðulin hjá odda-
spælarunum í billard í
Klaksvíkar
Klubba.
Tummas
Johannessen
hevur trúðliga øll árini
ferðast kring Føroya land
fyri at stuðla sínum
monnum, tá avgerandi
kappingar hava verið.
Hann var við á Tvøroyri,
tá Sonhard Johannessen
sum fyrsti klaksvíkingur
nakrantíð vann FM-heit-
ið fyri einstaklingar, og
hann var aftur við í Havn,
nú Kristian Suni Høgne-
sen vann sítt fyrsta FM-
heiti.
Í billardkappingum eru
dómarar alfa og omega.
Og man Tummas eiga
tað, ið mest líkist einum
Føroyameti í døming eis-
ini. Tá fremmand lið vitja
í Klaksvík eru altíð boð
eftir Tummasi at reisa
keylur og telja saman
nógvu eyguni hjá lið-
feløgum sínum. Hann er
vorðin ein fastur táttur í
billardmyndini, serstak-
liga kring eitt av landsins
elstu og bestu billard-
borðum, tað í Klaksvíkar
Klubba.
Á myndini síggja vit FM-meistaran saman við stuðli
sínum eftir lokna kapping – í góðum hýri. Kristian Suni
vísir okkum tríggjar sigursfingrar, ein fyri Haldor Holm-
kappingina, ein fyri FM fyri lið og ein fyri FM fyri
einstaklingar. (Av tí at henda myndin kom skeivt fyri í
blaðnum í gjár seta vit hana í av nýggjum)
Mynd: Jan
Trúgvur stuðul hjá
billardítróttini
Brøndby venjarin hevur lagt kongin
Vejle vil vinna
á skriviborðinum
Nr. 72 • mikudagur • 17. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
23
22
Nr. 72 - 17. apríl 2002
VALGREINAR
Rækjuflotin
Rættindi skulu
vinnast og verjast !
Sigfríður Dam
Olsen
valevni Javnaðar-
floksins í Vágum
Mangan hevur leikað
hart á, tá føroyingar
skulu hava vunnið og
vart rættindi. Øll minn-
ast vit stríðið um fiski-
mørk okkara og mót-
støðuna móti innliman í
EEC ella ES, sum tað
nú eitur.
Onnur mál eru rætt-
indi til oljuna í undir-
grundini, og rættin til
fiskiríkidømi. Í øllum
hesum málum og mong-
um øðrum við, hava vit
føroyingar staðið saman
sum ein maður.
Við stríð og strev hava
vit nú vunnið ræðið á
tilfeinginum innanfyri
okkara búskaparmørk,
men harafturat hevur
ein partur av okkara
fiskimonnum og reið-
arum, við tógvið stríð
megnað
at
vunnið
okkum tjóðarrættindi á
fjarskotnum fiskileið-
um. Her verður sjálv-
andi hugsað um rættindi
okkara at fiska rækjur á
Flemish Cap, Eystur-
grønlandi og við Sval-
bard. Hesi tjóðarrættindi
eru einastu rættindi, vit
eiga, uttanfyri okkara
sjómark, og hesi rættindi
kunna vit bert verja við
at fremja okkara nýtslu-
rætt.
Úti í stóru verð verður
kríggjast fyri slík rætt-
indi, og tjóðir sum Japan
og USA brúka milli-
ardir av krónum fyri at
verja líknandi rættindi.
Fyrimyndarliga stríðast
eisini grannar okkara
Ísland og Noreg fyri at
varveita
rættin
til
hvalaveiðu.
Her heima hava vit
ENN nakrar fiskimenn
og reiðarar, sum eru til
reiðar at verja hesi
rættindi okkara, men
sera vánaligur markn-
aður fyri rækjum, høgur
oljuprísur, stórar eykaút-
reiðslur í mun til flotan
annars
og
vánaligar
arbeiðsumstøður, hava
gjørt hesa vinnu sárbara.
Og um ikki hetta var
nógmikið,
so
hevur
sannur politiskur ágang-
ur tikið seg upp ímóti
rækjutrolarunum.
Tað skal als ikki vera
nøkur loyna, at Javnað-
arflokkurin vil verja hesi
tjóðarrættindi okkara. Á
sunnum búskaparligum
grundarlagi vil Javn-
aðarflokkurin virka fyri,
at t.d. Framtaksgrunn-
urin og Realkreditstovn-
urin fáa møguleika og
fortreytir fyri, saman við
vinnuni at menna fíggj-
arstøðuna hjá hesum
týdningarmikla parti av
flota okkara.
Nú, eins og fyrr, vilja
vit verja vunnin rættindi
og finna loysnirnar til
trupulleikarnar í samfe-
lagnum.
Hinir
flokkarnir
kunna so stríðast um
prinsippis og háfloygdar
útsagnir.
Marjus Dam
Sambandsflokkurin
Nú undan valið verður
óført brúkt av plastic-
máling, so modellið vinnur
kappingina. Teir vita, at
neyðugt
er,
at
verja
papírsmodellið ímóti regni,
vindi og stormi. Um tað
regnar, rennur málingin av,
húsið blotnar og fellur
saman. Um vindur kemur,
fýkur alt um koll. Hetta
modellið er bygt upp av
teori, tí kann tað standa á
borðinum, væl vart av vindi
og regni. Men modellið
kann ikki byggjast í fullari
stødd. Tað heldur ikki. Tí
mangt ber til á pappíri, sum
ikki ber til í veruleikan-
um....
Sambandsflokkurin
Vit hava onki modell av
pappíri. Vit kunnu bert vísa
føroyingum á okkara sam-
felag Føroyar. Vit eru ein
tjóð, har fólk hava møgu-
leika at arbeiða, vinna sær
til dagsins føði og seta
førur undir egið borð. Í
okkara veruliga landi datt
onkur bygningur niður, tí
loysingarfólk fóru at taka
stúttur niður, uttan at hugsa
um avleiðingarnar, hóast
ávaringar. Men við felags-
stríði og hjálp av stórum
krana úr Christiansborg,
var bygningurin fingin
uppá pláss aftur. Tað hendi
seinast fyri 10 árum síðani.
Nú vilja vit í Sam-
bandsflokkinum
styrkja
hús okkara. Vit vilja tjøra
tað vit gamlari tjøru, ið
verjir
væl
ímóti
roti.
Flagtak liggur á og grundin
er kálka. Eitt gott føroyskt
hús, í heldur ímóti regni og
stormi. Vit vilja bøta um
húsi, so tað gerst betur hjá
okkum, ið her búgva. Tað
er nakað vit eiga at gera
alla tíðina. Vit ætla eisini at
útbyggja, so pláss verður
fyri fleiri.
Pappírsborgin undir glas:
Vit halda, at pappírsborgin
hjá Anfinni og Høgna,
serliga eftir at plastic-
máling er komin á, er vøkur
á at líta. Hon hevur tí best
uppiborið at verða sett
undir glas, og givin forn-
minnissavninum. Tí um
nøkur ár er sera týdningar-
mikið, at føroyingar kunnu
síggja hvussu ørir nakrir
føroyingar vóru í ár 1998 -
2002. Teir ætlaðu nevniliga
at gamla føroyska húsið
skuldi brótast niður -og
pappírsborg skuldi koma
ístaðin.
Men Sambandsflokkurin
vildi heldur bøta um før-
oyska húsið. Vit vilja hava
nakað trygt - nakað í verjir
ímóti stormi og ódn.
Onki eksperiment av
pappíri við tjóð okkara.
X fyri Sambandsflokkin
Páll á Reynatúgvu
Valevni fyri
Tjóðveldisflokkin
Tjóðveldisflokkurin
er
flokkur verka- og fiski-
manna og verjan av viður-
skiftunum hjá fiskimonn-
um og verkafólki kemur tí
altíð at vera ein av súlunum
í
tjóðveldispolitikki.
Grundarlagið er fólksins
rættur til at skipa seg í
øllum samfelags viðurskift-
um. Vit meta henda sjálv-
sagda avgerðarrætt at verða
bulin undir øllum fólksins
virksemi, bæði tá ið tað
snýr seg um arbeiðsmark-
naðarviðurskifti, ið mun til
hvat og hvønn vit starvast
við, men líkaso sjálvsagdan
tá ið tað snýr seg um
tjóðarfrælsi føroyinga.
Trivnaður á
arbeiðsmarknaðinum
Arbeiðsmarknaðarpolitikk
ur tjóðveldisflokksins snýr
seg fyrst og fremst um at
fáa trivnað á arbeiðsmark-
naðinum. Tjóðveldisflokk-
urin virkar fyri at arbeiðs-
marknaðurin átekur sær
størri
sosialar
skyldur,
meðan almennu skipanir-
nar veita grundleggjandi
sosiala trygd.
Partarnir á arbeiðsmark-
naðinum eiga við sátt-
málasamráðingum
at
tryggja:
* Rættindi til ávirkan á
egið arbeiðspláss
* Rættvísa løn fyri førleika
og royndir
* At arbeiðsmarknaðurin
átekur sær skyldur mót-
vegis umhvørvi, arbeiðs-
umhvørvi, trivnaði og
eftirútbúgving hjá ar-
beiðsfólkinum
* At arbeiðsmarknaðurin
skapar møguleikar fyri
parttíðarstørvum
og
niðursettari arbeiðstíð
* At arbeiðsmarknaðurin
skapar møguleikar fyri
vardum størvum til fólk
við breki
* At vinnan eisini átekur
sær skyldur til tessat lívið
eftir arbeiðstíð og eftir
pensiónsaldur er nøkt-
andi og trygt
* Javnstøðu millum menn
og kvinnur á arbeiðs-
marknaðinum
Við tá ið væl gongur, ímóti
tá...
Vit meta samstundis at tað
er altavgerandi at ar-
beiðsmarknaðurin, verka-
fólk og arbeiðsgevarar, í
størst møguligan mun loysa
síni viðurskiftir í sam-
ráðingum. Netupp tí skal
politiska skipanin í minst
møguligan mun avgera
viðurskiftir
á
arbeiðs-
marknaðinum, og í besta
føri við staðfestandi lóg-
gávu sum fylgja av semju á
arbeiðsmarknaðinum. Tí
vit hava óteljandi dømi um
at politiska skipanin, ikki
bara arbeiðir við arbeiðs-
marknaðinum um sam-
felagsliga rákið vendir.
Hjálpandi hondin, kann
lættliga gerast beinspenni
ið tekur aftur vunnin rætt-
indi. Vit ynskja ikki skifti-
vís at vera við, og ímóti
verkafjøldini.
Tjóðveldisflokkurin
ynskir sterk føroysk fak-
feløg sum eru før fyri at
taka dystin upp við mót-
partin á arbeiðsmarkn-
aðinum. Vit ynskja gott
samstarv við fakfeløgini,
men vit ynskja ikki fak-
feløg ið skylda nøkrum
flokki nakað.
Skottið millum politikk
og fakfelagsvirksemi skal
vera púra tætt. Júst á sama
hátt sum skottið millum
politikk og vinnulív skal
vera tætt.
Barsilsskipan,
dagpeningaskipan og
arbeiðsumhvørvi
Rætt skal vera rætt. Vit
hava avrikað nógv á ar-
beiðsmarknaðarøkinum
seinastu 4 árini. Viðurskifti
sum hava verið vanrøkt í
áravís og hava ligið á láni.
Bestu dømini eru barsils-
grunnurin,
dagpeninga-
skipanin, tað at karens-
dagarnir hjá tímaløntum
vóru avtiknir, og arbeiðs-
umhvørvislógin. Trý stór
mál sum øll eru loyst í
hesari samgonguni, og sum
eru góð dømi um frambrot
á
arbeiðsmarknaðinum,
samstundis sum politiska
skipanin virðir samlaðu
støðuna hjá arbeiðsmark-
naðinum.
Eingin nýtist at vera í iva
um tað vit siga, og at vit
virka út frá tí. Vit ynskja
framhaldandi styrki hjá
fakfeløgunum og geva ikki
lyftir upp undir val ið vit
møguliga ikki klára at
halda tá ið vit koma til
valdið aftur. Vit fara í kom-
andi samgongu at arbeiða
fyri eini rættvísari arbeiðs-
marknaðareftirløn,
har
samhaldsfesti er bulurin, og
vit fara at arbeiða fyri at
leingja
barnsburðarfar-
loyvið uppí 12 mánaðir. So
mikið kunnu vit lova.
Politisku fingrarnar burtur!
Pappírsborg hjá loysingini:
Modellið stendur á borðinum. Og er av
pappír.
Høgni (Kjartan@), Anfinn K og S.P í Grund,
skoða verkið
C
M
Y
K
22
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið