Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Nr. 72 - 17. apríl 2002 21 Eyðun Elttør, lands- stýrismaður hevur givið italska olju- felagnum Agip loyvi til at bíða við síni boring á landgrunn- inum til í næsta ár. Hetta fyri at felagið kann gera sítt heimaarbeiði betur. – Tað er umráðandi, at vit arbeiða við skili og ikki skunda okkum bara fyri at skunda okkum sigur landsstýrismaðurin við Sosialin, nú als eingin boring verður í ár OLJULEITING Jan Müller Eingin boring verður á landgrunninum í ár. Italska oljufelagið Agip, sum skuldi bora í august, hevur søkt Oljumálastýrið um loyvi til at útseta boringina og mánadagin undirskriv- aði Eyðun Elttør, lands- stýrismaður undir góð- kenningina at útseta bor- ingina til í næsta ár. Grundgevingin hjá Agip fyri at biðja um útseting eru heldur óvantaðu úrslitini av teimum trimum fyrstu boringunum á landgrunn- inum í fjør, sum góvu heilt annað úrslit enn feløgini høvdu roknað við. Antin varð talan um turrar bor- ingars ella varð olja og gass funnið í øðrum fláum enn roknað varð við. Hetta hevur fingið øll oljufeløg- ini, eisini Agip til at endurskoða sínar metingar og seismisku tulkingar. Eyðun Elttør heldur tað er rætt at loyva Agip at útseta boringina, tí tað hevur størri týdning at gera heimaarbeiðið skilagott og geva sær stundir og harvið hava betri møguleika at finna olju, enn at skunda boringina ígjøgnum. Í Oljumálastýrinum hava tey arbeitt við umsóknini frá Agip í eina tíð og hava lagt úrslitið fyri landsstýris- mannin. Sambart føroysku jarðfrøðingarnar verður tað mett skilagott at bíða við at bora. Tað er betri at bora og finna olju enn bara at bora onkunstaðni og einki finna sigur hann. Landsstýrismaðurin heldur avgjørt ikki, at Agip og hini oljufeløgini hava minni áhuga fyri Føroya- økinum nú enn framman- undan. At alt varð øðrvísi enn flestu jarðfrøðingar søgdu tað skuldi vera ger, at feløgini nú hyggja við eitt sindur øðrvísi eygum eftir landgrunninum enn áður. – Eg haldi tað er neyðugt at geva sær røttu tíðina ístaðin fyri at skunda sær onkursvegna. Man kann skunda sær spakuliga. Hetta má gerast við skili. Fyri Føroyar hevur tað alt at siga, at boringarnar eru so neyvan, at tað verður funnin olja. Feløgini skulu eisini brúka hundraðtals milliónir, og eru tey í iva mugu tey til at gera sítt heimaaarbeiði av nýggjum – fyri at minka mest møgu- ligt um ivan. Ein útseting fær so avleiðingar fyri føroysku veitingarnar, men tað heldur landsstýrismaðurin, at vit mugu liva við. Eyðun Elttør leggur annars dent á ta sannroynd, at Amerada Hess fer at bora ein metingar- og avmark- ingarbrunn í summar í bretskum øki beint við markið. Nú kennir jarð- frøðin ikki mørk,, so tannm boringin kann í ein ávísan mun metast sum eitt slag av boring um ikki inni á okkara øki so fyri okkara øki eisini. Tí úrslitið av tí boringini kann koma at fáa alstóran týdning fyri fram- tíðar ætlaninar hjá Hess á føroyska landgrunninum. Tað verður hildið, at oljufeltið, sum Hess í fjør rakti við á landgrunninum eisini liggur á bretskum øki, har Hess sum er eigur eitt leitiloyvi. Eyðun Elttør sigur, at nettupp fundið okkara megin markið ger, at Hess vil bora hinumegin eisini, so fundið hjá okkum er helst grundarlagið undir boringini í bretskum øki í summar við West Navion. Nú Agip ikki fer at bora er so spurningurin hvat Føroya Kolvetni fer at gera. Helst fer felaigð nú at útseta ætlaðu partafelags- tekningina á børsinum í London, sum nú er útsett fleiri ferðir. Eyðun Elttør vónar ikki, at hetta fer at nerva arbeiðið hjá Føroya Kolvetni, sum eigur ein part í Agiployvinum. Tað hevur ljóðað, at Agip hevur leitað sær eftir øðrum feløgum at vera við til at taka á seg vágan at bora. Uppá fyrispurning um hetta, at Agip enn ikki hevur funnið enn ein partanara, er ein av orsøk- unum til at Agip hevur ynskt at útseta boring sigur Eyðun Elttør, at sær vitandi er tað ikki tað. – Eg havi bara skilt hetta sum eitt jarðfrøðiligt ynski, og tað verður teimum gingið á møti. Uppá fyrispurning um tað ikki er ein eitt sindur løgið útmelding til Føroya fólk nú tvær vikur undan valinum at siga frá, at eingin boring verður sigur Eyðun Elttør, sum sjálvur er valevni, at ein politikari hevur ábyrgd av at gera sítt arbeiði so gott og virðiligt, sum tað ber til. –Tað eg skal hugsa um er hvat er best fyri okkara land. Vit hava sett okkum fyri at finna olju og skulu tað borast nógv hol til tess og hesi skulu fyrireikast betri, so verður tað gjørt. Eg haldi ikki hetta er nakað minus fyri meg sum landsstýrismann, at hetta verður gjørt. Tvørturímóti. Eingin oljuboring í ár Eyðun Elttør, landsstýrismaður: -Vit mugu gera hetta við skili og ikki skunda okkum óneyðugt Mynd Jens K Vang Oljumálastýrið og Jarðfrøðissavnið hava sett oljufeløgunum, sum hava leitiloyvi við Føroyar stevnu komandi dagarnar at gera upp støðuna OLJULEITING Jan Müller Nú eingin oljuleiting verð- ur á føroyska økinum í hesum árinum og nú val stendur fyri framman og møguleiki er fyri, at Føroyar fáa nýtt landsstýri og harvið nýggjan lands- stýrismann í oljumálum eru fólkini í Oljumálastýrinum og her ikki minst á Jarð- frøðissavninum farin at fyrireika seg til nýggja støðuna. Ætlanin er at fáa status gjørdan, tvs. hvussu langt oljufeløgini eru komin við kanningum sínum og hvørjar ætlanir tey hava í framtíðini. Tí fara olju- feløgini, sum bæði hava 6 ára loyvi og 9 ára loyvi at vitja í Oljumálastýrinum komandi tíðina. Longu mánadagin verður fundur við feløg, sum hava 9 ára loyvi eitt nú Statoil-bólkin og Anadarko. 9 ára loyvi finnast inni á tí partinum av landgrunninum, sum er fjaldur av tjúkkum basalt- fláum. Feløgini hava í hesum loyvum bundið seg til at gera eitt nú seismiskar kanningar men skulu ikki taka støðu til, um tey vilja bora fyrr enn eitt ávíst áramál er farið. Tað er í 2004. Sosialurin skilur eisini, at umframt at Agip hevur biðið um útseting av síni boring, so henda eisini nógvar aðrar broytingar á føroyaøkinum. Eitt nú innanhýsis í teimum ymsu samtøkunum. Størstu broytingarnar eru í Statoil- bólkinum, sum síðani hann byrjaði arbeiðið sítt á landgrunninum fyri skjótt 10 árum síðani undir tá- verandi heitinum AMG- bólkurin hevur verið fyri stórum broytingum. Eitt skifti var Mobil við. Nú hevur so PetroCanada keypt leitipartin av olju- felagnum Veba, og tað skuldi merkt, at bólkurin verður styrktur. Tí PetroCanada er eitt lutvíst stórt felag, sum leggur stóran dent á leiting eitt nú í Norðsjónum og nú eisini á Atlantsmótinum. Við upp- keypinum av Veba kemur eitt enn sterkari oljufelag inn í Statoilbólkin. Hin- vegin er óvissa um fram- tíðina við eini aðrari samanlegging. Tað eru Phillips og Conoco, sum leggja saman. Henda samanlegging kann hugsast at ganga báðar vegir. Antin verður áhugin hjá saman- lagda felagnum PhillipsConoco fyri før- oyaøkinum tað størri, ella vil felagið hava minni áhuga fyri økinum, nú Conoco ikki fekk nakað loyvi í 1. útbjóðing. Tað søkti saman við Texaco. Enn ein broyting er í ljós- mála í sama Statoilbólki. Shell hevur givið eitt boð uppá Enterprise, sum hevur verið við í samtakinum frá byrjan. Um Shell fær felagið stendur spurning- urin so aftur opin, hvussu verður við luttøkuni í Statoilbólkinum. Shell er sum er partur av einum loyvi saman við BP. Hetta mugu alt metast at verða spurningar, sum feløgini og Oljumálastýrið fara at tosa um í næstum. Í oljuverðini verður gitt, at umrøddu broytingar kunnu ganga báðar vegir, hvat áhuganum fyri Føroya- økinum viðvíkur. Eyðun Elttør, landsstýrismaður sigur í eini viðmerking, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað, men hann hevði verið fegin um at sæð at so professionelt og stórt oljufelag sum PetroCanada við í leitingini við Føroyar. Oljufeløgini vitja Oljumálastýrið Millum feløgini, sum hava 9-áraleitiloyvi er amerikanska oljufelagið Anadarko. Umboð fyri felagið og Statoilbólkin, sum felagið arbeiðir saman við í einum av 9 ára loyvunum fara at hava fund við Oljumálastýrið í næstu at gera status. Vit síggja her eitt av “cross section” kortunum, sum serfrøðinganir hjá Anadarko hava gjørt og sum Sosialurin hevur fingið loyvi til at prenta. Tað vísir tær ymsu flaírnar og serstakliga basaltið, sum møguliga krógvar stórar olju- og gassgoymslur. Anadarko hevur gjørt stór framstig í seinastuni í royndunum við at loysa nógv umrødda basaltknútin tvs. at kunna síggja niður gjøgnum basaltið við seismikki Løgmaður og oljumála- ráðharri vitja á oljupalli C M Y K 21 20