mikudagur 17. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 72 - 17. apríl 2002
Nr. 72 - 17. apríl 2002
19
Atli Hansen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy
Við byrjanina av hesum
valskeiðinum lat Høgni
Hoydal okkum vita, at um
vit bert fingu loysing ella
fullveldi, so fylgdi tað sum
av eini náttúrulóg, at tað
kom ein dynamikkur í
búskapin. Fólk fóru at gera
meira tá íð neyðin stóð í
durðinum Eingin búskap-
arfrøðingur hevur enn lagt
navn til henda tankan.
Harafturímóti hava hesi
seinastu fýra árini víst, at
dynamikkur kann koma í
búskapin uttan loysing og
fullveldi. Vit hava hesi árini
upplivað eina búskapar-
gongd, sum neyvan fyrr er
upplivað í Føroya søgu og
tað er uttan, at nakar í
samgonguni
hevur
lyft
hond frá síðu til at seta
nakað í gongd. Hartil hevur
fullveldismálið rúgvað ov
nógv upp í teirra heimi.
Dynamikkurin í búskap-
inum hesi árini er komin av
• Óvanliga stórum tilfeingi
í sjónum
• Óvanliga høgum prísi á
fiski og fiskaúrdráttum
• Dugnaligum
fólki
á
sjógvi og landi
• Undangongufólki
við
áræði til at gera íløgur
• Einum væl útbygdum
samfelag til at útnytta
møguleikarnar
Og tað ræður um at verja
hesa góðu gongdina og fáa
hana at halda áfram. Tí tað
er úr vinnuni, at øll fram-
gongd og vælferð skal
gjaldast. Ein framgongd
her er vegurin til ein sjálv-
berandi búskap, sum skal
geva okkum møguleika fyri
at varðveita verandi væl-
ferð.
Tí fer Sambandsflokk-
urin at stuðla framhaldandi
menning av okkara vinnum
við at lætta um nøkur av
teimum tyngstu gjøldunum
sum t.d. flutningi, orku
o.m.a.
Ein krossur fyri Sam-
bandsflokkin er ja til eina
skilagóða
menning
av
vinnumálum fyri eitt fram-
haldandi gott og ríkt land at
búgva í.
Ríkisrættarliga
støðan
Sámal Petur í
Grund
landsstýrsismaður
Sjálvstýrisfloksins
Allir flokkar, sum hava
stillað upp til løgtings-
valið 30. apríl, uttan
Sjálvstýrisflokkurin,
siga seg vilja loysa ríkis-
rættarligu
støðuna
í
komandi valskeiði.
Javnaðarflokkurin,
Tjóðveldisflokkurin,
Miðflokkurin og Fólka-
flokkurin siga seg allir
at vilja loysa ríkisrættar-
ligu støðuna.
Sambandsflokkurin
sigur, at hann vil loysa
ríkisrættarligu støðuna
einaferð med alla.
Um valið bara nøkur-
lunda fellur út soleiðis
sum veljarakanningar-
nar vilja vera við, við
einari polarisering mill-
um samband og loysing,
so er tað burtur úr vón
og viti at taka eitt tílíkt
stig.
At loysa ríkisrættar-
ligu støðuna, hvar ein
uppá forhond veit at tað
er "hips um haps",
hvussu úrslitið kemur at
síggja út, kann ikki
annað enn gerast ein
vanlagna fyri føroyska
fólkið og tjóðina.
Tí er tað sera umráð-
andi at fólkið staðiliga
stendur
saman
um
Sjálvstýrisflokkin, sum
klárt sigur, at vit ikki
eiga at loysa ríkisrættar-
ligu støðuna undir teim-
um fortreytum sum nú
eru galdandi.
Sjálvt
løgtingssam-
tyktin
um
sjálvstýri
føroya fólks, leggur upp
til ein longri tíðarkarm.
Vel
tí
Sjálvstýris-
flokkin, lista D. tann 30.
apríl.
VALGREINAR
Rasmus Niclasen
valevni Javnaðarfloksins í
Vágunum
At taka sær av okkara
gomlu hevur altíð verið eitt
av aðalmálum javnaðar-
floksins. Tað stríðið hevur
ikki altíð verið so lætt. So
hóast nærum allir flokkar
stilla seg á rað í hesum
døgum at lova lættar og
pensiónshækkingar,
so
sigur søgan okkum nakað
annað. Oftani hevur verið
neyðugt at hála teir aftaná
okkum, ja, líka síðani Petur
M. Dam innførdi fólka-
pensiónina í 1958.
Orsøkin
er
tann,
at
grundin eigur at byggja á
virðing fyri okkara eldru,
ikki bara teimum vælbjarg-
aðu, men teimum øllum
somlum. Tí er tað, at vit
skjóta upp, at pensiónin
verður bygd á samhalds-
festi. Henda hugsanin, at
vit gjalda inn í grunnin eftir
førimuni, men at øllum
verður veitt sama útgjald.
Hví skal tann stættarmunur,
sum hevur fylgt okkum
gjøgnum alt okkara ar-
beiðsføra lív, eisini fylgja
okkum í ellisárunum? Tað
átti at verið betri at givið
øllum
møguleikan
fyri
tryggum ellisárum.
Aðrir flokkar blíva við at
tvíhalda um privatar trygg-
ingar, har hvør einstakur
fjálgar sær. Men hetta
loysir jú ikki trupulleikan,
og er bara eitt framhald av
teimum skeivleikum, ið vit
annars uppliva gjøgnum
lívið. Somu flokkar tosa í
álvara um at hava pensións-
uppsparingar, har ið gjaldið
er uml. 10% av inntøkuni.
Hvussu stórur partur av
arbeiðarafjøldini hevur ráð
til eitt slíkt gjald?
Ein annar aðalmunur á
privatari trygging og sam-
haldsfasta er, at meðan ein
privat trygging ikki kemur í
gildi, fyrr enn tú verður
pensioneraður, tað vil siga í
miðal aftaná 30 ár, so
virkar samhaldsfasti frá
fyrsta degi. Tey í arbeiðs-
førum aldri gjalda inn í
grunnin, og pensionistarnir
fáa útgjaldið.
Tí skjóta vit upp at
gjaldið til samhaldsfasta
hækkar úr _ - 2%. Sam-
stundis skal skattalækking
veitast,
ið
svarar
til
hækkingina. Hetta hevur
við sær, at samhaldsfasta
útgjaldið, sum í dag er 700
kr um mánaðin, hækkar
upp í 2.800 kr. Fólkapen-
siónin er í dag umleið
7.000 kr. í mesta lagi. Tað
vil siga, at útgjaldið kemur
at nærkast 10.000 kr um
mánaðin.
Hetta er veruliga nakað
sum munar, og er vert at
byggja á.
Virðiligari lív hjá pensionistunum
Hans Jákup Simonsen
valevni Javnaðarfloksins í
Norðurstreymoy
Nógvir skúlar eru gamlir
og niðurslitnir, og undir-
vísingin hevur ikki góðar
umstøður. Nýggj kanning
vísir, at ein stórur partur av
læraranum ynskja seg í
annað starv. Hava børnini
og lærarnir ikki nøktandi
umstøðir, gongur tað út
yvir undirvísingina, før-
leikan og menningina av
børnunum. Tað er tí uppá
tíðina, at fólkaskúlin fær
betri kor at arbeiða undir.
Tær flestu størru komm-
unurnar hava í dag nokk av
peningi til skúlabygging,
men
íløgukarmurin,
ið
Fíggjarmálastýrið áleggur
kommununum,
er
ein
forðing.
Seinasta bygdaráðið í
Kollafirði kravdi í samband
við ítróttarhøllina, ið Tórs-
havnar kommuna lovaði
kollfirðingunum, at ein
neyðug skúlaútbygging var
tikin við, men ásannast má,
at í Kollafirði er rættuligur
steðgur komin í. Hálvt-
annað ár er gingið síðani
kommunusamanlegging-
ina, og onki ítøkiligt er
gjørt. Byggimálið er enn í
nevnd, og til endamálið eru
í ár bert avsettar tríggjar
milliónur krónur, so langt
er á mál.
Útfrá hesum erfaringum
haldi eg, at tað hevði verið
skilagott, at ein kommuna,
ið er fíggjarliga væl fyri, og
sum yvir fyri Landsstýr-
inum kann grundgeva tørv-
in at byggja skúla- ella
ítróttahøll, kann seta pen-
ingarligar upphæddir av til
endamálið, ið liggja utt-
anfyri tann kommunala
íløgukarmin.
Javnaðarflokkurin gong-
ur inn fyri, at íløgukarm-
urin verður broyttur, so-
leiðis at tað aftur kunnu
gerast neyðugar íløgur í
skúlar og ítróttarhøllir, og
at fólkaskúlin og ítrótturin
fær nútíðarhóskandi um-
støður at arbeiða undir í
øllum landinum.
Bygging av ítróttahøllum og skúlum
Sambandsflokkurin - ein dynamiskur
vinnulívsflokkur
VALGREINAR
Tjóðveldismaður
siglir við donskum
skipi
Jákup J. Joensen
Hetta fái eg ofta at
hoyra, tá eg eri heima,
men tað sigur mær einki,
og eg tími ikki at svara
teimum aftur, tí hesi fólk
ganga politiskt við sól-
brillum í toku.
Tá eg kom heim sein-
ast, komu okur siglandi
inn eftir Munkagrunn-
inum á veg at landa á
Fuglafirði. Sólin skein
so fagurliga yvir tær
kavaklæddu oyggjarnar,
tá rann nógv fram fyri
ein, sum ein hevur
upplivað, hvussu pol-
itikkararnir hava úttalað
seg um oyggjar okkara,
og fingið ein stóran part
av fólkinum at trúgva
teimum. Eg minnist ein
politiskan
fund
í
Dansistovuni í Sumba í
1958, tá eg gjørdist
tjóðveldismaður,
tað
Erlendur
Patursson
segði um oyggjarnar,
hvussu ríkar tær vóru,
um ríkidømið í undir-
grundini og ikki at
gloyma
okkara
ríku
fiskigrunnar. Tá minnist
eg, at javnaðarmenn og
sambandsmenn ristu við
høvdunum;
hví
teir
gjørdu tað, visti eg ikki
tá, men nú veit eg tað.
Teir vildu ikki arbeiða
fyri einum sjálvberandi
føroyskum búskapi; teir
vildu heldur fara við
sambandsleypinum nið-
ur til Danmarkar at
bidda sær nakrar krónur.
Aftur til áðurnevnda
fund í 1958. Tá Erlend-
ur, sáli, endaði sína
røðu, komu javnaðar-
menninir og sambands-
menninir upp; báðir
søgdu teir, at sluppu tey
føroysku skipini ikki til
Ísland, Grønland, New
Foundland ella eystur-
eftir, og at um eingir
pengar komu úr Dan-
mark, so doyðu føroy-
ingar í hungri. Hetta
søgdu
javnaðar-
og
sambandsmenn tá fyri
støkum 50 árum síðan
og hesa støðu hava teir,
Gud hjálpi mær, enn.
Støða Sambandsflokk-
sins er ikki broytt stór-
vegis síðan 1906. Javn-
aðarfloksins
støðu
kennir eingin. Flokkurin
og leiðari tess, hava ein
støðu tá og aðra nú, alt
eftir hvussu rákið í
samfelagnum
gongur.
Teirra politikkur er ein
vavgreytur, einki annað!
Eg haldi, at støðan í
hesum
flokkum
er
versnað. Tá okur tjóð-
veldismenn tosa um
loysing og fullveldi, siga
teir at tað klára vit ikki,
oyggjarnar eru ov smáar
og eru ikki skaptar til
fólk at búgva á, heldur
til flytifugl at hvíla á
áðrenn ferðina víðari
norður.
Hetta er ein so stór
misálitisváttan á "Skap-
ara" okkara, at veljarin
átti at givið hesum báð-
um flokkum durafjórð-
ingin 30. apríl. Nei,
góðu føroyingar, kvinn-
ur og menn, latið ikki
hesar politikkarar vill-
leiða tykkum við at sáa
svartaspillu yvir oyggjar
og fólk okkara. Tað, sum
Erlendur segði fyri 44
árum síðan, tað er nú
váttað. Soleiðis bjóða
tjóðveldismenn
og
kvinnur
seg
fram,
byggja
politikkin
á
veruleikan. Vit trúgva á
hetta
land
og
fólk
okkara, og lata ikki
onnur gjalda fyri okk-
um.
Eina ferð enn, latið
ikki
Javnaðarflokkin
koma út í Tinganes eftir
valið, tí teir hava longu
boðað frá, at landsbakin
skal tømast, um teir
sleppa fram at fatinum.
Teir eru fullkomiliga
ábyrgdarleysir. Teir liva
best í krepputíðum. Mín
vón skal verða, at somu
flokkar
manna
eitt
landsstýri aftan á valið
komandi.
Fyri at venda aftur til
tað fyrsta. Jú, tjóð-
veldismenn sigla og
hava siglt við næstan
øllum heimsins tjóðum,
og vilja vit samstarva
við øll, eisini danir.
Vit
tjóðveldismenn
eru góðir við okkara
land og trúgva á okkara
mátt og megi.
Gott tjóðveldisval!
Johan Dahl
Valevni Sambandsfloksins í
SuðuroyGóði Eyðólv,
Tað er sera umráðandi, tá
ein skrivar grein, sum tann
tú
gjørdi
í
seinasta
Sosialinum, at hon kann
prógvast og ikki er ein
lygisøga við eittans enda-
máli - at royna at flyta
stemmur frá Sambands-
flokkinum til Javnaðar-
flokkin.
Sambandsflokkurin var
EINASTI flokkur sum ikki
vildi skerja blokkin, tí vit
mettu tað verða ófor-
svarligt, tí nógv er á láni at
gera aftan á kreppuárini,
sum krevur stórar íløgur -
t. d. innan eldrarøkt, heilsu-
verk, vegakervi osfr.
Eg og mong við mær
kenna ein annan flokk, sum
mælti til at skerja blokkin
við 107 mio krónum, sum
svaraði til teirri upphædd,
sum blokkurin var prís-
talsviðgjørdur - nevniliga
TÌN flokkur.
Tað skilagóða í hesum
uppskoti vil eg lata onnur
døma um.
Halt teg til veruleikan -
tað man verða frægast í
longdini.
Blíðar heilsur.
Otto West
Valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Ætla vit framvegis at vera í
ríkisfelagsskapi við danir,
ella skulu vit verða loyst frá
honum, hetta mugu føroy-
ingar gera sær greitt til
hetta valið, tí koma loys-
ingarflokkarnir á ting við
meiriluta, verður loyst, tað
hava teir greitt meldað út
við, og tá vendist ikki aftur.
Vit
hava
sæð
hvussu
Tjóðveldisflokkurin hevur
gjørt tað í honum listir,
hinir hava bert fylgt hon-
um, løgmaður hevur ferð
eftir ferð havt trupuleikar
við
Tjóveldisflokkinum,
men hevur latið alt um seg
ganga.
At núverðandi landstyri
reypar sær av góðari fíggj-
arstýring, og at landskassin
eigur væl av peningi, tað
meini eg ikki, at teir kunnu
taka sær alla æruna av, tí
ongantíð hava verið so
høgir fiskaprísir, og sam-
stundis góður fiskiskapur,
sum í farna valskeiði, og tá
so vil til, er lætt at hava ein
góðan búðskap, uttan at
hava æruna av honum, tað
er frá skaparans hond.
Men rætt skal vera rætt,
landskassin eigur væl av
peningi, hesin peningur
kundi eins væl verið farin í
umfar í samfelagnum, sum
nakað av honum burdið
verði farin, heldur enn at
enda í landskassanum, men
hvat skal hesin peningur
nýtast til?
Hví hava samgongu-
flokkarnir verið so gramm-
ir at spara saman? Tað
plagdi nú ikki at vera Tjóð-
veldisflokkinum fyri. Jú
fyrst, fyri at vísa á, at vit
hava pening til avlops, og tí
nýtist okkum ikki at verða í
ríkisfelagsskapi við danir,
vit klára okkum jú sjálvi.
Næsta er, at koma teir til at
loysa, verður brúk fyri
peningi landskassans og
meiri afturat. Men at sam-
felagið ikki verður røkt;
verkfall hvørjaferð lønar-
samráðingar eru o.a. hetta
eru bert teir fyrstu verkirnir
av loysingini, men tað sær
ikki út til at nerva teir, teir
vilja ofra alt fyri loysing-
ina. Góðu føroyingar, latið
ikki hugmógina og errin-
skapin, íð loysingarflokk-
arnir trútta niður í tykkum,
verða føroyingum at bana,
hugsið tykkum sera væl
um, eisini tit ungu, hvat íð
er føroyingum til besta.’Tað
er bert Sambandaflokkurin,
íð veruliga vil verða í
ríkisfelagsskapi við danir.
At aðrir flokkar siga seg
vera eins góðir sambands-
flokkar, sum sambands-
flokkurin man ikki vera.
Javnarflokkurin var, sum
vit minnast, næstan ein
loysingarflokkur eftir síðsta
væl, men sær nú ein
vinning í stemmun, við at
verða sambandsflokkur.
Nei, tað er bert ein
støðufastur flokkur, íð vil
verða innan fyri ríkisfe-
lagsskapin og tað er Sam-
bandsflokkurin, hann vil
øllum
føroyingum
tað
besta.
Góðu føroyingar farið tí á
val og veljið ein sterkan
sambandsflokk á ting.
Gott val.
Bill Justinussen
Valevni Miðfloksins í
Eysturoy
Tíðarrákið
Føroyska samfelagið verð-
ur í dag stýrt av mammon.
Tíðarrákið er, at øll skulu
arbeiða, tí arbeiðs-markn-
aðurin krevur tað. Soleiðis
er tørvurin á ansingar-
plássum til børn, gomul og
óhjálpin íkomin. Hesin
tørvurin hevur lyft skatta-
trýstið almikið, tí ans-
ingarstovnar, røktarheim
v.m. kosta samfelagnum
nógvan pening. Hetta hevur
aftur við sær, at ógjørligt er
hjá eini vanligari familju at
liva av einari inntøku. Fyri
okkum mongu, sum ikki
ynskja hetta slag av sam-
felagi, økist mistrivnaðurin
bæði hjá okkum foreldrum
og serliga hjá børnum
okkara.
Slept endanum
Meðan politiska øsingin og
villeiðingin um samband
og loysing hevur upptikið
99% av øllum politiskum
kjaki seinastu nógvu árini,
hevur politiski myndug-
leikin als ikki stýrt eftir
nakrari miðvísari ætlan á
trivnaðarøkinum. Endin er
sleptur og
• skattatrýst
• arbeiðsmarknaðar-
politikkur
• familjupolitikkur
• eldrapolitikkur
reka fyri vág og vind. Og
nú hómast toppurin av
ísfjallinum. Børn og ung
mistrívast;
• harðskapur
• rúsevnamisnýtsla
• vansorgan o.a.
gera um seg meiri enn
nakrantíð, tí familjan sum
hornasteinur samfelagsins
hevur mist sína uppruna-
ligu merking.
Familjan og trivnaðurin
Tí vil Miðflokkurin stovna
eitt
FAMILJU-
OG
TRIVNAÐARMÁLASTÝ
RI, sum m.a. gjøgnum
skúlaskipan okkara fær
uppgávuna at seta familj-
una og trivnaðin á dags-
skránna. Samfelagið má
taka við, har familjan ikki
orkar meira.
Broyttur lívsstílur
Broyttur lívsstílur eigur at
gerast eitt lyklaorð. Ans-
ingarstovnar, skúlarnir, al-
mennu
loftmiðlarnir,
politikkarar og almennir
stovnar v.m. eiga at ganga á
odda og geva børnum
okkara grundleggjandi og
holla undirvísing um vand-
arnar við rúsevnum, royk-
ing, skeivum matvanum, ov
lítlum svøvni, ov nógvari
passivari tilveru, ov lítlari
likamsvenjing,
skeivari
persónligari røkt og eigur at
læra munandi meira um
sosialisering,
umsorgan
fyri næstanum, moral, etik
o.s.fr. Alt hetta vil minka
um talið á teimum, sum
enda sum almannaklientar
og sjúklingar. Í staðin fyri
at gerast byrður fyri sam-
felagið gerast fleiri til gagn,
og samanlagt vilja almennu
útreiðslurnar minka og
inntøkur landshúsarhald-
sins økjast.
Aftursvar til Eyðólv Dimon
Til grein hansara um Sambandsfloksins leiklut í skerjingini av blokkinum.
Øðrvísi barna- og ungdómspolitikkur
Loysing ella samband
C
M
Y
K
19
18