Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Nr. 72 - 17. apríl 2002 17 VALGREINAR Yvirskrift, Tíðindafundur og Livilíkindi Lisbeth L. Petersen formaður Sambands- floksins Dánjal á Dul Jacobsen hevur skrivað grein í Sosialinum við heitinum Livilíkindi. Í greinini hevur hann eisini við- merking um yvirskrift- ina í sama blað dagin eftir tíðindafundin, tá Sambandsflokkurin legði fram sína valskrá.. Fyrst skal eg siga, at tað er púra rætt, tá greinskrivarin við fyri- varni nevnir, at eg kann vera skeivt endurgivin. Tí sannleikin er, at yvir- skriftina eigur Sosial- urin burturav ! Við hesum vóni eg so eisini at hava rættað tað, sum Sámal P. í Grund sipar til í síni blaðgrein viðvíkjandi somu yvir- skrift. Hví Sosialurin endur- gevur meg soleiðis, veit eg ikki, men blað- skrivarin má so taka tað upp á sín kappa. Tað eg nevndi var, at tær tríggjar yvirskrift- irnar, sum Sambands- flokkurin fór til valið við, vóru 1. Ríkisfelagsskapur 2. Persónliga frælsið 3. Vælferðin. At vit seta ríkisfelags- skapin ovast er av teirri orsøk, at hann er grund- arlagið fyri, at vit varð- veita persónliga frælsið og vælferðina. Hesi mál eru í vanda, um sitandi samgonga sleppur at halda fram komandi 4 árini. Neyð og Elendigheit Sambært greinskrivar- anum hevur bara neyð og elendigheit valdað í Føroyum við verandi samstarvi, men har eru vit í Sambandsflokk- inum sjálvandi rúkandi ósamd við honum. Uttan iva hevur hann ókritiskt lurta eftir formanni Tjóðveldis- floksins, ið hevur trúttað niður í fólk, hvussu lítið vit eru verd, hvussu lítið vit hava at siga, og hvørjar veldugar trupul- leikar vit hava at berjast við. Møguliga er hann eisini ov ungur til at minnast tíðina, tá fyrsti formaður Tjóðveldis- floksins segði, at Dan- mark fór við okkum sum við einum "U-landi" (soleiðis nevndist tað tá), og seinri tjóðveldis- menn søgdu tað øvugta: at vit vóru so "yvirfor- kelaði", tí fór alt at ganga galið. Hetta varð alt sagt, aftaná at vit høvdu fingið verandi Heima- stýrislóg! Skal gerast betri Vit sambandsfólk kenna okkum als ikki minni verd enn danir ella aðrir grannar. Hasar undir- lutakenslurnar kenna vit onki til, men vit skulu alla tíðina virka fyri, at tað, sum kann gerast betri, skal gerast betri, og tað gerst bert við góðum álitisfullum sam- starvi. Og at enda kann ein so spyrja, hví í allari víðu verð henda samgonga fór niður til Danmarkar, so skjótt hon var komin til, fyri at hækka blokk- stuðulin, so hann bleiv hægri enn nakrantíð fyrr, fyri aftaná at siga, at tørvur als ikki var á honum ? Er tað so virðiligt fyri tann, sum sigur seg megna alt sjálvur ? Bill Justinussen, valevni hjá Miðflokkinum Fyri nøkrum árum síðani fór Per ein dagin út í landsstýrið. Hann hevði ein bát og vildi søkja um fiski- loyvi. Landsstýrið játtaði honum fiskiloyvið. Nøkur ár seinni ætlar Pól at gera tað sama. Hann hevur eisini hug at fáa sær bát og søkir tí landsstýrið um fiskiloyvi. Men tað ber ikki til, sigur landsstýrið. Veiðuflotin skal ikki økjast, og tí mást tú keypa tær okkurt skip, sum hevur fiskiloyvi. Nú eru góð ráð dýr. Pól hevur bara hug til sjógvin og vil fegin eiga sítt egna skip. Hann fær samband við Per, sum vil selja skipið. Skipið er gamalt og hevur ikki tað stóra virðið, so Pól bjóðar honum 1 millión fyri skipið. "Eg vil hava meir pening fyri skipið", sigur Per. "Jamen skipið er ikki meiri vert", sigur Pól. "So fært tú ikki fiski- loyvið við", sigur Per. Og uttan fiskiloyvi veit Pól sum er, at so kann hann ikki fiska. So Pól noyðist í peningastovnin at lána meir pening, og tá avtornar, hevur hann goldið 3 milli- ónir íalt, tvær fyri fiski- loyvið og eina fyri skipið. Per er vælnøgdur. Hann kann nú keypa sær nýggjan bil, nýggj hús, uttanlands- ferðir og mangt annað fyri hendan pening, sum Pól rindaði fyri fiskiloyvið. Men Pól er misnøgdur. Hann kennir seg órættvíst viðfarnan av landsins kosnu monnum. Hví kundi Per fáa eitt fiskiloyvi fyri onki, meðan hann mátti gjalda Peri 2 milliónir fyri fiskiloyvið?? Søgan er íspunnin, men soleiðis sær ein partur av fiskivinnu okkara út í dag. Nakrir føroyingar eru vorðnir ríkir við peningi, sum aðrir máttu lána, so teir kundu gjalda teimum, tí Landsstýrið ikki fer eins við borgarum okkara. Hetta má steðgast. Hes- um ætlar Miðflokkurin at steðga. Rættvísi lyftir tjóðina, segði Salomon kongur. Tí kunnu vit stað- festa, at órættvísi brýtur tjóðina niður. KEYP OG SØLA AV ALMENNUM RÆTTIND- UM MÁ STEÐGAST. SPEKULATIÓNIN MÁ DREPAST. ALLIR FØR- OYINGAR EIGA AT FÁA EINS VIÐFERÐ. Jógvan Arge Valevni tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Tjóðveldisflokkurin vil, at føroyingar vinna sær javn- støðu sum tjóð í heiminum, og at allir føroyingar vinna javnstøðu í einum frælsum føroyskum samfelag. Hetta kann ikki skiljast sundur. Føroyingar skulu hava fult ræði á øllum viður- skiftum í egnum landi og vinna sær viðurkenning til at taka lut í samstarvi millum heimsins tjóðir . Ein sjálvstøðug tjóð er eisini amboðið til at tryggja, at vit øll hava somu rættindi í samfelagnum og somu møguleikar. Fræls fólk í frælsum landi. Tað er setningurin. Vælferð byggir ikki á, at politiskir flokkar bjóða seg fram upp undir val at lova veitingar frá øðrum. Verulig vælferð er at hava mest møguliga ávirk- an á egnar lívsumstøður og at kunna liva eitt lív við sjálvsvirðing. Verulig vælferð byggir á okkara egnu framleiðslu og okkara egna tilfeingi Vit fóru í samgongu fyri fýra árum síðani. Minnist tú, hvussu støðan var tá? Samfelagið var niðurpínt og ongin kós hómaðist: Eldrarøkt, sjúkrahús, skúla- verk, mentan, pensiónir og sosialar trygdarskipanir lógu í andaleypi. Lønirnar vóru skerdar og karensdagar framvegis í gildi. Bert tær hægstu inntøkurnar høvdu fingið skattalættar frá sam- ríkjaflokkunum. Arbeiðs- loysið var enn stórt. Stór økir í landinum høvdu framvegis afturgongd, og arbeiðsloysið var stórt. Ongin íløga var gjørd í samferðslukervið kring landið. Ongin loysn var á skuldini hjá landskassan- um. Ongin loysn var á banka- málinum. Ongin loysn var á undirgrundarmarkinum. Ongi útlit fyri at bjóða út leiting eftir olju. Hvørt oyra av danska blokkstuðlinum varð brúkt. Nú eru flestu av hesum stórmálum loyst, og ein ótrúligur framburður hevur verið. Nú hava vit eisini møguleikan og ráðini til at loysa tey stórmálini, sum enn liggja á láni. Serliga innan eldrarøkt, sjúkrahús- verk og alternativa íbúðar- bygging. Tað er neyvan sæð áður, at eitt fólk hevur reist seg so skjótt úr øskuni og skapt so nógv virðir, sum før- oyingar hava gjørt seinastu fýra árini. Virðini hevur fólkið skapt. Uttan mun til, hvar tú virkar í samfelagnum. Um tú ert á sjógvi, á landi, í skúla ella arbeiðir heima, so er tað arbeiðið hjá føroyinginum í Føroyum, sum hevur skapt fram- burðin og broytingarnar. Øll hava bygt land. Hetta dygga grundarlag vilja vit byggja víðari á. X við E. www.jogvanarge.com Karl Heri Joensen valevni Sjálvstýrisfloksins í Norðoyggjum Í vikuni hevur strand- ferðslan givið út nýggja ferðaætlan. Á síðu 11, er farleiðin Klaksvík - Fuglafjørður - Klaksvík lýst, og tann, ið skal ferðast við okkara almennu ferðslu, hyggur sjálvandi hvørjir møguleikarnir eru. Verður hugt at hvørjir møguleikar eru at sleppa til og úr norðuroyggjum leyg- ar- og sunnudag, má sigast at her er støðan syndirlig. Seinnaparttúrurin kl. 15 av Klaksvík verður ikki sigldur, og tí slepst ikki um fjørðin í einum tíðarskeiði uppá 5 tímar. Tað er uppaftur verri statt, um tú ert ein av teimum, ið ætlar at ferðast við bussi til Havnar. Her eru bert tveir møguleikar, tá farast skal úr Klaksvík, tað er kl. 7:30, sum verður silgdur kl 7:10 og kl 12:30. Eitt sindur frægari er statt, tá ferðast verður úr Havn, tá eru túrarnir tveir fleiri. Tað undrar meg at SL ikki er eitt sindur meira umhugsið, tá ferðaætlanin verður løgd. Verður hugt at leið 400, sæst at bussurin fer úr Fuglafirði kl. 18 allar dagar í vikuni, t.v.s. einar 15 min. áðrenn skipið kemur á Fuglafjørð. Helt at hesin bussurin bíðaði til skipið var komið á Fugla- fjørð, so sleppast kundi til Havnar, og ringdi tí á Farstøðina, sum altíð er góð í ráðum. Men gakk - her gjørdist onki, - túrurin av Klaksvík kl. 17:30 hevði onki busssamband til Havnar. Haldi ikki at henda ferðaætlan er hóskandi anno 2002, og fari tí at heita á leiðsluna fyri SL, at gera neyðugar broytingar. Per og Pól eru báðir føroyingar Fræls fólk í frælsum landi Leið 50 Fuglafjørð - í vikuskiftinum VALGREINAR Virðiliga og trygga framtíð Poul Michelsen Valevni Fólkafloksins í Suðurstreymi Hetta valið kemur í høvuðsheitinum at snúgva seg um okkara tjóskaparligu støðu – ikki tí at hetta málið er nýtt fyri føroyingar, men fyri fyrstu ferð síðan fólkaatkvøðuna hevur tjóðskapur(støða) okk- ara fingið ta rúmd og innihald sum eitt so álvarsligt mál hevur uppiborið. Sannførdur um, at tað nú bert er ein tíðar- spurningur, nær vit før- oyingar taka fulla ábyrgd av egnum landi, fari eg at royna at leggja ein neista aftrat tí báli sum nú brennur bjartari enn nakrantíð. Tað var ein sonn frøði at luttaka á eykalands- fundinum hjá Fólka- flokkinum herfyri. Eitt valmannaður fundur við fólki úr øllum landinum tók einmælt undir við tí tjóskaparkós sum nú er løgd, og fer flokkurin at halda fast um full- veldistilgongdina ella løgtingssamtiktina um "Sjálvstýri føroya fólks, sum málið eitur. Til hetta valið er vert at leggja til merkis, at javnaðarflokkurin, sum til seinasta val lýsti seg sum ein flokk hoyrandi til sjálvstýrisbólkin í føroyskum politikki, nú lýsir seg sum reinan sambandsflokk. Hetta er stórt spell, men í poli- tikki er fyribrygdið at liva av eini søk og ikki fyri eini søk sera kent. Eg fari tó at seta mítt álit á, at sjálvstýrisvongurin í javnaðarflokkinum fer saman við okkum í Fólkaflokkinum at velja eina virðiliga og trygga framtíð. Tað virðliga við at eggja til ein sjálvberandi búskap, eina kapping- arføra vinnu, ábyrgd av okkara heilsu-, al- manna- og skúlaverki og at gera hesi til tey allar bestu í heiminum. Tað virðiliga í at viðurkenna, at einhvør felagsskapur grundar á at fáa og geva, hetta líka mikið um talan er um ein felags- skap við Danmark ella onnur lond í heiminum. Føroyar er onki álmussuland og kann tí ikki loyva sær at føra seg fram sum eitt slíkt. Tað virðiliga liggur í at viðurkenna hetta. Sambandsflokkurin, sum sigur seg vera ein borgarligan ábyrgdar- flokk. Ein borgarligur flokkur sum bert hevur eitt endamál; at fáa onn- ur at tryggja sína framtíð og at fáa onnur at gjalda fyri seg – vorðið sum borgarligt. Tó skal sigast, at Sam- bandsflokkurin hevur flutt seg nakað og tað sigur mær so mikið sum, at rákin er sera herskin at slúka. Frælsi, trygd, áræði, álit og nógv onnur góð orð fúka um oyrini frá Sambandsflokkinum, men hvussu so politiska vøra Sambandsflokksins enn verður seld, so stendur eftir, sama ómegn, sum altíð hevur verið vørumerki flokksins. Spell at so er, tí í Sam- bandsflokkinum finnast kreftir, sum vilja taka ábyrgd, og kann eg bert vóna, at hesar kasta saman við okkum so- leiðis, at vit kunnu tryggja okkum føroy- ingum eina virðiliga og trygga framtíð. Góði føroyingar - tryggleiki er ikki nakað sum nakar annar kann geva okkum. Hetta kunnu vit bert gera sjálvir – og minnist til; TAĐ KUNNU VIT EISINI! Gevi okkum stuðulin og fylkist um Fólka- flokkin til komandi val. Sonni Jacobsen valevni Miðflokksins í Vágum Miðflokkurin hevur í sínari skrá til hetta valið sett fram fleiri ótraditionell ella óvanlig mál á skránna. Ótraditionell á tann hátt, at aðrir flokkar vanliga ella als ikki seta hesi mál á sína valskrá. At verja kristnu lívssjón- armiðini Eitt av hesum málum er at verja kristna lívssjónar- miðið. Har kunnu vit spyrja, er hetta neyðugt? Hyggja vit eitt sindur uttan um okkum í samfelagnum í dag gerast vit skjótt greið yvir, at tað sum fyrr var vanlig hugsan millum fólk broytist alt meira. Tú hoyrir tey eldru tosa um hetta, at tá tey vóru ung var kristindómurin og kristna lívssjónarmiðið við í øllum tí fólk gjørdu og tókust við. Stutt sagt, Várharra var við í gerandisdegnum. Sjálvandi broytast tíðir og tað skulu tær, vit skulu ikki aftur til tað gamla. Men eru vit kristin og kalla okkum kristna tjóð at vera, so eru tað ting vit ikki kunnu sleppa. Í dag loyva vit við politiskum vælsignilsi og ofta enntá við stuðuli úr landskassanum ókristilig- um kreftum at máa grund- arlagið undan kristindóm- inum. Í mong ár hava læru- bøkurnar í skúlunum bygt á ókristiligar og reint heidnar lívsáskoðanir. T.d. verður menningarlæran hjá Darv- in, ein læra, sum ongantíð er prógva men framvegis bert er eitt reint ástøði ella ein teori, lærd sum veru- leiki. Menningarlæra Darv- ins hevur ikki fleiri prógv fyri sínum veruleika enn læra bíbliunar um skapan heimsins - heldur tvørtur ímóti. Hoyrdi ein siga tað so væl fyri kortum: Um menniskjan t.d. kom frá apunum, hví eru apurnar so framvegis her? Í hesum samb. er eisini vert at nevna, at í Illustreret Videnskab nr. 14/2000, bl.s 44 - 45, stóð umtlað undir yvirskriftini "Genetikere finder Adam og Eva" stór alheims genetisk kanning, sum gav tað (fantastiska?) úrslit, at staðfestast kundi, at menniskjan stavar frá einum einasta pari. Faktist tað sama, vit hava vita í ártúsund, men sum van- trúgvin hevur vilja mága burt seinastu 200 árini. Tó at bíblian áhaldandi verður vísundaliga prógva at vera sonn og álítandi - tak bara eisini Big Bang - teoriina, at alheimurin er allur skaptur eftir einum degi, (sjá 1. Mós. 1. 1 - 5) verður læra bíbliunar førka til viks, meðan ein ókristi- lig og óprógva læra verður loyvd. Soleiðis verður meginparturin av tí t.d. sunnudagsskúlalærararnir hava lært børnini, fá ár eftir máða burt. Føroysku politikkararnir, sum teir flestu siga seg vera kristnar og verja borg, hava latið staði til og einki gjørt. Á sama hátt er í hinum londunum í Evropa, mus- limarnir koma inn í hesi lond, sum á millum annað áðurnevnda hátt hava máða grundarlagið undir kristnu kærleiksfullu og mis- kunsamu trúnni, og geva hervið gróðrarbotn at fólk ístaðin kunnu taka við hørðu, kærleiksleysu og eisindarleysu muslimsku trúnni. Neyvan nakað politikkararninr høvdu hugsa um, men hetta er veruleiki í dag. Hevði kristna trúgvin verið varð- veitt, vórðu tað muslim- arnir, ið vórðu umvendir, ikki øvugt. Fólkið skal hava okkurt at trúgva upp á, verður ein trúgv slept, ja, so taka tey tað sum er næst fyri. Í dárskapi verður fólkið soleiðis leitt frá nøkrum góðum til nakað ringt. At stuðla Ísrael Miðflokkurin hevur sum einasti flokkur sett bein- leiðis í valskránna, at vit stuðla Ísrael í teirra stíði fyri einum tryggum stati. Stríð er í miðeystri og tvey fólkasløg og tvær trúgvir eru í hørðum samanbresti. Bæði stríða tey um sama landaøkið. Óendaligt hatur og hevnd- arhugur gera seg galdandi frá báðum síðum. Pale- stinensarnir eru brikkar í politiskum spælið hjá øllum arabiska heiminum. Eitt er vist, er tað nakað arabararnir hava, so er tað pláss, ella "lívsrúm", sum ein illa gitin politikkari segði á sinni. Vit kunnu soleiðis staðfesta, at Gud hevur ikki sviki ararbarar- nar á tann hátt, olju hevur hann eisini givið teimum at liva av. Tíverri, sær tað út til, at alt hetta er ikki nokk, teir vilja hava alt miðeystur, jødarnir kunnu ikki hava ta lítlu álina við Miðjarar- havið, sum heimurin hevur tilluta teimum. Jødarnir stíðast ímóti einari ófatu- ligari yvirmakt, men til henda dag hevur tann Gud, sum teir seta sítt álit á, bjarga teimum úr fíggind- ans hond. Vit eiga sum kristin ikki at fegnast yvir ta vanlagnu, sum er palestinensarunum fyri, men mugu vera sera varin, um vit velja at leggja okkum út í hetta stríð. Ein trúgvandi veit, at hetta líka so nógv er eitt stríð í andans heimi, sum ger seg galdandi ella manifesterar seg á jørð. Bíblian lærir okkum, at Djevulin altíð hevur hata kvinnuna (Ísrael) sum føddi Jesus (les Opinb.kap. 12). Hann vil beina fyri landinum. Fara vit aktivt í stríð móti Ísrael so ella so, t.d. við handilsboykotti, so kann tað - og tað trúgvi eg - vera sera skjótt, at vit í roynd og veru taka partíð í andans verð. Og stuðla í roynd og veru nøkrum, sum gongur yvir okkara vanliga vit og skil - nakað sum er í andans verð. Ella bart út sagt stuðla myrkursins maktum í teirra eirindaleysa stríði móti jødunum. Latið okk- um ikki gloyma orð Paulusar, at okkara stríð er ikki móti kjøti og blóði, men móti andaherliðgum myrkursins. Sagt á annan hátt, okkara stríð er ikki móti pale- stinensum, muslimum ella arabarum sum menniskju, men móti andaherliðum myrkursins. Og tað stríð verður ikki vunni við svørði, men bert vunni í andans verð, við bøn og við boðanini av evangeliið Guds. Tí hava vit sum kristin eina stóra ábyrgd bæði mótvegis palestinens- um og jødum, at vísa teimum á vegin til Jesus Kristus, Messias, Friðar- høvdingan, hin salvaða Guds. Tí Hann er friður okkara, annar friður er ikki í hesum heimi. Hetta sigi eg ikki fyri at gera okkum betri sum flokk, menniskju ella nakað slíkt, tí tað vildi verið tvætl, men bert fyri at vísa á grundgevingarnar fyri hesari støðutakan okkara. Miðflokkurin ein ótraditionellur flokkur Kaj Leo Johannesen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymi Sambandsflokkurin vil sameina tað persónliga frælsið við ábyrgd fyri okkara medmenniskjum. Vit hava medábyrgd fyri teimum veiku í samfe- lagnum. Tí skulu vit lata til eina sosiala skipan, ið stuðlar tey, sum hava tað fyri neyðini. Vit hava ábyrgd fyri børnunum, teimum ungu, fyri teimum gomlu og teimum sum hava brek. Vit hava ábyrgd fyri, at sosiala skipan okkara veitir stuðul við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Øll hava krav um at fáa hjálp, sum mest møguligt ger tey før fyri at klára seg sjálv. Vit hava øll ábyrgd fyri okkara egnu heilsu, men vit skulu eisini kunna vænta at fáa viðgerð frá heilsu- verkinum, tá ið okkum er tørvur á tí. Persónliga frælsið C M Y K 17 16