mikudagur 17. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 17. apríl 2002
15
VALGREINAR
Sjúkan endar ikki
kl. 15, 20 ella 23
Edmund Joensen
løgtingsmaður
Sambandsfloksins
• Visti tú, at seinastu
fýra árini eru út-
reiðslurnar
á
løg-
tingsfíggjarlógini
øktar við umleið 1000
mió. krónum?
• Visti tú at, landstýrið
umframt hetta hevur
sagt frá sær umleið
400 mió. krónur um
árið í frumintøkum,
sum tú skal gjaldað
aftrat í skatti og av-
gjøldum í framtíðini?
• Ella visti tú, at hetta er
ein skatta- og av-
gjaldshækking, sum
svarar til allan lands-
skattin
hjá
øllum
føroyingum tilsamans
í eitt heilt ár?
Hetta úrslitið eftir full-
veldis landstýrið, er ein
veruleiki! Hetta er bert
byrjanin sambært teim-
um ætlanum, sum lands-
stýrið og løgtingið hava
samtykt.
Sannast má, at tað er
skjótt at bróta niður tað
sum tók langt áramál at
byggja upp!
Tit veljarar sum vilja
steðga hesi skeivu og
vandamyklu
gongd,
hava buktina og báðar
endarnar á valdegnum.
Sambandsflokkin veit
man hvar man hevur,
hann hugsar fyrst og
fremst um tína trygd og
vælferð. Hann er veru-
liga alternativið í før-
oyskum politikki, minn-
is til tað á valinum.
Katrin Jønsson
Valevni Javnaðar-
floksins í Eysturoynni
Tey sjúku og veiku, ið
kunnu búgva heima,
eiga at hava møguleika
at fáa sjúkrarøkt alt
døgnið, við tilkalliskip-
an.
Tann ið hevur brúk
fyri sjúkrarøkt, hevur
tørv á hjálp, um dagin,
kvøldið og náttina við,
tað vita øll, ið arbeiða
við fólkið, ið eru sjúk
ella hava brek.
Eingin er liðugur at
vera sjúkur kl. 15, 20
ella 23, alt eftir hvussu
verandi vaktarskipan hjá
heimarøktini er.
Ásannast má, at fleiri
og fleiri fólk, sum hava
røkt fyri neyðini, liggja
aleina
og
óhjálpin
heima, tá heimahjálpin
fer eftir seinastu dagligu
vitjanina. Tí eigur døgn-
røktarskipan, at verða
sett í verk beinaveg.
Hetta hevði økt um
tryggleikan og møgu-
leikan at verða heima,
sum longst.
Í mínum arbeiði sum
sjúkrasystur síggi eg
dagliga, hvussu stórur
tørvur er á hjálp, til sjúk
og eldri fólk.
Fólkið fyrst, er slag-
orðið hjá Javnaðarflokk-
inum, ið setur livium-
støðurnar hjá fólkinum
hægst.
Tak meg uppá orðið
set kross við lista C.
Annita á
Fríðriksmørk
valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðurstreymoy
Føroyingar
hava
somu
rættindi bæði í Danmark og
í øðrum londum, tá ið
Føroyar eru sjálvstøðugt
land. Føroya frádrátturin í
Danmark er onki undantak.
Hann er ein skattaavtala
millum Føroyar og Dan-
mark, og ávirkast ikki av,
um Føroyar gerast sjálv-
støðugar.
Norðurlond hava avtalu
um, at norðurlendskir borg-
arar frítt kunnu útbúgva seg
í øllum Norðurlondum.
Tey stóru Norðurlondini
gjalda sínámillum fyri tey,
sum lesa hægri lestur, með-
an Ísland ikki letur nakað
gjald.
Váttað er úr Danmark og
hinum Norðurlondunum, at
Føroyar koma við í allar
norðurlendskar avtalur, og
at Føroyar kunnu fáa somu
skipan sum Ísland hevur,
vilja vit tað.
Sum sjálvstøðugt land
kunnu Føroyar - eins og Ís-
land og Noreg - gerast part-
ur av einari EBS-skipan
mótvegis ES. Hendan
fevnr eisini um útbúgvingar
og granskingarsamstarvið í
ES-londum.
Spurningurin er tí, um tú
hevur viljan til at finna
loysnir til tess at røkka
einum settum máli. Tað
hevur Tjóðveldisflokkurin,
tí hann veit, at í føroying-
inum er vilji, áræði og
stoltleiki. Tað førur okkum
fram á.
Gott val.
Atli Hansen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy
Í 1998 handaðu vit hesari
samgonguni eitt samfelag í
góðum standi við eini
bjartari framtíð. Eitt gott og
ríkt samfelag við stórum
yvirskoti á fíggjarlógini at
menna landið víðari við.
Men henda samgongan
hevði ongar ætlanir um at
menna landið. Hon hevði
bert eitt fyri eyga og tað var
at loysa Føroyar burtur úr
ríkisfelagsskapinum - kosta
hvat tað kosta mátti.
Vit kenna øll úrslitið. Eitt
heilt valskeið er farið uttan
tað minsta vet á fullveld-
isleið, tí fólkið hevur sagt
eitt so dunrandi nei, at
bæðið Fólkaflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin
so-
leiðis kløkkaðir eru farnir
at tosa um loysnir í ríkis-
felasskapinum. Tjóðveldis-
flokkurin og Høgni Hoydal
skulu liva av herrópinum
um fullveldi og loysing.
Rópið kennist alt meira
hvølt og tómt. Og tess
meira tóm herrópini gerast
tess meira vera dema-
gogisku yvirskriftirnar til
Tjóðveldisfundirnar runt
landið tambaðar og av-
skeplaðar.
Hevur Høgni Hoydal
bygt nakað land og fyllt
nakran landskassa? Nei og
aftur nei. Einki er komið
afturat bygninginum Før-
oyar hesi seinastu 4 árini og
vøksturin í landskassanum
er bara við blokkstuðli.
Eingin inntøka framd av
Høgna Hoydal. Bert rokn-
ingar, sum ein komandi
samgonga
má
gjalda,
áðrenn hon sleppur til
arbeiðis. Og hvussu kann
man gjalda við halli á
fíggjarlógini? Tað skal man
vist eita Høgni Hoydal fyri
at kunna forklára fólki.
Men hetta er framvegis
eitt gott og ríkt land at
búgva í og hesum fer Sam-
bandsflokkurin framvegis
at arbeiða fyri. Hann fer at
byggja land við at mennna
okkara vinnur til at skapa
størri inntøkur sum fortreyt
fyri einum sjálvberandi bú-
skapi.
Og hetta skal alt henda í
verandi ríkisfelagsskapi.
Sambandsflokkurin fer at
byggja land. Tað er ein av
nógvum góðum grundum
til at geva honum krossin á
valdegnum.
Elsa í Garði
valevni Fólkafloksins í
Surðurstreymoy
Var á einum sera inspi-
rerandi fundi, har framlagt
var: "Álit um skipan av
framsøknari psykiatri í
Føroyum:"
Sjálv arbeiddi eg fyrst í
90-unum sum sjúkrasystur
á psykiatrisku deild 5.
Tað var um reppi at eg
fekk hug at søkja um
arbeiði aftur, so spennandi
var evni lagt fram.
Eftir at hava lisið áliti eri
eg sannførd um, at tað er
ein
gáva
til
komandi
leiðsluna í landinum.
Álitið
útgreinar
sera
nágreiniliga hvat arbeiðast
skal fram ímóti/ setast í
verk.
Nevniliga
1)Barna - og ungdóms-
psykiatri
2) Gerontopsykiatri
3) Rættarpsykiatri
4) Misnýtarapsykiatri
Eisini verður komi inn á
bygningar sum nú eru 30
ára gamlir og skulu um-
vælast.
• Soleiðis at sjúklingarnir
(sj.) skulu hava eina-
kamar við WC og bað.
Sum er hava teir felags
kømur og WC/bað
(hvat halda tit ? — og vit
skriva 2002)
Ein onnur sera nervandi
fylgja av vánaligu hølis-
viðurskiftunum er.at sj.
Við sera ymiskum diag-
nosum vera stúgvaðir inn
á somu deild og búgva
enntá á sama kamari.
Tað er alneyðugt at fara til
verka sum skjótast at:
• Leggja til rættis økis-
psykiatri og ambulanta
psykiatri.
• Loysa íbúðartrupuleikan
hjá teimum sum ikki eru
fullfør/ psykiskt sjúk.
• Vegleiða arbeiðisplássini
soleiðis at tey ikki eru
bangin fyri at útvega
arbeiðstilboð til psykisk
sjúk.
• Vit vita øll at eitt ar-
beiðsamboð sum verður
brúkt nógv, slítist við
tíðini. Soleiðis er tað
eisini við starvsfólkunum
(amboðunum) á teim
psykiatrisku deildunum.
Tí eigur at verða løgd ein
miðvís ætlan fyri starvs-
fólkarøkt og eftirútbúgv-
ing.
Við álitinum um heildar-
psykiatri hava vit fingið
orða ein greiðan málsetn-
ing fyri psykiatriska øki.
Sama eigur at verða gjørt
fyri restina av heilsuverk-
inum. Nevniliga at orðaður
verður ein greiður málsetn-
ingur: Hvat vit vilja og hvat
vit ikki vilja við Heilsu-
verki Føroya.
Gera vit ikki tað, fáa vit
ongantíð skil á økinum.
Útreiðslurnar
hækkaðar 1 mia.
Fruminntøkurnar
minkaðar
400milliónir
Føroyar í Norðurlendskum høpi
Høgni Hoydal hevur hvørki bygt land ella
fyllt landskassan
Heildarpsykiatri 2002
15
14
Nr. 72 - 17. apríl 2002
VALGREINAR
Suðuroyingar,
krevjið tykkara rætt!
Finnleif Guttesen
valevni Sambands-
floksins í Suðuroy
Vit blíva sparkað 40 ár
aftur í tíðuna, nú avloys-
araskip fyri SMYRIL
skal setast inn í sigl-
ingina um suðuroyar-
fjørð.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, og við verandi
gongd heldur ikki sein-
astu ferð, at Suðuroygg-
in verður rakt á hendan
hátt.
Vinnulívið
hevur
vánaligt samband, og
við hesum skipið blívur
tað
uppaftur
verri,
somuleiðis blívur tað
sindrið av ferðavinnu,
sum er í Suðuroy eisini
so meint rakt, at alt
innan ferðavinnu steðg-
ar upp.
Hetta varð prógvað, tá
í Claymore silgdi í 2000.
Lat okkum krevja av
Vinnumálastýrinum, at
teir
syrgja
fyri,
at
Strandfaraskip Landsins
setur eitt størri og betri
skip inn á rutuna meðan
SMYRIL er í dokk.
At einki annað skip er
til leigu kunnu vit ikki
brúka til nakað sum
helst.
Gullborg
Christiansen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Norðoyggjum
Í hesum framkomnu KT- og
teldutíðum, har vit kunnu
samskifta tíðarleyst og
óbundið um allan knøttin,
skapast møguleikar fyri
nýggjum og spennandi
arbeiðsplássum á smápláss-
um og útjaðaraøkjum.
Alt fleiri tænastur og
uppgávur, bæði hjá tí
almenna og privata, verða
veittar gjøgnum alnótina og
telefonina.
Hesar tænastur kunnu
eins væl liggja úti á smá-
plássum, ístaðin fyri mið-
savnað á størri plássunum.
Við skilagóðum loysnum
og tilrættarlegging kunnu
fleiri arbeiðspláss leggjast
út á smáplássini, við hesum
nýggju
og
framkomnu
møguleikum.
Í fleiri førum kunnu
hesar tænastur gerast betri
og bíligari frá útjaðarøk-
inum.
Alt frá betri tíð, bíligari
hølisviðurskiftum til barna-
ansing, kann skipast øðr-
vísi og meira lagað til tørv
og eftirspurning.
Hetta er nakað vit í
Sjálvstýriflokkinum vilja
arbeiða fyri komandi val-
skeið.
Gev okkum møguleika at
fremja hetta í verki, við at
seta kross tín valdagin við
Sjálvstýrisflokkin ella eitt
av valevnum hansara.
Gott val.
Jákup Olsen
valevni Fólkafloksins í
Suðuroy
Ongantíð í søguni eru so
stór mál viðtikin fyri
Suðuroynna sum í hes-
um valskeiði. Íløgan
verður mett til uml. 2/3
milliard kr..
Smyrlamálið er nú
staðfest, og byggingin
farin ígongd. Havnirnar
verða útbygdar, hetta er
galdandi
bæði
fyri
havnina í Vági og á
Drelnesi. Vegakervið er
eisini viðtikið at gera,
somuleiðis
tunnellin
millum Hov og Øravík.
Her er tó eitt at við-
merkja, og er tað, at
tunnellin eigur at verða
flutt nærri oman ímóti
Hovsdali, tí framtíðar-
byggingin í Suðuroynni
átti at veri inni í Hovs-
dali, hava vit langtíðar-
planleggin fyri eyga, og
langtíðarplanleggingin
eigur ikki bara at vera í 4
ár, nei í 25 ár ella meira.
TANN RÆTTA RAÐ-
FYLGJAN er tí at
byggja Smyril fyrst.
Um vegir og berghol
vóru gjørd fyrst, so kom
eingin Smyril. Nú er
sáttmálin
undirskriv-
aður, og tá ið Smyril er
liðugt
bygdur,
eru
havnir, vegir og berghol
eisini gjørd, soleiðis at
hetta stóra skip kann
leggja at, og vegakervið
kann nýtast til ta tungu
ferðsluna, sum er, og
sum kemur at vera enn
størri. Soleiðis er sett út
í kortið, og soleiðis
verður. Tí biður Fólka-
flokkurin um tygara
stuðul til valið. Vísið
Fólkaflokkinum sama
góða vilja, sum hann
hevur sýnt suðuroying-
um. Ongantíð í søguni er
slík vælvild sýnd Suður-
oynni sum undir hesum
l a n d s s t ý r i n u m . Ta ð
hevur eydnast monnum
at trútta niður í fólk :
SAMBAND - LOYS-
ING - SAMBAND -
LOYSING.
Í
einum
samfelagi er tað ikki
bara hvítt og svart, tað er
ein rúgva av øllum
øðrum
málum,
og
Fólkaflokkurin
hevur
verið við til at fingið
eina ørgrynnu av málum
av skafti, tí kunnu vit
siga:
VIT SVÍKJA IKKI
TYGARA VILJA.
Vís Fólkaflokkinum
ÁLIT, so hevur hann
ÁRÆDI og ÁGRÝTNI
til at fremja tygara sak.
Jacob Vestergaard
valevni Fólkafloksins í
Suðuroy
Orðini og lyftini eru mong,
nú tað stundar til val.
Suðringar hava áður hoyrt
øll hesi lyftir og lovorð,
men lítið er komið av skafti
frá teimum, sum suðringar
val eftir val hava valt at
umboða seg á Løgtingi.
Tað hevur verið líka mik-
ið um umboðini hava sitið í
samgongu ella anstøðu, ja,
hóast tey hava sitið við
landsins leiðslu, er lítið
komið burturúr, Suður-
oynni at frama.
Suðuroyggin hevur verið
afturúrsigld á nærum øllum
økjum. Stórur partur av
vegakervinum
er
ikki
dagførdur, síðan hann av
fyrstu tíð bleiv gjørdur.
Suðringar eru vitandi um
støðuna og ymiskir tankar
hava verið frammi um, hvat
gerast kann. Ja, onkur er
enntá farin so langt, at
tosað um at stovnað ein
serligan "Suðuroyarflokk".
Somu flokkarnir og somu
umboðini bjóða seg fram
aftur hesafer, og lyftini eru
tey somu sum áður; men vit
vita hvat úrslitið verður, um
hesir flokkar verða um-
boðaðir aftir. Hugsað verð-
ur bert um egnan vinning,
Suðuroyggin
verður
gloymd, so skjótt sum
tingsessurin er tryggjaður.
Teir hava jú víst hvat teir
duga.
Undir sitandi samgongu
er Suðuroyggin aftur komin
uppí part. Sáttmáli er
undirskrivaður um nýggjan
Smyril fyri 305 mill. kr.,
og fyrireikingar eru í gongd
við at projekterað nýggja
fergulegu á Trongisvágs-
fjørði, sum verður bjóða út
í heyst, og verður liðug at
taka í nýðslu á sumri 2004,
tá nýggi smyril kemur.
Fyri at arbeiði við at
dagføra samferðsluna til
Suðuroynna og í Suður-
oynni kann halda áfram, er
neyðugt at nýggj umboð
verða vald at umboða
Suðuroynna í Løgtinginum.
Við at velja Fólkaflokkin
vilja suðringar tryggja sær,
at berghol beinan vegin
verður gjørt millum Hov og
Øravík, ikki har sum ætl-
anin er at gera berghol,
men har sum suðringar
vilja hava bergholið.
Somuleiðis er neyðugt at
dagføra alt vegakervið í
Suðuroynni, m.a. sambandi
millum
Trongisvág
og
Hvalba.
Veljið Fólkaflokkin og
tryggið tykkum, at Suður-
oyggin aftur verður javn-
bjóðis restini av Føroyum.
Ernst Kass
valevni Sjálvstýrisflokksins
í Norðurstreymi
Vinnulív,
samfelagsbú-
skapur og vælferð ganga
hond í hond. Gongur tað
illa hjá vinnulívinum, so
gongur tað illa hjá sam-
felagnum.
Føroyingar hava í dag
eina nærum stuðulsfríða
vinnu. Eina vinnu, sum er
bygd uppá eitt sunt og
mennandi grundarlag, har
allur beinleiðis rakstrar-
stuðul
til
fiskivinnuna
næstan
er
burtur,
og
rakstrartølini
hjá
flest
øllum skipabólkum vísa
eitt yvirskot.
Eisini gongur væl hjá
vinnuni á landi. Her ræður
bjartskygnið, og tað fær
samfelagshjólini at mala.
Vøksturin skal halda
áfram
Sjálvstýrisflokkurin ynskir,
at hesin vøkstur skal haldað
áfram. Tó mugu vit frá
almennari síðu haldað eitt
vaki eyga við hvussu skjótt
samfelagshjólini mala. Vit
mugu tryggjað, at tann
almenni mynduleikin ber
slóg fyri, at karmarnir um
vinnulívið eru tryggir og
støðugir. Vinnan fær síðani
fríðar teymar at virka
innanfyri hesar karmar.
Karmar, ið mynduleikin,
saman við vinnuni er við til
at gera.
Karmarnir, sum talan kann
vera um eru:
- ein framhaldandi laga-
ligan vinnuskatt
- færri almenn millumlið
- ongan rakstrarstuðul; tó
ein íløgustuðul til íverk-
setarar
- kravið um, at myndug-
leikarnir halda seg burtur
frá lønarsamráðingum á
arbeiðsmarknaðinum
- støðugar karmar
Tað eru ongir vinnarir í
einum verkfalli - bert
taparar
Tað hevur týdning, at vit
ikki leggja ov nógvar
byrður á hvørki arbeiðs-
takara ella arbeiðsgevara.
Vit skulu finna ein javnvág
á tí føroyska arbeiðs-
marknaðinum, sum t.d. við
lógini um burðarfarloyvi.
Ein javnvág, sum skal
tryggja, at viðurskiftini á
arbeiðsmarknaðinum ger-
ast greið, soleiðis at vit
sleppa undan ónøgd og í
síðsta enda verkføllum.
Verkføll skaða okkum øll;
tað eru ongir vinnarir í
einum verkfallið, bert tap-
arar.
Tað gamla prátið, um
fíggindar báðumegin sam-
ráðingarborðið, er farið. Vit
eiga at hyggja frameftir. Vit
eiga øll at leggja upp til, at
tað føroyska vinnulívið er
kappingarført - bæði úti og
heima. Hetta fer, í síðsta
enda, at koma øllum tí
føroyska samfelagnum til
góðar.
Sjálvstýrisflokkurin
verður framhaldandi trygg-
leikin fyri, at vit hava eitt
sunt, virki vinnulív - og
harvið eisini eina sunna og
virkna verkamannafjøld.
Tískil
vil
undirritaði
heita á tykkum øll - ung
sum gomul - veljið Sjálv-
stýrisflokkin 30/04-2002!
Kósin er greið: Eitt sunt
vinnulív - eitt sunt sam-
felag
Listi D - tín trygd fyri
dygd
Vitjið heimasíðu okkara:
www.tingakrossur.fo
Suðuroyggin og
framtíðin
Betri arbeiðsmøguleikar á smáplássum
Menningin av Suðuroynni má halda áfram
Eitt sunt vinnulív - eitt sunt samfelag
C
M
Y
K
14