Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 72 - 17. apríl 2002 Nr. 72 - 17. apríl 2002 13 VALGREINAR Bygging av ítróttar- hallum og skúlum Hans Jákup Simonsen valevni Javnaðar- floksins í Norður- streymoy Nógvir skúlar eru gamlir og niðurslitnir, og undir- vísingin hevur ikki góð- ar umstøður. Nýggj kanning vísir, at ein stórur partur av lærar- anum ynskja seg í annað starv. Hava børnini og lærarnir ikki nøktandi umstøðir, gongur tað út yvir undirvísingina, før- leikan og menningina av børnunum. Tað er tí uppá tíðina, at fólka- skúlin fær betri kor at arbeiða undir. Tær flestu størru kommunurnar hava í dag nokk av peningi til skúlabygging, men íløgukarmurin, ið Fíggj- armálastýrið áleggur kommununum, er ein forðing. Seinasta bygdaráðið í Kollafirði kravdi í samband við ítróttar- høllina, ið Tórshavnar kommuna lovaði koll- firðingunum, at ein neyðug skúlaútbygging var tikin við, men á- sannast má, at í Kolla- firði er rættuligur steðg- ur komin í. Hálvtannað ár er gingið síðani kommunusamanlegging ina, og onki ítøkiligt er gjørt. Byggimálið er enn í nevnd, og til endamálið eru í ár bert avsettar tríggjar milliónur krón- ur, so langt er á mál. Útfrá hesum erfaring- um haldi eg, at tað hevði verið skilagott, at ein kommuna, ið er fíggjar- liga væl fyri, og sum yvir fyri Landsstýrinum kann grundgeva tørvin at byggja skúla- ella ítróttahøll, kann seta peningarligar upphæddir av til endamálið, ið liggja uttanfyri tann kommunala íløgukarm- in. Javnaðarflokkurin gongur inn fyri, at íløgu- karmurin verður broytt- ur, soleiðis at tað aftur kunnu gerast neyðugar íløgur í skúlar og ítrótt- arhøllir, og at fólka- skúlin og ítrótturin fær nútíðarhóskandi um- støður at arbeiða undir í øllum landinum. Kaj Leo Johannesen valevni Sambands- floksins í Suðurstreyni Vit vilja varðveita og menna ríkisfelagskapin. Vit eru einasti flokkur, sum ikki brúkar orð- ingar so sum: "Vit bíða við loysing" - "Loysing um 4. ár" - "Loysing í ár. 2012" Vit vilja gera felags- skapin meira tíðarhósk- andi, uttan tó at missa vunnin rættindi og møguleikar. Vit vilja hava størri ávirkan í øllum málum, sum hava við Føroyar at gera Vit vilja hava eina betri avtalu við ES Vit ynskja ein nýggjan felagsskap, har vit hava 6 felagsøkir, og tey eru: • Verjumál • Uttanríkismál • Gjaldoyra • Grundlóg • Kongshús • Rættarskipan Tá talan er um felags- økir, er talan eisini um okkara økir, sum vit skulu hava ávirkan á. Øll onnur mál kunnu yvirtakast tá ið tað tænir fólkinum best. Súsanna Mc. B. undir Leitinum Tíðin er farin, har tú kundi gerast politikkari bert við at duga at uppremsa árstøl og lova runt og halda tunt. Veljarin krevur meira av sínum politikkara í dag, ella ger tað vónandi, vil eg undirstrika. Fyrr var illa! Nú tað stundar til løg- tingsval aftur, og allir flokkar gera seg til reiðar til tað stóra verbala stríðið á politiska leikvøllinum, eiga vit veljarir eisini at finna fram tær røttu brillurnar, soleiðis at vit gjøgnum- skoða vanligt valagn og tómt tos og seta krossin rætta stað týsdagin 30. apríl. Vit fara sjálvandi ikki á val og velja tað, vit altíð hava gjørt av gomlum vana, tí til hvørt løgtingsval eiga vit at lurta væl eftir, um vit framvegis skulu velja tað sama. Hevur flokkurin hjá tær gjørt eitt gott arbeiði í farna valskeiði, hevur onkur annar flokkur kanska staðið seg betri? Hetta eru spurningar hvør føroyskur veljari eigur at seta sær, áðrenn nakar krossur skal setast. Niðanfyri vil eg tí hug- leiða um, hvat eg sum veljari haldi vit skulu krevja av okkara politikk- arum, eitt sindur um hvat politikkarin eigur at hugsa um og at enda, hvat før- oyskir fjølmiðlar eiga at leggja seg eftir. Eftir mín- um tykki sleppa politikk- arar ov lætt bæði undan fjølmiðlum og veljarum, tá teir lova eitt og annað og eisini, tá teir finnast at uppskotum og loysnum hjá hvørjum øðrum. Vit eiga at grava meira í tí, ið borið verður fram - krevja at tað ið verður sagt, verður gjølliga útgreinað. Seinastu fýra árini hevur til dømis regnað niðuryvir okkum við fylgjandi gyltum lyft- um: • "Vit hava loysnirnar" • "Vit kunnu tryggja væl- ferðina hjá tí einstaka" • "Saman við Danmark kunnu vit "garantera" eina trygga framtíð" • "Tá vit hava fingið full- veldi, fer alt at blóma" • "Fólkið fyrst" • O.s.fr. Hesir flosklar koma vit eisini at hoyra um og um- aftur nú áðrenn komandi val. Hvussu ætla hesir flokkar at røkka hesum málum heilt konkret? Tað mugu vit sum veljararar fáa at vita, áðrenn vit kunnu seta krossin. Hvussu ætla tey at fíggja eitt fullveldi, ella um sambandsvongurin vinnur valið, hvussu kunnu tey so tryggja okkum bæði vælferð og sjálvberandi búskap, tá vit hava upplivað eina ræðandi kreppu, júst meðan vit fingu blokk- stuðul úr Danmark? Svara tey hesum spurningum áðrenn valið? Okkara politikkarir eiga at minnast til, at teir hava stóra ábyrgd mótvegis borgarunum í hesum landi. Teir hava skyldu til at greina, hvat teir meina við vælferð, skilagóðar loysnir ella sjálvberandi búskap. Hugtøkini eru jú tóm í sær sjálvum - minnist til tað. Vælferð hevur ymiskan týdning fyri fólk eins og skilagóðar loysnir ikki siga fólkið so nógv um hvat sipað verður til. Vælferð kann fyri onkran merkja tveir bilar, bát og flott hús, meðan tað fyri onkran annan merkir góða heilsu, reint umhvørvi, mat í munnin hvønn dag o.s.f.r. Tað er heldur ikki nokk at siga: "Vit bjóða eina trygga loysn innan fyri ríkisfelags- skapin við sjálvberandi búskapi" Hvør loysn er tað? Hvat kann hon tryggja okkum, og hvussu ætla hesir flokkar at fáa ein sjálvberandi búskap, tá vit enn ikki hava hoyrt nakað konkret uppskot um, hvussu tey ætla at fáa hetta í lag. Vit vita enn ikki, nær hesir flokkar ætla at skerja blokkin, hvussu teir ætla at gera tað, ella um teir yvirhøvur ætla tað. Vit vita ei heldur um ætlanin er at selja almennar ognir, fremja yvirtøkur tey næstu 10-12 árini ella okkurt heilt triðja. Tað er ikki langt síðan vit í Degi og Viku hoyrdu formann Javnaðar- flokksins siga, at tú má halda tínar ætlanir innan- fyri títt 4 ára valskeið. Er tað ikki vandamikið og heilt burturvið at føra politikk bara fýra ár fram? Politiska orðaskifti sein- astu fýra árini hevur verið skuffandi og tungt at lurta eftir. Tað er meira enn so komið fyri, at tú sløkkir bæði Útvarp og Sjónvarp, tí tað spennandi politiska kjakið, tú gleddi teg til at hoyra, aftur hesa ferð endaði við at ljóða sum ein skøva grammofonpláta. Tá ið andstøðu- og samgongu- limir hava staðið yvirfyri hvørjum øðrum í sjónvarp- inum ella í løgtinginum, hevur orðaskifti sum oftast verið sera ósamanhangandi og merkt av persónligum briksli og "destruktivum kritikki". Tá eg sigi destriktivum kritikki, meini eg við kritikk, ið bara hevur til endamáls at niðurgera/- bróta. Vit hava brúk fyri júst tí øvugta í hesum landi. Vit hava brúk fyri kon- struktivum kritikki, semju og samstarvi millum flokkarnar soleiðis, at vit arbeiða frameftir og ikki eitt stig fram og tvey aftur. Alt annað er ov orku- og tíðarkrevjandi. Kritikkur verður vanliga samanbundin við nakað negativt - serliga tá tú ikki hevur lært at geva og móttaka kritikk - við nakað vit øll helst vilja sleppa undan. Kritikkur kann í veruleikanum vera eitt sera trupult hugtak at lýsa. Hvat kritikkurin í politiska kjakinum her heima hevur til endamáls er vert hjá okkum veljarum at hyggja eitt sindur nærri at. Hví verður hann givin (enda- mál); hvussu verður hann givin (niðurbrótandi/de- s t r u k t i v t - u p p b y g g j - andi/konstruktivt), og hvat fær tann ið gevur kritikkin burturúr? Mest vanligi formur fyri kritikk er tann ið brúktur verður sum verja - tú niður- ger og tileinkisger onnur sjónarmið ella verkætlanir, bert við tí fyri eyga at fjala útyvir veikleikar og mangl- ar hjá tær sjálvum. Hetta kalla vit "destruktivan ella niðurbrótandi kritikk" og kemur hetta tíverri sera ofta fyri í okkara politiska kjaki. Endamálið við kritikkinum er tá at fáa veljaran at missa álit á tí flokki, tú niðurger, soleiðis at tú tryggjar tær atkvøður. Politikkur er sjálvandi eitt stríð um atkvøður, men tá tú tarnar arbeiðnum hjá øðrum flokkum bara fyri ikki at missa andlit sjálvur er talan um ábyrgdarloysi. Hevur tú sum politikkari einki annað at bjóða enn at finna "fem fejl" hjá tínum mótstøðu- monnum/-kvinnum, sjálvt um tú í veruleikanum gott kann taka undir við tí tey gera, men ikki veit, hvussu tú annars skal vinna tær atkvøður frá veljarunum, átti tú at hugsa eitt sindur meira um framtíð Føroya enn egnu politisku framtíð. Slíkir persónar selja ofta seg sjálvar sum betri vitandi og bakklókir, men legg til merkis, at oftast hava hesi einki annað betri uppskot at bera fram. Tey vraka bara, og tað er bíligt. Hetta hevur verið stóri trupulleikin seinastu fýra árini. Her kunnu fjølmiðlarnir hjálpa til og gera eitt munadyggari arbeiði enn higartil. Tað verður gravað alt ov lítið í tí, ið borið verður fram. Í alt ov nógvum førum uppliva vit, at blað-/ útvarps- og sjón- varpsfólk eru mikrofon- haldarar og í grundini alt ov grunn, tá tey skipa fyri politiskum kjaki. Ofta kemur tað eisini fyri, at tey eru ov subjektiv, tað vil siga tú merkir ov væl á spurn- ingunum, ið settir verða politikkarunum, hvønn veg journalisturin hellir politiskt. Í sjónvarpinum sært tú eisini ofta á kropsmálinum hjá ávísum sjónvarpsfólki, hvar tey eru politiskt. Hetta má ikki koma fyri í fjølmiðlunum, tí tað má sjálvsagt vera so objektivt sum gjørligt. Uppgávan er at fáa eitt veruligt kjak í lag, har tey ymisku politisku sjónar- miðini koma týðuliga til sjóndar - ikki eitt fløkt verbalt stríð, ið hevur við sær at hyggjarin/lurtarin verður enn meira í iva um, hvat hvør flokkur stendur fyri og veruliga hevur at bjóða veljaranum og sam- felagnum sum heild. Tað skal tí at enda vera mítt ynski, at vit nú undan komandi vali fáa eitt meira siðiligt og gevandi kjak millum politisku flokkarnar í fjølmiðlunum, ið kann gera tað lættari hjá okkum veljarum at finna útav, hvør veruliga hevur uppiborið at vinna sær sess næstu fýru árini, og at vit eftir valið fáa eina samgongu og and- støðu, ið kunnu samstarva og standa meira saman enn undanfarnu - at vit fáa ein meira positivan anda, ið kann geva Føroya fólki eina vón um, at vit kunnu standa saman og semjast sum eitt fólk. Eitt konstruktivt orða- skifti vil eg biðja um takk! Hvat vil Sambands- flokkurin? Meira konstruktivt politiskt orðaskifti - takk! Valtilfar í Sosialinum Treytir fyri upptøku av valgreinum er, at tilfarið verður latið okkum sum teldupostur ella á diskli. Prísurin er hálvur lýsingarprísur. Fyri valgreinar á valsíðuni í Internet-Sosialinum er prísurin 50 kr fyri hvørja grein, um ikki onnur avtala er gjørd við flokkarnar. Sosialurin VALGREINAR Eg møtti einum manni... Tordur J. Niclasen Valevni fyri Miðflokkiní Eysturoy Skilagóð orð -um ein flokk hvørs trúvirðið ikki er til sølu Kom á tal við mann fyri nøkrum døgum síðan. Hesin, virkin hóast komin nakað uppí árini, setti mær spurning viðvíkjandi komandi løgtingsvali. Eg svaraði játtandi, at eg ætlaði mær at stilla upp. Tá er tað, at hann tekur til og sigur:" Ja, tykkara flokkur, hann stríðist fyri teim etisku virðinum - ella fyri teim menniskja- ligu virðinum"! Og so legði hann aftur, " verður tað tikið burt, ja, so er einki eftir..!" Hetta vóru vælsøgd orð, sum komu av munni mansins. Ikki veit eg hvønn flokk hann hevur valt áður, men hesin var komin til ta niðurstøðu, at tað eru nøkur virði í hes- um lívi, í hesum sam- felag, sum hava størri týdning enn onnur! Hesin hvørs lívsroyndir eru drúgvar og fjølbroytt- ar dugdi um at meta og var úttalilsi hansara ein staðfesting av, at verður tað etiska, tað menniskja- liga við sviðið so í polit- iskum leiki, ja, so hava vit eitt samfelag, sum merkt er av "at tann sterki valdar" - ella at "jungli- lógin" blómar! Eitt hjartamál. Hetta við tí menniskjaliga - við tí etiska er okkum ein hjartasak! Ikki bara nakað við taka fram , tá valið nærkast. Vit byrja ikki stutt áðrenn val, at tosað um tey gomlu, veiku og sjúku. Nei, hetta er okkum eitt hjaratamál, tí vilja vit áhaldandi stríð- ast fyri korum teirra! Heldur ikki byrja vit stutt áðrenn val, at tosað um familjupolitikk, um kor barnanna og lagaliga skatting av hjúnum! Nei, hetta er okkum eitt hjarta- mál og vit helma ikki í, fyrr enn komið er á mál! Tað er alneyðugt við fa- miljuvinarligum tiltøk- um! Familjan er horn- steinurin í samfelagnum, tí eigur lógávan at verja familjuna og í hesum sambandi eiga munandi betri fortreytir at skap- ast(lógevast) fyri øktum valmøguleikum hjá hjún- um. Her eigur skattalógin at verða broytt , soleiðis, at hjún fáa ein verunligan møguleika at velja í hvønn mun annað ynskir at vera heima, meðan børnini er smá. Lat tað sláast fæst, at mangar mammur høvdu uttan iva valt at verið heima, um fíggjarligu fortreytirnar vóru fyri tí! Her skal und- irstrikast, at tað er eingin stovnur, ei heldur nøkur skipan, sum kann í fult mát nøktað plássið hjá mammuni, at vera um barnið! Tað er okkum eitt hjartamál, at hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Ikki eitt sjúkrahúsverk, sum er í slíkum standi, at útskiftan av sengrum skuldi gerast eitt stór- politiskt mál, sum tingið skuldi taka støðu til, stutt áðrenn val! Vit gerast fátøk sum tjóð um tann trygga, góða familjuskipanin verður sindrað! Tí eiga vit eisini av álvara at virka fyri, at familjupolitisk tiltøk, aft- ur koma á dagsskránna! Veljarin eigur ikki at verða hildin fyri gjøldur Høvdu vit sitið í sam- gongu í heili fýra ár og enntá fingið fest í sam- gonguskjalið nøkur av okkara hjartamálum, so hevði borgarin sjálvandi kunnað merkt og ásann- að, at tey í Miðflokkinum hildu orð. At hava sitið fýra ár í samgongu og stokkuta tíð áðrenn val gera vørr og í andaleypi leggja uppskot á ting, tað er at haldi veljaran fyri spott! Veljarin hevur annað uppiborðið enn at verða hildin fyri gjøldur. Trúðvirðið hjá Miðflokk- urin er ikki til sølu! Miðflokkurin setur æru sína í, at stríðast fyri teim sjónarmiðum ið ser- merkja flokkin. Hetta fer veljarin at sanna. Somu- leiðis fer veljarin at sanna, at tað sum Mið- flokkurin stendur fyri, fer at síggjast aftur í einum samgonguskjali. Tað sum kemur í samgonguskjalið fer ikki bert at standa har til pynt! Tí fer veljarin eisini at sanna, at Mið- flokkurin er ein flokkur, ið lítast kann á. Ein flokk- ur hvørs trúvirðið ikki er til sølu! Hans Pauli Strøm, Soffi Egholm, Gunnvá Mortensen og Hans Jákup Simonsen, javnaðarvalevni í Norðstreymi Tey bæði fyrstu politisku hugnakvøldini, sum Norð- streymoyar Javnaðarfelag skipaði fyri í Kvívík og Vestmanna, hava rættiliga styrkt stríðsviljan og trúnna til, at javnaðarfólk í norð- streymi skulu gera veljara- kanningina til skammar og aftur skulu fáa umboð í løgtingið. Vanliga er fólkið ikki tað nógva til slík tiltøk, sum flokkarnir einsamallir skipa fyri. Men vit vóru heilt tikin á bóli av tí fyrsta tiltakinum í Glæmuni í Kvívík: fult hús og eitt frálíkt kvøld við sangi, stuttum og eggjandi røðum, hugnaligum práti og stríðs- huga. Og sanniliga hendi aftur sama succes’in í Dansistovuni í Vestmanna: fult hús og framúr væl- eydnað tiltak. Hesin formur tykist at rigga ógviliga væl, politisk café ella hugnakvøld, ein blandingur av sangi og tónleiki, stuttum politisk- um røðum og hugnapráti aftur við kaffimunni og kakubita. Tí eru vónirnar tær bestu, nú vit týskvøldið komandi, t. 16., fara at skipa fyri tiltakinum í Kollafirði, og kvøldið eftir, mikukvøldið t. 17. verða í Vík. Flúgvandi javnaðarstartur í Norðstreymi Ivan Eginsson Moskalenko Ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum skaðar útlendsku vitanina um landið - og harvið ferðavinnuna Tað er eitt sindur undar- ligt í mínari verð, at hvørg- in føroyski fullveldis- flokkurin brúkar eina so avgjørt sannførandi grund- geving í valstríðnum – nevniliga ferðavinnuna. Hetta er ein spennandi vinna, sum serliga tey minstu londini í Evropa hava stóra gleði av. Vit hoyra ferð eftir ferð, at føroyingar áttu at gjørt munandi meira burtur úr ferðavinnuni, men av eini hvørjari orsøk fáa vit ikki nóg nógvar ferðandi út- lendingar hendan vegin. Høvuðsorsøkin til tess er uttan iva tann, at alt ov fáir útlendingar vita nakað sum helst um Føroyar. Hvussu ber tað til? Jú, tá ið tú gongur í fólkaskúla í út- londum, lærir tú um onnur lond, eisini smátjóðir. Men Føroyar, Áland, Man, Gibraltar – í mun til tey sjálvstøðugu Liktinstein, San Marino, Monako ella Andorra, fyri ikki at nevna Ísland – eru als ikki til í teirra verð. Føroyska flagg- ið finst ikki í skúlaatlasum, og Føroyar eru í besta lagi nevndar einaferð í greinum um Danmørk. Tí er tað púra natúrligt, at útlendingar einki sum helst hoyra um eitt lítið oyggjaland norðuri í Atlantshavinum. Tað finnast fimm sjálv- støðug lond í heimspari okkara, ið eru minni enn Føroyar – bæði í fólkatali og í stødd. Talan er um Andorra, Liktinstein, Monako, San Marino og Vatikanríkið. Næstan allar inntøkurnar, ið hesi londini fáa í landskassan, koma frá júst ferðavinnuni (umframt casino í Monako og banka- virksemi í Liktinstein). Vit kunnu taka San Marino, eitt tjóðveldi við 28.000 íbúgvum (Føroyar uttan Havnina og Streym- oy), og sum er 61 ferkilo- metrar til støddar (helvtin av Vágoynni). Øll í Føroy- um hava ivaleyst hoyrt um hetta pinkulandið, ið liggur mitt í Italia. Ein borg á trimum fjøllum. Slíkar borgir finnast nógva aðra- staðni eisini. Annars er einki serligt at síggja har, San Marino liggur ikki eingang við hav yvirhøvur. Landið hevur onga fiski- vinnu ella oljuvinnu. Men fólkið hevur gott lívsstøði her, hægri í miðal, enn tey í risastóra grannanum, Italia. Hagtølini siga, at yvir 3.000.000 ferðandi útlend- ingar vitja í landinum á hvørjum ári! Men hvat er so spennandi í San Marino, hví fara fólk yvirhøvur tann vegin? Svarið er, at sera nógv ferðafólk eru "landa- savnarar" av sínum slagi, "globetrotters". Tey "savna" lond, tey hava verið í, akkurát sum onkur savnar frímerki ella myntir ("eg havi verið her, eg havi verið der, eg havi verið í so og so nógvum londum!"). Hevði San Marino verið eitt vanligt italskt øki, so hvarv næstan allur áhugi fyri at vitja har (tað eru ikki nógv, ið vitja í líka stórum ano- nymum italskum granna- býum hjá San Marino). Sjálvt limir í áltjóða globetrottarafeløgunum rokna bara fullveldi sum lond, teir skulu vitja. So leingi sum Føroyar eru eitt hjáland, so er als ikki neyðugt hjá teimum at koma hendan vegin, tað er nóg mikið at vitja í Dan- mørk – í teirra verð. Eg tosi sjálvandi ikki um øll, men ferðafólkafjøldin er annars rættiliga líka hugsandi á tann hátt. Undirritaði hevur ferðast eitt sindur (27 evropeisk lond í "savnin- um" higartil) og hevur hann sum heild sera stóran áhuga fyri ferðavinnuni. Føroyar eru – sum í sær sjálvum kundi verið ótrú- liga spennandi hjá nógvum ferðandi – tann allarminsta evropeiska tjóðin við sínum samleika, máli og mentan, ið ikki eru í vanda fyri at doyggja út. Hetta er tann søti veruleikin, sum kanska ikki allir føroyingar hava hugsað um. Menn tann beiski veruleikin er tann, at sjálvt tey flestu av teimum fáu í útlondum, sum nakrantíð hava hoyrt um Føroyar, eru púra vís um, at í Føroyum búgva vanligir danir, ið tosa danskt – akkurát sum í Sælandi, í Jútlandi, á Fjóni ella á Borgundarhólmi. Í dagliga yrki mínum havi eg nógv at gera við útlendingar, ið koma hendan vegin av arbeiðsørindum. Eg má viðganga, eg eri bæði troyttur og argur av at greiða teimum frá – at siga hvørja einastu ferð – at Føroya íbúgvarar hava sítt egna mál, sítt parlament, sín forsætisráðharra (løg- mann) osv. Øll vita tey kortini frammanundan, at t.d. íslendingar eru ein tjóð! Men ímyndið tykkum tann vælsignaða dagin, tá ið føroyska tjóðin boðar allari verðini frá fullveldis- tøkuni – tað verður kunn- gjørt í tíðindarsendingum hjá BBC, CNN og øllum hinum stóru sjónvarpsstøð- um - um allan knøttin. Hvussu nógvar milliónir av fólkum (eisini møgulig ferðafólk) allastaðni í heiminum fáa at vita um Føroyar júst ta løtuna?! Sjálvandi er tað bæði óneyðugt og ógjørligt at fáa 3.000.000 ferðafólk til Føroya um árið (sjálvt um Føroyar eru so ómetaliga nógv meira spennandi ferðavinnuland, enn San Marino). Føroyar skulu heldur nýta Ísland sum fyrimynd á hesum økinum (Ísland hevur nógvar ferðir fleiri vitjandi útlendingar um árið, enn Føroyar) og samstarva meira við Ísland um ferðafólkaflutning (at ferðandi kunnu sameina vitjanir í báðum londun- um). Men so leingi sum Før- oyar eru eitt anonymt hjá- land í heimshøpi, so nyttar tað ikki nógv at brúka pengar úr landskassanum uppá ferðavinnufaldarar, tað hjálpir lítið uppá støð- una. Hinvegin er fullveldið nógv tann stórsta reklaman uttanlands, ið eitt land við stórætlanum innan ferða- vinnuna kundi hugsað sær! Tá ið fullveldi kemur, so ivist eg onga løtu í, at føroyingar fáa eina nýggja blómandi vinnu, ið fer at geva landskassanum góðar inntøkur, umframt at skapa áhuga, vitan og virðing fyri Føroyalandi úti í stórari verð. Fullveldi og ferðavinnan C M Y K 13 12