Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. januar 1954síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

9. januar 1954 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 2 Vilja teir nå forkoma ollum Ongantíð hevur tað eydnast so fáum at forkomið so nógvum, sum tað hevur eydnast oddamonnum fólkaflokksins og tí av teimum leidda fólkaflokks- politikkinum. Nærum allastaðni hava teir gjørt púra øskukalt og seigpíningin av føroysku tjóðini heldur áfram. Allastaðai hava teir verið framvið vid sínum niðurgongu- og oyðingarpoli- tikki. Mong eru dømini: Heilar 2 miljóntolllógir, ið hevur skert keypiorkuna niður í lítið og einki. — Forskotsrindan og tóku teir av (noyddist tó at seta lønjavning skipanina aftur í gongd, men sjálv- andi mikið forskeplaða) — Vegbyggingini hava teir fingið steðgað. — Nærum — alla havnabygging — lendingarnar somuleiðis. Fiskimenn útihýstir í Fiskasøluni Arbeidsloysid størri enn í nøkr- um landi í heiminum. Eitt hitt besta og nýggjasta veiði- farið selt av landinum. — Skatturin støðugt hækkaðir. Skrivstovuhaldið økt í stórum og dýrkað í stórum. — Fólkaviljin trokaður til viks smbr læknatrætuna í Norðoyum. Eitt verkfall fyri og annað eftir, ið kostað hava landinum miljónir kr. í hópatalið. — 20 SEV-bygdir lagdar myrkar. — 700 hús í SEV-økinum einki rav- magn fyribils vegna 50 % tollin, ið lagdur var á allar ravmagnslutir. Ikki ein hjálpandi hond til ein illa staddan landbúnaða. — Marshallhjálpina vildu teir hava skuldi havna í Sjovinnubankanum (4 millj.). — Miljónir og aftur miljónir í Sjó- vinnubankan fyri at bjarga bank- anum frá teirri avgrundini, ið fólka- flokksoddarnir vóru í ferð við at leiða hann í. Soleiðis kundi teig eftir teig, men nóg mikið hesi ferð. Eitt mark er tó fyri hvat troytast kann av einum fólki, ið líður harðan undir arbeiðs- og inntøkuloysi. Bidd- verið hildið áfram aragongdirnar til Danmarkar hava tí verið nógvar í tali, fleiri enn nakrantíð áður. Landsstýrismenninir hava ferð- ast, so tað er øtiligt. og so sanniliga kunnu teir takka fyri. at danska mua hevur mjólkað væl. Hvat skuldu hesir neyðars, einaferð so reystmæltu full- veldisthetjurnar = og — danahatarnir annars gjort? Nógv er farið á blåman og tað, ið eftir er. ekur sama veg. Inntøkuloysi fólksins veksur. fólkið orkar ikki at bera okurbyrðarnar. ið teir dagliga tveita á illa møddar herðar. Og einki verður gjørt. veksur. = skipaflotin Vinnuloysið minkar. ongar havnir. eingin vegir o. s. fr. Skal samfelagid rennast i rot? Lesur ein Dagblaðið frá seinasta tysdegi, sær tað ikki mætari it, enn at hetta er ætlanin. Nú teir hava oytt alt upp, tveita teir við skitnari skarni enn nakrantid áður eftir teimum monnum, ið royna at bjarga okkum tað, ið bjargast kann. Fólkatingsmenninir verða dálkaðir við misháttari og vanvirðisligari skriv- ing, tí teir hava váðað sær undir við- gerðini av donsku fíggjarlógini á ríkis- degi at sett fram ynski um stuðul frá hinum partinum av ríkinum til ymisk lívneyðsynjarmál Føroya fólks, lív- neyðsynjarmál, ið vit ikki kunnu loysa einsamallir vegna peningatrot aftaná alla oyðingina hesi 3 árini, fólkaflokks- menn og sambandsmenn hava sitid við øllum ræðinum. Heldur skal Føroya fólk doyggja í hungri og halli — Dagblaðið vil draga tað í grøvina við sær, nú tað stundar móti vali. Tad, sum teir ikki vænta at yvirliva sjálvir, skal fólkið heldur ikki yvirliva — annað kann neyvan fjala seg aftanfyri skriving >politiska áskoð- arans« í Dagblaðnum. Hví tegir 14. september Í hesum blaðið hevur av og á verið trivið í fiskimannaverkfallið seinasta vár. Eisini hevur onkur borið uppá mál um tær samráðingar, ið loknar skuldu vera innan 1. oktb. s. á. 14. sept, ið steintagdi um verkfallið og úrslit tess, steintegir framvegis; hann nevnir ikki eitt orð um nevndu sam- ráðingar og ikki eitt orð um umstøður fiskimanna komandi ár. Henda knugg- andi tøgnin er sjálvandi orsakað av teirri neyðarstøðu. ið verkfallið sein asta ár rak Undan verkfallinum skrivaði 14. sept. dúgliga um. hvussu illa fiskimenn vóru komnir, fiskimenn út í. at neyðin var í durunum, og at tað nú beinleiðis galt um lívið. Kortin eirdi Erlendur teimum ikki. Åbyrgdin fyri teimum verri inntøku- líkindunum, ið var hitt dapra verk- fallsúrslitið, er fyrst og fremst hansara. Uttan at hann hevur gjørt nakað fyri at bøta uppá hetta ræðuliga mistak, ið her varð gjørt, ætlar hann ivaleyst at skulu pínast undir hansara hungurssáttmál- um, sjálvt um bann í 14. sept. fyri 5. Paturson allir fiskimenn aftur eitt ár jan. ásannar al $ eitt vita vit við vissu, ogstað er, at:inntøkur fjøldarinnar. fiskimanna og verkmanna, eru so lágar og litlar, at øll peningaliga tilvera teirra er í váða.< Soleiðis skrivar formaðurin í Fiski- mannafelagnum, ovastin til at leggja til botns fyri at hjálpa fiskimonnum burtur úr tí váða, ið peningaliga til- vera teirra er í; men allir fiskimenn vita, at hann einki hevur gjørt fyri at bøta um korini. áðrenn menn aftur leggja til havs — fiskimenn skulu troytast Lil seinasta sveittadropa, uttan at nakað verður gjørt teimum til ábótar. Reiðarnir fara sjálvandi ikki at siga sáttmálan upp ella seta fram krøv um broytingar. Vinningurin av verkfalli- Hvat hann sigur við hana Gift. Ógift. Sum tú ert vøkur og kvinnulig í hasum kjólanum. Alla nátt havi eg ligið og hugsað um, tá ið vit illkendust. Fyrigev mær tað! Eg kann koma, hvat kvøld tað skal vera, í næstu viku. Lat okkum finna okkum eitt friðarligt stað, har eingin kemur, ið kennir okkum. Eg komi á skrivstovuna eftir tær og koyri teg heim. Lat okkum sleppa okkum av stað, áðrenn nakar kemur ið vit kenna. Vit taka ein taxa, vinur mín. Handa kjólan mást tú endiliga fara í aftur. Eg verið aldri keddur at hyggja uppá teg, tú ið tú ert í honum. Her er ein gáva til tín, tað er nylon. fænari. champagne! Kom og hjálp mær at flysa hesa sofaina her yvir. Tað sær út, sum tað er tær ein stuttleiki at fáa illsemju í. Tað má vera ein týsdag ella fríggjadag. Tað er einki hugnaligt her longur, ikki ein sál, sum ein kennir. Hygg inntil mín í kvøld, men ikki ov seint. Er tað nakar, ið hevur hug at koma við. Tað er ikki ómakin vert at taka ein bil. Tað er einki at ganga. Tveit handa kjólan út gjøgnum vindeygað, tá ið tú kemur til hús. Eg toli ikki at síggja teg í honum longur. Kanst tú brúka teir? Øl. (Ann Edwards i »Daily Express«). Lýsingar og annað. Eitt partí av nylonsokkum verða seldir við 50 % avslátti hjá K. Joensen, ið tolir kóking og dagliga vask í sterkum luti. Eitt radiolurt kann fáast til keyps frá Sannu Petersen, ið er nýliga ístandsett. num fall jú so dýran í reiðaranna lut, ja, ein smáreiðari vann ikki minni enn 25.000 kr. uppá teir sáttmálarnar ið fiskimenn fingu aftaná 3 mánaða verkfall. Alt er vorðið so rangvørgt, at tað þrátt verður ilt at siga, hvønn hvør er umboðsmaður fyri. Jógvan Vánaligt úrslit Árið 1953 kom at roynast okkum illa, verri enn nakar kundi vænta, men tað er. so farið. Fyrst var tað hitt oyðandi verkfallið, ið forkom okkum rættiliga. Allir vóru vit samdir um, at vit nú vóru komnir so langt niður á bakka, at ikki fór at bera til at sigla fyri hesa hungursløn- ina longur. Verkfallið kom, annar veg- ur úr naggatódnini var eingin. Sjáldan man samanhaldið okkara millum hava verið so stórt, og var hetta ongantíð hetri prógvað, enn við uratkvøðuni tætt áðren1 verkfallið endaði. Kortini komu vit at tapa í stórum. Teir, ið ikki fingu sínar sáttmálar broyttar (kravið var tó. at allir sáttmálar skuldu gerast brutto). eru best staddir, teir mistu bert tað, ið verkfallið sjálvt kostaði. Hinir aftur ímóti mistu fyrst tað, ið varkfallið kostaði. og so tann prís, ið vil mugu gjalda fyri tað, ið sáttmál- árnir gjørdust verri. Hetta er ein hin størsti sorgarleikur í fiskivinnusøgu okkara, ið nakrantíð er Hevði bert tað ólukkuliga formanns- valið ikki komið uppí, var kanska betur statt í dag, men sjálvir hava vit framdur. valt, og mugu tessvegna taka fylgjurn- | Góð brúkt harrasykla er til sølu hjá posthod Jakobsen, ið er nýlakerað og hevur rustfrítt róður. Bidast gera so væl at senda eina húgvu til konuna, ið er svørt og sum stendur væl á høvdinum. ar av tí. At úrslitið av valinum var, sum tað var, er einki at siga til, tá ið vit hugsa um, hvat formaðurin hevði skrivað í blaði sínum framman- undan. Tann, sum hoyrdi formannin undir verkfallinum, skuldi heldur ikki havt neyðugt at ivast um úrslitið. Men kortini so kom tað sum ein dyggur kvøkkur á allar fiskimenn. Í dag kenna vit tey syrgjuligu úrslitini, og mangur maður man stórliga ivast, um hann fer avstað aftur ella ikki. Sáttmálarnir vóru gjørdir óuppsigi- ligir. Í staðin fyri skuldu nakrar sam- ráðingar fara fram millum formannin og reiðarar um tørvandi ábøtur á sátt- málunum, Tær skuldu vera endaðar 1. okt. Enn hevur formaðurin nærum ikki grett eitt orð um úrslitið av teim- um, men allir skilamenn duga nú at skilja, at úrslitið av teimum man ikki vera stórt mætari enn úrslitið av sjálv- um verkfallinum. Starvsbrøður! Vit standa verri enn nakrantíð áður. Ongantíð sum í dag tørvar okkum samhald og at taka alt í okkara egnu hendur. Ongantíð hava vit verið inngyrdir og tiknir av fótum frá so nógvum síðum sum í dag. Hægsta leiðsla okkara er ikki í lagi. Formaður hevur prógvað, at hann ikki er búgvin at røkja hetta týdningar- mikla ålitisstarv fiskimanna til fulnað- ar, men ikki kemst uttan um, at um leið 30 pst. av Føroya fiskimonnum hava valt hann. Fiskari. Í dag giftast í Vestmanna Jona Joen- sen úr Vestmanna og Petur Larsen. stýrimaður, av Eiði. Hl