Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-01-30, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. januar 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i] H Føroya Sosial-Demokratur FRÆLSI Lýsingarprísur fyri min: 20 eyru á I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu JAVNAÐUR Latum okkum sleppa frá verk- falli í 1954 »Dagbladid« hevur grein við yvir- skriftini: >Hvussu nógvir arbeiðs- dagar fara fyri skeyti av verkføllum? Í hesi grein verður víst á, hvussu drepandi tað er fyri eitt samfelag, tá ið ovnógvar streikur eru. „Hetta við verkføllum er kortini ikki nakað seregid í Føroyum. Í flestu londum eru tey kend, men samstundis ásanna menn meir og meir, at heildar- úrslitið aftaná verkfall og arbeiðssteðg í verunleikanum inniber tap fyrst og fremst fyri arbeiðsgevara og arbeiðara og síðan fyri landið sjålvi« Hesi orð »Dagbladsins« kann ein væl samtykkja og eisini tey, har blaðið mælir til at rætta feilir, sum kanska eru í sáttmálanum og at rætta teir í góðari semju, so vit sleppa frá einum samfelagsoyðandi = verkfalli. Orðini ljóða væl. Tey eru hesi: >Eru misstøk gjørd, mega tey rættast, og tað má verða kravt av teim avvarandi ábyrgd- armonnum, at teir eru somikið vaksnir, at teir við samráðingarborðið koma til úrslit, ið allir partar kunnu verða nøgdir vid«. Fo eri ikki greiður yvir, um >Dag- blaðið< her hugsar um ta nevndina, sum varð niðursett um summarið í 1953. men aðrar tingingar eru ongar. Reiðararnir fasthalda, at såttmålarnir galda eisini fyri 1954. og tí vilja teir ikki tingast um nýggjar sáttmálar heldur fundir av og á. Har er neyvan nakað úrslit at hóma enn. Men latum okkum vóna, at teir, ið tingast í nevnd- ini. koma til eitt úrslit, sum allir partar verða nøgdir við og semjast um. Skal úrslitið gera nakað gagn í 1954, =o hastar tað nú. At streika er samfelagsoyðandi vita øll, men kor fiskimannsins er óúthaldi- lig, og tí megu allar góðar kreftir semjast um at bøta um kor teirra. Men hvør vil verða við til tess? — Reið- arar siga kortanei, og teir, sum land- —- — — ———- AT føroyskir og danskir skattaborg- arar undir einum ella øðrum formi hava verið noyddir at latið einar 12 milj. kr. aftur fyri hitt Th. Petersenska ævintýrið í Sjóvinnubankanum. AT Th. Petersen einaferð skrivaði í Dagblaðnum: >Okkara endamál í Jøroyskum politikki er at reka sam- bandsmenn úr øllum álitisstørvum her á landi«. AT allir 8 tingmenn fólkaflokksins og meginparturin av sambandsmonn- um hava valt sambandsmannin Kristia Djurhuus til løgmanns — fremsta sessin í landinum. AT teir vildu havt nýtt 4 milj. kr. av Marshallhjálpinj til Sjóvinnubank- an, um P, M. Dam undir samráðing- unum við danir sagt so dyggiliga kortanei. inum stýra, lata bara alt ganga sína skeivu gongd. Vit, sum umboða fiski- menninar, eru fúsir at tingast um ymsar broytingar í sáttmálunum, men svarið vit fáa, er kortanei. Vit bóðu um at fáa ein mann settan i Føroya Fiskasølu fyri at umboda fiskimenn- inar, men svarið var kortanei. Tá ið fiskimenn áttu skip og bóðu um peningahjálp, so teir kundu um- vøla skipini og sanera fyritøkuna. Tá var svarið kortanei. Løgmaðurin segði: >Tað sum ikki kann standa, má allac. Men nú ljóðar aðraleiðis. Nú eru Marshallmiljónir til umvølan av gomlum skipum og til sanering til yritøkur, sum stórmenn eiga. Teir styðja yvirklassin soleiðis, at hann tri orkar at trampa omaná teirri kúgaðu fjøldini. Jarnhælurin á nakkan og samstundis biðja fiskimenn vera so hlíðar og hampuligar og lata vera við at streika. Latið endiliga yvirklass- an fáa matnådir, sum ríkmaðurin tekur til: »De fattige er de riges græsgang«. J. H. Danbjørg 71.200 kr. Fiskivinnuflotin pinist sáran undir peningatroti. Eitt far fyri og annað eftir verður tvangselt. Menn venda sær til landstýrið og løgtingið, men hvørja ferð er svarið hitt sama: eingir Teir fara tómhentir av stað pengar. aftur. Vor, einasta VY = CI — hús, jørð 0. á., — all el farið. Tað tykist tí løgið, at landsstýrið, 8 dagar áðrenn tingið kom saman, uttan seinni at leggja málið fyri tingið og samstundis sum fiskimenn missa síni skip, einsamælt jåttar 20 % av 356.000 kr. ella 71.200 kr. til svimj- ingarhyl í Havn. Sjálvandi eigur Havnin at fáa sín svimjingarhyl og allan tann almenna pening, ið tingið kann útvega, men tað at landsstýrið einsamalt játtar slíkar peningahæddir, samstundis sum teir ongan stuðul hava at veita fiskivinnuna, ið vit øll skulu liva av og sum er grundarlagið undir allari til- veru her á landi, er burtur úr vón og viti — skilaloysi, ið hitt vinnandi fólkið og hvør einstakur skattaborgari dyggiliga má átala komandi heyst, tá ið hin stóra uppgerðin — og vónandi uppruddingin í Tinganesi verður. Ludvig Holberg Á 200-ára deyðadegi Ludvig Hol- þergs vóru stórir minningarfundir hildnir í Danmark og Noreg. Henda dag og dagarnir frammanundan eru nógvir av sjónleikum Holbergs fram- førdir. Vegna donsku stjórnini send; Hans Hedtoft, forseti, fagnaðar- og minnis- kvøðu til norsku stjórnina. Norska stjórnin svaraði í fjarriti, at stjórnin eins og alt hitt norska fólkið við mikl- ari virðing minntist henda merkis- mannin, ið haft hevur so nógv at týða fyri danska og norska fólkið. Leygardagin 30. januar 1954. arsvinnur BRODURSKAPUR Produktivitets- nevndin Vit umrøddu seinasta leygardag, at ein nevnd var sett her í Havn ið nevnd- ist produktivitetsnevndin. Mánadagin hevdi henda nevnd fund. har bodnir vóru við blaðmenn o. a. Formaður nevndarinnar Jens Kr. ohannesen legði fyri. Hann vildi siga frá beinanvegin, at henda nevnd einki arbeiði ella virki skuldi seta á stovn, uppgáva teirra var, at fáa hendur á serkønar menn innan tey ymsu økini, soleiðis at virkir á henda hátt kundi verða hjålpt, so vit kunnu fáa meira arbeiði gjørt her á landi. og samstundis royna at fáa útfluttningin øktan, og helst fáa okkurt afturat. Sum dømi kann nevnast grótídnað- urin her í Havn. Teir hava samráðst við nevndna fyri hesum virki, hava fingið Jóannes Rasmussen at kanna fyrimunir og trupulleikar við tí nýggja brotinum, verkfrøðingur hjá Højgaard og Schultz kannar tólini og grann- skoðari Kirkholm talsiðuna. Úrslitið av hesum kanningum væntast í næstum Hvalaveiðuna eru teir eisini farnir at arbeiða við, vilja fáa serkønan mann innan hetta øki at kanna møguleikar fyri framhald av hesum. Weihe, verkfrøðingur og Karsten Hoydal arbeiða við einum projekti fyri útnyttan av taranum, ið verður nógv nýttur í tí kem. ídnaðinum víða hvar. Tað verður í hesum føri ikki høvi til at skriva meira um hetta, skullu vit koma aftur til tað seinri. Annars verður sagt øllum teimum frá ið áhuga hava fyri hesum máli, at tey altíð kunnu snúgva sær til cand. polit. Leivur Gregersen ið er at hitta í Fiskasøluni, hevur hann eisini ljós- bíløt ið ógvuliga væl greiða frá mong- um Blaðið verður bilagt á posthúsinum, og | kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið | 27. árg Norska sildaveiðan Hósdagin 14. jan, komu fyrstu boð- inj um. at sildin var komin á veidu- økini. Beint aftaná segði veðurtíðindi- ni frá stormi, men triðja dagin torgaði veiðuskipini út. Hóast tey vánaligu veðurlíkindi komu teir fyrstu 60 snurp- arnir innaftur leygarkvøld og sunnu- morgun. og høvdu frá 50 uppí 2000 hektol. Fyrsti sildardagurin gav 50.000 tn. ella í peningi 850.000 kr. Av hesum kom til Álesund 33.000 hektol. Fyrsta vikan gav 1.6 milj. hekto- litrar ella í peningi 30 milj. kr. Eingin lækna- gøla, men — Eftirsum læknastríðið í Klakksvík verður kortin; ikki greitt, kundi verið líkindi at tikið til umhugsan lækna- og heilsubótaspurningin í Føroyum sum hann er og sum hann kundi verið. Hví ikki kvetta av við alt tað, sum er. og byrja heilt av nýggjum: Læknarnir verða settir sum tænastu- menn landsins fyri eina hampuliga løn soleiðis, at tey smáu læknadømini fáa líka góð líkindi til góðan lækna sum tey størru. Fyri hesa løn eiga teir at okkum góða heilsu ókeypis. Somuleidis eiga øll at fáa ókeypis heiluvág og annað, ið er fyri neyðini at tryggja heilsuna við. Sjúkrakassar vera at taka av og lættir hetta nógv um útreiðslurnar, bæði so og so, ja ætlandi so munandi, at tað kann byggjast eitt heilt skip um árið fyri peningin. Latum okkum samráðast um hetta og kanska leggja tað framm í felag. Og helst nakað skjótt. geva FYLKING hevur aðalfund í felagshúsinum leygardagin 30. januar 1954 kl. 7 á kvøldi. Dagsskrå samb. gr. 20 í felagslógini. po Tvøroyri, 8, januar 1954. Skipafelagid Føroyar Telefon 1225 Térshavn Grót og skervur. ØU, id vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom- munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmann fyri kommununa. Froðbiar sóknar kommuna