leygardagur 30. januar 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
30. januar 1954
Próvtokuvaldið skal stokkast —
Nýskipan av læraraskúlanum
legði Julius
19. jan.
Bomholt,
uppskot
kenslumálaráðharni 2
fram í Fólkatinginum: tíðarhóskandi uppaling av lærarum til fólkaskúlan og
stovnan av einum »pædagogisk forskningsinstitut««. 62 ána gamla lógin um
lærararuppalingina verður avtikin.
Serstakar
reglur fyri studentar, ið
fara á læraraskúlan og reglur fyri námskeiðum á Danmarks lærerhøjskole.
Uppskotið um pædogogiska kanningarstovnin miðar ímóti at gera Danmark
til eitt av teim fremstu londunum skúlaskapi viðvíkjandi.
Sambært uppskotið verða hesir 3
formarnir fyri lærarauppalingini gald-
andi 1) tann vanligi 4-ára skúlin, 2)
tann fyri studerandi serstakliga skipaði
og 3) forskúlalærarinnuuppalingin ella
sum nú hon nú ætlast nevnd: småbarna
lærarinnuuppalingin.
Studentar
Bomholt hevur havt samráðingar við
kendar læraraskúlaleiðarar um støðu
studentanna. Úrslitið er, at partarnir
eru samdir um, at 214 ár er ov stutt
lærutíð hjá studentum í læraraskúl-
anum. Í uppskotinum verður tíðin sett
til 3 ár. Hetta verður hildið at vera
tað sakligasta rætta.
Forskúlalærarinnur.
Danmarks lærerforening hevur
ynskt. at tann fyri kvinnur serliga og
lægri metta uppaling av forskúlalærar-
innum, skuldi takast av, men aðrir
halda,
verið av so stórum týdningi fyri dan-
ska skilan, at ikki ber til at rýma frá
at hesar lærarinnurnar hava
hesum uppalingarlagnum í løtuni. Í
uppskotinum verður sagt, at læra-
tíðin hjá teimum verður longd — frá
2 til 214 ár. Um hetta segði Bomholt
í røðu síni:
> folkeskolelærerinderne har gjort
krøvini. Í
den særlige uddannelse er tilført
folkeskolen værdifulde lærerkræfter,
som ellers næppe ville været kommet
frem«,
Upptøkualdurin
Sambært ynski frá læraraskúlunum
verður upptøkualdurin hækkaður. Fyri
vanligar næmingar frá 17 til 19 ár,
fyri studentar frá 181 til 19 år, og
fyri småbarnalærarinnur frå 18 til 20
år. Orsakað av hesi hækking kann
eingin taka læraraprógv fyrr hann er
22 ár. Tó kunnu í vissum førum gerast
3 mánaða frávik. hvat aldursmarkinum
viðvíkir.
Upptøkukróøvini.
Studentar lúka sjálvandi upptøku-
smábarnalæraraskúlanum
krevst millumskúlaprógv og til hin
vanliga 4 ára læraraskúlan realprógv.
Hetta vil tó ikki siga at ikki onnur —
tey við ongum prógvi — sleppa framat
men hesum verða teir serligu forskúl-
arnir at taka sær av. Skúlatíðin kemur
tå at vera 6 år og sjálvandi meira
kostmikil. Men fyri at øll — eisini tey
peningaliga veiku ella fátækramanna-
børn — skulu koma at hava somu
atgongurættindini, verða hesi at fáa
udmærket fyldest, og at der gennem | serskildan peningaligan stuðul.
Fólkaskúlalærarar og realskúlin.
Grein 9 í lógaruppskotinum stendur:
>Lærere, der er uddannet pá det 4-
årige seminarium, har adgang til
ansættelse i embeder med under-
visning i folkeskolen og realklas-
serne«,
Hetta hevur elvt tvidrått, tå ymiskir
læraraskúlastjórar halda, at 4 ár á
læraraskúlanum ikki geva nóg miklan
kunnleika til realskúlakenslu, men
Bomholt sigur, at hetta heldur ikki er
hugsanin, ...»men den almindelige
undervisning må tilrættelægges således
at alle elever får mulighed for i løbet
at seminarietiden at kvalificere sig til
al tage arbejdet op — også i denne del
af skolen «,
Lærugreinir lærarasktlans,
Um hetta sigur lógaruppskoti so-
leiðis:
»Seminariernes hovedjug er praktisk
skolegerning, pædagogisk og psykologi
løvrigt lægges undervisningen i alle
seminariets fag således til rette, at den
foruden at sigte på elevernes personlige
udvikling, tillige er vejledende med
hensyn til stoffets praktisk pædago-
giske udformning.
Til alle elever gives der foruden i
hovedfagene undervisning i 1) dansk
med kundskab til svensk og norsk, 2)
regning, 3) kristendomskundskab, 4)
historie med samfundskundskab, 5)
naturhistorie, 6) geografi med geologi,
7) naturlære, 8) tegning, 9) skrivning,
10) sang og musik, 11) legems6velser,
12) håndarbejde (for kvindelige elev-
er) og 13 engelsk og tysk.
Undervisning i praktisk skolegerning
pædagogisk og psykologi skal omfatte
vejledning og praktiske øvelser í sær-
undervisningen af børn, der ikke kan
følge den normale undervisning.
I løbet af seminarietiden skal der for
alle elever indrettes et kursus i små-
sløjd og et kursus i bibliotekskundskab
og brug af læsestue«,
Hava næmingarnir serstakan åhuga
fyri einstøkum lærugreinum, kunnu
teir fáa servenjing í hesum, tó ikki fyrr
enn triðja árið.
Fyri at teir ymisku skúlarnar at
kenna, skulu næmingarnir røkja skúla-
arbeiði á einum ella fleiri skúlum í
minsta lagi 3 mánaðir.
Frælsari og minni lestraarbeiði.
Tá ið annað ár er at enda — 1. ár
hjá teim við studentarprógvi — skal
skúlastjórin í samráð við lærararáðið
kanna eftir og gera av, hvørjir næm-
ingar er duguligur at halda áfram í
teim hægru klassunum. Bert fáir
karakterir verða givnir til próvtøkuna.
Høvuðskarakterur verður eingin givin.
Um ein næmingur røkkur krøvini ella
ikki, verður avgjørt av skúlastjór-
anum og lærararáðnum.
Um lesnaðin og próvtøkunar segði
Bomholt m. a.:
>Det er mit háb, at denne nyord-
ning vil kunne skabe forudsætninger
for et friere og mindre lektiepræget
arbejde pá seminarierne end hidtil,
og at vi samtidig kan have taget det
første skridt til nedbrydelse af
eksamensvældet i dette land«.
Bomholt endadi vid at siga, at tær
árligu útreiðslurnar til próvtøkurnar
vóru 2 milj. kr.
Um tann pædagogiska kanningar-
stovnin í næsta blað.
Kingo
toygdur einaferð enn
K. O. Viderø, prestur i Havn, hevur fyri stuttum
havt eina greinarøð í >Dagblaðnum< sum óivað
er fylgd við stórum áhuga víða hvar í landinum.
Tað eru skúlaviðurskiftini serliga í Tórshavn,
presturin hevur tikið til viðgerðar. Hann finnist
stórliga at tí katólska skúlanum, sum tekur øll
børnini frå kommunuskúlanum. ikki ti at katolikkar
eru so hugadir at læra børn vanligan skúlalærdóm
(hygg, teirra egnu lond!) men teir ætla at grava
seg inn undir Luthers kirkju í Føroyum eins og
aðrastaðni og taka
finnst Viderø mikið at.
hava so frægan skúla, at
hana av grund. Somuleiðis
at høvuðsstaðurin ikki skal
hann kann taka móti
teimum børnum. ið eru. Aftur at hesum stórmálum:
katólsk trúboðan í Føroyum og skúli í Havn, fær
hann hóøvi, til at siga nøkur bæði sposk og álvar-
slig orð við Føroyingin og um tey rongu viður-
skifti, sum serliga nú valda í okkara landi.
Skriving prestsins hevur verið atfunnin. Tað
kann hon verða. Vit kunna mótmæla og vera ósamd
við prestin, men ikki siga, at tað er skeivt, at hann
skrivar í almennum blaði um viðurskifti, sum verd
eru at:taka fram. Vit hava nettupp ov lítið av slíkum
orðaskiftum, sakligum orðaskiftum, sum nertað við
okkara samfelag og mentan tess. Lat so prestin
hava verið heldur Ogvusligur og barsagdur, bygda-
maðurin er komin fram í honum, tí hann er vreiður,
og bygdamaðurin ballar ikki orð síni inn í einki-
sigandi máliskur, men ber tey fram á einum livandi
og fyndarríkum máli. Vit hava eisini í hesum
tíðum stórliga fyri neyðini at hoyra nøkur hvøss
sannleiksorð, hvaðni tey so koma frá, so sum vit
hava skikkad okkum. Nógmikið hevur verið og er
av kínum og umberingum, sum bara durvar eitt
fólk í svøvn, fær tað at bíta høvur av allari skomm
og tykja, at alt stendur væl til. — Men ein kundi
tó vænta sær nógv meira burtur úr hesum viður-
skiftum, sum Viderø hevur tikið til umrøðu — og
so heldur mangur tað vera løgið. at presturin er
so snarur at taka mest sum alt aftur, hann sigur, og
mestsum biðja umbera síni hvøssu orð — so vreiður
skuldi hann ikki verið! Ein kann siga nógv, tá ið
hann er illur, men situr hann og skrivar, hevur hann
stundir at sissa seg og umhugsa, hvat hann setur á
prent. Slíkt hevur hent aðrar studerandi menn, og
ein maður helt henda dagin fyri, um hatta var síður
lærdra manna í Føroyum, at skriva og so um
skamma stund taka alt í seg aftur!
Videro skrivar nógv um skúlar og lærarar, sum
sum bæði lærarafólk og annað skúlahugað fólk áttu
at givið ans. Men mest eru tað sum sagt skúla-
líkindini í høvuðsstaðnum og tá serliga Havnar
kommunuskúli, ið eru umrøðuevni. Tí væntadi
mangur, at Havnalærarar tóku til orða; men enn
hevur tað ikki verið hvøtt úr einum einasta.
Nú hava menn, sum hugsa um skúlaskap og onnur
mentunnarvidurskifti, eins og Viderø prestur hug at
spyrja, hví. Nunnuskúlin í Havn tekur so nógv —
ja mestsum eina helvt — av Havnarbørnum. Er tað
ein orsøkin, sum eisini verður sagt, at børn verða
betur lærd har, ella tað er, sum prestur so rámandi
nevnir við myndini um hønuna, sum tú blakar
nakrar nevar av korni til: hon fer altíð til tann,
nevan, sum seinast varð blakaður! Er tað vanliga,
at fólk fjeppast altíð uppi í tí útlendska, tí tað er
fínt, hitt heimliga (heimligt mál og mentan) er
gott til tøðklæðini? Foreldur hava lisið søtar
romanir um aðalsbørn ella onnur ríkramannabørn,
sum send verða í kloysturskúlar, og so, eins og at
geva børnum »romannåvn«, hava hug at taka eftir?
Ella er tað skúlarúmdin í Havn, sum ikki kann taka
børnini, og sum forðar lærarum at geva teimum tann
lærdóm nútíðin krevur?
Og her mugu vit halda dyggiliga við prestinum,
tá ið hann finnist at, at høvuðsstaðurin ikki hevur
rúm fyri skúlabømum sínum. Her hevur sum í
øðrum førum í okkara landi verið illa atborið av
teimum, sum stjórnað hava. Vit hava hesi árini
framman undan svomið í gulli. Skattainntøkan hevur
verið ovurstór, so líkindi skuldu havt verið at reist
ein skúla og vóru ikk; ráð at byggja ein miðskúla,
stórskúla, ið rúma kundi øllum flokkinum, so kundi
minni skúli verið bygdur og nýtt hin gamla,
Skúlamenn ymsastaðni eru famir at síggja tað,
at hesir stóru skúlarnir eru ikki góðir at arbeiða í.
Hin minni skúlin við færru lærarum gongur betur.
Betr; kontakt og samarbeidi millum lærarin og hitt
einstaka barnið og betri stundir at kenna og taka sær
av tí einstaka barninum,