Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-01-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. januar 1954síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

30. januar 1954 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. 5 Karl Elieser Tausen, Hovi Um Karl kunnu vit av sonnum siga at hann varð borin í heim við år i hendi, ti sjógvurin var hanns eitt og alt. Sum heilt pinkulitil misti hann bæði foreldur síni soleiðis at hann eins og hinir 3 brøðurnir fóru úr barnaheim- inum og vuksu upp hvør í sínum stað. Skjótt sóu øll, at sjógvurin var tað, ið Karl elskaði. Líka frá óvitaárum baks- aði hann á sjónum fyrst við opnum bátum og so skjótt prestahondin var komin á høvdið, fór hann til skips og var av bestu fiskimonnum og hartil raskur og álitismaður bæði í logn og ódn. Bestimaður í mong ár og so seinri skipari á »Njardlingi« sum hann var ein av oddamonnunum fyri at keypa og dríva, inntil hann fekk drep- andi sótt — kreft í maga og livir og fall frá og doyði nú leygardagin fyri 8 døgum síðan. Um hann hevði livað, inntil 4. mars í ár, so fylti hann 57 ár. Eftir situr einkja og 3 børn, ið øll eru tilkomin. Tá ið undirritaði vitjaði han á Dr. Alexandrines sjúkrahúsi nakrar dagar áðrenn hann doyði, segði hann Harranum takk fyri, at hann hevði latið seg livað til børnini nú eru til- komin. Mikið tyngri hevði tað verið um eg hevði noyðst at doyggja frá smáum børnum segði hann, og so legði hann afturat: >Ég eigi ongan óvin. Eg veit meg ikki-í lívinum hava klandrast við nakað menniskja«. Hesi orð beri eg víðari til øll, sum kendu mín góða vin og javnaldra, og eg veit at vit øll geva honum rætt í tí, at hann átti ongan óvin. Hann var ein friðarligur og vinsamur maður, sum vit øll saka, men mest verður hann sjálvandi saknaður av konu og børnum Frid ynskja vit øll yvir minni hansara. J. H. Danbjørg Edw. Mitens"helt hesa vøkru rødu við jarðarferð bróður síns 'Gudmunds Mortensens 22. januar 1954 Tíðliga á vári spretti ein spíri í lívd av tveimum sterkum, vøkrum vøkst- rum. Og várið kom. og sólin kagaði fram og vermdi. Um enn til tíðir komu vátakavi, stormur og regn, vaks spírin og treivst væl, eins og smádrongur spælir í heimi sínum, úti á bø og við strond. Summarið kom við lýðku og meiri sól, og spírin vaks og setti blómur. Lívsmegin streymaði gjøgnum hann. Hann var eins og maður, sum í man- dómsárum offrar megi sína og alla orku fyri virki sínum. Einstakt heglings æl kom týðliga á sumri og hvesti í blad, so tað sveið. Vindkøst komu, og ein av vøkstrinum, sum góvu lívd, fall til jarðar. Men nýggju vøksturin menti seg. Summarið fór at halla, og heystið kom, og vøksturin, sum sprottin var á våri, bar góða frukt og stóð stinnur, men heystið leið, og bløðini fingu heystarlit, eins og maður, tá árini fara, gránar við vanga og linkar. Hin seinasti av teimum vøkstrunum, sum heyðu givið lívd, mátti lúta og leggja seg til hvíldar. Veturin byrjaði. Kalt var viðhvørt, og megin minkaði. Mjørki og kavarok komu stundum og kámaðu alt burtur. Men afturíaftur klårnadi, og sólin vermdj um hjartarøtur. Men bløðini følnaðu, og at enda mátti vøksturin, sum sprottin var á vári, følna heilt og doyggja. — Men nýggjur spírar vilja spretta og spíra, og lívið heldur áfram, og aðrir taka við. har hinir máttu sleppa. — Sonur, ið faðir innaði nógv, og sum var góður við faðir sín og honum takksamur, heldir fram á tí støði. sum slekt eftir slekt hevur lagað. Hesir tankar runnu fram í huga mín, nú bróður mín Gudmundur mátti ge- vast. -— Hjartans tøkk beri eg honum fyri góðan bróðurskap og vinskap gjøgnum alt lívið, og somu tøkk beri eg honum frá teimum, sum stóðu hon- um nær. Seinasta farvæl sigi eg honum við orðum, sum móðurbróðir okkara Ras- mus Effersøe yrkti: Eitt heim, eitt blívandi heim ei her, ei her á jørð eg kann finna, tí verðin við øllum, ið verðini er, sum blóman um heystið skal svinna. Ég líkni mítt lív vid ein skugga, ein dreym, vid regnid igjår, vid ein fossandi streym, sum í veraldar dýpi må renna. Lýs, lívsins ljós, ígjøgnum dimman dal. Lýs mær á leið. Í nátt og niðu heim eg strevast skal. Lýs mær á leið. Í vanda troytta vallara tå tær at takka til, hvørt fet hann nærkast tær. Eg vóni: Almakts signing er mær hjá á nåttartid um heiðar, skorðar, fen og stríða á. til morgunblíð sum einglar vina andlit heilsa mær. ið fóru undan inn í faðirs garð. Verkfallið 1953 Erlendur Patursson hevur grein í blaði sínum viðvíkjandi hesum máli. Hann umtalar ymsar menn, sum sam- an við blaðstjóranum av hesum blaðið verða sagdir at hava gjørt Erlendi slíkar ónáðir, meðan verkfallið stóð. at hann ikki fekk arbeiðsfrið. Vit hava nú talað við hesar menn og spurt teir, hvat teir halda um hetta, sum Erlendur førir fram. Vit hittu fyrst Danbjørg, ið upp- lýsir, at hann í oktobir mánaða 1952 uppsegði allar sáttmálar, og ikki fyrr- enn 19 april 1953 vórðu nýggir sått- málar undirskrivadir. Tað sigur seg sjålvt, at hann kundi ikki búgva í Havn frá oktober til 19 apríl, serliga tá ið ikki var útlit til, at nøkur semja kundi fáast í lag. Tað var øllum kunn- ugt, at verkfall var einasti vegur, og tá kom at standa hart ímóti hørðum, og tað fór at draga leingi út. Danbjørg hevur sítt arbeiði at passa í Suðuroy og kann tessvegna ikki búgva hålvt år ella meira ísenn norðuri í Havn. Við- hvørt mølti so Fritjof úr Skúoy; men hann hevði onga fullmakt til at taka nakra avgerð. Tað er øllum greitt, at tað var semingsmannsins skylda at lata Danbjørg vita av í góðari tíð framm- anundan, tá ið hann stevndi til fundar tann 19. apríl 1953. Men hann gjørdi tað altso íkki. Um hetta er somikið skrivað fyrr, at vit ikki nerta meira við hetta nú. Karl Jespersen, næstformaður S. F.s var í Havn 19. apríl 1953 og frætti sum túnatos, at semingsfundur var, og at Danbjørg eingi boð hevði fingið. Hann fór inn á fundin, men av tí, at hann var í Havn tl arbeiðsmanna- felagsfund, kundi hann ikki sita alla náltina á tveimum fundum í senn. Fritjof úr Skúoy sigur: >Ég havi einaferð í »Sosialinum« greitt frá mini støðu til alt tað, ið Erlendur her førir fram, og eg havi einki at skoyta uppí ella taka frá tí, sum eg tå skrivadi«. Dam heldur fyri, tá ið vit spyrja hann um Erlends brikls: Erlendur veit, at hatta er høpileyst hann tveitur út. Hann veit, at tå ið Hanus við Høga- dalsá kom til Dam varð hann við tað sama settur í sambandi við >Sam- virker.de«. Hann veit, at Dam gjørdi alt, ið hann kundi fyri at veita fiskimonnum hjálp. Erlendur veit, at Samvirkende eisini vildu hjálpa, men at teir bert kundu hjálpa ígjøgnum Føroya Ar- beiðsmannafelag. Erlendur veit, at hvørt mansbarn í Føroyum er greitt yvir, at útsendingar komu upp frá Samvirkende við full- makt at hjálpa, og at Føroya Fiski- mannafelag kundi fingið hesa hjálp. um Erlendur heyði haft viljað sam- skipað felagið við Føroya Arbeiðara- felag. Men Erlendur kvetti tráðin líka tá ið sambandið skuldi knýtast millum fiskimenn og arbeiðsmenn í Føroyum. Hvør ið so skuldina hevur fyri at føriskir fiskimenn onga hjálp fingu frá Samvirkendi skilir hvør maður. Um tað er ónýtt at tala meiri men um Erlendur vil gera eina góða gerð, vil hann royna at fáa samskipanina mill- um fiskimenn og arbeiðsmenn í lag, sum allra skjótast so fiskimenn kunnu koma í samband við Samvirkende og ikki aftur koma at standa hjálpaleysir. Tað er eisini so, at landsins høvuðsstaður skuldi gingið á odda við bygging, góðari býarskipan, og almennir bygningar skuldi verið prýði býarins. Men í hesum eru vit ein eftirbátur, og vit kunna ikki annað enn aftur geva Videro rætt í ti, at vit Føroyingar hugsa meir um okkum sjálvan enn sam- felagið. Vit eru ongantíð av sonnum vorðnir eitt fólk, um vit so hava fingið egið flagg, og vit erpa okkum av at vit hava okkara egna mál. Vit kunna ikki erpa okkum av okkara tjóðareyðkennum, tá ið vit ikki eru førir at røkja tey. Føroyingar eru altíð vanir at hava Íslendingar, næstu frændur sínar, sum fyrimynd; men munur er á okkara høvuðsstaði og hinum íslendska. Hin íslendski høvuðsstaðurin er ein sann mynd av teimum risaframstigum, sum íslendska tjóðin hevur gjørt síðstu árini. Stórt og prýðiligt leikhús hava teir bygt, mýggjan lærdan háskúla og stórt og rúmligt høli til lærarar við sama skúla. Sjómannskúla, sum við sínum lýsandi torni sæst langa leið, tá ið tú siglir inn á vágna. Og gøturnar eru breiðar og slættar; víð og rúmlig øki eru løgd av ymsastaðni í býnum, har gróður er settur niður. Okkara høvuðstaður sýnist ongan byggingarplan at hava. Trong tún, og húsavegginir út á vegin, sum kappaðust teir við hvør annan. Eitt gamalt skeivklað Tinghús, og tá ið vit fara aftur til skúlan, minnast vit skúlabarakkin, sum sett var á tað mest gongda plássið í bynum, og sum er hitt grimmasta húsið, byurin eigur. Vit fara til studenta- skúlan, sum er einasti skúli, landið skal hava fulla ábyrgd av: hann hevur ligið fyri útrakstri sum eitt vanvirðisligt uppgávufólk, síðan hann var settur á stovn, fingið sær innivist her og har og kroyst seg ikki hyggið privathúsini. Ja, har má ein aftur taka undir inn á støðum, sum skúlahóskandi eru. Men við Videro: tey eru sum ríkmannahallir, og hvat rúmd viðvíkir, kann útheimurin valla kappast við tey. Men latið ikki endað verða, og Videro prestur stendur við fullum sømdum, sigurskrúnu um høvur og pálma í hendi. Hann hevur ásannað, at hann var nakað harður móti skúla og lærarum. Sjálv- adi segði hann seg at taka uppaftur eftir øðrum. Men hann kundi borið tað fram kommunuskúlanum til umberingar, at altíð er og verður munur á arbeiðislíkindum hansara og so privatskúlans. Kommunuskúlin er nmoyddur at taka við øllum børnum, góðum og ringum, og hann er noyddur at hava tey, næstan hvussu tey skikka sær. Øll við skúlaskili vita, at slík børn kunnu spilla ein klassa og forða hinum børnunum at fáa fult úrslit av kenslum. Privatskúlin fær aloftast hitt frægasta slagið av børnum, foreldrini stuðla hann og starv hanns nógv meir enn kommunuskúlans, og eru har næmingar, sum bróta skúlans reglugerðir, er bara hjá leidsluni at senda bod til foreldrini og siga teir upp — um teir ikki vilja laga seg. Soleiðis kunnu fleiri dømi verða flutt fram um nógvar fyrimunir, sum ein privatskúli hevur fram um hin almenna skúlan. — Viderø målber seg nakað soleiðis, at skúlin skuldi verið tengdur at kirkjuni. ls rr ——> Ja, presturin Viderð veit best sjálvur, at tað var hann einaferð, men tað var í teirri katólsku tíðini. Tá var kirkjan so mensk at hon hevdi skúlaskapin í sínum hondum afturat aðrari mentan og øðrum samfelagsviðurskiftum. Alt hetta broyttist við trú- bótini. Luther og aðrir síðabótamenn lótu alt upp í hendur á hinum verðsligu mynduleikum. Við hesum mist; kirkjan umsjón sína við skúlanum, hin luther- ska kirkjan misti sítt tak í fólkið, og hon missir tað meir og meir. Kingo var onkuntíð toygdur úr hvørjari lykkju, men man hann vera tað longri? Viderø prestur hevur mógv at siga um skúlaviður- skifti, men tann kirkja, sum hann umboðar hevur afturat so nógvum øðrum slept kristni uppaling barnanna og lagt hana á ein skúla, sum verður meir og meir verðsligur, og sum hevur nógvar umboðs- menn, ið mótmæla religiónskenslu — í hvussu so er undir tí formi, sum han nú verður framborin. Ein kann minnast at Bartholdy prestur, formaður Indre Missión, sum er borgaður og lutherorðaður, líknaði donsku fólkakirkjuna við (aftægtspar), sum tey ungu settu upp á loft, har eini haldbóndahjún skuldu tey hava tað so gott, men tey máttu ikki leggja upp í nakað sum fyrifórst í húsinum. Soleiðis var kirkjan. Ein verðsligt trúgvlóggav í kirkjuligum søkum, og tingmenn søgdu, at kirkjan skuldi fáa alt. hon vildi, hon skuldi bert einki hava at siga. Her er tó munur á hini katólsku og lutersku. Katolikkar stríðast fyri at hava loyvi at røkja skúlaskap, og tað er jú tað, teir gera í Havn og øðrum protestantisk- um londum, sum teir siga eru farnir frá trúnni, og